mánadagur 10. desember 2007síða 17
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 239 - 10. desember 2007
17
Jógvan Sofus er farin 94 ára gamal.
Jógvan var føddur við Gjógv, sonur
Jóhan Joensen í Blásastovu frá
Gjógv og Jørginu f. Mørkøre úr Skúl
anum á Eiði. Hann var elstur av trim
um systkjum. Tvær systrar komu
aftaná. Hann var fimm ára gamal, tá
ið næsta systirin kom. Eg spurdi
Jógvan Sofus einaferð, hví hann
altíð var so góður í sær og í góðum
humør. Hann svaraði nakað soleiðis.
Eg havi helst fingið nógva umsorgan
frá mammu míni tey fyrstu árini, vit
vóru tveyeini í húsi, meðan pápi var
til skips. Men, legði hann afturat, eg
fór at hjálpa henni og ganga henni til
handa, so skjótt eg var so frægur.
Skúlagongdin kom at vera við
Gjógv. Lærari hansara var Jóhan
Kallsoy, og gott fyri hann. Kallsoy
fekk so stóran tokka til henda fitta og
gløgga smádrongin, at teir mangan
vóru á floti saman tveireinir. Eitt
sjáldsamt fyribrigdi fyri so mongum
árum síðani og helst eisini í dag. Hug
ur hansara til sjógvin varð soleiðis
vaktur frá barnsbeini og kom at vera
tað alt lívið. Hann kundi taka til, at
kemur einki upp úr sjónum, so er
svangligt við Gjógv.
Jógvan Sofus fór til skips eftir
fermingaraldur, og blivu árini har úti
yvir hálvthundað. Væl lá fyri við
snørinum, tað tók væl í hjá honum
og var hann av allar bestu fiskimonn
um. Hann var burtur um summarið
og róði út um veturin sum vanligt
var tá á bygd. Tá slupptíðin fór at
halla, fór Jógvan Sofus at sigla við
trolara. Tá kom broyting í, tí menn
sigldu mest sum alt árið.
Sum aðrir dreingir fór hann at
finna sær gentu. Ikki fór hann langt.
Nei, tað bleiv ein gjáargenta hinu
megin ánna, sum hann fekk sera stór
an tokka til: Alt lívið var hann ongan
tíð í iva um, at hann hevði funnið ta
røttu gentuna. Hesi bæði løgdu ástir
saman, og tey giftust í Gjáar kirkju
ein vakran vetrardag í 1937. Presturin
Sand las tey saman.
Tey fingu eitt langt og eydnuríkt
hjúnalag, sum teirra lív saman var
besta prógv fyri.
Fimm fingu tey børnini, ein drong
og fýra gentur. Dinnafía kom at vera
heima um børnini, meðan Jógvan Sof
us stríddist á sjónum, fyri at forsyrgja
sær og sínum. Jógvan Sofus gav altíð
til kennar, at hann hevði fingið eina
sera góða og vituga konu. Hann
umtalaði hana altíð við rósandi orðum
og hevði altíð sovorðna umsorgan
fyri henni. Hon hevði alt at siga fyri
hann. Tað komst eisini av, at hon
hevði børn og heim í sínum hondum
einsamøll, meðan hann var til skips.
Hon megnaði tað við myndugleika og
hegni sum fáur. Heimið, tey bæði
bygdu sær í Fornanum, kom at vera
eitt trygt og fjálgt heim at vaksa upp
og mennast í, á tremur av føroyskari
mentan og vísdómi.
Eg kom at kenna Jógvan Sofus,
eftir at hann var uppilagstur. Men
hann søkti sjógvin dúgliga við sjey
mannafarinum »Norðhavinum«, sum
hann hevði ognað sær og røkti so
fyrimyndarliga. Eg minnist fyrstu
ferð, vit báðir fóru til útróðrar ein
veðurfagran morgun fullan av sól, og
tað stóð við klettin. Hann var sera
glaður henda morgunin og sang:
»Halt út, halt út á hav…« eini tvey
ørindi, so sigur hann: »Sum Mikkjal
á Ryggi kann yrkja«. Honum dámdi
so sera væl alt tað, sum Mikkjal hevði
yrkt um sjógvin. So varð farið inn í
bátin. Hann var hin seinni, stingur frá
og sigur við mildari og inniligari
rødd: »Jesus veri við okkum«. Hetta
var tann gamla føroyska mentanin.
Tey høvdu Jesus við sær bæði í báti
og í bjørgum. Vit fingu ein góðan
dag. Eg sá tá, hvussu væl hann fisk
aði. Jógvan Sofus var tá yvir 70 ár, at
líta á sum ein unglingi, lættur á føti
og í sinni. Hetta andlitið, fult av ró og
lítillætni. Hetta vóru ókendar leiðir
fyri meg. Hann segði frá um vandar,
streymviðurskifti og fiskileiðir hjá
gjáarmonnum. Longu tá sá eg, at
hettar var skilamaður á sjónum. Tað
havi eg staðfest mangar ferðir síðani,
tá hann hegnisliga sum fáur hevur
sagt frá um vandaferðir har úti. Hann
hevði stóra virðing fyri havinum. Tað
lá í teimum gomlu gjáarmonnunum,
lærdir av sera beiskum royndum.
Trúarlívið hjá Jógvan Sofusi var
einfalt. Hann hevði Harran við sær í
tí dagliga. Halgidagar varð farið í
kirkju. Var ikki farið í kirkju, varð
lisið lestur. Meg minnist fyrstu ferð,
eg hoyrdi heimalestur verða lisnan.
