mánadagur 10. desember 2007síða 26
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
Sjáldan hevur VÍF
lagt rygg til slíkan
avsmurning, sum teir
fingu, tá StÍF vitjaði
leygardagin
Hondbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
- Vit gera alt ov nógv mistøk
í álopinum. Fyrsta korterið
ella so tveita vit ferð eftir
ferð bóltin burtur, og tað
verða vit revsaðir fyri. Í
veruleikanum verður dystu-
rin avgjørdur longu hesa løt-
una, og so er ikki so nógv
meira at siga um tað.
Soleiðis svarar Áki Olsen,
tá vit spyrja hann um, hvat
tað var, sum gekk galið hjá
VÍF í dystinum móti StÍF
sunnudagin.
Strandingar snøgt sagt
avgjørdu dystin hesa løtuna,
og tá vestmenningar eisini
vóru somikið gestablíðir at
endurtaka øll mistøkuni
fyrstu løtuna av seinna hálv-
leiki, so var púrasta leyst og
liðugt. Enn tá í einum dysti,
sum VÍF helst ikki skuldi
tapa, um teir ætlaðu sær at
hanga við í oddastríðnum.
- Nei, tað skuldu vit helst
ikki. Vit høvdu StÍF nú, og
næstu ferð hava vit Neistan.
Høvdu teir báðir dystirnir
givið fýra stig, so vildi støð-
an verið ein heilt onnur.
Men nú mugu vit so royna,
um vit ikki klára Neistan,
heldur Áki.
Tú heldur ikki, at stríðið
um finaluplássini er lið-
ugt?
- Nei. Har eru enn tíggju
dystir eftir at spæla, so har
kunnu nógv stig vinnast.
Men vit mugu so síggja
veruleikan í eyguni, og
hann er, at Neistin og StÍF í
løtuni eru nøkur fet framm-
an fyri øll hini, sigur Áki.
VÍF-StÍF 22-28 (10-17):
Bukaði bláir og gulir
VÍF-StÍF 22-28 (10-17)
10 min: 2-7
20 min: 5-12
40 min: 15-21
50 min: 19-24
Málskjúttar
VÍF: Agnar Joensen 7(1),
Niels Andreasen 6, Rúni
Joensen 3, Áki Olsen 2,
John M. Andreasen 2,
Dávur Traber 1, Regin
Joensen 1
StÍF: Sveinur Justinnus-
sen 7(1), David Edvard-
sen 6, Bárður Danielsen
5(1), Leivur Justinussen
3, Andre F. Danielsen 2,
Danni Syhler 2, Bor-
gar Danielsen 2, Bent
Djurhuus 1
Brotskøst: VÍF 1, StÍF 4
Útvísingar: VÍF 3, StÍF 1
Dómarar: Andreas F.
Hansen & Eyðun Samu-
elsen
FAKTA
VB hevði leingi munin,
men tær megnaðu ikki at
halda
dampinum
allan
dystin, og so streyk Neistin
avstað
í
dystinum
um
finaluplássið
Hondbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Verður sæð burtur frá
spennandi botnstríðnum, so
er størsti spurningurin í
Sunset-deildini, hvør skal
fylgja við Stjørnuni í FM-
finaluna. Og her tók Neistin
eitt
stórt
fet,
tá
tær
leygardagin
vunnu
heimadystin móti VB.
Men tað stóð nógv á.
Neistin var annars liðið,
sum byrjaði betri, men um
miðjan fyrra hálvleik fekk
VB av álvara glið á. Fram
til tá hevði Daiva fyri tað
mesta verið tann, sum
langaði bóltarnar í kassan,
men
tá
aðrar
brádliga
byrjaðu at skora, fekk VB
veruliga munin í dystinum.
Og tó at Neistin svaraði
aftur, so var tað ikki fyrr
enn seint í seinna hálvleiki,
at tær veruliga sluppu
avstað. VB tóktist ikki
megna at halda fast í
dystinum, og so kundu
kviku
Neista-kvinnurnar
púrasta punktera dystin.
Sigurin ber við sær, at
Neistin nú er trý stig
framman fyri VB. Enn
hevur Neistin tó til góðar at
koma á vitjan í Vági. Og
lítil ivi man vera um, at júst
tann dysturin er størsta
vónin hjá VB fyri at røkka
enn einum finaluplássi.
Í 50 minuttir helt KÍF
fast í Neistanum, men
seinastu løtuna eydn
aðist teimum bláu at
toga seg avgerandi
framum
Hondbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Kollfirðingar eru enn niðas-
tir í Atlantic Airways-deild-
ini, og Neistin er enn annað
av oddaliðunum. Í so máta
broytti uppgerðin millum ein-
ki leygardagin. Men dysturin
undirstrikaði enn einaferð,
hvussu lítil munnurin millum
liðini í deildini er í ár.
Tí hóast skeridir, nú Gert
Hansen aftur er úti við skaða,
so var KÍF alla tíðina væl og
virðiliga við í dystinum.
