mánadagur 10. desember 2007síða 35
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 239 - 10. desember 2007
35
KRONIKK
Hanus Samró
Boston tann 05/12/07
Síðan úrslitið av PISA kann
ingini bleiv kunngjørt, hevur
kritikkurin heglað niður á
føroyska skúlan. Eg haldi ikki,
allur kritikkurin er rættvísur.
Sjálvur kann eg samanbera,
hvussu tað er at ganga í føroyska
fólkaskúlanum og í skúla
uttanlands. Eg gekk í barnaskúla
í Hoyvík og í áttanda flokki
(20022003) í Eysturskúlanum,
áðrenn eg flutti til Hollands. Í
summar tók eg IB (International
Bachelorate) eksamiu á Inter
national School of The Hague.
Lat meg í hesi kronikk royna at
samanbera mínar royndir.
Skúlaumstøðurnar
Í Haag gekk eg á einum altjóða
privatum skúla. Kann ein privat
ur altjóða skúli samanberast við
ein kommunalan skúla í
Føroyum?
Ja, fysisku umstøðurnar vóru
ikki betri. Privatir skúlar eru
dýrir og hølini fyrstafloks, hugsa
tey flestu. Men so var ikki.
Hølini vóru út av lagi vánalig.
Pláss var fyri 700, men har gingu
900 næmingar. (Tað skal tó
sigast, at vit fluttu inn í nýggjan
fyrstafloks skúla í januar 2007).
Eg hevði business í
evningarhølunum millum
penslar, máling, kitlar og myndir
hvørt um annað. I enskum var eg
koydur í sama flokk sum
næmingar úr Vietnam,
Iran, Iraq og
Kina (hóast eg fekk 10 í
Eysturskúlanum). Vit deildu eitt
lítið goymsluhøli, har lærararnir
goymdu bøkur og nýttu tað til
rættlestur. Soleiðis kundi eg
hildið fram.
Men vit kláraðu tað. Hølini eru
minsta problemið!
Eru tað lærararnir?
Fyri mítt viðkomandi kann eg
ikki siga nakað ringt um mínar
lærarar í Føroyum. Teir vóru
fittir og góðir og lærdu meg tað,
ið mentamálastýrið kravdi. Eg
dugdi alt, sum kravdist. Men tað
var bara ikki nóg mikið!
Stóri munurin var, at lærararnir
í Hollandi vóru stoltir yvir
arbeiðið hjá sær! Teir komu frá
øðrum londum at undirvísa á
hesum skúlanum. Ikki tí teir
tjentu nógv meira pening, men tí
teir vóru ambitiøsir og vildu hava
avbjóðingar.
Allir lærararnir hava høga
útbúgving. Frá børnini eru 10 ár,
verða tey einans undirvíst av
lærarum við akademiskum
útbúgvingum. Hvørt ár verða
lærararnir evalueraðir, áðrenn
teir fáa nýggja kontrakt!
Í Føroyum fáa lærararnir ikki
ta virðing, teir hava uppiborið
langtífrá. At arbeiða við ungum
næmingum, ið ikki tíma at vera í
skúla, fáa foreldrini upp á
nakkan, um børnini klara seg
illa, er torført. At lærararnir
heldur ikki hava havt møguleikan
til at endurútbúgva seg, ja tað
kunna teir ikki gera við.
Eg haldi, føroysku lærararnir
eiga at fáa rós fyri teirra megnar
arbeiði. Teir taka uppgávurnar
teir fáa, sjálvt um teir ikki altíð
eru fakliga egnaðir.
Rós til lærararnar!
Er munur á støðinum?
Eg fekk fullkomiliga sjokk, tá eg
flutti til Hollands! Í fleiri fakum
var mitt støði so langt frá støð
inum hjá hinum næmingunum.
Tey vóru yngri og dugdu nógv
betur enn eg. Tey flestu vóru
byrjað at ganga í skúla, tá
tey vóru 4 ár.
Serliga illa stóð
til í lívfrøði og
alisfrøði. Hevði
lærarin spurt meg,
hvussu tað ymiska
eitur á fiski, seyði
ella hvali, hevði eg
nokk klárað at svara.
Tá teir ístaðin spurdu
meg, hvat
photosynthesis er, og
hvussu hjartað virkar,
ja tá dugdi eg ikki at
svara.
Í máli var eisini heilt
út av lagi. Eg dugdi
einki mál. Mítt vána
liga enska kundi ikki
brúkast! Eg mátti byrja
heilt frá botni saman við
øðrum frá vónleyst
tilafturskomnum
londum.
Tó skal tað sigast, at í
støddfrøði er støðið í Føroyum
generelt á einum hægri støði.
Støddfrøði var deilt upp í trý
stig, AB og C. Eg var á B støði.
