mikudagur 23. februar 2000síða 3
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 37 - 23. februar 2000
4
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 37 - 23. februar 2000
Løntakarar skulu
verjast móti
hópuppsagnum
Hans Pauli Støm fer í næstum at leggja fyri tingið lógaruppskot, ið áleggur
arbeiðsgevarum ávísar skyldur, áðrenn tað ber til at fremja hópuppsagnir
JOHN JOHANNESSEN
Lógaruppskotið hjá Hans
Paula Støm áleggur arbeiðs-
gevarum skyldu at boða løn-
takarum og fakfeløgum
teirra frá atlaðum hópupp-
sagnum minst 30 dagar
frammanundan, at veruligu
uppsagnirnar verða sendar
út.
Men hetta er ikki nóg
mikið. Samstundis skulu
samráðingar takast upp
millum
partarnar
um,
hvussu
møguliga
kann
sleppast undan uppsagnun-
um, ella hvussu tær kunnu
avmarkast mest møguligt.
Ber hetta ikki til, skal sam-
ráðast um, hvussu best kann
verjast fyri ringu avleiðing-
unum av uppsagnunum.
Tá lógaruppskotið nevnir
hópuppsagnir, verður meint
við støður, har fleiri løntak-
arar á sama arbeiðsplássi
verða sagdir upp í einum.
Mett verður, nær talan er um
hópuppsagnir, eftir talinum
av uppsagnum í mun til
talið av starvsfólkum á á-
vísa stovninum ella virki-
num.
Í hesum sambandi verður
í grein eitt í uppskotinum
staðfest, at talan er um hóp-
uppsagnir, tá trý ella fleiri
fólk verða søgd úr starvi á
einum arbeiðsplássi, har
millum fimm og tíggju fólk
dagliga starvast.
Talan er eisini um hóp-
uppsagnir, tá fýra ella fleiri
fólk verða søgd úr starvi á
einum arbeiðsplássi, har tað
vanliga starvast millum
tíggju og tredivu løntakarar.
Seinasta staðfestingin í
hesum sambandi er, at talan
er um hópuppsagnir, tá
minst fimm fólk verða søgd
úr starvi á arbeiðsplássum,
har vanliga meira enn 30
fólk í starvi.
Verja tann veika
Hans Pauli Støm sigur í við-
merkingunum til uppskotið,
at stórur partur av føroysku
løntakarunum í avtalum um
setanarviðurskifti hava upp-
sagnarfreistir úr einum upp
í seks mánaðar og enntá
longur enn tað. Her sipar
hann til fastlønt starvsfólk
og tænastumenn.
Av heasi orsøk heldir
Hans Pauli Strøm ikki, at
tað júst eru hesir bólkar, ið
kunnu fáa mest gagna burt-
urúr hesum lógaruppskoti,
hóast vit seinastu tíðina
hava fingið dømi um, at
heldur ikki her virka fráboð-
anar- og uppsagnarreglur
nóg væl í sambandi við ætl-
aðar hópuppsagnir.
– Tað er hinvegin tann
størsti og veikasti bólkurin
av løntakarum á arbeiðs-
marknaðinum, sum ikki eru
tryggjað við slíkum avtal-
um, sum hava størstan gagn
av og størstan tørv á at fáa
tær mannagongdir lógar-
festar, sum uppskotið áset-
ur.
Hans Pauli Støm vísir á,
at tað fyrst og fremst verða
tey tímaløntu, ið fáa nakað
burturúr uppskotinum.
Kostar ikki
samfelagnum
Tingmaður Javnaðarfloks-
ins vísir í uppskotinum á,
at tað ikki hevur fíggjarligar
avleiðingar við sær fyri
samfelagið, lúka landið og
Hans Pauli Støm heldur, at vit eiga at tryggja teimum
tímaløntu tryggari arbeiðsumstøður
kommunurnar tey krøv til
mannagongdir, sum eru sett
í uppskotinum.
Uppskotið fer, sambært
Hans Paula Strøm, heldur
ikki at hava fíggjarligar av-
leiðingar fyri privata ar-
beiðsmarknaðin, serstakliga
ikki, um mannagongdirnar
skjótt gerast vanlig vanlig
siðvenja fyri allar partar.
