mikudagur 23. februar 2000síða 2
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
3
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 37 - 23. februar 2000
Kunngjørt verður at góði maður, pápi, verfaðir, abbi
og langabbi okkara
LEIVUR EJDESGAARD
Oyndarfirði
andaðist leygarkvøldið 19. februar, 69 ára gamal.
Kistan fer úr Landssjúkrahúskapellinum mikudagin
kl. 15.
Jarðarferðin verður úr Oyndarfjarðar kirkju hós-
dagin kl. 14.
Fyri tey avvarðandi
Bodil, Sólgerð, Jústinus, Jón Ingi,
Lív, Fróði og Sjúrður
✝
Ábyrgdarblaðstjóri:
Jan Müller
Blaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
Marknaðardeild:
Jonhard Hammer
Dagbjørt S. Hansen
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen,
Turið Kjølbro
Dánjal Højgaard
Dagfinn Olsen
John Johannessen
Sveinur Tróndarson
Eyðun Klakkstein
Høgni Mohr
Yngd: Jákup Mørk
Myndamenn:
Jens Kristian Vang
Álvur Haraldsen
Útgevari, uppseting:
Sp/f Sosialurin
Bústaður:
Argjavegur 26, Argir
Postadr: Postsmoga 76,
110 Tórshavn
Telefon: 311820
Telefax. 314720
e-mail: post@sosialurin.fo
Lýsingar: lysing@sosialurin.fo
Internet: www.sosialurin.fo
Prent: Sosialurin
Sosialurin
Oddagrein
Viðmerking:
Gransking
og umsitingin
Tað er týdningarmikið, at tað tilfeingi, ið
er her á hesum landi verður nýtt á bestan
hátt, herundir eisini menniskjaligt tilfeingi
og vitan. Sera áhugavert var at lurta eftir
einum av okkara búskaparfrøðingum í
sjónvarpssendingini Innskot fyrrakvøldið.
Hesin hevði á orði, at ov lítið varð gransk-
að í umsitingini. Hann sipaði millum annað
til føroyska tjóðarroknskapin ella mangul
uppá sama.
Vit hava her á hesum stað nevnt, at landið
átti at staðið á odda fyri at skapt eitt
mennandi arbeiðsumhvørvi fyri vælút-
búgvið fólk. Tá so eitt av hesum fólkum
finst at umsitingini fyri at granska ov lítið í
eitt nú føroyska tjóðarroknskapinum, so
má hettar metast sum eitt álvarsmál, ið
vónandi verður hugt at í umsitingini. At
tað verður granskað ov lítið í tjóðarbúskapi
er so eitt, men tað merkir ikki, at als eingin
gransking gongur fyri seg í Føroyum.
Fróðskaparsetrið er tíbetur eitt aktiv, hvat
gransking viðvíkur. Har verður granskað í
náttúruvísund søgu o.s.fr. Spurningurin er
bert, um landsumsitingin við teimum ymsu
stýrunum veit av, hvat gongur fyri seg.
Vinnumálastýrið sendi herfyri fólk til Svør-
íkis at hyggja at kunningartøkni, uttan yv-
irhøvur at spyrja, hvat Fróðskaprsetrið visti
um evnið. Nú hevur Vinnumálastýrið ikki
júst verið tað stýrið, ið hevur skarað mest
framúr við hepnum handalag, men eitt
minsta krav má verða, at menn seta seg
inn í tað, teir gera. Tað ber illa til, at hjólið
og tann djúpi tallerkurin verða endurupp-
funnin ferð aftaná ferð, tí umsitingin heldur,
at einki er gjørt av nøkrum uttan fyri stýris-
bøgarðarnar. Slíkt hevur Føroya land
snøgt sagt ikki ráð til.
Vónandi ber til at endurskoða Finn Nor-
man Christensen bygnaðin, so brýr verða
bygdar millum ymsu stýrini. Høgra hond
má vita hvat vinstra ger. Um stýrini ganga
hvør í sínum lag og halda seg verða pio-
nerar, so er vandi fyri at ganga í ring og
skapa dupultfunktiónir.
