týsdagur 11. desember 2007síða 9
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 240 - 11. desember 2007
vingardepil í Havn
ans skal kunna bera til at
halda feriu og fáa alt, sum
tørvur verður á, uttan so
mikið sum at noyðast at
fara útum.
Stórur áhugi at fíggja
Mads
Andrias
Winther
sigur, at sjálvandi fara teir
ikki undir eina slíka ætlan
uttan at hava trygd fyri
fíggingini.
- Vit hava fígging í
rygginum og bæði í Føroy-
um og uttanlands er stórur
áhugi hjá íleggjarum at vera
við í ætlanini, sigur Mads
Andrias Winther.
Annars vil hann ikki siga,
hvussu nógv hetta kostar, tí
hetta veldst um, hvørjar
tillagingar verða gjørdar á
vegnum.
Men talan verður so um
nakrar hundrað milliónir,
ásannar hann.
Hann leggur afturat, at
teir hava havt samskifti við
Býráðið og har var avgjørt
vælvild mótvegis ætlanini.
Í næstum fara tey at
fyrireika verkætlanina so at
tað verður klárt at søkja
býráðið um byggiloyvi og
hann væntar, at tað verður
innanfyri eitt ár.
Her fæst ein mynd av, hvussu allur upplivingardepilin á Hálsi fer at síggja út. Hetta skal vera eitt vørumerki fyri Havnina, sigur
stigtakarin, Mads Andrias Winther. Longst til vinstru er luksushotellið og í Hamrinum undir hotellinum verður vælverumiðstøð,
svimjihøll og venjingarmiðstøð. So skuldi hugurin verið til at ligið í gosbaði ella hugna sær í vælverumiðstøðini við frálíkum útsýni
yvir Nólsoyarfjørð, verður tað ein møguleiki um stutta tíð
Og soleiðis sær alt út norðaneftir. Hotellið verður ein sermerktur, stásiligur, svartur bygningur við nógvum glasi og í hamrinum
undir hotellinum eru svimjihøll og miðstøð til vælveru og kropsvenjing
Her fæst so ein heildarmynd av øllum tí 40.000
fermetra stóra upplivingarmiðdeplinum. Alt
samalt verður samanbundið við eini innandura
gongugøtu
Føroysk fitness-video
Uttan at sveitta er heitið á nýggjum føroyskum fitness-
sjónbandið, sum nú verður sent á marknaðin. Konsept-
ið handan sjónbandið eigur Kristian Ludvík Dam, sum
er útbúgvin fitness-venjari, og sum hevur sett sína
egnu venjingarskrá saman. Filmurin hevur 14 venj-
ingar, ið taka góðar 50 minuttir at gera - um tú gert alt
í einum. Upptøkurnar eru gjørdar úti í Grøv í Klaksvík.
Hálv milliard meira í lønum
Seinasta uppgerðin frá Hagstovuni vísir, at longu nú eru 479 mió
kr. fleiri goldnar út í lønum í Føroyum, enn talan var um alt 2006.
Størsti vøksturin er í privatu tænastuvinnuni, har lønarútgjald-
ingarnar eru øktar 13%, men eisini byggivinna og onnur tilvirking
hevur havt stóran vøkstur. Minsti vøksturin er innan fiskivinnu, har
økingin er 2%.