mánadagur 10. desember 2007síða 16
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 239 - 10. desember 2007
Tinghella
Hans Andrias Sølvará
Innan kristindómin hevur gjøgn
um søguna verið ósemja um at
geva kvinnum somu rættindi sum
monnum. Í Nýggja Testamenti er
tað serstakliga Paulus, sum verð
ur nýttur sum grundgeving fyri,
at kvinnan skal vera manninum
undirgivin, føða børn og tiga í
samkomunum. Tekstgranskarar
halda seg vita, at hetta er nakað,
sum fyri ein part av órøttum er
sagt í navninum á Paulusi.
Timoteusbrævið og kvinnur
Í fyrra Timoteusbrævið, sum
allar Bíbliur upplýsa, at Paulus
hevur skrivað, stendur soleiðis
um kvinnur. “Men eg gevi ikki
konu loyvi til at vera lærari ella
at taka sær ræði á manninum,
men at vera í kvirri. Tí at Ádam
varð fyrst myndaður, síðan Eva;
og Ádam var ikki dáraður, men
konan varð dárað og er fallin í
misgerð. Men hon skal vera
frelst gjøgnum barnføðing sína,
um tær vera standandi í trúgv og
kærleika og heilagleika við
hóvsemi” (2:1115). Boðskap
urin er greiður, ikki til at koma
uttanum, men ósambæriligur við
eitt nýmótans vesturlendskt
samfelag, har bæði kynini eru
sett javnt við somu rættindi.
Kvinnur skulu føða børn og tiga.
Her ber illa til at fara skeivur
av tí støðu, sum Paulus heldur, at
kvinnur skulu hava í samfelag
num, men tey frælslyntu kristnu,
sum lesa tekstin í søguligum
høpi siga, at her er talan um
2000 ára gomul sjónarmið, sum
ongan týdning hava fyri nýmót
ans samfeløg. Konservativ
kristin, sum taka Paulus og
tekstin meira bókstavliga tykjast
hinvegin noydd til at halda uppá,
at kvinnur framvegis skulu vera
manninum undirgivin og tiga í
samfelagnum, kirkjum og
samkomum. Tað siga í øllum
førum nakrir konservativir
prestar í fólkakirkjuni.
Ber tað til at koma yvir hesar
stríðsspurningarnar millum
liberal og konservativ kristin?
Tað er nakað, sum bendir á, at
tað átti at borið til. Fyrr varð
hildið, at Paulus hevði skrivað
Hebrearabrævið. Tað halda
granskarar ikki longur. Tað sama
halda granskarar nú um onnur
brøv, sum bera navn Paulusar.
Sambært flest øllum nýmótans
granskarum eru góðar grundir til
at ivast í, at nevndu orð um kvinn
ur stava frá Paulusi. Danski gud
frøðiprofessarin Ebbe Thestrup
Pedersen er bara ein av teimum,
sum upplýsir, at flest allir gransk
arar eru samdir um, at Paulus
ikki hevur skrivað fyrra Timoteus
bræv og fleiri onnur brøv, sum í
Bíbliuni bera navn hansara. Bæði
Timoteusbrøvini, Titusbrævið,
Efesusbrævið og helst eisini
annað Tessalonikubræv eru
skrivað av einum seinni ættarliði
av lærusveinum hjá Paulusi.
Paulus hevur ikki skrivað tey.
Fyrra Timoteusbræv er m.a.
skrivað við tí í huga at minka um
almenna leiklutin hjá kvinnum í
samfelagnum. Sjónarmiðið tykist
sostatt ikki vera upprunaligt.
Millum tær grundgevingar,
sum hava sannført granskarar um
hesa niðurstøðuna eru: at bræv
formurin í m.a. fyrra Timoteus
brævi er fiktivur; málburðurin og
stílurin er heldur ikki tann sami
sum í ektaðum brøvum hjá
Paulusi; og innihaldið bendir
eisini týðiliga á eina nógv seinni
tíð. Harafturat kemur, at tað var
heilt vanligt í fornøldini, at ein
høvundur royndi at geva sínum
tekstum størri tyngd við at skriva
í navninum á einum kendum
persóni. Nýmótans granskarar
eru í veruleikanum als ikki í iva
um, at onkur annar enn Paulus
hevur skrivað pastoralbrøvini, t.
e. tey bæði Timoteusbrøvini og
Titusbrævið.
