Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-02-23, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. februar 2000síða 4

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindablaðið sosialurin Nr. 37 - 23. februar 2000 6 tíðindablaðið sosialurin Nr. 37 - 23. februar 2000 JAN MÜLLER Føroyingar eru nú aftur farnir at veiða villan laks til útflutnings - eftir ein steðg í skjótt 10 ár. Nú um dag- arnar kom Túgvusteinur hjá reiðaríinum Thor í Hósvík til lands við tí fyrsta laks- inum, eftir at føroyingar í fingu tillutaða eina kvotu uppá 260 tons. Laksurin er longu seldur og tað til metprís. Tað er Baldur í Havn, sum hevur selt laksin eitt nú til USA og liggur nettoprísurin om- an fyri 60 kr. kilo ella væl meira enn tað dupulta av prísinum fyri aldan laks. Túgvusteinur fór út 24. januar og hevur roynt heilt norður móti 200 fjórðinga- markinum og eisini longur suðuri, einar 50 fjórðingar úr landi. Teir høvdu einar 20 setur og er ikki heilt tað stóra komið burtur úr orsakað av veðrinum. Tað hevur verið øgiliga baldrutt. Tað vísti seg tó, at setan næst Føroyum var tann besta. Gunnbjørn Joensen, sum starvast hjá Thor sigur, veiðan hjá Túgvusteini var uppá 5,8 tons. Meðalvektin fyri teir umleið 1400 laks- arnar er 4,3 kilo. Størsti laksurin vigaði 12,1 kilo. Laksurin sær gott út. Tað er greitt, at mong eygu er vend móti hesum fyrsta føroyska laksatúr- inum í skjótt 10 ár. Er talan um eina nýggja laksatíð fyri føroyingar verður spurt? Hjá Thor hava teir drúgvar royndir við laksaveiðu. Túgvusteinur, sum var fyrstur at seta hol á aftur hesar fyri føroyingar fyrr so týðandi vinnu, gavst við laksaveiðuni í mars 1991. Einasta laksaveiðan, sum hevur verið hesi árini, er royndarveiða. Higartil er bert eitt loyvi latið til laksaveiðu. Gunn- bjørn Joensen sigur, at tað hevði verið gott, um eisini onnur loyvi vórðu latin, tí tað hevði gjørt tað lættari at leita. Økið er so vítt og stórt, og tað er ringt at leita einsa- mallur. Í dag eru tað bert føroy- ingar, sum hava loyvi at veiða villan laks í Norður- atlantshavi. Thor søkti ann- ars um tvey loyvi, nú teir hava fleiri skip. Men teir hava so bert fingið ta eina loyvið. Hann sigur annars, at tað nú er at vóna, at føroyingar aftur av álvara seta skjøtil á laksaveiðuna. -Troyta vit ikki laksin nú, so vænti eg, at henda veiða verður slept fyri altíð. Uppá fyrispurning hvussu stovnurin er fyri sigur Gunnbjørn Joensen, at laksurin nú hevur fingið frið í skjótt 10 ár, og tað skuldi givið laksastovninum ein góðan møguleika at verða komin fyri seg. Ein av orsøkunum til at føroyingar góvust við at veiða laks vóru tilboðini hjá frítíðarveiðumonnum í bæði Íslandi og USA um at friða laksin og fyri hetta rindaðu teir stórar upphæddir til teir, sum høvdu loyvi. Tríggir av teimum 1400 laksunum vóru merktir, allir í Noregi. Tá laksaveiðan undir Føroyum var uppá tað mesta var hon oman fyri 1200 tons. Hóast kvotan nú bert er 260 tons, so heldur Gunnbjørn Joensen kortini, at hetta skuldi verið nóg mikið til trý skip. Við Túgvusteini eru sjey mans. Laksurin hjá Túgvusteini er lagdur upp í Kollafirði, har hann verður goymdur í kuldagoysmlu, áðrenn hann skjótt fer víðari til roykingar aðrastaðni. Johan Morten- sen, sum í dag starvast í oljuvinnuni, hevur eina fortíð sum fiskaseljari, og hóast oljuvinnan dregur, so fer stórur partur