Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-12-10, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 10. desember 2007síða 15

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 239 - 10. desember 2007 15 Varð fíggjarlógin fyri 2008 samtykt soleiðis, sum fíggjarmálaráðharrin hevði ætlað, so var rakstrarvøkst­ urin frá 2007 til 2008 heil­ ar 355 mio kr ella 9,5%. Upp á eitt ár! Hetta er søguligur rak­ strarvøkstur. Samstundis er skurðurin í íløgunum 67 mio kr (netto). Men fíggjarmálaráð­ harrin ræðist sítt egna barn. Tí ræður um at burturforklára. Blanda tølini, so eingin skilir samanhangin. At vevja samtyktu og ætlaðu eyka­ játtanirnar fyri 2007 uppí. Men tað er brot á allar fíggjarlógaruppgerðir síð­ ani samanberingar byrjaðu. Sum at samanbera súreplir, bananir og appilsinir. Tí var neyðugt at fáa val útskrivað, áðrenn løgtingið avdúkaði standin og dumpaði sveinastykkið. Og tað eydnaðist ­ fyribils. Tølini omanfyri eru úr fíggjarlógini 2007 og uppskotinum fyri 2008. landsstýrismaður Bjarni Djurholm Val Søguligur rakstrarvøkstur uppá 355 mio kr í eitt ár: *) Vóru á veg í tingið í farnu viku Føroya Løgmaður hevur alla vikuna ført fram at vit skuldu leingja samgongu­ tíðarskeiðið við 14 døgum við teirri grundgeving, at øll vóru samd um at stytta valstríðið. Víst hevur verið til at tá uppskotið kom fram tíðliga í heyst, var ongin ósemja um at rættast var at stytta um tíðarskeiðið frá val var útskrivað og til tað skuldi haldast, niður úr 6 vikum í 3 til 4 vikur. Løgmaður hevur púrasta avvíst at orsøkin skuldi vera at samgongan hevði so nógv arbeiði liggjandi á láni, týðandi mál hon hevði lova veljarum sínum at gjøgnumføra hetta valskeið­ ið, men sum hon ikki hevði klára at gjøgnumføra, og tí nú í seinastu løtu, uttan fyrilit fyri fíggjarligu av­ leiðingunum, uttanum alla siðvenju um góða og ábyrg­ darfulla fyrisiting, har øll lógaruppskot skuldu til løgfrøðiliga eftirkanning í innlendimálaráðnum áð­ renn tey kunnu leggjast fyri tingið, bara við hesum 14 eyka døgunum vildi vinna sær stundir at kunna trumfa ófyrireikað og ábyrgdarleys uppskot ígjøgnum løgtingið. Løgmaður valdi at skriva út nýval áðrenn ting­ ið slapp at taka støðu til broytingaruppskotið frá Sambandsflokkinum, um at útseta ígildiskomuna til 1. januar 2009, altso til ikki at hava virkna til hetta løgtingsvalið. Her vildi løgmaður ikki lata tingið tala og er hetta besta prógv um at hansara mál púra kalt og kyniskt var at vinna samgonguni tíð, líkamikið við demo­ kratiskari siðvenju, líka­ mikið við tí fíggjarligu ábyrgdini av samfelagn­ um, hetta snúði seg einans um at “keypa” sær sjálv­ um eyka tíð at gjøgnum­ føra givin vallyfti. Løgmaður avdúkaði seg sjálvan í gjárkvøldið Tjóðveldi heiDi Petersen Val Løgtingsvalið 19. januar 2008 Rakstur framlagt sept. Rakstur endalig lóg Íløgur framlagt sept. (netto) Íløgur endalig lóg (netto) Bárður Nielsen 2007 (mio kr) 3,693,189 3,736,381 261,300 260,500 M. Laksáfoss 2008 (mio kr) 4,031,486 4,031,486 ** val útskrivað 194,000 194,000** val útskrivað Meirnýtsla í 2008 (mio kr) 338,297 295,105 + eyka 60 mio * 355,105 - 67,300 - 66,500 Høvuðsargumentið fyri at fáa tunlar gjørdar til Sand­ oynna og Suðuroynna er tað økonomiska. Vit hava skyldu til at fara væl um tøka fæ okk­ ara og ikki oyðsla tað burtur. Tað er tað vit gera við núverandi ferjusamband­ inum. Við at gera íløgu í eitt nútíðarbært samferðslu­ kervi fáa vit bíligari rak­ stur og kunnu fáa meir burtur úr framleiðslufakt­ orunum í øllum landinum. Tað er við at fáa fram­ leiðsluna at geva nakað av sær, at vit fáa tað avlopið, sum ger okkum før fyri at hava eitt væl virkandi skúla­ og