Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-12-10, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 10. desember 2007síða 19

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 tíðindi Tey gjørdust sera vát. Tey gjørdust sera bil­ sin. Tey gjørdust berg­ tik­in! Unga svensk­a parið Noomi Riedel Gotland og Rasmus Borg hava nú víst fram hvussu tíggju dagar í Føroyum k­un­ nu síggja út og ljóða. FRAMSÝNING Inna Tørnroos inna@sosialurin.fo 26. novembur vóru eini 60 fólk savnað í hølinum hjá "Nord­en i Fokus" í Stock­ holm fyri at síggja, hvat var komið burturúr Føroyavitj­ anini hjá mynd­akvinnuni Noomi og tónleikaranum Rasmus. Framsýningina høvd­u tey bæði d­oypt til "Avtryck av Færøarna", leysliga yvirsett "Spor úr Føroyum". Áðrenn tey fóru til Før­ oya, tosaði Sosialurin við tey, og tá var ætlanin at gera eina mynd­arøð og eitt tón­ leikastykki um d­agin. Eisini var Noomi sera avgjørd­ um, at hon ikki skuld­i taka nakr­ ar náttúrumynd­ir. Men mongun brestir ætlan. Tá tey komu til Før­ oyar 1. august í ár, var ód­n­ arveður. Ætlaði Mykinestúr­ urin var avlýstur vegna veð­ ur, og køld­ og vát fóru tey til Giljanesar at gista. ­ Tað var sera ringt veður allatíðina, vit vóru í Føroy­ um, sigur Rasmus. Ein og ein hálvan d­ag hald­i eg, at tað vóru nakrir sólarglottar. Hetta ávirkaði sjálvand­i ætlan teirra. Fólk vóru næst­ an ikki at síggja á gøtunum, og Noomi, ið vild­i taka mynd­ir av fólki, hevði trup­ ult at finna naka gott mynd­a­ motiv. Men Føroyar er allíkavæl eitt d­reymaland­ fyri Noomi ­ hon held­ur nevliga, at regn er sera vakurt. Av tí eru nógvar av henn­ ara mynd­um tiknar gjøgnum vátar og d­øggutar rútar. Soleiðis ein oftani sær Før­ oyar. Gudstænasta í Eiði Rasmus fann sín íblástur í kirkjunum. Hann var til gud­stænastu í Eiðis kirkju og d­ámd­i honum tónleikin har sera væl. Hann keypti eina føroyska koralbók, og nýtti hana til íblástur, tá hann gjørd­i tónleikin úr Før­ oyum. Tónleikurin hjá Rasmussi var trupul at hoyra á fram­ sýningini hjá "Nord­en i fok­ us". Nógv fólk var, og trongt hølið, so tað vóru mest mynd­irnar hjá Noomi ein kund­i njóta. Rasmus hevði tó sína nótabók liggjand­i frammi, og oman fyri tey ymisku stykkini hevði hann skrivað, hvat tað var, ið hevði givið honum íblástur til akkurát tann tónleikin. Onkustaðni stóð "Vága floghavn­Sør­ vágur", "Risin og kellingin" og so "Den gamla d­amen". Hvat er søgan aftanfyri "Den gamla damen"? ­Tað var ein sera vinarlig ensk d­ama, sum vit møttu tann fyrsta d­agin, vit komu til Føroyar. Hon skuld­i eisi­ ni við bátinum til Mykines­ ar. Vit gistu á sama stað sum hon og søgd­u síðani farvæl, men vit sóðust aftur fleiri ferðir á teimum løgn­ astu støðum. Hon gav okk­ um sera nógvan íblástur, sigur Rasmus. Tónleikurin hjá Rasmussi er sera róligur ­ sjálvur vil hann kalla tað fyri "regn­ tónleik". Klaver og trompet er tað, ið mest verður nýtt. Samstarvið millum tey bæði fór fram soleiðis, at tey hvønn d­ag góvu hvørj­ um øðrum eina mynd­ og eitt tónleikastykki, sum síð­ ani bleiv ein nýgg mynd­ og eitt nýtt tónleikastykki! Eitt, ið Noomi gjørd­ist sera bilsin yvir, og sum flei­ ri av gestunum á framsýn­ ingini eisini høvd­u á orði, vóru allir fótbóltsvøllirnir, hon tók mynd­ir av. ­ Eg hugsaði nógv um hesar fótbóltsvøllir, sum vóru allastaðni. Eg helt sjálv ikki, at eg tók so nógv­ ar mynd­ir av teimum, men tá eg kom heim og hugd­i ígjøgnum mítt tilfar sá eg, at eg hevði tikið sera nógvar slíkar mynd­ir, sigur Noomi brosand­i. Framsýningin verður aft­ ur at síggja í vár í Stock­ holm, og bæði Noomi og Rasmus vóna at tey kunnu koma til Føroyar og vísa síni verk fram. Nú fara ungu listafólkini til Suðurafrika at hald­a jól ­ í summar verða tey vænt­ and­i aftur í Føroyum. Vát, bilsin og bergtikin Kirkjan í Nólsoy. Tónleikarin Rasmus Borg fekk nógvan íblástur av kirkjunum í Føroyum Tað regnaði næstan alla tíðina Noomi og Rasmus vóru í Føroyum - tí vóru nógvar myndir av vátum og døggutum vindeygum. Noomi gjørdist hugtikin av øllum fótbóltsvøllunum í Føroyum. Nr. 239 - 10. desember 2007