Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-12-10, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 10. desember 2007síða 24

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

[ Nr. 239 - 10. desember 2007 ] Seinasta tørn hjá Køhlert Tom Køhlert virkar nú á fjórða sinni sum venjari í Brøndby. Men nú slær 62 ára gamli venjarin fast, at hetta verður seinasta tørnið hjá sær. – Eg havi ein sáttmála, sum gongur til 2009, men hetta er so seinasti sáttmálin hjá mær. Um eg skuldi fingið sekkin í morgin, so gavst eg sum venjari. Hinvegin kann væl vera, at eg komi at starvast innan okkurt annað enn júst venjarastarvið í Brøndby. Tað vildi í øllum førum verið løgið, um eg ikki longur skuldi út í felagshúsið hvønn dag, sigur Køhlert. Claus spældi 90 minuttir Claus Bech Jørgensen var á vøllinum allar 90 minuttirnar, tá Blackpool um vikuskiftið vann 1-0 á útivølli móti Preston. Talan var alla tíðina um støðugt trýst móti málinum hjá Blackburn, men við einum brotssparksmáli góðar 20 minuttir fyri leiklok vissaði Blackpool sær trý týðandi stig. Claus og liðfelagarnir eru í løtuni nummar 18 í enska Championship – trý stig oman fyri niðurflytingarstrikuna. Kyndil argaði Stjørnuna eina løtu, men tá ferðin varð sett upp eftir steðgin, var eingin ivi um úrslitið Hondbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Við einum feskum sigri á grannunum úr Neistanum í minninum var sjálvsálitið hjá Kyndilskvinnum í lagi, tá tær fingu vitjan av odda- liðinum. Og fyrstu løtuna av dystinum tóktist eisini, sum høvdu tær veruliga ein møguleika móti Stjørnuni. Stjørnan tóktist hinvegin als ikki til reiðar til dystin. Ferðin var lág, og longu eft- ir fimm minuttum hevði Henrik Gerster sæð nokk. Hann rópti spælararnar út til time-out, men hóast hetta hjálpti eina løtu, so vildi Kyndil ikki reiðiliga gevast. Við eini væl spælandi Guðr- un í Lágabø millum stólpar- nar megnaðu tær at toga seg aftur í dystin, og hóast Stjørnan skoraði tey bæði seinastu málini fyri steðgin, so tóktist Kyndil ikki heilt liðugt. Skiftu ferð Í seinna hálvleiki var tað tó eitt nógv meira tendrað meistaralið, sum kom á vøll- in. Í verjuni vóru tær nógv meira á tærnum, enn tær høvdu verið, og tá ferðin í álopsspælinum varð skrúv- að uppeftir, megnaðu tær ofta at spæla Kyndils-verj- una púrasta tunna. Í eitt korter ella so koyrdi maskinarí’ið hjá Stjørnuni við fullari ferð, og hetta var eisini nóg mikið til at beina allan iva burtur. Og í so máta undirstrikaði dysturin kanska eisini, hvør størsti trupulleikin hjá Stjørnuni er. Lítil ivi er um, at talan er um besta liðið í landinum í løtuni, men í alt ov nógvum dystum hava tær havt trupul- leikar við at seta seg upp til dystirnar. Hesa ferð vórðu tær tó ikki revsaðar fyri hetta, men talan kann verða um dýran lærupening, um favorittarnir ikki ansa sær nóg væl. Við knívinum á barkanum eydnaðist StÍF at taka bæði stigini við sær úr Vestmanna Hondbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Við broyttu kappingarskip- anini er spenningurin í botn- inum av stigatalvuni vorðin væl størri. Niðasta liðið í Sunset-kappingini skal eftir øllum at døma eina deild niður næsta vetur, og tí var talan um sanna botnuppgerð í Vestmanna. Vann VÍF dyst- in, so kundu tær taka eitt stórt fet frá niðurflytingar- vandanum, meðan StÍF hin- vegin kundi isolerast heilt, um tær ikki vunnu. Og við knívinum á bark- anum megnaði StÍF at bíta frá sær. Talan var um sera javnan dyst, men tá gestirnir seint í fyrra hálvleiki skræddu seg nakað burtur- frá, var hetta avgerandi løt- an í dystinum. VÍF megnaði ongan tíð heilt at svara aftur – í øllum førum ikki, fyrr enn ov seint var. Tí hóast endaligi munurin bert gjørdist eitt mál, so fekk VÍF trý tey seinastu av sínum innan teir báðar seinastu minuttirnar. Og so var sigurin hjá StÍF ongan tíð veruliga í vanda. Við sigrinum er stÍF nú ájavnt VÍF í stríðnum um at sleppa undan niðurflyting. Og við Kyndli bara tvey stig omanfyri, er av álvara lagt upp til spennandi enda- spurt í botninum av talv- uni. Kyndil-Stjørnan 19-25 (10-13): Meistararnir skiftu gear StÍF-VÍF 23-24 (9-12): Botnurin er púrasta javnur VÍF-StÍF 23-24 (9-12) 10 min: 4-5 20 min: 7-6 40 min: 12-17 50 min: 17-21 Málskjúttar VÍF: Ioana Rapa 7(2), Fríða Marjunardóttir 5(1), Linda Johannesen 3, Liljan Djurhuus 2, Finngerð Jensen 2, Torgunn Johannesen 2, Rannvá á Rógvi, Heidi Joensen 1 StÍF: Rebekka Justinussen 10(4), Bára B. Danielsen 4, Signhild Petersen 3, Sólfríð Christiansen 2, Ninna K. Johansen 2, Jóhanna í Króki 1, Fríðrunn Danielsen 1, Ata Gregersen 1 Brotskøst: VÍF 4, StÍF 3 Útvísingar: VÍF 2, StÍF 3 Dómarar: Eyðun Samuelsen & Andreas F. Hansen FAKTA Kyndil-Stjørnan 19-25 (10-13) 10 min: 4-3 20 min: 6-10 40 min: 12-16 50 min: 14-24 Málskjúttar Kyndil: Jacklin Durhuus 7(1), Barbara Egilstrøð 3, Tordis Tróndarson 3, Randi Wardum 2(1), Lina Andriulyte 2, Bjørg Syderbø 1, Kari-Ann Petersen 1 Stjørnan: Simona Petersen 7(3), Durita Christophersen 5(2), Una Olsen 5, Joan M. Djordjevic 4, Bára Skaale Klakstein 2, Anna Kristina Samson 2 Brotskøst: Kyndil 4, Stjørnan 6 Útvísingar: Kyndil 2, Stjørnan 3 Dómarar: Ragnar Simonsen & Rúni Mohr. FAKTA Tá Stjørnan eftir steðgin setti ferðina upp, fór spenningurin púrasta úr dystinum Mynd: Álvur Haraldsen 24