mánadagur 10. desember 2007síða 27
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27
[ Nr. 239 - 10. desember 2007 ]
Um vikuskiftið var
spurningurin, um SÍ
kvinnurnar fóru at
megna at koma út úr
oyggjabrakinum við
stigum í skjáttuni, og
um mennirnar hjá
sama felag mundu
fara at gera nakað við
sterka Mjølnir liðið í
Klaksvík
FLOGBÓLTUR
Niels Petersen
niels@sosialurin.fo
Stiman, ið sørvingar tykjast
vera komnir í, man sigast at
vera sera góð, tí onki lið
stendur teimum mát.
Bæði í Meistaradeildini
hjá kvinnum og monnum,
er støðan tann, at oddaliðið
er SÍ, hóast tað á kvinnu
síðini er talan um ein
deildan oddasess. Har eru
tað ÍF kvinnurnar, ið eru
argastu kappingarneytarnir
hjá vágagellunum, og hava
tær ein dyst á láni.
Í
meistaradeildini
hjá
monnum var tað hesaferð
Mjølnir, ið ætlaðu sær stig
úr oddabrakinum, so at teir
kundu leggja seg í góða
FMstøðu.
Oddastríðið hevur staðið
millum serliga hesi bæði
liðini, og so hava ÍF havt
hug at blanda seg uppí
eisini.
Dráttur dragnar
Í høllini á Giljanesi var
spennandi oyggjauppgerðin
í
meistaradeildini
hjá
kvinnum spæld í vikuskift
inum, og samstundis ein
uppgerð, har Dráttur helst
skuldi fáa stig burturúr, til
tess at halda seg uppi í
oddastríðnum.
Dráttur byrjaðu eisini
dystin rættuliga tendraðar,
og løgdu út sum eitt óløgið.
Við góðum servum, ágrítn
um móttøkuspæli, fingu
vertirnar lagt eitt trýst frá
byrjan, og kantarnir høvdu
nærum hug at fara á flog til
tíðir. SÍ fótaði sær tó, aftaná
trilvandi byrjanina, og var
um reppið at vinna sær
settið, men hepnið manglaði
og fyrsta settið fór til
heimaliðið. 2523
Næsta settið er sum endin
á tí fyrra. Karin Mikkelsen
vísir servur á høgum støði,
og samstundis eru mót
tøkurnar hjá Drátti byrjaðar
at vilja út úr høllini, heldur
enn niðan til hevaran. SÍ
vinnur settið trygt 2520.
Triðja sett byrjar katastof
alt fyri Drátt, tí tær høvdu
kanska gloymt at lagt lokið
á pottin. SÍ nýttu ferð eftir
ferð hugtakið at koyra í
pottin, t.e. at bólturin verður
skumpaður yvirum netið í
eitt op millum leikararnar
hinumeðna netið. Og áð
renn Dráttur fær fótað sær,
er SÍ rokið avstað. Støðan
var 144 tað einu løtuna. SÍ
endar við at vinna settið 25
14.
Í fjórða setti vóru liðini
sum hamskift, tí SÍ tóktist at
hava
lækkað
ferðina
á
spælinum, og Dráttur sær
sín møguleika, og roynir at
taka av. Einu løtuna er
heimaliðið eisini á odda 20
15, men so er tað sum um at
SÍ hevur eitt undómskent
eyka gervi, tí tær fingu vent
settinum og tí eisini vunnið
dystin. Endaliga settið varð
2523 til SÍ.
Oddabrakið í
Klaksvík
Ein sannur gýsari lá í
kortunum, tá Mjølnir og SÍ
skuldu møtast í meistara
deildini hjá monnum.
Sum oddalið, nú hálvt
FM er runnið, tóku SÍ sæti í
stóru steypafinaluni á Hálsi
í februar.
Í mun til Mjølnir, fekk SÍ
eina trilvandi byrjan uppá
dystin, og Mjølnir fóru
eisini avstað við fyrsta
settinum 2520.
Men so tóktist tað sum
um at kósin varð sett hjá
gestunum úr Vágoynni, teir
vunnu trygt í øðrum og
triðja, ikki minst takkað
verið framúrskarandi fjøl
broytni í spælinum hjá Jóan
Peturi á Stongum.
Í fjórða setti stóð á eina
løtu, men har sýndu SÍ
munin.
Ov
nógvir
feilir
hjá
heimaliðnum og ov sjálvdan
sá man nakað til tað
meistarliga spæl teir eru
mentir at spæla. Møguliga
var tað mótstøðuliðnum
fyri at takka, at so var.
