Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-12-10, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 10. desember 2007síða 21

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

ri ferð vunnið National Jazz Award prísin sum ársins violinleikari fýra ferðir. Á pallinum liggja tjúkk persisk teppi og úr erva hanga skreyti­ ligar krúnur úr kronglaðum svørtum metalli við smáum blaktrandi kertuljósum í. Eg hugsi, at um eg skal skriva eitt ummæli av hesi konsertini, verði eg nokk noyddur til at vera drýggin við superlativunum, tí ein og hvør ummælari veit jú, at tað kann tykjast beinleiðis óseriøst at veipa soleiðis við ørmunum. …Men tá Loreena byrjar at syngja, eri eg prísgivin. Hon syngur undarliga reint. Tað hoyrist, at hon hevur drúgvar royndir í klassiskum sangi. Røddin minnir eitt sindur um Lisu Gerrard úr Dead can dance, Kate Bush, Clannad, og The Cocteau Twins, men hon líkist hóast alt slett ikki nøkrum av hesum. Betri samanspældar tónleikarar ber neyvan heldur til at fáa fatur á til slíkan tónleik. Ongin av teimum tykist geva sær far um, hvar teir eru staddir, teir gera bara tað teir eru bestir til, og teir elska tað. Okkurt ókent og forborgið bylgist inni í mær, og tað gerst mær nú greitt, at um eg skuldi skorið øll superlativini burtur, kundi eg eins væl latið vera við at ummælt hesa konsertina. Uttan eitt einasta kis skrædnar takið á salinum og veldugi klári stjørnuhimmalin vísir seg í allari síni endaleysu dýrd yvir mær. Vónin og tað menniskjaliga Eg má taka brillurnar av aftur – eyguni tæna mær onga nyttu her. Hon syngur og tosar millum løgini, men eg lurti ikki eftir henni. Eg hoyri bara tónleikin. Hann tølir og hálar í meg á øllum glettum og frá øllum síðum, og eg kann ikki gera annað enn at fara glaðbeintur aftaná. Ljóðmyndin breiðkast, og forbodnar girndarhugagar leirtrummur sleingja alt upp í ein øran meldur av litum, kenslum og villum eldreyðum hári. Hjartað dukar í bróstinum á mær og blóðið brúsar í æðrunum. Loreena tekur mína nøtrandi hond og leiðir meg gjøgnum tostandi arabisku oyðimerkurnar, durvandi og døggvátu írsku grønheiðarnar, upp um Kaukasus­ fjøllini á miðjari nátt, gjøgnum permafrysta siberiska nálaskógin, fram við suður­iberisku strond­ ini, Granada, Alhambra. Hon syngur um griskar hetjur og arthuriskar kappar. Óberandi beiskar lagnur og brennandi kærleika. Opin himmal og ótamdir streingir ­ turkisk kanoun, fiólir, luttur, tabla, oud, lýra og ein rúgva av ljóðførum, sum eg ikki kenni navnið á ­ sveimandi í ørsku. Eg veit ikki hvat tað er, men tað kennist sanniliga sum syndanna fyrigeving. Hetta er so nógv meira enn bert arkeologiskur útgrevstur og søguligar lýsingar av fólkum, ið leingi hava verið dust og øska. Hon syngur hvørki um sannleika ella um søguligar sannroyndir. Søgan er bert rammuverkið, tólið hon nýtir til at hjálpa okkum at skilja og fata hugmyndirnar hon málar, innlimar og prædikar. Hon syngur í roynd og veru slett ikki um andaligar og mentanarligar keltiskar dýrgripir, sum tíðarinnar tonn langtsíðani hevur brýnt niður í onki. Men hetta er ein langtandi og eymur longsil eftir onkrum, sum allarhelst ongantíð hevur verið. Hetta eru fagnaðarkvæði til tann sann­ leikan, at lívið er vakurt, tí tað er so ófatuliga stutt. Søgan er harafturímóti endaleys, og hon er tað einasta leysa próvtilfarið vit menniskju hava um, at tað hava verið onnur undan okkum, ið eisini vóru ferðandi pílagrímar, ið leitaðu eftir endamáli og meining. Hetta eru fagnaðarkvæði til kám, støkkin og víkjandi mannahugtøk sum vón, frælsi, vakurleiki, kærleiki og ævinleiki. Hon syngur fyri teimum, sum eru deyð og gloymd, og fyri tankunum hjá teimum, sum ikki vórðu hoyrd. “…Though we share this humble path, alone How fragile is the heart Oh give these clay feet wings to fly To touch the face of the stars Breathe life into this feeble heart Lift this mortal veil of fear take these crumbled hopes, etched with tears We will rise above these earthly cares Cast your eyes on the ocean Cast your soul to the sea When the dark night seems endless Please remember me” Ongin av teimum 1.820 fólku­ num inni í salinum eru til staðar, øll verða borin út úr rúminum til okkurt loyniligt stað, ið bara tey vita um. Tunnhærdir vaksnir menn sita friðaliga og gráta og stara at onkrum langt burturi. Dreymunum tú ikki røkkur longur, men sum tú ongantíð gloymir. Avgerðunum tú hevur tikið, lyftunum tú hevur givið tær sjálvum, og loynidómunum, ið ongin nakrantíð fer at vita um. Hetta er fyrst og fremst andaligur tónleikur, ið fram um alt viðger og kveikir tað innasta og dýrasta í okkum , tí vit menniskju í roynd og veru kanska ikki eiga nakað, sum vit kunnu kalla eitt heim skrivar Jóannes Lamhauge ” Hjartað dukar í bróstinum á mær, og blóðið brúsar í æðrunum. Lorrena tekur mína nøtrandi hond og leiðir meg gjøgnum tosandi arabisku oyðimerkurnar, durvandi og døggvátu írsku gørnheiðarnar, upp um Kaukasusfjøllini á miðjari nátt, gjøgnum permafrysta siberiska nálaskógin, fram við suður-iberisku strondini, Granada, Alhamra. Jóannes Lamhauge Nr. 239 - 10. desember 2007 tíðindi 21