Vit hava her á hesum stað leingi eftirlýst
einum kjak um Norman Christensen bygn-
aðin og avleiðingarnar av honum. Spurn-
ingurin er, um tað er eitt úrslit av bygnað-
inum, at Vinnumálastýrið ikki veit, hvat
gongur fyri seg í Undirvísingar- og Ment-
amálastýrinum ella um feilurin kemst av,
at umsitingin ikki granskar í tí, hon átti at
granskað í, heldur enn eitt nú náttúruvís-
ind. Føroyingar hava tíbetur eitt Fróðskap-
arsetur, og harmiligt hevði verið, um mið-
fyristingin ikki gekk á odda í at gera brúk
av hesum, heldur enn at royna at byrja
fyri seg sjálvan frá fyrstu síðu av.
Lat Marius Paula fáa stuðulin
Eg rokni við, at ikki so fáir
føroyingar gjørdust eitt
sindur kløkkir, tá Dagur og
Vika nú eitt kvøldið segði,
at teir á Royndarstøðini í
Kollafirði høvdu avlívað
seinasta føroyska tarvin,
enntá ein bert tvey ára gaml-
an tarv. Har stóðu menn og
táraðu um, hvussu hjarta-
leysir politikararnir vóru,
men eg má siga, at eg meira
beit á kampi yvir, hvussu
hjartaleysir hesir á Roynd-
arstøðini vóru.
Vit skiltu øll, at okkurt var
gingið gali í umsitingini, og
tað skal sigast, at um tað var
fyri at fáa umsitingina at gáa
eftir, so kundi onnur vápin
verið nýtt, enn at drepa
»hønuna sum legði gullegg-
ini«. Tápuligheit og upp-
gerð út um alt mark vil eg
kalla tað.
Nú vísir tað seg tíbetur,
og Gud havi lov fyri tað, at
eitt gløgt høvd í Sandavági
bjargaði okkum undan land-
askommini. Tí landaskomm
kalli eg tað, lata vit hetta
meira enn 1000 ára gamla
neytaslagið doyggja út, sum
vit hava fingið at uppsita,
og sum hevur lívbjargað
føroyinginum alla okkara
tíð her á landi.
Tí skjóti eg upp, í fullum
álvara, og eg vóni, at av-
varðandi politikkarar hoyra
ella lesa hetta og gera eftir
tí, at Marius Pauli, sum
tøkk, fær allan tann stuðul,
um tað so er hálv millión,
ið Royndarstøðin skuldi
havt fingið fyri at røkt sína
uppgávu. Ein uppgáva teir
so dyggiliga missrøktu.
Eg meini, eingin skal siga
mær, at eitt stórt fjós ikki
hevur ráð at hava eitt kríatúr
afturat inni. So dýrt kann
tað aldrin vera. Og at skaffa
pening til kynsbótararbeiðið
Samráðingarnar við danir
um fullveldisætlanina byrja
fyrsta dagin, og ræðusøgur-
nar ganga nú á øðrum ári.
Millum annað hoyri eg
nógv ungfólk siga: Nei, eg
vil ikki hava fullveldi, tí so
missi eg nøkur rættindi til
at lesa og ferðast í øðrum
londum. Onnur siga: Nei, eg
vil ikki hava fullveldi, tí so
fara vit úr ríkisfelagsskapi-
num og so lækkar livistøðið.
At hetta hevir verið jabb-
að uppaftur og uppaftur av
summum politikarum, ger
tað als ikki til nakran sann-
leika. Tað ber væl til at
tryggja rættindi hjá ung-
dóminum at lesa bæði í
Danmark og aðrastaðni, væl
betri enn vit hava í dag. Og
tað ber væl til at hava ein
nógv betri felagsskap við
Danmark enn vit hava í dag
- uttan at tað elvir til nakran
skelk í búskapinum.
Í dag liggur evsta
ábyrgdin í Danmark
Fullveldi fyri lond merkir
tað sama sum at vera mynd-
ugur sum persónur. At tú
hevur rætt til at gera alt av
sjálv/ur og má taka fulla á-
byrgd fyri tínum gerðum og
avtalum við onnur.
Eg havi ongantíð hoyrt
um nakran felagsskap, sum
ikki er gjørdur millum
myndugar persónar. Tí er
orðið ríkisfelagsskapur eitt
púra skeivt orð at brúka um
støðuna hjá okkum í dag —
og hetta tykist endiliga at
koma fram í almenningin.