Flest allir granskarar halda við
støði í m.a. hesum grundgeving
um, at m.a. fyrra Timoteusbræv
er skrivað um 100 e.Kr., t.e. langt
eftir, at Paulus var deyður.
Kvinnur í fyrra Kortintbrævi
Men hevur Paulus ikki skrivað
fyrra Timoteusbræv, so eru
granskarar samdir um, at Paulus
hevur skrivað fyrra Korintbræv
ið, sum eisini sýtir kvinnum at
tosa í samkomunum. Í fyrra
Korintbrævið stendur soleiðis um
kvinnur. “Eins og í øllum kirkju
liðunum hjá hinum heilagu,
skulu konur tykkara tiga í
kirkjusamkomunum; tí at tað er
ikki teimum loyvt at tala, men
tær skulu vera undirbrotligar,
soleiðis sum eisini lógin sigur.
Men vilja tær læra okkurt, tá
skulu tær spyrja sínar egnu menn
heima; tí at tað er ósømd fyri
konu at tala í kirkjusamkomu”
(14:3435). Tað er ikki bara
innihaldið í hesum versunum,
men eisini mátin tað verður sagt
uppá, sum fær einhvønn nýmót
ans vesturlending at hveppast
við. Paulus vendir sær als ikki til
kvinnurnar, hann vendir sær
beinleiðis til menninar og sigur
“konur tykkara” sum um
kvinnurnar als einki skuldu havt
at sagt í hesum málinum.
Heldur ikki hesi orð, sum eru
beinleiðis niðrandi fyri nýmótans
kvinnur, lata seg sameina við eitt
nýmótans vesturlendskt sam
felag, sum leggur dent á
javnstøðu millum kynini. Og av
tí, at eingin granskari sýtir fyri,
at Paulus hevur skrivað fyrra
Korintbrævið, sum upprunaliga
er fest á blað um 55 e.Kr., so
noyðast kristin at halda seg til
ásetingarnar hjá Paulusi um, at
kvinnur skulu vera manninum
undirgivnar og tær skulu ikki
hava loyvi til at tosa í samkom
um og kirkjum. Antin verður
allur teksturin tikin í álvara ella
eisini verður hann ikki tikin í
álvara. Her tykjast tey konserva
tivu kristnu at hava rætt. Teir,
sum skrivaðu fyrra Timoteus
brævið í navninum á Paulusi,
vóru at síggja til trúgvir móti
lærumeistaranum. Teir skrivaðu
einans tað, sum Paulus meinti.
Nógv bendir kortini á, at
soleiðis hongur tað ikki saman.
Sambært amerikanska professar
anum Bart D. Ehrman eru heilt
góðar grundir til at halda, at
Paulus heldur ikki hevur skrivað
tey omanfyri endurgivnu versini í
fyrra Korintbrævinum (14:34
35), sum allar nýmótans Bíbliur
leggja honum í munnin.
Tann varðveitti bíbilski
teksturin
Her skulu vit fyrst hugsa um, at
vit ikki hava nøkur uppruna
handrit frá Paulusar hond. Í
veruleikanum hava vit eingi
upprunahandrit av nøkrum
bíbilskum teksti. Tað, sum vit
hava, eru heldur ikki avrit av
upprunahandritum ella avrit av
avritum av avritum av uppruna
handritum. Tað sum vit hava eru
avrit, sum eru gjørd seinni
nógv seinni. Í flestu førum eru
tey gjørd fleiri øldir seinni. Og
tey eru øll avritaði við hond.
Onkuntíð av ólærdum fólki, sum
ikki dugdu at lesa.
