mánadagur 10. desember 2007síða 33
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 239 - 10. desember 2007
33
Stutt Sagt
Fangar
lógu eftirá
Minst 15 fangar doyðu í
einari ógvusligari fanga
uppgerð í einum fongsli í
Venesuela um vikuskiftið.
Ófriðurin kyknaði leyg
ardagin, tá tveir bólkar av
fangum brustu saman við
bæði skammbyrsum og
knívum. Fongsulsleiðslan
sendi boð eftir hermonnum
úr tjóðarhirðini, og tað
eydnaðist teimum at fáa
tamarhald á støðuni. Men
tá høvdu minst 15 fangar
latið lív. Fyri fýra mán
aðum síðani vóru leiðarin
og varaleiðarin í hesum
sama fongslinum, sum
hevur 900 fangar, skotnir.
Rúmdar-
ferð útsett
Amerikanska
rúmdar
ferjan Atlantis skal út til
altjóða
rúmdarstøðina
ISS, men tað gongst illa
at fáa ferjuna avstað.
Upprunaliga
ætlaði
NASA at senda ferjuna
avstað seinasta hósdag,
men tá var veðrið ikki til
vildar, og tí bleiv ferðin
útsett til leygardagin. Men
tá bar heldur ikki til at
senda ferjuna út í rúmdina,
tí trupulleikar vóru við
einum neyðmotori, og nú
er ferðin útsett til 2.
januar. Hesaferð skulu
sjey fólk úr USA, Týsk
landi og Fraklandi við
Atlantis, og ørindini eru
at seta evropeisku rann
sóknarstøðina Columbus
umborð á ISS.
Skiparin
fullur
Fríggjadagin rendi russ
iska farmaskipið South
Michelle á land nærhendis
Assens á Fyn. Dagin eftir
kunngjørdi reiðaríið, sum
er danskt, at russiski
skiparin
hevði
fingið
sekkin, tí hann hevði
drukkið seg fullan, eftir at
skipið var farið á land.
South Michelle, sum er
2.856 tons til støddar, var
á veg inn til Assens, tá tað
fór á eitt sandriv. Leyg
ardagin bleiv skipið togað
av sandrivinum. Tað vísti
seg, at skipið hevði ikki
fingið nakran skaða, so
tað fór aftur í sigling
beinanvegin.
Men
við
øðrum skipara.
SAMBAND
árNi joeNSeN
fArtekSt@MAil.Dk
- Eg kenni tað sum mína skyldu at stuðla Barrack Obama,
tí hann er tann rætti til forsetaembætið
(Oprah Winfrey)
útlond
Um vikuskiftið
komu 18.500 fólk
á veljarafund hjá
Barrack Obama,
men tað var tó
ikki hann, sum var
høvuðspersónurin
Á Guð, har er hon! Hygg!
Fólk tustu av húsum um
vikuskiftið, tá demokratiski
senatorurin Barrack Obama
helt veljarafund í statinum
Iowa. Tá dyrnar fóru aftur,
vóru ikki færri enn 18.500
fólk komin á fundin, og so
nógv fólk hava ikki verið á
veljarafundi í Iowa í hesum
valstríðnum fyrr.
So kom høvuðspersónurin
á pallin ikki Barrack
Obama, men sjónvarps
kvinnan Oprah Winfrey,
sum av álvara er farin at
hjálpa Obama í dystinum
við Hillary Clinton.
Stundum eri eg hørm
um tað, sum hendir í landi
okkara, og tí kenni eg tað
sum eina skyldu at styðja
mannin, sum eftir mínum
tykki
hevur
eina
heilt
nýggja kós til Amerika,
segði Oprah Winfrey. Meiri
fekk hon heldur ikki sagt
fyri fagnaðinum frá teirri
stóru áhoyrarafjøldini.
Tíðin er komin, til at vit
fáa ein svartan forseta, rópti
sjónvarpskvinnan, tá hon
aftur fekk ljóð.
Oprah Winfrey er uttan
iva ein av teimum kvinn
unum, sum hava sera stóra
ávirkan á amerikanarar, men
eygleiðarar ivast í, hvat
Barrack Obama veruliga
kann fáa burtur úr hjálp
hennara. Teir vísa á, at
Oprah Winfrey hevur ikki
serliga stóra ávirkan á
kallkynið, og tá tað serliga
eru menn, sum atkvøða á
uppstillingarvalunum
í
USA, er týdningur hennara
avmarkaður, halda eygleið
ararnir.
Um
vikuskiftið
kunngjørdi
norski
forsætisráðharrin, Jens Stoltenberg, at
stjórnin fer at játta tríggjar mia. krónur um
árið í trý ár til at bjarga regnskóginum á
Jørðini. Samstundis skal eitt altjóða stýri
veljast til at umsita pengarnar. Nú hava
norskir
umhvørvisfelagsskapir
mælt
stjórnini til at lata fyrrverandi forsætis
ráðharran Gro Harlem Brundtland leiða
stýrið, og Jens Stoltenberg segði í gjár, at
hann fer at tosa við Gro um málið. Gro
Harlem Brundtland er í dag ráðgevi hjá ST
í veðurlagsmálum.
Umleið 9.000 fólk
royna at taka upp
oljuna, sum rann
úr tangaskipinum
Hebei Spirit og inn
á suðurkoreonsku
strondina, har hon
ger óbótaligan skaða
Tað fer at taka minst tveir
mánaðir, áðrenn vit hava
fingið ta seinastu oljuna
burtur hiðani, og tað fara at
ganga nógv ár, áðrenn nát
túran kemur aftur í rættlag,
sigur suðurkoreanski olju
málaráðharrin Kang Moo
hyun.
Síðani fríggjadagin hava
túsundtals hermenn, um
hvørvisfólk og sjálvboðin
runnið aftur og fram við
spannum og baljum, men
uppgávan at taka meiri enn
10.000 tons av olju upp er
stór. Myndugleikarnir siga,
at oljan hevur dálkað meiri
enn
40
kilometrar
av
eysturstrondini, og at ein
150 kilometrar long oljuál
toyggir seg frá landi og til
havs.
Suðurkoreanska stjórnin
kunngjørdi í gjár, at tað
dálkaða økið er vanlukku
økið, og tað ber millum
annað í sær, at fiskimenn,
alarar og onnur, sum missa
inntøku orsakað av dálk
ingini, fáa rætt til stuðul frá
tí almenna.
Oljudálkingin er tann
ringasta í suðurkoreonsku
søguni. Ein onnur stór van
lukka var í 1995, tá 5.000
tons av olju róku inn á
strondina
har
suðuri
í
landinum.
Tekur nógv ár at bøta skaðan
Nógvur sjófuglur heldur til á leiðini, har oljan rekur inn á land, og nógvir fuglar eru longu deyðir
Oprah gevur amerikanarum
Obama-fepur
-Barrack Obama er tann rætti forsetin, segði Oprah Winfrey á veljarafundi í Iowa leygardagin
Aftur boð eftir Gro