Danmark er eitt eindarríki
og kann til eina og hvørja
tíð taka avgerðir um okkara
framtíð og vit kunnu missa
rættindir. Tað var júst tað
sum hendi í 1992.
Í dag liggur evsta ábyrgdin
og valdið yvir Føroyum hjá
donsku ríkismyndugleiku-
num. Tá vit hava fullveldi
liggur øll ábyrgd og evsta
valdið hjá føroyska fólki-
num. Evsta valdið og á-
byrgdin kann bara liggja
einastaðni — antin hjá okk-
um ella í Danmark.
Við fullveldi hava vit
fulla ábyrgd av okkum
sjálvum og teimum avtal-
um, vit gera við Danmark
og onnur lond. Og avtalur-
nar verða bindandi sambært
i altjóða reglum.
Felagsskapur við ábyrgd
Við fullveldi gera vit ein
sáttmála millum tvey sjálv-
støðug lond — júst sum tá
tvey myndug fólk gera eina
avtalu. Tá vita vit júst, hvat
vit hava, og ongin kann bara
broyta tær, soleiðis sum tað
hendi í 1992. Tá kunnu vit
fyrstani tosa um ein veru-
ligan felagsskap millum
brøðratjóðir. Har báðir part-
ar hava somu skyldur og á-
byrgd, og ongin er yvir hin-
um.
Hvussu góða avtalu vit
fáa við Danmark veldst um,
hvussu væl vit duga at sam-
ráðast og hvussu samd vit
standa í Føroyum.
Tað verður trupult
- men neyðugt
Tað verður ikki bara at siga
tað, at skapa eitt gott væl-
ferðarsamfelag í Føroyum,
og vit vita ikki enn hvussu
búskaparliga skiftistíðin sær
út. Tað fer at krevja nógv
av okkum øllum — ikki
minst at vit duga at húsast
og býta virðini nógv betri,
enn vit gera í dag.
Tað fer at krevja sama
samhaldsfesti, sum hevur
skapt hetta landið ígjøgnum
40 ættarlið. Inntil vit rendu
tað um koll í 80’unum í
jagstranini eftir egnum
vinningi.
Vit vita, at vit hava ong-
antíð havt so góðar búskap-
arligar møguleikar sum nú
at gerast sjálvbjargin. Vit
brúka nú bert einar 300
milliónir krónur av blokk-
inum til at reka samfelagið.
Tað er ikki meira enn lands-
stýrið skrivaði út til nýggjar
trolarar uppá ein dag í 80’u-
num.
Um vit aftur fara at brúka
av blokkstuðlinum, har
Fullveldi er at gerast myndugur - og tá
kunnu vit gera ein veruligan felagsskap
meginparturin í dag verður
settur á bók, so rúka vit
lúkst á heysin aftur sum í
1992 — tað verður bara ein
spurningur um tíð.
Trygdin liggur
í fólkaræðinum
Trygdin fyri alt Føroya fólk
er, at tað verða allir føroysk-
ir veljarar sum skulu gera
av, um úrslitið av samráð-
ingunum við donsku stjórn-
ina er nóg gott til, at vit vilja
taka tað fullu ábyrgdina av
okkum sjálvum, landinum
og felagsskapinum við Dan-
mark.
Ongum nýtist tí at ræðast
framtíðina. Alt kemur á
borðið og øll sleppa at siga
ja ella nei. Hesaferð kunnu
vit sjálvi avgera okkara
framtíð.
Høgni Hoydal
landsstýrismaður
kundu teir gjørt á annan
hátt, enn at dripið djórið,
sum alt hvíldi á. Protest skal
valdast! Hatta er so óansvar-
ligt, at tað átti at fingið
fylgjur fyri tey, sum varaðu
av. Og tá hugsi eg ikki um
aðalstýrini. Hinir hava so
sanniliga eisini sína ábyrd,
og tað var hóast alt teir, sum
høvdu djórið í varðveitslu
– skamm fái. Hvat kann ikki
tað næsta blíva? kunnu vit
bivandi spyrja. Og har átti
Djóraverndarfelagið eisini
at vakna. Tey eru so fitt at
verja eygagóð djór sum
kettur, hundar, kanariufugl-
ar og kaninir, og alt gott um
tað.
