týsdagur 11. desember 2007síða 4
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 240 - 11. desember 2007
tíðindi
w w w . h a v s b r u n . f o
Fólk til umsitingina
Vit søkja fólk til fjølbroytt og spennandi starv
Havsbrún er eitt av stórstu og tøkniliga
mest framkomnu framleiðsluvirkjunum í
Føroyum við 90 starvsfólkum og einum
umsetningi uppá smáar 600 mill. kr árliga.
Havsbrún framleiðir fiskamjøl- og lýsi á
Mjøldeildini, og alifóður á Fóðurdeildini.
Arbeiðsuppgávur:
Arbeiðið fevnir um samskipan av
ymsum uppgávum umframt vanligt
skrivstovuarbeiði.
Vit rokna við at tú:
• dugir at samskipa
• hevur royndir í skrivstovuyrkinum
• hevur teldukunnleika
• kennir office forritini
• ert álítandi, ágrýtin og dugir at
arbeiða sjálvstøðugt.
Lønina tosa vit um…
Vit kunnu bjóða eitt spennandi, mennandi og fjølbroytt starv í
einum dynamiskum umhvørvi, har samskift verður við heimliga
og altjóða marknaðin.
Við starvinum eru góðir møguleikar fyri persónligari menning.
Hevur hetta tín áhuga, so send eina umsókn skjótast gjørligt, tó í
seinasta lagi 28. desember 2007. Allar umsóknir verða viðgjørdar
í trúnaði. Vilt tú hava meira at vita, ert tú vælkomin at ringja til
Jústines Justinussen, fíggjarleiðara ella senda ein teldupost.
pf Havsbrún
FO-530 Fuglafjørður
Tlf 41 44 00
Fax 41 44 01
E-mail: jlj@havsbrun.fo
Tey, sum kundu hugs
að sær eina hugna
liga løtu saman við
jólaspentu børnunum,
áttu at bjóðað tey við
til jólaleik í Drama
verkstaðnum í Havn,
har næmingarnir fram
føra fittan barnaleik
fyri stórum og smáum
hesa vikuna út
Sjónleikur
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Myndir: Álvur Haraldsen
Leikaløtan hevur nú í mong
ár verið afturvendandi tiltak
fyri børn og barnsligar sálir.
Næmingarnir, sum ganga til
drama í verkstaðnum á veg
niðan á Nabb, framføra
jólaleik hvønn dag hesa vik
una, til og við sunnudagin.
Tað eru næmingar hjá Hjørd
is Johansen, Tjóðhild Paturs
son, Barbaru H í Stórustovu
og Duritu D Andreassen
sum leika, og Hjørdis Johan
sen hevur leikstjørnað, skriv
að leikin, sangir og annað.
Tey
sum
framføra
eru
millum 10 og 21 ára gomul.
Á skránni eru sjónleikur
nir ”Brúsajøkul og jólini”
og ”Lítli Gutti”, og søgan,
har áskoðararnir sleppa á
pall, um tey hava hug, verð
ur eisini søgd.
Børnini kunnu, um tey
vilja, verða málað í andlitin
um, eins og tey ið spæla við
í søguni.
Brúsajøkul er eitt fitt lítið
trøll, sum saman við vini
sínum Oxakollu, kemur inn
á gólvið á Dramaverkstaðn
um, á veg til Kirkjubøreyn
við drýlum til ommu sína.
Brúsajøkul fær eitt upp
livilsi inni á Dramaverk
staðnum, sum hann seint
fer at gloyma. Komið og
hittið Brúsajøkul, Oxakollu
og øll hini sum eru við í
Leikaløtuni 2007.
Sum undanfarnu árini, er
hetta sýning fyri børnum
saman við vaksnum, og
dentur er lagdur á,
at tey heilt smáu børnini
eisini fáa nakað burturúr.
So tað er bara at koma til
Leikaløtuna og hava tað
stuttligt eina løtu, siga tey í
Dramaverkstaðnum!
Leikurin verður framførd
ur hvønn gerandisdag kl.
18:00, og leygar og sunnu
dagin kl. 16:00 og 18:00.
Atgongumerkir eru at fáa
í Kunningarstovuni og ein
tíma undan sýning á Drama
verkstaðnum, sum liggur í
brekkuni niðan á Nabb
beint undir tí grønu ítróttar
høllini í Havn.
Við børnunum
til jólaleik
Børnini kunnu,
um tey vilja,
verða málað í
andlitinum, eins
og tey ið spæla við
í søguni
Komið og hittið Brúsajøkul, Oxakollu og øll hini sum eru við í
Leikaløtuni 2007
Tey sum framføra eru
millum 10 og 21 ára
gomul