sjúkrahúsverk. Zakarias Wang Træið skal kennast av fruktum tess. Hettar skriv­ aði eg, tá nýggjur fíggjar­ málaráðharri var valdur. Og tjóðveldismenn vóru ovurfegnir, um alt hann segði og førdi fram. Hettar gav eisini frukt sum formaður tjóðveldis ynskti. Við hjálp frá fíggjarmála­ ráðharranum, og formanni Sambandsins eydnaðist at fáa slitið samgonguna. Nú er so slóðað fyri “Makkaronni samgonguni” millum samband og tjóðveldi. Tá verður satt svans í politikkinum. Tí Høgni vindur hinar í samgonguni um sín lítlafingur. Ta ber núverandi støða prógv um. Postverk Føroya, full­ veldisbarnið, hevur ikki lært at ganga enn. Onkur helt fyri, at tey, ið har sita tykjast at hava “Kálhøvd”, tí tey hugsa ikki normalt. Ta er nú útlit fyri einum grønum fruktagóðum full­ veldi millum Kaj Leo og Høgna. Makkaronni og kálhøvd. Ta er kosturin “Fullveldi” kemur at bjóða føroyingum. Gabelstíðin verður umtalað sum ein døpur tíð. Christoffer von Gabel og sonurin vóru skilamenn, men tað vóru teir føroysku embætismenninir, sum vóru ódugnakroppar. Og sama skil tykist vera nú á døgum, so søgan endur­ tekur seg, eisini innan fullveldisposthúsið. So tað eru ikki bjartar vónir um vit fáa eitt “Makkaronni Fullveldi”. Hugsið um hettar nú løgtingsval stendur fyri durum. Umráðandi er ikki at seta X fyri “Makkaronni Samgonguni”. Hugsið tykkum Høgna sum forseta, og Edmund sum páva í Føroyum, við Kaj Leo og Laksafoss sum tiltaksmonnum. Hettar eru núverandi útlit, hjá før­ oyingum, um teir ikki taka annað skinn um bak. Eidesgaard fekk sín dreingjadreym uppfyltan, at vera løgmaður, men vaks ikki nokk við upp­ gávuni, sum hann annars kundi ført á mál, misti tolið til seinast, væl skiljandi, at so var. Men ein erfarin skipari hevði ikki latið seg provokerað av 2. ella 3. stýrimanni. Sum bleiv villleiddur av einum vrakaðum formanni og andstøðuni. Kanska við gyltum lyftum um samstarv eftir valið. Livst so spyrst. Hugsið tykkum eina samgongu, hvar ryggurin er sum kókað makkaronni. (Sitat frá seinasta Løgtingsfundi K.M.) Ikki eiti á jólagáva ein fær frá TF, nú skriv kom um, at skrokktryggingin á tíggjumannafarinum hækkar við 80 prosentum. Eftir fyrspurningi fái eg at vita, at hækkingin er so ógvuslig, tí skaðar og tryggingargjald ganga líka upp, so verandi gjald er eingin forrætning hjá TF. ”Take it or leave us”. Handan forrætnings­ moralin kann TF sjálvsagt hava, men so má tað væl eisini ganga mótsetta veg við gjaldinum, tá ið bátar, hús,bilar o.a. IKKI hava haft skaðar, ella er tað bert ein, einvegis gongd hjá TF, uppeftir? Samstundis hækkar sjálvsábyrgdin á skrokki frá 1000 krónum upp í 2500 krónur, fyri snellur hækkar sjálvsábyrgdin frá 0 krónur upp í 2000 krón­ um. Ný tt er eisini, at aldursfrádráttur verður gjørdur fyri skaða á radio og nautisk tól og endur­ gjald verður ikki givið fyri grindaskaða, hetta er ónatúrliga stórar broytingar uppá ein gongd. Er TF við at fara á húsagongd, hava tey soviå í tímanum ella er tað bert vánalig stý ring? Hvør eigur Tryggingar­ felagið Føroyar? Tryggingargjaldið og bert gjaldið frá trygging­ artakaranum, hevur gjørt tað møguligt hjá TF, at vinna sær pening í t. d. fíggjarheiminum. Skal tryggingartakarin ikki eis­ ini hava ágóðan av hesum vinningi? Ognarfelagið Tryggingartakaranna eigur TF, so sjálvsagt skal trygg­ ingartakarin hava ágóðan av fíggjarvirkseminum hjá felagnum. Hvar er eftirlitið? Hvar er kappingarráðiå? Hvar er umboðsráðið? fg800@post.olivant.fo Tryggingarfelagið Føroyar (TF) hækkar bátatrygging við 80 prosentum Tvøroyri FinnleiF guttesen Tjóðveldis geykaungi í sambandsreiðrinum II Porkeri Brynjálvur DanBjørg Bananir, appilsinir og fíggjarmálaráðharrin Góð íløga 41