Uppskotið leggur upp til,
at revsað verður við bót,
verða
mannagongdirnar
ikki fylgdar.
Andstøðan rýmdi úr tingsalinum
Framsøgurøðan hjá Tjóðveldisflokki-
num bendi á, at aðalorðaskiftið um
Caragataálitið ikki er eitt aðalorða-
skifti um samgongupolitikk, men um
propaganda, heldur andstøðan á tingi
JOHN JOHANNESSEN
Aðalorðaskiftið í tinginum
í gjár um vinnu- og búskap-
arpolitikk, gjørdist heldur
meira
ørkymlandi
enn
væntað. Eftir at framsøgu-
maður Tjóðveldisfloksins,
hevði havt orðið, kom and-
støðan til ta niðurstøðu, at
talan ikki var um eitt aðal-
orðaskifti
um
politikk
landsstýrisins, men heldur
um propaganda fyri Fólka-
flokkin, og tí gjørdi øll and-
støðan í felag av at rýma av
tingfundinum.
Fund á loftininum
Tá framsøgumaður Tjóð-
veldisfloksins,
Tórbjørn
Jacobsen, hevði havt orðið,
gjørdust andstøðulimir í iva
um, hvat tað í veruleikanum
var, ið varð viðgjørt, og tí
valdu teir at møtast á ting-
húsloftinum at tosa um, hvat
tað var, ið hendi.
Á fundinum á tinghús-
loftinum vóru allir ting-
menn á einum máli um, at
alt bendi á, at bert ein partur
av samgonguni stóð aftan
fyri Caragataáltitið. Og tá
tað í tingskipanini krevst, at
tað er landsstýrið, ið stendur
aftan fyri tey mál, ið koma
í tingið til aðalorðaskiftis,
hildu andstøðulimirnir, at
við grund í verandi støðu,
var ikki grundarlag fyri við-
gerðini
Tískil valdu øll framsøgu-
fólk andstøðunnar at taka
seg av røðaralistanum, rýma
úr tingsalinum og heldur
seta seg at lurta eftir orða-
skiftinum framman fyri
royndarmyndini á skýggj-
anum hjá SvF.
Ráðførdi seg við
umsitingina
Tá
andstøðutinglimirnir
vóru rýmdir av tingfundin-
um gjørdi tingformaðurin
av, at slíta tingfundin eina
løtu, meðan hann ráðførdi
seg við umsiting sína um
málið.
Umsitingin og formans-
skapurin komu til ta niður-
støðu, at viðgerðin var í lagi
samsvarandi tað, sum stend-
ur í tingskipanini, um at
landsstýrið skal standa aftan
fyri tey mál, ið koma til
aðalorðaskiftis í tinginum.
Tískil boðaði tingformað-
urin løtu seinni tinginum
frá, at tingfundurin bleiv
niðurlagdur í døgurðasteðg-
inum, men, at hann varð
tikin upp aftur klokkan
hálvgum tvey seinnapartin.
Tingformaðurin segði í
hesum sambandi við út-
varpið, at hann metti and-
støðuna at hava handlað
ímóti fólkaræðinum, men tó
ætlaði hann sær ikki at bera
tingfólk aftur í tingið. Ting-
formaðurin segði seg vóna,
at andstøðan fór at møta til
fundin eftir døgurða, men
møtti hon ikki, fór hetta ikki
at fáa avleiðingar fyri and-
støðutingfólkini.
Hálvtómur tingsalur
Tingfundurin varð tikin upp
aftur klokkan hálvgum tvey,
sum ætlað, men andstøðan
hevði ikki broytt støðu í
døgurðasteðginum. Tískil
varð hildið fram við við-
gerðini við í einum hálv-
tómum tingsali, har bert
umboð fyri samgonguna
vóru til staðar.
Andstøðan sat framman
fyri sjónvarpinum og lýddi
á orðaskiftið. Hetta segði
hon seg gera, tí hon virðir
fólkaræðið so mikið, at hon
hóast alt vil lurta eftir tí,
sum gongur fyri seg í ting-
salinum.
