mánadagur 10. desember 2007síða 20
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
tíðindi
Konsert
Jóannes Lamhauge
Loreena McKennitt
Hon er fødd í kanadiska býnum
Manitoba í 1957, men sum
navnið avdúkar, er hon av írsk-
skotskum uppruna. Hon er ikki
so kend her um leiðir, men í
keltiskt/eklektiskum tónleika-
samanhangi eigur hon nokk eitt
tað viðurkendasta og virðiligasta
navnið í heiminum í dag.
Sum ung genta, kom Loreena
tíðliga í samband við eitt livandi
og fregið fólkatónleikaumhvørvi
í Winnipeg í Kanada. Hon fekk
her fyrimyndir sum The Bothy
Band, Steeleye Span, Planxty og
serstakliga bretska hørpuleikaran
Alan Stivell. Og tað gjørdist
henni skjótt greitt, at hesin
tónleikurin fór at vera hennara
kall. Hon gjørdi av at sleppa
djóralæknalesnaði sínum, og
flutti til Stratford, har hon av
álvara fór undir at byggja sær
eina karrieru. Her treyt ikki við
avbjóðingum og møguleikum hjá
einum málrættaðum og dugna-
ligum tónleikara og eftir bert
fáum árum hevði hon m.a. spælt
sangleikir og skrivað tónleik til
fleiri filmsverkætlanir.
Hon setti á stovn plátufelagið
Quinlan Road, og kom í 1985 út
við teirri fyrstu útgavuni, ið hon
kallaði Elemental. Bondini seldu
hampuliga væl, og tey næstu
árini komu tvær útgávur við
Loreenu í sølubúðurnar afturat.
To Drive the Cold Winter Away
(1987) og Parallel Dreams
(1989). Henda seinna útgávan
var hin best móttikna indie-
útgávan í Kanada um tað mund-
ið.
Tað stóra internationala gjøg-
numbrotið kom tó í 1991 við
útgávuni The Visit. Loreena var
greið yvir, at hon var av keltisk-
um blóði, og var hetta als ikki
nakað, sum hon hirdi burtur í
tónleikinum. Men á eini vitjan í
Miðevropu hetta sama árið, fekk
hon veruliga eyguni upp fyri
teirri keltisku mentanini og
søguni.
Hon setti sær fyri at granska ta
fornu og gátuføru søguna hjá
keltisku forfedrum sínum á longu
útflytingarferð teirra úr Mið-og
Eysturevropu upp til valisisku,
írsku og skotsku norðurstrend-
urnar. Her var nógv at fara eftir,
tá tað kom til tónleikin, tí her var
talan um eitt gloymt fólkaslag
við eini duldarfullari men vakrari
og serstakliga ríkari mentan av
vitan, vísind, heimspeki, tónleiki,
list, átrúnaði, sagnum og vísum.
Hetta hugtók hana somikið
nógv, at tann keltiski arvurin
bleiv reyði tráðurin í øllum
verkum hennara eftir hetta. The
Mask and the Mirror (1994), A
Winter Garden (1995) The Book
of Secrets (1997) og An Ancient
Muse (2006)
Tað, at hon kom fram á
keltarnar, broytti lív hennara á
nógvar hættir, ikki bara listarliga
men eisini andaliga. Hon byrjaði
nú eina langa pílagrímsferð, har
hon ferðaðist kring knøttin í
fótafetum forfedrum sínum. Hon
dró íblástur og hugskot úr teim-
um søguligu støðunum, fólka-
sløgunum og landsløgunum hon
kom fram á, og tók við sær søgur
og løg umframt ljóðføri og
tónleikarar. Innihaldsliga hevði
tónleikur hennara eisini tikið
eina líknandi vend yvir í eina
andaliga leitan eftir nøkrum
undranarverdum og gandakend-
um, ið vit menniskju tykjast at
hava mist onkustaðni á leiðini.
