Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-12-11, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. desember 2007síða 8

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 240 - 11. desember 2007 Útbygging Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Onkur hevur sagt, at við­ hvørt ræður um at hugsa stórt. Tað ger Mads Andrias Winther, stjóri í Miðlon í Havn. Hann hevur eina framsjón av teimum heilt stóru fyri økinum uppi á Hálsi í Havn, har sum Miðlon og Grón er nú. Hann er við at leggja seinastu hondina á fyrireik­ ingarnar til tað, sum skal verða ein upplivingardepil, sum verður ikki minni enn 40.000 fermetrar til støddar og sum longu hevur fingið navnið Miðlendið. Stendur tað til hann, verð­ ur farið undir byggingina um eitt gott ár og í seinasta lagi um fimm ár, er alt liðugt. ­ Vit hava leingi hildið, at økið ímillum Miðlon og Eystara Ringveg er ikki ser­ liga spennandi og áhugavert og tað hava vit ætlað at gera nakað við. Sostatt skal ein spennandi og áhugaverd býarmynd verða tað fyrsta, sum fólk fáa eyga á, tá ið tey koma eftir Hoyvíks­ vegnum oman ímóti Eystara Ringvegi. Men samstundis verða innkoyringarmøgulei karnir niðri úr Havnini eisini góðir, sigur Mads Andrias Winther. ­ Hetta skal vera eitt vørumerki fyri Havnina og tað mest sermerkta í allari byggingini verður eitt luksushotell upp á einar 10 hæddir, sum stingur seg 40 metrar upp í luftina. Tað verður svart fyri at fáa tað at fella væl inn í lendið og fyribils liggur í kortunum, at tað skal hava eini 60 kømur, men tað kann lagast til, so hvørt, sum ætlanin tekur fastari form. Hetta skal vera eitt hotell við fimm stjørnum og tað verður tað einasta hotellið í landinum á so høgum støði. Men tað setir sjálvandi eisini eini serlig krøv til tænastu og tað fer heldur ikki at mangla í hotellinum, tí inni í hamrinum, sum hotellið stendur á, er ætlan­ in at gera venjingarmiðstøð, vælverumiðstøð og svimji­ høll, alt samalt við góðum útsýni yvir Nólsoyarfjørð. Upplivingardepil Men hotellið er bara ein partur av verkætlanini, tí ætlanin er eisini at gera ein stóran depil við øllum møguligum tænastum. ­ Vit ætla at hava byggja ein upplivingardepil við nógvum ymsum handlum og her verður talan um bæði føroyskar handlar og altjóða konsept­handlar, sum tað verður nevnt, eitt nú við innbúgvi og øðrum. Men talan verður eisini um stórar matvøruhandlar. Hinvegin er eisini ætlanin at hava ymsar aðrar tænast­ ur, tí í Miðlendinum verða eisini biografar, bow­ling­ høll, “steakhouse” og aðrar matstovur. Og hjá foreldrum fer tað at bera til at lata børnini fara í spæliland at hava tað stuttligt og har tey verða ansað undir tryggum og skipaðum viðurskiftum ímeðan foreldrini hugna sær í venjingarmiðstøðini, í biografi, í vælverumiðstøð­ ini, á matstovu ella eru til handils. Innandura gongugøta Sum rosinan í pylsuenda­ num kann nevnast, at alt Miðlendið, sum tað er, skal bindast saman við eini innandura gongugøtu, so tað ber til at ferðast turrskøddur ímillum hotel, bow­ling, matstovur og allar aðrar hentleikar. Miðdepilin í øllum verður eitt torg við trøðum og plantum og stórum glas­ veggjum og tey, sum koma við bili fáa ríkiligar møgu­ leikar at sleppa av við hann, tí undir bygningunum verða stórir parkeringskjallarar. Á vegamótinum Hoyvíks­ vegur og Eystari Ringvegur, ætlar býráðið at gera rundkoyring og í tí sam­ bandi skal tað bera til at koyra beint úr rundkoyring­ ini inn í parkeringskjallaran hjá Miðlendinum. ­ Hetta skal vera ein upp­ livingardepil, har tað sakt­ Soleiðis sær upplivingardepilin út vestaneftir. Aftur er tað hotellið ytst til vinstru, annars eru tað handlar, matstovur, biografar og allir aðrir hentleikar Luksushotell og uppliv Mads Andrias Winther, stjóri í Miðlon, hevur stórar ætlanir fyri Havnina. Um fimm ár hevur hann bygt luksushotell í 10 hæddum og ein upplivingardepil við svimjihøll, venjingarmiðstøð, vælverumiðstøð, bowlinghøll, matstovum, biografum, leikalandi til børnini og handlum í hópatali. Og tað skal alt samalt samanbindast við eini innandura gongugøtu. Byggiætlanin er fýra ferðir so stór sum SMS Bókasøla í Meinigheitshúsinum Havn: Aftur í ár skipar Meinigheitshúsið í Havn fyri bókasølu. Her er møguleiki at ogna sær kristnar bøkur og fløgur, bæði fyri børn, ung og eldri. Bókasølan er opin alla hesa vikuna til og við leygardagin, og heldur fram mánadagin og til jóla, hvønn dag frá kl. 14 til 18. Møguleiki er somuleiðis at fáa sær ein kaffimunn. Tiltakið endar sunnudagin 23. desember við sangi og hugnað. Valnevnd valt formann Tað verður fyrrverandi landsgransskoðarin, Leivur Harryson, ið skal syrgja fyri, at alt gongur rætt fyri seg til komandi løgtingsval. Leivur er nevnliga nývaldur formaður í løgtingsvalnevndini, sum eisini telur tveir aðrar limir. Hesi eru Bárður Larsen og Malan Johansen.