Andstøðan metti á tingfundinum í gjár, at tað ikki var grundarlag fyri aðalorðaskiftinum um Caragataálitið, og tí
gjørdi hon av at rýma
SEV hevur hug á vatninum
Umboðsnevndin hjá SEV er sinnað at halda fram við
vatnorkuútbyggini, men møguleikarnir fyri vindorku
skulu eisini kannast
EYÐUN KLAKSTEIN
Umboðsnevndin hjá SEV er
heit fyri at halda fram við
vatnorkuútbyggingini
í
Eysturoynni, men nú skulu
kanningar gerast av, hvussu
nógv vindorku kervið hjá
SEV kann taka ímóti.
Fríggjadagin var umboðs-
nevndarfundur hjá SEV, og
á fundinum, sum var ein
eykafundur, legði stýrið
fram eina frágreiðing um
vatnorkuútbyggingina
í
Føroyum.
Umboðsnevndin var væl
nøgd við hesa frágreiðing,
og hon bað stýrið um at
halda fram við arbeiðnum
til mai mánað, tá vanligur
umboðsnevndarfundur
verður. Har verður møgu-
liga onkur avgerð tikin um
framtíðarorkuna hjá SEV.
Kanna vindin
Umboðsnevndin hjá SEV
hevur biðið ein kanningar-
bólk kanna, hvussu nógv
vindorku kervið hjá SEV
kann taka ímóti frá nýggj-
um vindmyllum. Danska
felagið DEFU skal verða til
hjálpar í hesum kanningum.
Vindmyllurnar, sum verð-
a gjørdar í dag, lata allar
minst 600 kilowatt, meðan
tann myllan, sum stendur
uppi í dag, letur 150 kilo-
watt.
Tað ber ikki til at seta
fleiri vindmyllur upp og lata
orkuna til kervið hjá SEV,
tí kervið klárar ikki enda-
leysa orku. Tí skulu kann-
ingar nú gerast av, hvussu
nógv kervið hjá SEV kann
taka ímóti, og hvar tað er
best, at møguligar vind-
myllur verða settar upp.
– Umboðsnevndin hevur
hug at gera meira vatnorku-
útbyggingar, og vindorka
kann eisini koma uppá tal,
heldur
enn
at
brúka
motorar, sigur Hans Tausen
Olsen,
formaður
í
umboðsnevndini hjá SEV,
sum var stak væl nøgdur við
fundin fríggjadagin, har
kjakast var um framtíðina
hjá SEV.
ÓLAVUR Í BEITI
Undir aðalorðaskiftinum í
gjár, tá ið frágreiðingin hjá
vinnumálaráðharranum var
til viðgerðar í tinginum,
segði Finnbogi Arge m.a.
viðvíkjandi lagaligum skatt-
askipanum, at farna mans-
aldur er skattabyrðin í fram-
komnum londum bara vorð-
in alsamt tyngri, men nú
tykist, sum hon fer at lætna
aftur, við tað at hugburðurin
hjá politikarum og veljarum
er við at broytast.
– Mong lond hava nú við-
urkent vansarnar av høgum
skattatrýsti. Breið tvørpol-
itisk undirtøka er fyri at
lækka (serstakliga) vinnu-
skattin til at skunda undir
vøkstur og íløguhug. Eisini
Vinnuskattalóggávan verður endurskoða
Fíggjarmálastýrið hevur tikið stig til, saman við vinnuni og Vinnumálastýrinum, at endurskoða vinnuskattalóggávuna,
so at hon verður meira eggjandi fyri vinnuna, og vinnumálaráðharrin, Finnbogi Arge, ætlar sær at stuðla Fíggjar-
málastýrinum í hesum
í Norðurlondum, sum tykj-
ast serstakliga viðkvom
viðv. fríum flutningi av kap-
itali, og sum vita, at høgt
skattatrýst styggir møgu-
ligar útlendskar íleggjarar.
