týsdagur 11. desember 2007síða 10
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 tíðindi
Nr. 240 - 11. desember 2007
Stigtakarnir til
mótmælisskrivið
móti Sandoyartun
linum eru ímóti, at
ørvitistunlar verða
raðfestir fram um
eitt nú játtan til
skúlaverkið og
skúlabygningar
MÓTMÆLI
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Mótmælisskrivið móti
Sandoyartunlinum, sum
Hans Blåsvær í Havn
hevur tikið stig til, er at
síggja á heimasíðuni
http://www.gopetition.
com/online/15622.html
Har verður sagt, at
málið er Føroya Løgting,
og so verður fyrst og
fremst víst til uppskotið
um
Sandoyartunnilin
við leinkju til uppskotið
á heimasíðuni hjá løg
tinginum. Síðani verður
sagt, at Føroya løgting
hevur í ár samtykt at
brúka
nærum
eina
milliard
krónur
til
tunnilsgerð.
Eingin vón er fyri, at
hesir pengarnir kunnu
koma
aftur
við
nýtslugjaldi ella á annan
hátt, og hetta er okkara
tingmanning væl vitandi
um,
skrivar
Hans
Blåsvær.
Víðari sigur hann:
Samstundis enda vit
næstan aftast í Pisa kann
ingunum hvørja ferð,
Studentaskúlin
í
Hoydølum er ein ruin,
og játtanin til Fróðskap
arsetur Føroya er skorin
niður frá at vera láturlig
til at vera syndarlig.
Úrslitið verður, at vit í
2015 fara hava verðsins
besta tunnilsverk, men
ongan eftir sum hevur
ráð ella vit til at koyra
ígjøgnum.
Undirritaðu vilja við
hesum mótmæla, at alt
Føroya ríkidømi verður
brúkt til at bora hol við.
Ímóti ør
vitistunl
um
Gera seg inn á bussar
Í seinastuni hava fleiri herverk verið ímóti bussum í
Danmark, og løgreglan sigur seg vera sannførda um, at
talan er um skipað herverk, og at tað eru harkalið úr
londum í Eysturevropa, sum fremja tey. Brotsmenninir
bróta inn í bussarnar um næturnar og stjala teldur,
flatskíggjar og aðra tøkni, sum teir taka við sær av
landinum. Løgreglan hevur fingið serliga nógvar
fráboðanir frá busseigarum á Suðursælandi og á Lollandi
Falster.
Icelandair broytir rutu
Íslendska flogfelagið Icelandair hevur gjørt at fara undir
rutuflúgving til Toronto í Kanada í mai næsta ár, men
samstundis hevur felagið gjørt av at strika flúgvingina til
Baltimore í USA úr ferðaætlanini. Leiðslan í Icelandair
sigur, at ferðafólkatalið á rutuni til Baltimore minkaði
nógv, tá amerikanska herstøðin í Keflavík bleiv niðurløgd.
Íslendska felagið fer at økja flúgvingina til Bretlands
næsta ár, men til Danmarkar verðir sama útboð sum í ár.
Ein maður var í morg
un fríkendur fyri at
hava stolið eina far
telefon. Føroya Tele
hevði annars melda
mannin fyri stuldur
RÆTTARMÁL
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Eitt mál um eina fartelefon
fekk drúgva viðgerð í rætti
num í morgun.
Ein maður, sum starvaðist
hjá Føroya Tele í Miðvági,
sat skuldsettur fyri at hava
stolið eina fartelefon frá
arbeiðsgevara sínum. Sakin
gekk í stuttum út upp á, at
viðkomandi
starvsmaður
hevði tikið eina fartelefon
úr Telebúðini, sum konan
síðani nýtti. Eskjan, sum
telefonin var í, lá kortini eft
ir í Telebúðini, og umvegis
skrásetingina á hesi ber til
at staðfesta, hvør nýtir tele
fonina.
Ákærdi segði seg eisini
hava lagt ein lepa við, har
hann greiddi frá, at tað var
hann, sum hevði tikið far
telefonina, men hesin lepin
kom eftir øllum at døma
ongantíð fyri eyguni á nøkr
um øðrum í Telebúðini, og
so var gjørt av at melda, og
maðurin fekk sekkin.
Men dómarin helt ikki
tað var prógvað, at maðurin
ætlaði at stjala fartelefonina,
serliga tí, at hann hevði lat
ið eskjuna staðið eftir í
handlinum, og tí maðurin
visti, at telefonin lættliga
kundi sporast umvegis eskj
una. So maðurin varð frí
kendur.
Føroya Tele kundi kanska
havt kravt mannin eftir teim
um 800 krónunum, fartele
fonin kostaði, men fyritøkan
metti eftir øllum at døma
málið so týdningarmikið og
prinsipielt, at teir í staðin
valdu at koyra manin úr star
vi og melda hann fyri stuld
ur.
Fartelefonin var ikki stolin
Maðurin varð fríkendur fyri at hava
stolið eina fartelefon til 800 krónur.
Sparebank 1 í
NorðurNoregi hevur
latið tríggjar milliónir
krónur til gransking
við tí endamáli
at fáa kanna,
hvussu sjómatur
kann fyribyrgja
lívsstílssjúkum
GRANSKING
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Alsamt fleiri fólk stríðast
við lívstílssjúkur. Fiskeri
forskning í Tromsø hevur tí
í fleiri ár granskað í saman
spælinum millum sjómat
og heilsu. Nú hevur gransk
ingarumhvørvið fingið stór
fingnað gávu frá Sparebank
1 Nord Norge. Henda skal
brúkast at menna gransking
ina innan sjómat og heilsu í
arktiska økinum. Endamálið
hjá Sparebank 1 við at lata
pengar til gransking er at
hækka førleikan á hesum
økinum og at fáa fleiri vitu
nararbeiðspláss í Tromsø.
Asbjørn Gildberg gransk
ari á Fiskeriforskning vísir
á, at ábendingar eru um, at
eisini fiskaprotein hevur
sera góðar eginleikar, møgu
liga á sama hátt sum fiska
fiti. Hetta verður nú kannað
nærri, skrivar Vinnuhúsið á
heimasíðu sínu.
Milliónagáva til gransking
Milliónagávan skal
skunda undir gransking
fyri at kanna, hvussu
sjómatur kann fyribyrgja
lívsstílssjúkum