Fram tikið seg úr
Ein dystur skuldi verið
spældur í meistaradeildini
hjá monnum í vikuskiftinum,
og tað var dysturin millum
havnarfelagið Fram og ÍF.
Men frammanundan boðaði
Fram, at teir hava valt at
taka liðið úr kappingini.
Hvat víðari hendir, hesum
viðvíkjandi, er ilt at vita,
men eyðsýnt er, at tað er
serstakliga óheppið. Bert
fimm lið byrjaðu kappingina
í ár í bestu flogbóltsdeildini,
og nú tað eina felagið hevur
trekt seg aftur, eru bert fýra
eftir.
Hendan
ítrótt
hevur
trupulleikar at vinna fasta
føtur ymsastaðni í landinum
á mannfólkasíðuni, og tí er
tað sera óheppið at slíkt
kemur fyri, heilt uppi í
bestu flogbóltsdeildunum.
Hetta er ikki við til at økja
um áhugan fyri ítróttini, og
má tað sigast at vera synd.
Vónandi verður greiða
funnin á málinum, so at
man aftur kann fokusera á
tað vakra og einfalda í
spælinum.
Dráttur-SÍ 1-3 (25-23, 20-25, 14-25, 23-25)
SÍ sveiggjar
yvir hinum
Sørvingar styrktu um sína støðu, tá teir vunnu oddadystin móti
Mjølni
Keypssamtøkan í Dr. Jakobsensgøtu
FK í Dr. Jakobsensgøtu sóknast eftir
Hjálparfólki til
breyðsøludeildina
at byrja skjótast til ber
Vit sóknast eftir einum røskum fólki,
við góðum røkiskapi og áræði, til fast
starv í einum handli, sum lív altíð er í.
Arbeiðsuppgávur:
At røkja starvið sum hjálparfólk í
breyðsøludeild okkara.
Arbeiðstíð:
Um 25-30 tímar um vikuna, (3/4 tíð),
harav annan hvønn leygardag fyrrapart
Vit rokna við, at tú ert:
· Røkin
· Blíðlíg/ur av lyndi
· Álítandi
· Fleksibul
· Trívist væl við nógvum og
fjølbroyttum uppgávum
Løn:
Smbrt. S & K sáttmálanum
Send okkum nøkur orð um teg
sjálva/n til:
Keypssamtøkan
í Dr. Jakobsensgøtu
Postsmoga 349
FO-110 Tórshavn
Tel 31 13 20
Att.: Bo Møller
Fartel 217593
Ronaldinho fer ongan veg
Forsetin í Barcelona, Joan Laporta, avsannar nú søgurnar
um, at Ronaldinho kann verða seldur í januar mánaði. – Vit
hava ongar ætlanir um at selja hann, og vit hava ikki frætt
frá nøkrum liði, sum ætlar sær at keypa hann, segði hann
eftir dystin hjá Barcelona móti Deportivo la Coruna
sunnudagin. Seinastu vikuna hevur annars ljóða, at bæði
Chelsea og AC Milan hava roynt at tryggja sær brasilsku
stjørnuna.
Mourinho neyvan landsliðsvenjari
Sambært enskum miðlum verður tað ikki Jose Mourinho, sum verður settur í
tøka enska landsliðsvenjarasessin. 44 ára gamli portugisin hevur annars staðið
ovastur á ynskislistanum hjá enska fótbóltssambandinum, men nú ljóðar, at
hann ístaðin er ávegis til eitt europiskt stórfelag. Úr enska fótbóltssambandinum
eru boðini tó, at einki enn er avgjørt, og at tey ikki vilja nýta pressuna til sínar
samráðingar. Líkamikið hvønn hesar eru við. Umfram Mourinho hava Fabio
Capello, Jürgen Klinsmann og Marcello Lippi eisini verið settir í samband við
enska landsliðsvenjarasessin.
Meistaradeild kvinnur:
Dato Dystir Úrslit
8.12 Dráttur-SÍ 1-3 (25-23, 20-25, 14-25, 23-25)
8.12 ÍF-Mjølnir 3-0 (25-14, 28-26, 25-20)
9.12 TB-Fleyr 3-2 (25-14, 25-6, 21-25, 22-25, 16-14)
FAKTA
Meistaradeild menn:
8.12 Fleyr-ÍF
1-3 (15-25, 25-18, 24-26, 24-26)
8.12 Mjølnir-SÍ 1-3 (25-20, 20-25, 18-25, 22-25)
9.12 Fram-ÍF (Ikki spældur, orsakað av at Fram
hevur tikið liðið úr meistaradeildini, og tað má sigast at
vera sera óheppið.)