Tað var av Jógvan Sofusi. Vit komu
til Gjáar ein sunnumorgun. Tann
dagin varð lestur lisin. Hetta fór fram
í spísistovuni. Vit sessast runt borðið.
Jógvan Sofus tekur sálmabók og
lestrabók niður av einari hill. Hann
slær ein sálm upp, biðjur Jesus verða
hjá okkum og byrjar at syngja við
sera klárari rødd. Eg siti sum í øðrum
heimi. Tá ið sálmurin er at enda kom
in, tekur hann J. Dahls lestrabók. »Í
lýsing« og blaðar upp við sínum
slitnu hondum. Ein sovorðin friður
legðist yvir lonina. Vit sita øll í kvirru
og nærveru, eisini okkara smábørn,
og lurta. Sum hann dugir at lesa,
hugsi eg. Tá lesturin er at enda komin,
verður aftur sungin ein sálmur. Ein
tignarløta er komin at enda, sum setti
seg og situr føst í mínum minni enn.
Jógvan Sofus hevði sera gott mál og
minni. Hann dugdi væl at kvøða,
dansa og syngja. Mangt kvæði og
manga vísuna hevur hann skipað.
Mangan sálmin og mangan sangin
hevur hann sungið til gleði fyri okkum
øll, sum høvdu høvi at líða á.
Ferðafólk, sum koma til Gjáar í
stórum tali á sumri, hava so mangan
sæð henda blíða mannin undir reyðari
húgvu úti á Gjónni. Altíð kom hann á
tal við tey. Kundi hann ikki teirra mál,
beyð hann sær at syngja fyri teimum.
Sangur og løg fara lætt um landamørk.
Væl er hann fagnaður fyri hetta og
nógvar myndir eru tiknar av honum.
Hann hevur fingið bæði myndir og
takkarkort úr fjarskotnum londum
fyri tað, hann gav teimum. Eisini eru
nógv, hann hevur boðið inn á gólvið
heima til okkurt ábit.
Jógvan Sofus hevði nú fingið eina
stóra familju runt seg, heilt niður til
langabbabørn. Áhugi og umsorgan
fyri okkum øllum, sum stóðu honum
nær, var fyrimyndarligur og markleys
ur. Samband hevði hann við hvønn
einstakan, og altíð fregnaðist hann
eftir støðuni og bar góð ynskir fram.
Nú var Jógvan Sofus rokkin 94 ár, ein
høgur aldur. Hann hevði verið í hjúna
bandi í næstan 70 ár. Fyrireikingar
vóru gjørdar til stórt jarnbrúdleyp.
Hann fylgdi væl við, hvør ið hevði
teknað seg til veitsluna og gleddist
sum vit øll, ið stóðu honum nær.
Hann sigur við meg við einum brosi:
»Eg kann byrja at skipa brúðarvísuna,
so kunnu teir yngru taka yvir, tá ið eg
ikki orki meir«. Soleiðis skuldi ikki
blíva. Boð vóru eftir honum. Fjørðurin
var rógvin, árarnar lagdir inn fyri
seinastu ferð. Vit sita spyrjandi eftir.
Tann stóra veitslugleðin var brádliga
skift til sakn og stóra sorg. Ein stór
bygdarmynd er horvin úr Gjáarbygd,
sum gjørdist fátækari henda dag. Jógv
an Sofus varð borin til sítt seinasta
hvíldarstað. Ongantíð havi eg sæð ein
so stóran líkskara í eini so lítlari bygd,
sum henda góða vetrardag, tá ið vit
skiltust fyri seinastu ferð her á fold.
Jólahalgan stundar til og uttan teg
millum okkum. Tú verður sáran sakn
aður.
Góða vermóðir, nú situr tú eina
eftir við sakninum og sorgini. Má
Harrin styrkja og troysta teg í hesum
døgum.
Mín góði vinur og verfaðir
Hvíl í friði
Arnold
Minningarorð um
Jógvan Sofus Ferjá
Við tað at okkurt var komið
skeivt fyri í minningarorðunum
um Jógvan Sofus Ferjá í
vikuskiftisblaðnum, prenta vit
greinina um aftur í blaðnum í
dag.
Vit biðja orsaka mistakið.
-red.
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Tøkk
Hjartaliga takk fyri stóran hita og samkenslu í
samband við, at okkara pápi, verpápi og abbi
Eyjolfur Mikkelsen
doyði og varð jarðaður.
Hjartans takk til tykkum øll, ið fylgdu pápa
okkara til gravar.
Takk fyri blómur, kransar og aðrar heilsanir.
Allar tit, ið bakaðu køkurnar til ervið – túsund takk
fyri hjálpina.
Við ynski um gleðilig jól og eitt signað nýttár
Familjunnar vegna
Jógvan, Jákup, Enna og Steingrím
Dagurin
11. desember. Damasus, deyður ár 384. Diakonur hjá
pávanum Liberiusi og varð sjálvur valdur til páva eftir
hann. Hann er fyrst og fremst kendur sum tann, ið álegði
Hieronymusi at týða bíbliuna av
Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum,
at góði maður, pápi, verpápi,abbi og langabbi okkara
Hans J. Reinert
Tórshavn
andaðist á Lágargarði sunnudagin 9 desembur
92 ára gamal.
Bønarhald verður á Lágargarði týskvøldið kl. 18.00.
Jarðarferðin verður úr Vesturkirkjuni mikudagin kl. 13.00.
Familjunnar vegna
Anna
Elin og Óli
Tey, ið ynskja at minnast Hans, kunna lata eina gávu til Lágargarð
á konto í peningastovnunum
Lesið
-so eru tit við!