av frítíðini til gamla yrkið. Hann hevur selt laksin til keyparar í USA. Týsdagin varð Rógvi Mouritsen, bioglogassi- stentur á Fiskirannsókn- arstovuni í Kollafirði saman við sølumanni og reiðara fyri at hyggja eftir villa laksinum. Rógvi Mouritsen, sum hevur drúgvar royndir við og kunnleika til laks, bæði villan og aldan, sigur, at talan er um góðan og sunnan fisk. Laksurin sær út sum hann plagar. Tað er tann vanliga støddin, fitin er tann sami og konditións- faktorurin somuleiðis. Millum villa laksin vil altíð vera aldur laksur eisini. Kortini vóru ikki nógvir av tí slagnum millum teir laksarnar hann sá í Kolla- firði. Rógvi sigur, at tað vit kenna til frá royndarveiðuni miðskeiðis í 90-unum so var umleið 30% av veidda laksinum aldur laksur. Hetta er laksur, sum er sloppin úr nótunum. Hóast lítil munur er á alda og villa laksinum, so fæst nógv hægri prísur fyri alda laksin. Johan Mortensen, sum hevur selt bæði villan og aldan laks, er sera fegin um, at føroyingar eru farnir at fiska laks aftur, tí stórur eftirspurningur er eftir tí villa laksinum. Ein kann siga, at villi laksurin er tann mest umbidni, ikki minst tí hann hevur livað í náttúr- ligum umhvørvi. Hetta er nakað, sum fleiri keyparar og her serstakliga dýr mat- støð geva nógv fyri at fáa hendur á. Johan Mortensen heldur hetta hevur nógv at gera við ta grønu alduna, sum er við at mennast kring heimin. Fólk vanda sær um, hvat tey eta. Hann vísir á, at á sama hátt, sum at fólk eru farin at leggja um bæði royki- og drekkivanar, eru tey eisini farin at hugsa meira um, hvat tey eta, og hvaðani maturin stavar. -Hetta er eitt 100% nátt- úrprodukt, sum nógvir keyparar vilja geva sera høgan prís fyri, og eg haldi, at vit føroyingar eisini eiga at leggja okkum eftir hesi rókini, sum er partur av tí vistfrøðiligu - økologisku - bylgjunar, sum er við at fara um allan heim. Fyrsti villi føroyski laksurin í skjótt 10 ár fær metprís Fyri fyrstu ferð í níggju ár hava føroyingar aftur veitt villan laksan á opnum havi til vinnuligt endamál. Gravgangur er eftir villa laksinum, sum hevur ein prís oman fyri 60 kr. kilo netto ella meira enn tvífalt prísin á aldum laski Gunnbjørn Joensen, reiðari, Rógvi Mouritsen, frá Fiskirannsóknarstovuni og Johan Mortensen, sølumaður við tí fyrsta villa føroyska laksinum, sum er veiddu í skjótt 10 ár til útflutnings Mynd Jan Müller Fara at býta pengar út í komandi mánaði ÁKI BERTHOLDSEN Strandferslan bíðar og Suð- uroyar Sjúkrahús bíðar. Og tað eru onnur, sum eisini bíða. Tað eru fleiri almennir stovnar sum hava gjørt vart við, at tað er avgerandi neyðugt, at teir fáa meiri pening í ár fyri at fáa tað at mala runt, tí tað, sum tey fingu á fíggjarlógini fyri í ár, strekkir ikki til. Men tey mugu øll bíða í tolni eitt sindur enn. Tí tað verður ikki fyrrenn í næsta mánaða, at Karsten Hansen, fíggjarmálaráð- harri, fer at leggja uppskot fyri tingið um at eykajátt- anir. Karsten Hansen, fíggjar- málaráðharri, sigur, at í ár er ætlanin at sleppa undan at enda í somu støðu, sum í fjør, tá ið ein hópur av eyka- fíggjarlógum vórðu lagdar fyri tingið. Tí er tað gjørt av, at í ár verða tað bara tríggjar eyka- fíggjarlógir lagdar fyri ting- ið. Hetta varð boðað frá longu í heyst. Og tann fyrsta av hesum verður løgd fram í komandi mánaði. Fíggjarmálaráðharrin sig- ur, at seinasta vikuskiftið var