mánadagur 10. desember 2007síða 34
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
34
Nr. 239 - 10. desember 2007
tíðindi
Leygardagin varð
skipað fyri stór
fingnari móttøku í
Losjuni í samband
við, at hetjurnar frá
GBOB finaluni komu
aftur til Føroyar
Móttøka
Orð&myndir: gota.fo
Gøta:
Nakað
seinkaðir
komu teir fimm úr Boys in
a Band fram og fagnaðurin
var stórur í tí ovurfyltu Losj
uni við Gøtugjógv.
Boysarnir umboða tríggj
ar bygdir í Eysturoynni –
Gøta, Leirvík og Eiði og
sjálvandi
stóðu
tríggir
stoltir borgarstjórar og tóku
ímóti.
Fyrstur at taka orðið var
Hans Mourits Foldbo, borg
arstjóri í Gøtu, sum bjóðaði
vælkomin. Honum á baki
kom Fríðgerð Heinesen,
borgarstjóri í Leirvík, ið
ynskti teimum til lukku við
sigrinum og røddi um týdn
ingin av einum virknum
mentanarvirksemi í økinum
og tey frálíku avrik, sum
hetta hevur havt við sær
seinnu árini.
At enda helt Tordur Nicla
sen, borgarstjóri á Eiði og
pápi ein av limunum í bólk
inum, røðu har hann røddi
um mangt og hvat. Røðan
hansara var bæði skemtilig
og rørandi.
Eftir at teir tríggir borg
arstjórarnir høvdu havt orð
ið, takkaði forsangarin, Pæt
ur Zachariassen fyri við
nøkrum vælvaldum orðum.
Fleiri gávur blivu hand
aðar. Millum annað fingu
limirnir hvør sítt gávukort
frá Tøting og eisini handaði
Julia Lamhauge teimum
gávu
frá
Gøtu
Tónlistarskúla. Hon greiddi
eisini frá týdninginum, sum
orkestrið Boys in a Band
hevur sum fyrimynd hjá
ungu leikarunum, ið ganga
á Tónlistarskúlanum.
Eftir røður og gávuhandan
var drekkamunnur og ikki
minst autografskriving á
skránni.
Jú av sonnum ein stór
fingin móttøka av heimaft
urkomnu hetjunum úr Lond
on, skrivar heimasíðan hjá
Gøtu kommunu.
Boysarnir fingu
stórfingna móttøku
Tríggir erpnir borgarstjórar til móttøkuna hjá heimskenda
føroyska tónleikabólkinum Boys in a Band
Teir fimm í bólkinum fingu eina stórfingna móttøku. Nú gongur leiðin út í heim
Við steypinum, 100.000 dollarum í heiðursløn og eini heimsumfatandi konsertferð