Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-02-23, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. februar 2000síða 5

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindablaðið sosialurin Nr. 37 - 23. februar 2000 8 tíðindablaðið sosialurin Nr. 37 - 23. februar 2000 Føroya Lærarafelag mælti limum sínum frá at luttaka á einum fundi um breytir, sum skúlin á Argjum skipaði fyri mánakvøld- ið. Forkvinna felagsins sigur, at talan er ikki um nakað tiltak sum so í samband við sáttmálasamráðingarnar, men bert eina tilráðing DAGFINN OLSEN Mánakvøldið skuldi skúlin á Argjum skipa fyri kunn- andi fundi fyri foreldrum um framhaldsdeild og breytir. Men Føroya Lærarafelag heitti á limir sínar um ikki at luttaka, fyrr enn viður- skiftini hjá felagnum eru komin á pláss í samband við sáttmálasamráðingarnar. Elsa Birgitta Petersen, forkvinna í Lærarafelagn- um, sigur, at talan er ikki um, at felagið nú setur tiltøk í verk. - Vit hava bert mælt lim- um okkara frá at luttaka á fundum. Hetta hevur við ar- beiðstíðina at gera og er Ræður limum frá at luttaka á fundi Eitt ross og annað út at ferðast Gríma leikar nú aftur barnaleikin »Eitt ross og annað«. Umframt at leika fyri børnum í Havn, verða eisini almennar sýningar í Havn og ætlandi verður eisini farið á bygd við leikinum DAGFINN OLSEN Gríma er aftur farin undir at leika barnaleikin „Eitt ross og annað“, sum Änneli Mäkelä hevur skrivað. Frá fundi millum Føroya Lærarafelag og lønar- deildina hjá Fíggjarmála- stýrinum. Í gjár hittust partarnir til týðandi fund, men einki kom burturúr Mynd: Jens Kristian Vang Birita Mohr týddi. Hetta er leikur um eitt áarross og eitt ross. Eina er klænt, hitt tjúkt. Bæði tykjast væl nøgd við seg sjálvan, til tey hittast. Áarrossið heldur, at øll ross, sum eru í ánni, eiga at vera feit.Tey eru dovin og rund og flóta á feittinum. Rossið metir, at øll ross eru fim og sterk og kløn. Men so hittast tey. Rossið er ikki við uppá at svimja. Tað endar við, at áarross- ið vil gerast klænt og rossið byrjar at eta. Tó eydnast hetta ikki so partur av tí, ið verður lagt eyka oman á lærarastarvið. Vit hava bert rátt teimum frá at luttaka, til viðurskift- ini eru komin á pláss, so er tað upp til teir sjálvar, um teir luttaka ella ikki, sigur forkvinnan í Føroya Lær- arafelag. Skúlastjórin á Argjum, Mortan Dalsgarð, ætlaði mánadagin at hava fundin. Hann væntaði ikki, at lær- arar luttóku, men ætlaði sjálvur at hava fundin fyri foreldrunum, tí nú hevði hann biðið tey komið á fund. Tíðindini um áheitan fel- agsins til limirnar hevði hann júst fingið, tá blaðið prátaði við hann klokkan 14:30 mánadagin. Tann 1. mars hevur Før- oya Lærarafelag lýst ar- beiðssteðg og blokadu, um semja ikki er funnin í sátt- málasamráðingunum mill- um Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálastýrið. Ikki er greitt, hvussu aðrir skúlar fara at gera viðvíkj- andi kunnandi fundum. Stjórarnir har hava havt longri tíð at umráða seg, enn stjórin á Argjum, men tað eydnaðist okkum ikki at fáa orð á nakran skúlastjóra, áðrenn blaðið fór til prent- ingar. Arbeiðssteðgurin nærri enn nakrantíð Einki kom burturúr fundinum millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálastýrið í gjár og nú koma semingsmenn uppí. – Fíggjarmálastýrið vil ikki samráðast, sigur forkvinnan í Føroya Lærarafelag DAGFINN OLSEN - Fíggjarmálastýrið vil slett ikki samráðast, sigur Elsa Birgitta Petersen, tá hon verður spurd um, hvat trup- ulleikin í samráðingunum er. - Teir koma við sínum krøvum, men vilja ikki hyggja uppá okkara krøv. Teir hava avgjørt, at tað skal bert tann karmurin yvirum