T.d. stava tey elstu toluliga
heilu avritini av Galatarabrævi
num frá byrjanini av 3. øld e.Kr.
t.e. meira enn 150 ár eftir, at
Paulus skrivaði sítt uppruna
handrit. Tey elstu handritini av
Nýggja Testamenti stava frá 350
e.Kr., men tey eru enntá ikki
heil. Fyri at finna tað fyrsta heila
handritið av Matteusevangeli
inum skulu vit helst inn í 5. øld
e.Kr. Tað er sostatt bæði møgu
ligt og sannlíkt, at bíbilsku
tekstirnir ótilvitað ella tilvitað
eru broyttir av kristnum avritar
um gjøgnum øldirnar. Í sambandi
við fyrra Korintbræv 14:3435
finst sambært m.a. Bart D.
Ehrman professara ein røð av
góðum grundum til at halda, at
seinni kristnir avritarar hava lagt
versini afturat tí upprunaliga
tekstinum hjá Paulusi.
Fyri tað fyrsta tykjast hesi
versini í fyrra Korintbrævi
(14:3435) stríða ímóti orðum
hjá Paulusi í Galatarabrævinum,
sum eingin granskari ivast í, at
Paulus hevur skrivað. “ ... her er
ikki kallur ella kona; tí at tit eru
øll ein maður í Kristi Jesusi”
(3:28). Í øðrum lagi tykjast
versini stríða ímóti ásetingum
fyrr í Korintbrævinum, har
Paulus júst ásetur reglur fyri,
hvussu kvinnur skulu bera seg at,
tá tær biðja og profetera í sam
komuni (11:216). Paulus helt, at
Jesus skjótt fór at koma aftur.
Hann vildi tí ikki seta nakra
kollvelting í verk fyri at fáa
kvinnunum tey rættindi, sum
hann helt, at tær áttu at hava í
Kristusi. Sambært Bart D.
Ehrman professara er tað
hinvegin ein sannroynd, at tað,
sum Paulus skrivar í fyrra
Korintbrævi (11:216), er treytað
av, at kvinnur hava loyvi til at
tosa í samkomunum tær skulu
bara hava slør á høvdinum. Hetta
hongur ikki rættiliga saman.
Paulus kann sjálvandi hava
mótsagt sær sjálvum í tveimum
ymiskum brøvum, sum eru
skrivaði til tvær ymiskar sam
komur undir ymiskum treytum.
Men ber tað til at ímynda sær, at
Paulus hevur mótsagt sær
sjálvum í einum so einføldum
spurningi í tí sama brævinum
við einans tveimum kapitlum
ímillum? Tað ber illa til at hugsa
sær tann møguleikan. Paulus var
eingin intellektuellur dvørgur.
Versini 3435 í 14. kapitli passa
heldur ikki serliga væl inn í
samanhangin har, sum tey standa.
Evnið, sum Paulus skrivar um í
versunum 2633 og 3643, snýr
seg um profestiska talu í sam
komunum. Vers 3435 órógva í
veruleikanum samanhangin.
Teksturin flýtur nógv betur um
bæði versini verða tikin burtur.
Hartil kemur rættiliga avger
andi, at versini ikki finnast á
sama stað í øllum teimum varð
veittu handritunum av fyrra
Korintbrævi. Í trimum grikskum
og nøkrum latínskum handritum
standa versini aftan á vers 40 og
ikki aftan á vers 33. Tílík viður
skifti plaga sambært tekstgransk
arum at merkja, at onkur hevur
skrivað nakað aftur at úti í
marguni á einum handriti. Og
seinni avritarar hava síðan
skrivað tekstin í marguni inn í
tann veruliga tekstin. Allir
avritarirnir hava bara av góðum
grundum ikki skrivað tekstin inn
í handritið á sama stað. Tað sama
vita granskarar er hent við fleiri
øðrum bíbilskum tekstum.
Soleiðis halda granskarar t.d.,
at tann vakra søgan um kvinn
una, sum varð tikin í hordómi í
Jóhannesevangeliinum (7:53
8:11) er komin inn í tekstin. Tann
søgan er eisini sett inn í Jóhannes
evangeliið á ymiskum støðum.