Serstakliga tykist liðið fáa alt
størri nyttu úr Dean Jankovic
á strikuni, og tí eru ráðini
ikki longur bara at taka
Damir Oros úr spælinum hjá
KÍF.
At tað so kortini eydnaðist
Neistanum at toga stigini
heim, hevur kanska fyrst og
fremst tvær orsøkir. Onnur
er, at sjálvsálitið hjá einum
oddaliði náttúrliga er gott, og
tí eru spælararnir betri førir
fyri at tackla avgerandi løtur-
nar í dystinum.
Hartil hevur KÍF havt ein
trupulleika
við
vantandi
breiddini í hópinum. Tað
verður kanska lagt ov nógv á
einstakar herðar, og tá er
tungt at halda liðnum koyran-
di í samfullar 60 minuttir. Og
tá Neistin hesa ferð fekk
møguleikan, tóku teir av.
Kollfirðingar høvdu annars
skotið seg upp á 19-16, men
so steðgaði maskinan púras-
ta upp. Neistin fekk hinvegin
veruliga ferð á, og upp á eitt
korter varð støðan broytt til
25-22.
Tað megnaði KÍF ikki at
vinna aftur, og so máttu teir
enn einaferð ásanna, at teir
gjørdust akkurát ov stuttir.
Neistin hevur hinvegin fing-
ið glið á sína stigasavnan aft-
ur, og hóast kappingin enn
bert er komin í helvt, so
tykjast teir í løtuna at vera
eitt av teimum báðum bestu
boðunum til ein finalusess.
Neistin-KÍF 27-25 (13-13):
KÍF misti á
stokkinum
Neistin-KÍF 27-25 (13-13)
10 min: 6-4
20 min: 10-7
40 min: 16-19
50 min: 22-21
Málskjúttar
Neistin: Karl Herup Olsen 9, Tróndur Kragesteen 5(3),
Roar Dalsgarð 4, Dann Thorleifsson 3, Ingi Olsen 2, Jugo-
slav Djumic 2, Blagoje Buha 1, Jón Ludvík 1
KÍF: Damir Oros 8, Dean Jankovic 7, Rógvi Weihe 3, Niklas
Reginsson 2, Suni Johannensen 2, Ási Dam 1, Toni Weihe
1, Ingi Johannesen 1
Brotskøst: Neistin 5
Útvísingar: Neistin 2, KÍF 1
Dómarar: Karstin Joensen & Kristian Joensen
FAKTA
Neistin-VB 27-23 (12-13):
Neistin helt finalukósini
Neistin-VB 27-23 (12-13)
10 min: 5-3
20 min: 9-7
40 min: 19-17
50 min: 24-20
Málskjúttar
Neistin: Nicoleta Radu Hansen 9(3), Elin Stakksund 5,
Unn J. Kragesteen 5, Ása á Neystabø 4, Anja Heinadóttir 2,
Rakul Augustinussen 2
VB: Daiva Toumaite 12(3), Svava Vestergaard 3, Laila Jes-
persen 3, Mariah Milicevic 2, Monika Samuelsen 2, Carol
Kjærbæk 1
Brotskøst: Neistin 6, VB 3
Útvísingar: Neistin 1, VB 4
Dómarar: Karstin Joensen & Kristian Joensen
FAKTA
Enn einaferð gjørdust
kollfirðingarnir akkurát
ov stuttir. Hesa ferð
var tað Neistin, sum í
seinastu løtu fekk vissað
sær stigini
Mynd: Álvur Haraldsen
Kyllingurin vil aftur í Tour’in
Michael Rasmussen varð í summar partur av stóru gøluni, sum
rakti Tour de France súkklukappingina. Enn er ikki greitt, hvør
revsingin verður, men sjálvur roknar Rasmussen við, at talan í
mesta lagi verður um eitt ára bann. – Tey flestu bíða eftir, hvussu
málið fer at enda. Men tað skuldi verið løgið, um einki lið er
áhugað í at fáa heimsins besta súkklara við sær, sigur
Rasmussen, sum altso framvegis metir seg hava møguleika at
vinna Tour de France.
Beckham er ríkastur
Við eini peningaogn, sum er uppgjørd til 1,12 mia kr. er
Davic Beckham ikki óvæntað ovastur á listanum yvir
ríkastu ensku fótbóltsspælararnar og spælarar, sum spæla
í Onglandi.. Tað er nærum trífalt tað, sum Michael Owen
er verdur. Hann sigst eiga 383 mió kr. Hinir á listanum
eru Robbie Fowler (311 mió kr.), Wayne Rooney (311
mió kr.), Sol Campbell (291 mió kr.), Andrej Sjevtjenko
(259 mió kr.), Rio Ferdinand (259 mió kr.), Ryan Giggs
(238 mió kr.), Michael Ballack (186 mió kr.) og Steven
Gerrard (155 mió kr.)
[ Nr. 239 - 10. desember 2007 ]