borðið, sum hini fakfeløgini hava fingið. Tað er sum so í lagið við okkum, men teir krevja, at meira álagda ar- beiðið, sum nýggja fólka- skúlalógin krevur, skal gjaldast av hesum karmin- um, men tað ger hann bara ikki, sigur Elsa Birgitta Pet- ersen, forkvinna í Føroya Lærarafelag. festir Elsa Birgitta Petersen. - Nógv virksemi hevur verið, hóast latið hevur ver- ið sum um einki hevur ver- ið, sigur forkvinnan í Lær- arafelagnum og sipar til, at nógv korridorvirksemi hev- ur verið, men einki kemur burturúr. Lærarafelagið prentar nú blað at bera í hvørt hús í Føroyum, fyri at greiða frá støðu felagsins og ætlandi verður tað borið út hósdagin og í útjaðaranum fríggja- dagin. - Einki kemur burturúr, so nú má bara bera ella bresta, sigur forkvinnan í Føroya Lærarafelag, Elsa Birgitta Petersen. - Vit skilja, at Undirvís- ingar- og Mentamálastýrið sigur, at meira arbeiði er ikki komið við lógini, hóast teir fundast dúgliga um, hvussu tíðin skal leggjast tilrættis. Fíggjarmálaráð- harrin hevur eisini gjørt greitt, at eingir pengar koma, sigur Elsa Birgitta Petersen og leggur afturat, at koma eingir pengar, so má lógin broytast. - Verkfall er nærri nú enn nakrantíð, men vit fáa at síggja, sigur forkvinnan í Lærarafelagnum Nú arbeiðir felagið við at finna semingsmenn og at orða eitt tíðindaskriv. Eisini eru boð send til limirnar og felagið ætlar nú at ráðføra seg við sakførara. - Vit hava roynt og vit hava givið okkum.Vit hava givið teimum 1/2 ár. Okkara partur liggur ikki eftir, stað- dagin klokkan 16 eru al- mennar sýningar, har øll eru vælkomin. Gríma vónar tá eisini at síggja børn, sum ikki eru í skipaðari dagrøkt. Í mars verður farið á bygd við leikinum. Tá verður spælt fyri børnum í dagrøkt og fyri skúlabørnum til og við 5. flokk. Tó vónar Gríma, at eisini børn, sum ikki eru í skipaðari dagrøkt koma at hyggja. Foreldrini kunnu seta seg í samband við skúlarnar ella ringja til Grímu. Ria Tórgarð leikstjórnaði, Barbara í gongini gjørdi búnarnar og Hans Pauli Tórgarð tónleikin saman við teimum leikandi. væl, tá tey hava býtt leiklut og tey semjast um, at tey eiga ikki at vera øðrvísi, enn tey eru í veruleikanum. Børnini við Sera skemtiligt er at vera við til framførslurnar, tí børnini luttaka virkin og áhugað við rópum og til- mælum. Tey liva við og tað sleppa tey eisini. Birita Mohr og Katarina Nolsøe, ið leika, duga óføra væl at fáa børnini við. Ross út á bygd Í løtuni spælir Gríma leikin á Meiarínum fyri børnum í dagrøkt og skúlum í Havn. Leygardagin og sunnu- Myndir: Álvur Haraldsen Børnini eru áhuga og koma við tilmælum, tá Gríma leikar „Eitt ross og annað“ – Játtanin ov lítil til umvælingar Fyri trimum árum síðani fekk Lands- sjúkrahúsið eitt tilmæli um at gera á- vísar broytingar fyri at bøta um bruna- trygdina. Enn er einki av hesum til- mælum sett í verk og leiðslan sigur, at orsøkin er væntandi játtan. – Vit hava ikki neyðugu játtanina til at gera broytingarnar, siga Jógvan Elias Thomassen, virkandi stjóri og Suni Rasmussen, tekniskur leiðari SVEINUR TRÓNDARSON Tað er leiðslan á Lands- sjúkrahúsinum, sum hevur ábyrgdina av, at brunatrygd- in í húsinum er á einum lík- inda støði. Fyri trimum árum síðani gjørdi Dansk Brandteknisk Institut vart við, at bruna- trygdin á Landssjúkrahúsin- um, eftir teirra fatan, ikki var nóg góð, og teir mæltu tí til ymsar broytingar, sum kundu bøtt munandi um trygdina. Kortini er ikki eitt einasta av hesum tilmælum sett í verk og vit hava tí spurt leiðsluna á Landssjúkrahús- inum um orsøkina til tað. Peningatrot – Fyrst av øllum vil eg siga, at tað ikki skortar upp á vilja frá okkara