freistin úti at koma við Strandferðslan, sjúkrahús og onnur, sum hava brúk fyri meiri peningi í ár, mugu brynja seg við toli, tí uppskot um eykajáttan verður ikki løgd fyri tingið heilt enn umbønum um eykajáttan til hesa lógina. Hann er ikki beint nú greiður yvir, hvussu nógv ynski eru komin inn. Men nakað liggur tó fast, og tað er, at umbøn er um at játta Strandferðsluni einar sjey milliónir krónur, so at hon ikki steðgar upp í ár. Somuleiðis er tað greitt, at umbøn er frammi um at flyta sleppa at flyta 700.000 krónur av játtanini til rakst- urin á Suðuroyar Sjúkra- húsi, til lønir fyri at avmarka avleiðingarnar av teimum skerjingum, sum eru gjørdar á lønarjáttanini. Um talan so harafturat verður um at játta Suður- oyar Sjúkrahúsi fleiri pen- ing er enn óvist. Men Karsten Hansen sig- ur, at tað verður arbeitt við málinum og hann sigur, at roynt verður sjálvandi at finna eina loysn, sum allir partar kunnu vera nøgdir við, sum hann málber seg. Men, hvat hann meinar við, vil hann ikki útgreina. Karsten Hansen sigur, at nú verða allar umbønirnar lagdar fyri landsstýrisfund, saman við einum tilmæli frá honum sjálvum. Og ætlanin er so at leggja eykafíggjarlógina fyri ting- ið fyrst í komandi mánaði. Skulu ikki økjast Men fíggjarmálaráðharrin sigur, at hóast ætlanin er at játta summum økjum fleiri pening, leggur hann stóran dent á, at talan verður ikki um at økja útreiðslurnar á fíggjarlógini. – Tað er ógvuliga umráð- andi at vit hava tamarhald á útreiðslunum og ikki geva ov leysar teymar. Hann sigur, at hann tí fer at leggja dent á, at skulu summi øki hava meir, skal peningurin takast frá øðrum økjum. – Og kann ein landsstýr- ismaður ikki finna peningin, hann skal brúka meiri til okkurt øki hjá sær sjálvum, á onkrum øðrum øki hjá sær sjálvum, má hann „læna“ frá einum øðrum landsstýr- ismanni. Tað er kortini Løgtingið, sum hevur avgerðandi orð- ið, leggur hann afturat. – Men fíggjarlógin er nógv hækkað seinastu árini, ikki minst á almanna- og heilsuøkinum og tað ber ikki til, at vit blíva við at hækka hana. Ikki rætti mátin Annars dámar Karsten Han- sen ikki hendan mátan, sum mangan verður brúktur nú á døgum fyri at kroysta meiri pening burturúr lands- kassanum. – Í løtuni síggja vit alt ov ofta, at farið verður útum tey ymsu stýrini, beint í fjølmiðlarnar og til ting- menn við hóttanum um uppsagnir og aðrar avleið- ingar og tað hjálpir oftani. – Men tað er avgjørt ikki nøktandi, tí tað forðar okk- um at leggja eina heildar- ætlan, sigur Karsten Han- sen. Søgan um vindeygað Vatnsoyrar Snikkaravirkið skipar í hesum døgum fyri átaki í Vágum, har m. a. verður greitt frá søguni hjá H-vindeyg- anum SVEINUR TRÓNDARSON Í gjár, í dag og í morgin skipar Vatnsoyrar Snikkar- avirkið fyri átaki á Hotel Vágum. Tiltakið er stórt - ikki færri enn 160 virkir og per- sónar eru boðin við og tí hava fyrireikararnir valt at halda tiltakið tríggjar dagar. Tá verður nevniliga rúmd fyri øllum. Í gjár vóru fjølmiðlarnir bodnir at vera vælkomnir saman við timburhandlum. Í dag er túrurin komin til arkitektarnar og byggifrøð- ingarnar og í morgin standa byggimeistararnir fyri tørni. Fyri nógvum árum síðani byrjaði Vatnsoyrar Snikk- aravirkið við H-vindeygan- um og tað er í hesum sam- bandi, at teir skipa fyri til- takinum, sum er ein gjøgn- umgongd av søguni hjá vindeyganum. Fleiri fyrilestrar