Tey einastu, ið vóru á A støði,
vóru tey fimm prosentini, ið
duga yvirnatúrliga væl. Tey vóru
útvald og dyrka til at taka lut í
altjóðakappingum. Tey kunna vit
ikki samanberast við.
Fakliga støðið er sum heild alt
ov lágt í Føroyum!
Bøkurnar og lærutilfarið
Eg haldi eins og PISA kanningin
vísir, at føroyingar eru ringast
fyri í lívfrøði, alis og evnafrøði.
Í Føroyum leggja lívfrøði
bøkurnar nógvan dent á, at
næmingarnir læra um náttúruna.
Uttanlands leggja tey dent á, at
næmingarnir læra um lívið.
Sjálvandi er tað týdningarmikið,
ta ið man byr i einum landi sum
Føroyum, at man lærir um náttúr
una. Men fyri at halda okkum til
altjóða standardin, verða vit
noydd til at modernisera okkum!
Um vit skula varðveita nattúru
vitanina, má byrjast fyrr!
Sum heild haldi eg, at undir
vísingartilfarið í Føroyum var
“old fashion”.
Mentaliteturin
Við mentalitetinum er heilt galið
í føroyska skúlanum!
Føroyski hugsanarhátturin er
alt ov stuttur og trongur. Í Føroy
um er tað vanligt og verður
góðtikið, at børn og ung millum
1418 ár eru skúlatroytt. Tað er,
tá børn og ung eru best fyri og
læra mest. Hesi góðu árini fara
til spillis í Føroyum.
Vit næmingar (kenni meg enn
sum ein føroying), foreldur,
lærarar verða noydd at innføra
ein betri skúlamentalitet. Eina
aðra fatan av at ganga í skúla.
Ikki tí eg eri gamaldags og
konservativur, men tað má
allíkavæl vera meira dissiplin,
skúlating og innlatingar.
Fyri mítt viðkomandi kann
eisini siga fyri beiggja mín, var
hetta tíðarskeiðið, tá ið vit
høvdu nógv fyri. Øll árini vóru
hørð, serliga tey fyrstu. Vit
skuldu skriva rapportir,
“essays”, gera framløgur, og tað
gekk ikki ein vika, har ið vit
ikki høvdu “tests”. Til tíðir
høvdu vit fimm um vikuna og
enntá onkuntíð tvær um dagin.
Persónliga hjálpti tað, tí eg visti,
hvørjum støði eg og flokkurin
var á. Gjøgnum árið lærdu vit at
svara próvtøkuspurningum, tí
fleiri av testunum oru gamlar
próvtøkuroyndir.
Fyri at vera erligur, so hataði
eg hesar testirnar, men tað hjálpti
til próvtøkuna!
Men tó haldi eg, at føroysku
næmingarnir innheinta tað teir
missa frá teir er 12 til 16 ár, tá ið
teir fara í studentaskúla. Við
føroyska studentaspróvnum,
kunna teir søkja inn á flestu læru
stovnar í heiminum. Onkur er
enntá sloppin inn á Harvard!
Eingin, eg kenni frá mínum
skúla, er sloppin beinleiðis inn
har enn!
Eg haldi, at føroyski ungdóm
urin er væl fyri fakliga, tá ið tey
eru liðug við student. Tey eru
bara eldri enn onnur!
Mentaliteturin í føroyska
skúlanum frá 7. til 10. flokk er
alt ov “lazy”!
Sosiala
Men eitt er tó vist; føroysk børn
eru sum heild meira búgvin og
nógv betur fyri sosialt. Í øllum
aldrum.
Eg kenni meg betur til rættis,
tá ið eg tosi við fólk í Føroyum,
ið eru um mín aldur og yngri.
Tey hava meira lívsroyndir enn
tey eg gekk í klassa við í
Hollandi. Ikki tað, at tey hava
sæð og upplivað alla verðina,
men okkara siðir og samfelag
bjóða so nógv góð lívsvirðir.
Eg eri glaður fyri, at eg lærdi
tey føroysku livsvirðini at kenna.
Tað er nakað, sum ikki kann
lærast í bókum ella í skúlum.
Føroyski fólkaskúlin er lazy, og
student samlar upp
Um eg stutt og greitt skal taka
samanum mínar royndir, so er
stóri munurin, at í Hollandi bar
rætt og slætt ikki til at vera
“lazy”.
Í Føroyum er gott, at studenta
skúlin samlar upp!
Men: “It is not all doom and
gloom".
»It is not all doom or gloom«
Skúlin í Føroyum er ikki so galin
Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður í metnamálnum og Petur Petersen,
aðalstjóri í Mentamálaráðnum, hava nógv at hugsa um, nú vit á øðrum sinni
dumpaðu í Pisakanningini