mánadagur 10. desember 2007síða 22
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
tíðindi
Lívið er vakurt júst tí at tað er so
stutt, og meðan vit eru her liggur
øll heimssøgan í lógva okkara. -
Lurta eftir mær nú, tí tað handlar
jú ikki um nakað annað enn
løtuna, ið vit eiga saman beint
nú. Alt annað er uttan týdning.
Leitanin og ferðin
Boðskapurin er í grundini ein-
faldur. Næstakærleiki, náði,
harmoni, virðing fyri fleirleika,
náttúru og forfedrum, andanum,
gátuni, leitanini og ferðini.
Loreena McKennitt er ein
humanpolitiskur pasifistiskur
peikifingur.
Við tónleikinum holdnemur
hon eitt optimistiskt og næstan
naivt álit, har hon treiskt og tví-
hildið trýr á tokkan í menniskj-
uni og í tí kollektiva tilvitinum.
Hon nýtir ferðina og langa
keltiska flytiævintýrið upp gjøg-
num Evropu sum eina øðrvísi
mynd til at minna okkum á, at
sum menniskju ferðast vit øll, og
øll leita vit. Vit leita, tí at tað er
so ómetaliga nógv at leita eftir,
og tað er so nógvur lærdómur og
so nógv ríkidømi at finna, um vit
leggja nakað í tað. Vit hava bara
lyndi til at gloyma, at lívið er alt
ov stutt til ósemjur og at útihýsa
hvør øðrum, tí vit ikki líkjast.
Ístaðin eiga vit at minnast, at tað
er so nógv meira, ið kann knýta
okkum saman, enn slíta okkum
sundur.
Nakað heilt serligt
Tveir alt ov stuttir tímar sníkja
seg framvið. Tey á pallinum
takka fyri seg, og øll standa og
klappa, ið eru før fyri at standa.
Meðan glymurin rungar, verði
eg sum ummælari noyddur til at
rysta hetta piprilsi av mær, taka
samanum og draga eina skila-
góða ummælaraniðurstøðu. Men
hvat merkja seks út av seks
stigum í veruleikanum?…Um
ein hugsar seg um er tað jú
burtur úr vón og viti at viga
nakað, ið ikki letur seg viga, tí
sannleikin er tann, at henda
ógloymandi upplivingin hvørki
kann metast í orðum ella tølum,
og er tað ikki eisini líkamikið tá
samanum kemur? Loreena
McKennitt er onkursvegna meira
enn alt hetta. Hetta er fyrst og
fremst andaligur tónleikur, ið
fram um alt viðger og kveikir tað
innasta og dýrasta í okkum. Hon
ber fram, at tað ferðandi og leit-
andi lyndið er nakað, ið liggur
inngrógvið í okkum, tí vit menn-
iskju í roynd og veru kanska ikki
eiga nakað, sum vit kunnu kalla
eitt heim. Hon fyrislær, at somat-
iska tilvitið er nakað, ið ikki
eigur at tykjast okkum so fjart,
og at sálin er ein størri partur av
okkum enn vit ganga og halda.
Hetta er kjarnin í okkum og vit
eiga at verja og røkja hann, tí at
tað er her inni vit mega finna tað
vit leita eftir, óansæð um tað er
Guði ella okkum sjálvum.
Kanska eru hugmyndirnar hjá
Loreenu rein utopi, og kanska
eru hetta bara tankarnir hjá ein-
um bjartskygdum droymara úr
Kanada, men hvussu er og ikki,
so er tvørsøgnin við at dýrka ein
fullkomnan mystikk saman-
tvunnin við leitanini eftir einum
algildum svari, eitt greitt tekin
um, at vit innast inni kanska ikki
ynskja at finna tað vit leita eftir.
Vandi er jú fyri, at vit gerast
vónsvikin av tí vit finna, og at
drívmegin og spenningurin hvørv-
ur um vit velja at loysa ta stóru
gátuna.
Tað at vit ikki kenna ferða-
málið á ferðini ger jú at píla-
grímsferð okkara ongantíð kann
enda. Hetta er ein menniskjalig
ringrás, millum átrúna og empir-
iskt skygni, gátuna og svarið. Og
tað er júst hesin viðkomandi
tvíleikurin, sum er við til at gera
tónleikin hjá Loreenu McKennitt
til nakað heilt serligt. Restin er
gandur.
Hetta eru fagnaðarkvæði til kám, støkkin, víkjandi mannahugtøksum vón, frælsi, vakurleiki, kærleiki og ævinleiki. Hon syngur fyri teimum, sum eru deyð og gloymd, og fyri teimu, sum ikki vórðu
hoyrd skrivar Jóannes Lamhauge. Her Loreena á palli saman við sínum tónleikarum
Mynd Jan Müller
Blaðstjórin á Sosialinum og trúgvur ”Loreenu-fan” her saman við song-
kvinnuni undan framførsluni í Keypmannahavn. Jan Müller tók saman við
Jóannes Lamhauge stig til samrøðu við hana og buðu báðir henni at vitja í
Føroyum. - I look farward so sing there soon tók hon til, áðrenn hon fór á
pallin
Mynd Jóannes Lamhauge
Eftir framførsluna handaði Jóannes Loreenu McKennitt reyða rósu sum tøkk og áminning um, at hon eisini eigur eitt
ella nøkur hjørtu í Føroyum
Mynd Jan Müller
Loreena McKennitt og
Jóannes Lamhauge í
Rás 2
Í Rás 2 hjá Miðlavarpinum
mánadagin 10. des. kl.11.00 bar
til at hoyra tónleik hjá Loreenu
McKennitt, umframt brot úr
samrøðuni við hana. Heri
Simonsen tosaði við Jóannes
Lamhauge, sum var til konsert
við kanadisku songkvinnuni í
Keypmannhavn fyrr í ár. Nú ber
eisini til at keypa tónleikin hjá
Loreenu McKennitt í teimum
størru fløguhandlunum í
Føroyum.
Sending um kandisku
songkvinnuna Loreenu
McKennitt við Jóannes
Lamhauge og Jan Müller í Rás 2
mánamorgun verður endursend
klokkan 22.00 mánakvøld.
22
Nr. 239 - 10. desember 2007