verða hildnir og m.a. fer Gunnar Hoydal at hugleiða um gluggar, flas og vindeygu í føroyskari bygging. Eisini fer Helge Havnes, sum er leiðari á menningar- deildini hjá Spilka as í Åle- sund at greiða frá uppruna- num til svingvindeygað og fyrimunirnar við nýggja profilinum. Djóni Ziska, leiðari á Før- oya Termovirki í Tórshavn, fer at greiða frá fyrimunu- num við orkurútunum í mun til vanligar termorútar. Umframt at halda fyri- lestrar á Hotellinum, verður eisini ein rundtúrur á Vatns- oyrar Snikkaravirkið og hjá Føroya Glugga í Miðvági. Hóast nógv er á skránni, er eisini pláss fyri at gestir- nir fáa sær ein bita og tí skipa vertirnir eisini fyri. Aftaná náttverðan, sum verður klokkan 18.00, verð- ur farið aftur til húsa. Tað kann tykjast løgið, tá sagt verður, at fiskurin, ella rætturin til at fiska, er fólks- ins ogn. Tí tá ið ein reiðari kann fá fiskidagar uttan at hava goldið fyri teir, so dugi eg ikki at skilja, hví teir skulu eiga dagarnar og selja teir, sum teimum lystir. Teir siga, at skipini verða virð- isleys, um teir ikki eiga fiskidagarnar. Men tað er jú skipið, sum skal hava fiski- Fiskidagabankin loyvi fyri at fáa fiskidag- arnar, og ikki maðurin ella reiðarin. Sum nú er, kann ein skipaeigari selja skipið og eiga rættin til at selja fiski- dagarnar til onkran, sum kanska ætlar at byrja av nýggjum. Og hettta kann hann gera í 10 ár. Soleiðis eigur tað ikki at vera. Búskaparráðið kom við einum uppskoti um fiski- dagabanka. Uttan at vera samdur við Búskaparráðn- um, so haldi eg, at orðið banki kann brúkast. Soleiðis at skilja, at teir, sum fáa fiskidagar úr hesum banka, eiga at fáa so mangar, sum teimum tørvar. Eru tað fiski- dagar, sum ikki verða brúktir, skulu teir koma aft- ur í bankan, sum so aftur kann lata hesar óbrúktu dag- arnar til teir, sum mangla dagar. Og tað skal ongantíð verða goldið fyri dagarnar. Um ein eigari gevst, kann hann selja skipið við fiski- loyvi, tí tað skal fylgja við skipinum, sum so fær fiski- dagar úr fiskidagabankan- um. Vit síggja tað best, hvussu tað gongur við Ís- landskvotuni. Tað er fiskur, sum vit fáa fyri einki frá íslendingum. Kvota verður býtt út á so og so nógvar bátar. Summir eru hugagóð- ir og fara avstað og fiska sín part upp. Teir kundu hugsað sær størri kvotu, men fáa tað ikki, tí tað eru bátar ímillum, sum ikki fara til Íslands at fiska. Men hes- ir, sum ikki fara, eiga kvot- una. So um nakað skal fáast aftrat hjá teimum, sum veru- liga fiska undir Íslandi, noyðast teir at keypa frá teimum, sum ikki tíma yvir. Ja, tað er onkur bátur, sum fyri fleiri árum síðan var til fiskiskap undir Íslandi, men sum nú bara trolar undir Føroyum. Hann kann selja Íslandskvotu á hvørjum ári. Jákup A. Joensen Eiði Viðmerking: Bjargaðu lívinum á 70 ára gomlum manni Emma Heinesen og bróðir hennara, Finn Petersen, bjargaðu fyrradagin lívi- num á einum 70 ára goml- um manni í Klaksvík. Maðurin var dottin á sjógv við bátabrúgvarnar, og tá tey bæði systkini komu til, var maðurin longu druknaður. Men Emma, ið er út- búgvin ferðaleiðari, og tí- skil eisini hevur prógv í fyrstu hjálp fekk lív í aftur mannin við and geva hon- um kunstigan andadrátt. Maðurin varð fluttur og Klaksvíkar Sjúkrahús og livir nú væl. Finn Petersen og Emma Heinesen bjargaðu fyrradagin lívinum á einum 70 ára gomlum manni í Klaksvík Mynd: Dávur Winther