Leitanin eftir spiritualiteti og
muninum millum spiritualitet og
religión er eitt høvuðstema á
øllum hesum seinastu fýra
útgávunum.
Hetta er world music í sínum
reinasta týdningi. Sjálv kallar
hon tað Travel Music.
Loftkent og lokkandi
Konsertsalurin er stórur, og tá øll
1.820 fólkini hava funnið sín
sess, verða ljósini doyvd heilt
niður, og tað verður kvirt. Øll
sita í niðuni og bíða.
Løgin ljóð koma krúpandi og
leggja ein trølsligan dám á salin.
Spakuliga verður tann stóri
pallurin skýmingsbláur, og úr
tokuni koma 13 skuggar
sníkjandi. Ein teirra setist við
eina hørpu mitt á pallinum.
Hesin skuggin veit, at øll hyggja
at sær.
Yndisligur hørpusláttur leitar
varliga út í myrkrið, hann vinnur
sær treyst og síðani floymir hann
vágin út í rúmið eins og kennir
hann onki óreint. Tónarnir fylla
rúmið, og ljósið verður heitari.
Loreena situr og spælir í stakki,
sum hon plagar, og hitt eyðkenda
reyða hárið hongur sítt og ývið
niður á bringuna.
Ein djúp sello kemur inn í
ljóðmyndina, og síðani ein
einsamøll violin.
Við sær á pallin í kvøld hevur
Loreena fleiri heimsnøvn. Hon,
ið spælir sello, er ein vøkur ljós-
hærd kvinna, ið eitur Caroline
Lavelle. Lavelle er eitt stórt
solonavn umframt at vera
viðurkend í klassiskum tónleiki.
Hon hevur m.a. arbeitt saman við
nøvnum sum Radiohead, The
Chieftains, Peter Gabriel,
Vangelis, Massive Attack og
Muse, men tá ið høvi býðst er
hon á konsertferð við Loreenu.
Høgi og berskølluti violinist-
urin eitur Hugh Marsh, og hetta
er ein maður, ið av álvara hevur
sligið navn sítt fast, bæði sum
klassiskur og modernaður
tónleikari. Hesin hevur óteljandi
nøvn á sínum lista, so sum Bruce
Cockburn, Peter Murphy, Daniel
Lanois, Michael Brecker, Bonnie
Raitt, James Blood Ulmer, Flea,
Gregoire Maret, Kani Karaca,
Sonny Stitt og Roberto Occhi-
pinti. Marsh er eisini ein sera
virkin og eftirspurdur maður
innan filmstónleik, har hann
javnan samarbeiðir við films-
tónaskøldunum Hans Zimmer og
Harry Gregson Williams. Hann
hevur t.d. lagt sítt hegni í filmar
sum Kingdom of Heaven,
Armageddon, Narnia, The
Number 23, Black Hawk Down
og The DaVinci Code. Harafturat
kann nevnast, at Marsh hevur
Ferðamálið á eini endaleysar
– Boðskapurin er í grundini einfaldur. Næstakærleiki, náði, harmoni,
virðing fyri fleirleika, náttúru og forfedrum, andanum, gátuni, leitanini
og ferðini. Loreena McKennitt er ein humanpolitiskur pasifistiskur
peikifingur, skrivar Jóannes Lamhauge í hesum ummælinum av konsert hjá
Loreena McKennitt í Falconer salinum í Keypmannahavn
Loreena McKennitt bergtók í
Falkonersalinum í Keypmannahavn
fyrr í ár. Kendi og fjølbroytti føroyski
listamaðurin Jóannes Lamhauge
var við til konsertina og skrivar
inniliga og kensluborna ummælið
av konsertini fyri Sosialin. Lesið
eisini samrøðuna við songkvinnuna
í Sosialinum seinasta hósdag
Stóra solonavnið Caroline Lavelle
setti sín serstaka dám á kosertina við
sínum undurfulla sellospæli
20
Nr. 239 - 10. desember 2007