síðu at seta til- mælini í verk, sigur Jógvan Elias Thomassen, sum er virkandi sjúkrahúsleiðari. – Men orsøkin er tann, at játtanin hjá okkum verri enn so er nóg stór til at vit kunnu seta tilmælini í verk, leggur hann afturat. Hann greiðir frá, at sum støðan er í løtuni hevur Landssjúkrahúsið trupult við at fáa játtanina at hanga saman, og at tað als ikki er rúm fyri eyka útreiðslum, sum til dømis hesum. – Men vit vita av trup- ulleikanum og hava gjørt vart við hann. Saman við Jógvan Eliasi situr Suni Rasmussen, sum er tekniskur leiðari. Hann greiðir frá, at tað er sera torført, at fáa viðlíkahalds- og umvælingarætlanirnar á sjúkrahúsinum til at hanga saman, tá ein ikki veit, um peningur verður tøkur næsta ár. – Vit gera eina langtíð- arætlan fyri umvæling og viðlíkahald, men tað hendir meiri enn so, at eingin pen- ingur er til umvælingar árið eftir og tá kemur meiri enn so fyri, at eitt arbeiði stend- ur í hálvum gekk, sigur Suni Rasmussen og vísir á trapp- utornini á B74 og B75. Ætlanin var at umvæla bæði tornini, men tað skuldi gerast í hvør sínum ári, men fyri at spara pening var alt tilfarið keypt í einum. Fyrra tornið varð gjørt liðugt, men tá farið varð undir næsta árið vóru eingir pengar tøkir til tað arbeiði. – Tískil hava vit tilfar liggjandi til arbeiði, men vit hava ikki pengarnar tøkar at gera arbeiði fyri, greiða teir báðir frá. Verða troðkað burtur Trupulleikin við langtíðar- ætlanunum á Landssjúkra- húsinum er tí, at tað altíð stingast nýggjar átroðkandi uppgávur fram um hinar, sum vóru so týdningarmikl- ar í fjør, greiða teir báðir frá. – Tað er eingin sum skal ivast eina løtu í, at vit ikki halda, at brunatrygdin hevur sera stóran týdning, men vit fáa eisini onnur krøv, til trygd og viðlíkahald, sum kosta nógvan pening. Krøv, sum, í ávísum førum, skulu gerast alt fyri eitt. Í ár, er stóra takið at um- væla lyftina. Hon skal um- vælast fyri umleið 2 mió. krónur. – Og tá tað er brúkt er næstan einki eftir á tí konto- ini, sigur Suni Rasmussen. Sera ódámligt Suni sigur, at tað tí er upp- aftur torførari at umsita við- líkahaldi á sjúkrahúsinum, sum nærmast forfellur ár undan ári. – Tað er sera ódámligt at sita og umsita á henda hátt, tí vit vita at trygdin er ikki nøktandi. Bygningarnir krevja við- líkahald, sum teir ikki fáa og tað hevur við sær, at teir skulu hava ein ordiligan umgang fyri at koma upp á eitt líkinda støði, sigur Suni. Hann greiðir frá, at tað er gjørd ein meting av einum parti av sjúkrahúsinum, sum sigur, at skal tann eini bygn- ingurin lyftast upp á eitt støði, sum svarar til júst tann bygningin í dag, so skal hann umvælast og ren- overast fyri góðar 50 mió. krónur. – Og tað er bara tann eini bygningurin. Vit fáa um ikki so langa tíð at vita, hvat tað fer at kosta at renovera allar bygningarnar, og tá eru teir framhaldandi ikki nýggir. Bara dagførdir, sigur Suni, sum heldur, at henda mynd- in vísir, at tað er meiri enn torført at geva pláss fyri øðr- um enn tí dagliga. Meginparturin lønir Eins og hjá flestu almennu stovnum fer størsti parturin av játtanini hjá Lands- sjúkrahúsinum til lønir. – Játtanin hjá okkum í ár er góðar 230 mió. krónur. Taka vit 1999 sum dømi, fóru góðar 190 mió. krónur til lønir og tá er ikki ein króna goldin til olju og el og annað. Tí er tað meiri enn torført at fáa tað at hanga saman, sigur Jógvan Elias Thomassen. Teir halda báðir, at tað átti verið settur ein fastur partur av til viðlíkahald, soleiðis at bygningarnir vóru tryggj- aðir móti »forfalli«. – Aðrastaðni verður sagt, at viðlíkahaldið fyri hvønn fermetur er góðar 130 krón- ur. Her heima er tað uttan