Onkuntíð er hon enntá sett inn í
Lukasevangeliið. Og hon finst
heldur ikki í teimum elstu hand
ritunum. Søgan um kvinnuna,
sum varð tikið í hordómi, hoyrir
ikki heima í Bíbliuni.
Tilsamans eru sostatt rættiliga
góðar grundir til, at versini um
kvinnurnar, sum skulu tiga í sam
komuni, ikki hava staðið í tí upp
runaliga Korintbrævinum, sum
Paulus skrivaði í 55 e.Kr. Tað er
Bart D. Ehrman professari, ein
av fremstu serfrøðingunum í
Nýggja Testamenti, sannførdur
um. Nógvir av fremstu serfrøð
ingunum eru samdir við honum.
Og hetta eru ikki allar
broytingarnar.
Stríð um kvinnur innan
kristindómin
Bart Ehrman peikar m.a. eisini á,
at Paulus nevnir fleiri framstand
andi kvinnur í sínum brøvum. T.
d. nevnir hann í Rómverjabræv
inum eina kvinnu, Junia, sum er
millum fremstu ápostlarnar
(16:7). Kann tað vera tann sami
Paulus, sum sýtir kvinnum fyri at
tosa í samkomum? Neyvan. Men
eisini her hava seinni kristnir
avritarar sambært Bart D.
Ehrman broytt tekstin. Junia er
vorðin ein maður, sum eitur
Junias. Tað er hon eisini vorðin
til í teimum føroysku
bíbliutýðingunum.
Nógv bendir v.ø.o. á, at kvinnur
hava havt ein framstandandi
leiklut í kristindóminum í fyrstu
øld e.Kr. Maria Magdalena var
eisini ein av teimum, sum var
tættast knýtt at Jesusi. Seinni hava
menn helst broytt tekstir fyri at
fáa kvinnurnar aftur í tann
siðbundna leiklutin. Kirkjan
hevur hjálpt til við m.a. at oyði
leggja umdømið hjá Mariu
Magdulenu. Fólk halda fram
vegis, at hon var ein skøkja. Men
eingin kann peikað á, hvar tað
stendur í Bíbliuni. Tað man vera
ein tann mest væleydnaða royndin
upp á politiskt spin í heimssøguni.
Summi eisini nakrir útbúnir
prestar hava ikki lagt merki til
tað enn, nærum 2000 ár seinni.
Blind trúgv
Tað er lagnunnar speisemi, at tað
júst eru tey, sum taka bíbilska
tekstin í størst álvara, sum eftir
øllum at døma ikki halda seg til
tann upprunaliga tekstin. Orsøkin
er helst, at tey sum trúgva, at
teksturin er gudgivin, síggja ikki
feilirnar í tekstinum fyri trúnni.
Tað er vandin við at hava ov stórt
álit á einum teksti. Fyri liberal
kristin, sum ikki taka tekstin so
bókstavliga, er tað eingin trupul
leiki, at feilir eru í tekstunum.
Men fyri konservativ kristin, sum
halda, at hvørt orð í Bíbliuni er
íblást av Gudi, átti tað at verið
ein stórur trupulleiki. Og útbúnir
prestar í fólkakirkjuni, sum nýta
Paulus sum grundgeving fyri ikki
at vilja samstarva við kvinnuligar
prestar, áttu at verið reyðir upp
um bæði oyru.
Feilir og ískoyti prógva, at vit
noyðast at fara burtur frá at lesa
Bíbliuna sum um hon er Guds
orð “frá permu til permu”, sum
ein politikari alment helt uppá
herfyri. Tað eru tey liberalu
kristnu fyri langari tíð síðan farin
frá at gera uttan mun til
avdúkandi tekstgransking. Tað
sama áttu konservativ kristin at
gjørt, tá tekstgranskarar hava
avdúka feilir og ískoyti í teimum
varðveittu tekstunum.
Kristindómur - kvinnur
skulu tiga og føða børn