Úr 49 niður í 12,5%
Og um gongdina í Føroy-
um, segði Finnbogi Arge, at
fyrst í 90-árunum var vinn-
uskattaprosentið í Føroyum
lækkað úr 49 niður í 22%.
Tá var tað næstan 50% í
Norðurlondum. Sum partur
av Norðurlendska skatta-
samstarvinum kundu tey
fata hetta stig sum at mis-
nýta teirra skattarúm. Eftir
samráðing varð føroyska
vinnuskattaprosentið sett til
27%. Stutt eftir lækkaðu
Norðurlond prosentið niður
í nánd av tí føroyska.
– Vinnuskattaprosentið
eigur fyrst at verða lækkað
niður í 20% longu frá 1.
januar 2000. Síðan niður í
12,5%, so skjótt tað er
fíggjarliga og politiskt
møguligt. Fordømi er um
hetta, nú ES hevur loyvt
Írlandi 12,5% frá 2005.
Vanligi inntøkuskatturin átti
at verðið lækkaður mið- og
stigvíst. Ein góður máti er
at bjóða frádrátt fyri at seta
pening í føroysk partabrøv
– beinleiðis ella óbeinleiðis
gjøgnum
felagsgrunnar.
Neyv útrokning eigur at
verða gjørd, hvussu stórur
hesin skattalætti verður, og
nær hann verður settur í
gildi.
Frálandafyritøkur
– Eisini eiga vit at fara at
hugsa um at seta í verk eina
skattaskipan fyri frálanda-
fyritøkur, har keyparar og
seljarar eru uttan fyri Før-
oyar, sum kundi líkst t.d.
teirri íslendsku við 5%
skatti.
– Fíggjarmálastýrið hevur
tikið stig til, saman við
vinnuni og Vinnumálastýr-
inum, at endurskoða vinnu-
skattalóggávuna, so at hon
verður meira eggjandi fyri
vinnuna. Landsstýrismaður-
in í vinnumálum vil stuðla
Fíggjarmálastýrinum
í
hesum, segði Finnbogi Arge
m.a. í frágreiðing síni um
búskaparvøkstur.
Páskastevnan í
Ítróttarhøllini á Hálsi
Eins og undanfarin ár
verður skipað fyri evange-
liskari stevnu um páskir-
nar. Síðani fyrru hevlt at
1980-unum hevur páska-
stevnan skiftandi verið í
Havn og í Eysturoynni.
Endamálið
við
einari
slíkari stevnu er at boða
gleðiboðskapin út til Før-
oya fólk, og har trúgvandi
úr ymiskum meinigheitum
kring landið hava høvi at
verða við til tiltøkini og
uppliva, at Jesus livir.
Til stevnuna í ár verður
Eivind Frøen úr Noreg
annar av høvuðstalaru-
num. Eivind, sum fleiri
ferðir áður hevur vitjað í
Føroyum, ferðast nógv
mllum Skandinavia og As-
ia við felagsskapinum Asi-
aLink. Saman við honum
kemur
eisini
Gordon
Hickson úr Onglandi, sum
eisini var til páskastevnuna
í fjør. Hann hevur áður m.
a. fyriskipað og luttikið í
fleiri møtirøðum í Afrika
saman við kenda týska trú-
boðaranum
Reinhart
Bonnke.
Boðskapurin um pásk-
irnar verður boðaður út á
evangeliskum
møtum,
bíbliutímum og á lov-
songsmøtum. Ungdómur-
in fer eisini at skipa fyri
serligum ungdómskvøld-
um - har ímillum eini kon-
sert við kendum føroysk-
um sang- og tónleikabólk-
um. Fyri børnini verður
eisini eitt serligt tiltak um
páskirnar.
Tað er Meinigheitin í
Hoyvík, ið skipar fyri
stevnuni, sum verður í
døgunum 20. til 24. apríl
2000 í Ítróttar- og Sam-
komuhøllini á Hálsi í
Havn.
Postboks 55 • 110 Tórshavn • Tel. 311036
Stóra
BÓKAÚTSØLAN
Pf. H. N. Jacobsens
Bókhandil
Mikudagin
23. febr.
Sosialurin - 311820