iva nakað væl hægri, kanska einar 200 krónur fyri fer- meturin, og í okkara føri hevði tað havt við sær, at vit skuldu sett uml. 8,4 mió. krónur av til viðlíkahald, sigur Suni Rasmussen. Kann gerast vandamikið Uttan at tað skal misskiljast er niðurstøðan, av prátinum við teir báðar, at gongdin, sum landssjúkrahúsið hevur verið inni í í fleiri ár, kann gerast vandamikil. Væntandi viðlíkahald og væntandi brunatrygd kunnu gera at tað heila steðgar upp, verður peningur ikki settur av til broytingar og ábøtur. Frágreiðingin frá Dansk Brandteknisk Institut sigur, at hóast trygdin ikki er lág, eiga ábøtur at verða gjørdar, serliga fyri at betra um sjúklingatrygdina. Og hóast myndugleikar- nir vit av tí, tykist vera meiri enn trupult hjá Landssjúkr- ahúsinum at fáa játtað so mikið av peningi, at tað ber til at halda bygningarnar við líka. Tilbúgvingarætlan gerast nú Hóast tað er nógv í frágreiðingini, sum kostar pengar, so er kortini eitt øki, sum ikki kostar stórvegis, men, sum kortini ikki er avgreitt. Tað er tilbúgvingarætlan- in fyri sjálvt Landssjúkra- húsið. Í tilbúgvingarætlanini skal útgreinast hvør hevur ábyrgdina av hvørjum um eldur kemur í, ella okkurt annað óhapp hendir, og hon er ein góð hjálp bæði fyri starvsfólki og fyri sjúkling- arnar. Jógvan Elias viðgongur, at her hevur sjúkrahúsið verið eftirbátur, men hann sigur eisini, at her skal broyting koma í. – Vit hava ikki slept trygdini upp á fjall, tí vit hava havt nógv fólk á brandskeiði. Men tað er rætt, at vit hava onga til- búgvingarætlan fyri sjálvt sjúkrahúsið og hon skal fá- ast upp á pláss sum skjótast, sigur Jógvan Elias Thom- assen, virkandi sjúkrahús- leiðari at enda. – Vit fáa ikki bøtt um trygdarviðurskiftini á Landssjúkrahúsinum, so leingi sum vit ikki fáa peningin til endamálið, sigur Jógvan Elias Thomassen, virkandi sjúkrahúsleiðari Mynd: Jens Kristian Vang Tiltakið er skipað sum ein seinraparts ráðstevna, skriv- ar Vinnuhúsið í tíðinda- skrivi. Føroya Arbeiðsgev- arafelag ætlar at tiltakið, har eitt virki, ið hevur útint nak- að serligt og sum gongur væl, verður kosið sum »árs- ins virkið«, skal vera aftur- vendandi. Endamálið við hesum er, at menna vinnu- Ársins virkið 2000 kjósast Fríggjadagin 7. apríl skipar Føroya Arbeiðsgevarafelag fyri einum vinnudegi, har m.a. ársins virkið verður kosið ligan hugburð og at økja virðingina fyri vinnuni, hjá myndugleikunum og van- liga borgarinum. Á ráðstevnuni, sum verð- ur karmur um kjósanina av ársins virkið, verða áhuga- verdir fyrilestrar — bæði við kendum føroyskum vinnulívsfólki og einum sera kendum útlendskum vinnulívsfólki. Tiltakið end- ar við, at „ársins virkið“ verður kosið, og fær heið- ursløn handaða av lands- stýrismanninum í vinnu- málum. Ráðstevnan endar við einum døgverða fyri lut- takarunum. Asger Aamund gestur Útlendski gesturin er danski vinnulívsmaðurin Asger Aamund, ið er sera kendur innan danska vinnulívið og frá fjølmiðlunum, m.a. tí hann hevur markantar meiningar, og tí hann dugur at siga tingini á ein einfald- an og greiðan hátt. At standa fyri verkætlan- ini er sett ein dómsnevnd, og í henni sita: Arne Poul- sen, aðalstjóri í Vinnumál- astýrinum, Kjartan Kristi- ansen, stjóri á Menningar- stovuni, Janus Petersen, stjóri í Føroya Banka, Marner Jacobsen stjóri í Føroya Sparikassa, Bergur Poulsen stjóri á Havsbrún og Jan Mortensen stjóri í Vinnuhúsinum. Tiltakið verður ikki al- ment, men fyri fólki úr vinnulívinum og virkis- leiðslur. Tiltakið verður nærri lýst í bløðunum, og innbjóðingar verða sendar til virkir, sum eru limir í feløgunum í Vinnuhúsinum, verður sagt í tíðindaskrivi- num.