Men eru neyt og tarvar
ikki eisini djór?
Sonni Jacobsen
Brunatrygdin
er ov vánalig
Fyri trimum árum síðani varð gjørd kanning av bruna-
trygdini á Landssjúkrahúsinum. Hóast trygdin ikki er
beinleiðis lág, skulu nógvar ábøtur gerast fyri at bøta um
sjúklingatrygdina á Landssjúkrahúsinum. Ov stór rúm og
manglandi installatiónir gera, at trygdin á Landssjúkra-
húsinum ikki er nóg høg. Kortini er einki av tilmælunum
sett í verk
Kanning av brunatrygdini á Landssjúkrahúsinum:
SVEINUR TRÓNDARSON
Hóast trygdin á Landssjúkr-
ahúsinum ikki er beinleiðis
lág, so er hon als ikki nøkt-
andi, og ávísar ábøtur eiga
at vera gjørdar, soleiðis at
sjúklingatrygdin
verður
bøtt.
Soleiðis umskrivað er
niðurstøðan av eini trý ára
gamlari frágreiðing, sum er
gjørd av brunatrygdini á
Landssjúkrahúsinum.
Kanningin er trý ára gom-
ul, men hóast tað er einki
av tilmælunum í frágreið-
ingini sett í verk.
Brunatrygdin
eftirbátur
Tað var í 1996, at Bruna-
umsjón Landsins og leiðsl-
an á Landssjúkrahúsinum í
felag valdu at heita á Dansk
Brandteknisk Institut at gera
eina kanning av brunatrygd-
ini á Landssjúkrahúsinum.
Petur á Lava Olsen, leið-
ari á Brunaumsjón Lands-
ins, sigur við Sosialin, at tað
er teirra uppgáva at kanna
brunatrygdina, men í hesum
førinum sá hann seg ikki
føran fyri at gera kanning-
ina einsamallur, og tí bað
landsstýrið danir gera kann-
ingina fyri seg.
Hetta varð gjørt á summri
í 1997 og úrslitið var ein
frágreiðing, sum ger vart
við, at brunatrygdin á
Landssjúkrahúsinum
als
ikki er nøktandi.
Víst verður á, at varð
sjúkrahúsið bygt í dag,
vórðu krøv sett um sprinkl-
araanlegg, rýmingarvegir,
longd á gongdum, neyð- og
panikkljós, brandalarmar og
um at bygningurin ikki var
í ov stórum brandsektión-
um.
– Hesi krøv lýkur Lands-
sjúkrahúsið ikki í dag, sigur
frágreiðingin, sum kortini
staðfestir, at trygdin ikki er
beinleiðis lág.
Orsøkin til, at Lands-
sjúkrahúsið ikki lýkur krøv-
ini er, at bygningurin er
gamal og samstundis eru
krøvini skerpaði við tíðini.
Hinvegin
hava
sitandi
leiðslur og politiski mynd-
ugleikarnir ikki havt trygd-
ina fremst í huganum, tá
ætlanir eru gjørdar fyri hús-
ið.
Peningurin avgerandi
Sum vera mann, er ein ors-
øk til, at trygdarviðurskift-
ini á Landssjúkrahúsinum
ikki eru komin upp á pláss
er, at tað er rættuliga kostn-
aðarmikið at dagføra trygd-
ina til nútiðarkrøvini.
Hetta ger frágreiðingin
eisini vart við, samstundis,
sum hon sigur, at summi
krøv ikki eru møgulig at
lúka.
Her verður serliga víst á
sprinklaraanleggið,
sum
verður alt, alt ov dýrt at seta
upp í verandi bygningi.
Men Petur á Lava Olsen
heldur, at onnur tiltøk
kundu verið sett í verk ístað-
in.
– Tað sigur seg sjálvt, at
tað verður sera kostnaðar-
mikið at leggja sprinklara-
skipan í ein gamlan bygn-
ing, men har eru aðrir møg-
uleikar, sum, hóast teir ikki
eru líka góðir, bøta munandi
um sjúklingatrygdina. Ein
møguleiki er, at gera rúmini
smærri, við at skyldra rúm-
ini sundur, sigur Petur á
Lava Olsen og vísir serliga
á tær longu geingirnar.
