Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-12-10, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 10. desember 2007síða 25

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 Giggs virdur ov lítið Ryan Giggs, sum um vikuskiftið skoraði sítt mál nummar 100 fyri Manchester United, fær alt ov lítla virðing. Tað heldur liðfelagi hansara, Rio Ferdinand. – Tað eru spælar­ ar, sum ikki røkka 100 dystum, so at skora 100 mál er heilt fantastiskt. Og eg haldi tað slettis ikki vera løgið, at ein spælari av hansara kalibur røkkur hesum marknastein­ inum. Og sum heild haldi eg, at fólk virða hansara avrik ov lítið, tí hann er veruliga í heimsflokki, segði Rio Ferdinand millum annað um liðfelagan. Keane vil hava Venables Royn Keane, sum í dag er venjari hjá Sunderland, heldur Terry Venables vera besta boðið upp á ein nýggjan írskan landsliðsvenjara. –Hann hevur hópin av royndum, og kann hann virka til at betra um írskan fótbólt, so hví ikki. Í mínum hugaheimi hevur tað ongan týdning, at hann ikki er íri, sigur Roy Keane. Um vikuskiftið skipaði Tambar fyri kappingum fyri børn og vaksin í Havn Bogaskjóting Tíðindaskriv Børnini skulu 15 metur leygardagin og tey vaksnu skutu 18 metur sunnu­ dagin. Børn Tað hevur verið trupult at skipa nakra kapping fyri compound hjá teimum yngru í ár, og er bert tann eini skjúttin Magnus Andreassen, Ørvur, sum skeyt (284+282) 566 stig. Í bólkinum recurve vóru 12 luttakarar. Bestu inn­ leiðandi úrslitini vóru: Nr. 1. Bogi Andreasen, Vágaskot, (253+267) 520 stig, nr. 2 Tummas Eides­ gaard, Ørvur, (250+253) 503 stig, nr. 3 Fróði Dam, Tambar, (246+241) 487 stig og nr. 4 Rani L. Beder, Tambar, (238+239) 477 stig. Allir skutu persónligt met. Annars vóru 8 persón­ lig met sett í recurve bólk­ inum. Síðan var farið undir finaluumfarið, har byrjað bleiv við 1/8­finalunum. Fýra teir best skjúttarnir sótu yvir, dystirnir vóru hesir: Rógvi Dalsgarð og Rógvi Larsen, báðir Tamb­ ar, 93­73, Odd Andreasen og Heðin Olsen, báðir Tamb­ ar, 104­98, Sirið Rein og Rani Joensen, bæði Tamb­ ar, 99­84 og Bogi Mørkøre, Ørvur og Oddmar Nielsen, Tambar, 93­89. ¼­finalurnar: Bogi A. og Rógvi D. 99­100, Odd og Rani 99­95, Fróði og Sirið 86­96 og Bogi M. Og Tummar 90­107. ½­finalurnar: Rógvi D. og Odd 96­97, og Sirið og Tummas 79­102. Dysturin um triðja pláss­ ið var millum Rógva D. og Sirið og gjørdist sera spennandi við bert einum stigi millum tey. Dysturin endaði 95­96. Dysturin um fyrsta pláss­ ið var millum Tummas og Odd og lat Tummas ongan iva verða um, at hann ætl­ aði sær at vinna. Tummas vann kappingina við hes­ um dystinum 106­102. Vaksin Forfall gjørdi, at tað heldur ikki hesaferð vóru so nógv­ ir compound skjúttar við, bert tríggir luttakarar. Inn­ leiðandi vóru úrslitini hesi: Nr. 1 Jógvan Niclasen, Tambar, (285+284) 569 stig, nr. 2 Magnus Andreas­ sen, Ørvur, (258+262) 520 stig og nr. 3 Kaj Johannesen, Ørvur, (225+250) 475 stig. Farið varð beinleiðis til ½­finalurnar har Jógvan sat yvir, meðan Magnus og Kaj skutu ein javnan dyst, sum endaði við sigri til Magnus 99­97. Dystin um fyrsta plássið vann Jógvan trygt á Magn­ us við 113­102. Í recurve bólkinum vóru 10 luttakarar, har 4 av skjúttunum skutu persón­ lig met. Bestu innleiðandi úrslitini vóru hesi: Nr. 1 Hans Petur Høj­ gaard, Ørvur, (281+280) 561 stig og persónligt met, nr. 2 Eirikur í Jákupsstovu, Ørvur, (251+256) 507 stig, nr. Sjúrður Rein, Tambar, 253+241) 494 stig og Jastrid M. Jensen, Tambar, (236+241) 477 stig. Í 1/8­finalunum sótu seks teir bestu skjúttarnir yvir, meðan hesir dystir vóru: Rakul Dam, Tambar, og Jim S. Guttesen, Vágaskot, 91­77, og Bogi Andreasen, Vágaskot, og Nikkel Peter­ sen, Ørvur, 88­93. ¼­finalurnar: Hans P. og Rakul 108­84, Jógvan Magnus »Eggaba« Andrea­ sen, Vágaskot, og Jastrid 95­99, Sjúrður og Andras á Lofti, Vágaskot, 111­95, og Nikkel og Eirikur 87­104. ½­finalurnar: Hans P. og Jastrid 107­99, og Sjúrður og Eirikur 106­103. Dysturin um triðja plássið var millum Jastrid og Eirik og endaði 97­108. Dysturin um fyrsta pláss­ ið var millum Sjúrð og Hans P. og var Sjúrður óheppin at skjóta ein píl við síðuna av og misti nøkur týdningarmikil stig. Hans P. vann dystin 110­ 90, og sostatt vann Hans P. eisini kappingina. Høvuðsstuðul hjá Boga­ skjótideildini er Trygging­ arfelagið Føroyar. Skutu innandura Verjan var avgerandi, tá Kyndil við fyrsta sigrinum í ein mánað vann seg afturí dystin um bronsukrónurnar HondBóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Kreppan hevur klórað hjá meistarunum úr Kyndli. Liðið, sum aloftast ger um seg í oddinum av talvuni, hevur havt tað sera tungt hetta kappingarárið, og skuldi nøkur vón vera, var neyðugt við tveimum stig­ um móti hoyvíkingum. H71 hevur hinvegin tikið fleiri á bóli, og við einum sigri kundu teir bíta seg fast­ ar í hini bæði oddaliðini. Stríð og rót Dystirnir millum tey bæði liðini eru ofta merktir av stríðsvilja og intensiteti. Og dysturin sunnudagin var so als einki undantak í so máta. Stórur dentur var lagdur á verjuspælið, meðan tað hin­ vegin haltaði nógv í álops­ spælinum. Hvørgin parturin megnaði av álvara at fáa ferðina á spælinum upp, og tí bar illa til at spæla verj­ urnar tunnar. Og so gjørdist talan um hópin av nærdyst­ um og tríggjametra­køstum. Tað tóktist tó, sum skuldi H71 draga longra stráðið. Ein væl spælandi Jens Skipagøta í málinum pilk­ aði ferð eftir ferð royndirnar frá heimaliðnum niður, og hóast Kyndil eisini hevur góðar málverjar, so megn­ aðu hesir ikki rættiliga at standa ímóti á sama hátt. Tí var tað ein dyggur smeitur hjá H71, tá Jens eftir 27 minuttum sá reytt. Upptakin var heldur óneyð­ ug, men Jens varð fangaður á millumhond, tá Kyndil sendi Hans Áka Dal Christi­ ansen í kontra, og so var ostaskorpan á lofti. Men hóast hetta, so helst H71 fast. Í Levi Nybo hava teir ein fínan málverja aft­ urat, og fram til seinastu 10 minuttirnar hevði H71 yvir­ vágina. Tað gekk tó meira og meira striltið at fáa kúl­ una inn, og tá Kyndil so loksins fekk glið á sína mál­ skjóting, koppaði dysturin. Og so hjálpti tað lítið, at Levi hevði onkra dupult­ bjarging móti dystarenda. Kyndil noktaði at sleppa takið, sum teir høvdu fingið í verjupartinum, og so var fagnaðurin stórur, tá sein­ asta floytið hevði ljóðað. Hanga í Sum skipanin er nú, so tykj­ ast StÍF og Neistin longu vera farin avstað í oddinum, har tey eru fimm stig undan teimum næstu. Men enn er dysturin um bronsuna knall­ harður, og fyrr hava vit sæð, at oddalið eisini kunnu snáva. Og fyrst og fremst er tað møguleikin fyri at lofta slíkum, sum Kyndil, H71 og VÍF stríðast um. Eitt stríð, har Kyndil altso vann sær ein nýggjan møguleika sunnudagin. Kyndil-H71 25-23 (14-15): Kyndil aftur á beint Kyndil-H71 25-23 (14-15) 10 min: 5-4 20 min: 9-10 40 min: 17-18 50 min: 19-21 Málskjúttar Kyndil: Josef Abrahamsen 5, Janus Einar Sørensen 5, Bárður Johannesen 5(1), Hans Áki Dal Christiansen 4(1), Finnur Hansson 3(2), Hjalti Jacobsen 2, Rani Ellingsgaard 1 H71: Dánjal Tórgarð 5(1), Halgir Dahl Olesen 4, Bárð- ur Brimvík 4, Niels Viggo Niclassen 3, Eyðun Højgaard 2, Freddy Poulsen 2, Janus Sørensen 1, Gunnar Bláberg 1, Tróndur Vatnhamar 1 Brotskøst: Kyndil 6, H71 3 Útvísingar: Kyndil 4, H71 5 Diskvalifikatiónir: H71 2 (Ein beinleiðis og ein fyri 3X2 minuttir) Dómarar: Ragnar Simonsen & Rúni Mohr FAKTA Verjan stóð framúr væl, og saman við frálíkum mál­ mansspæli var tað hetta, sum tryggjaði Kyndli fyrsta sigurin í góðan mánað Mynd: Álvur Haraldsen [ Nr. 239 - 10. desember 2007 ]