Hann vísir á, at við hesum
ber til at avmarkað økið har
eldurin festur í, og sam-
stundis at geva sløkkiliðn-
um ein møguleika at sleppa
skjótari fram at eldinum.
Frágreiðingin sigur, at
einki rúm eigur at vera
longri enn 25 metrar, men á
Landssjúkrahúsinum eru
sera nógv rúm, nógv longri.
– Sjálvandi vildu vit fegin
gjørt hesar broytingarnar og
vit hava eisini havt ætlanir
um at gera tær, men fíggj-
arliga hevur tað ikki verið
møguligt, siga Jógvan Elias
Thomassen, virkandi sjúkra-
húsleiðari, og Suni Rasmus-
sen, leiðari á teknisku deild.
Hann var við til at gera frá-
greiðingina í 1997.
Raðfesting neyðug
Frágreiðingin frá Dansk
Brandteknisk Institut stað-
festir, at tað kann gerast
rættuliga kostnaðarmikið, at
gera alt í einum. Tí hevur
kanningarleiðarin gjørt eina
raðfesting av trygdarkrøv-
unum, soleiðis at tað í fyrsta
umfarið verður bøtt um
sjúklingatrygdina.
Her verður lagt upp til, at
longu rúmini verða býtt
sundur í smærri rúm. Hetta
skal forða roykinum at
sleppa ov langt.
Hereftir vil kanningar-
leiðarin hava, at tunnilin
undir sjúkrahúsinum verður
skildur frá bygningunum
við brandhurðum.
Eisini heldur hann, at
sjúkrahúsið eigur at install-
erað sjálvirkandi brandáv-
aringarskipanir í teimum
bygningum har sjúklingar
halda til.
Øll hesi trý punktini bøta
munandi um sjúlingatrygd-
ina verður sagt í frágreið-
ingini.
Nýggjar brandtrappur
Kanningarleiðarin hevur
bitið merkið í, at tað finst
ein snúðurtrappa uttan á tí
eina bygninginum.
– Henda trappa er uttan
iva sett upp fyri at bøta um
rýmingarmøguleikarnar og
fyri at geva sløkkiliðnum
betri atgongd til bygningin.
Tí er tað merkisvert, at
trappan er ein snúðurtrappa.
Tað er vert at hava í huga,
at nógvir sjúklingar, sum
skulu brúka trappuna, eru
illa gongdir og tí er tað sera
løgið, at ein snúðurtrappa er
vald fram um eina beina
trappu.
Til tað hevur Jógvan Elias
Fyri at hækkað sjúklingatrygdina, eigur hvørt rúmið ikki at vera longri enn 25 metrar,
sigur frágreiðingin frá Dansk Brandteknisk Institut. Hóast tað er einki gjørt á lands-
sjúkrahúsinum fyri at stytta um eitt nú hesa gongina
Tað er ikki ráðiligt at hava
eina snúðurtrappu, tá tey,
sum skulu brúka hana eru
illa - ella als ikki - gongd,
sigur Dansk Brandteknisk
Institut í frágreiðingini um
Brunatrygdina á
Landssjúkrahúsinum
Thomassen tað viðmerking,
at trappan varð góðkend tá
hon kom, men at hetta vísir,
hvussu trygdarkrøvini javn-
an broytist.
Tilbúgvingarætlan
krevst
Í frágreiðingini verður eisini
funnist at, at eingin tilbúgv-
ingarætlan finst fyri Lands-
sjúkrahúsið.
Mælt verður til, at gjørd
verður ein ætlan, sum tekur
bæði innanhýsis tilbúgving
og uttanhýsis tilbúgving
við. Ein slík ætlan skal
tryggja, at øll starvsfólkini
vita hvør teirra uppgáva er,
um so er, at eldur kemur í
Hóast tað eru trý ár, síðani
kanningin varð gjørd, er
einki gjørt við tilbúgvingina
heldur.
– Vit hava havt nógv fólk
á skeiði og hava eina roynd
um árið saman við sløkki-
liðnum, men tilbúgvingar-
ætlanin væntar enn. Men
tað fara vit undir nú, siga
Jógvan Elias Thomassen og
Suni Rasmussen.
Mynd: Jens Kristian Vang
Mynd: Jens Kristian Vang
Lesið eisini á síðu 9