týsdagur 11. desember 2007síða 11
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindi
Nr. 240 - 11. desember 2007
Ísbjørn sum ímynd
Ísbjørnin er í ferð við at gerast ímyndin av tí, sum kann
henda, um einki munagott verður gjørt fyri at tálma
veðurlagsbroytingunum. Eitt nú hava mótmælisfólk á Bali
gingið við myndum av ísbjarnum, og summi hava latið
seg í sum ísbjarnir. Cindy Baxter hjá Greenpeace sigur
við Reuters, at ísbjørnin er sera væl egnað sum ímynd í
stríðnum ímóti tí veksandi hitanum á Jørðini. Men
pingvinirnar á Antarktis kunnu eisini brúkast, sigur hon.
Nógvir jarðskjálvtar
Í ár hava fleiri veikir jarðskjálvtar verið á leiðini norðan
fyri Vatnajøkul í Íslandi, og síðani seinasta hósdag hava
jarðfrøðingarnir staðfest ikki færri enn einar 250
skjálvtar. Teir fyrstu skálvtarnir, sum vóru tíðliga í vár,
høvdu miðdepil 20 kilometrar undir jørð, men síðani
hevur miðdepilin flutt seg altsamt longri og longri
uppeftir. Solieðis var miðdepilin í skjálvtunum 14
kilometrar niðri í jørðini. Samstundis hava skjálvtarnir
flutt seg í ein landnyrðing.
Kanningin av best
egnaða staðnum
til nýggjan, altjóða
flogvøll í Føroyum
er so grunn, at hon
als ikki kann brúkast
sum grundarlag fyri
at staðfesta, at Skor
hæddin og Eystnes í
Eysturoy er óegnað
til at leggja nýggja
vøllin. Hetta staðfesti
geografiskur serfrøð
ingur í áhugaverdum
fyrilestri á Svanga
skarði í gjár
LoftferðsLa
Kári Mikkelsen
karim@sosialurin.fo
Kanningin, sum Vinnumála
ráðið ígjøgnum Landsverk
fekk norska felagið Asplan
Viak at gera av teimum
støðum í Føroyum, ið verða
mett sum tey mest best egn
aðu at leggja ein nýggjan
flogvøll, er valla tað pappír
vert, hon er skrivað á.
Hetta er niðurstøðan hjá
Gilla Trond, ið bæði er
útbúgvin geografur – við
serfrøði í búskaparligari
økismenning, og innan býar
øki – sum gjørt nógv við at
kanna ymsar flogvallir og
flogvallaviðurskiftir í støð
um, har til dømis náttúra,
veðru ella bæði eru ein harð
ur mótspælari.
Tað, sum undrar Gilla
Trond mest í kanningini hjá
Asplan Viak, er niðurstøðan
um at vraka Skorhæddina
og Eystnes (har sum vind
myllurnar í Eysturoy stan
da). Har hevur fyritøkan als
ikki hevur brúkt veðurser
frøðingar til at ráðføra seg
við, áðrenn niðurstøða verð
ur gjørd.
Gilli Trond vísir á síðu
20 í kanningini, har Asplan
Viak skrivar:
»Disse forhold kombinert
med den store fare for turbu
lenser ved fremherskende
vindforhold gjør, at vi ikke
anbefaler videre arbeid.«
Samstundis verður á síðu
10 sagt soleiðis í grundgev
ingini um turbulens:
»Utten å ha rådført oss
med meteoreloger kan vi
likevel med stor sikkerhet
si, at alvorlige turbulenser
oppstår ved vindretninger
på tvers av fjorden«
Hetta heldur føroyski ser
frøðingurin vera sera løgið.
Á framløguni á Svanga
skarði í gjárkvøldið vísti
Gilli Trond á, at kanningin
sum heild er ógvuliga
grunn.
Hon kostaði 80.000
krónur, og hvat fært tú fyri
hetta? Umroknað til konsul
enttímar snýr tað seg um, at
ein persónur hevur brúkt
eina viku til kanningina, og
tað er sera lítið til eitt so
umfatandi øki, sigur Gilli
Trond, sum ongi persónlig
áhugamál hevur í at peika á
Skorhædd fram um nakað
annað.
Yvirskriftin á fyrilestrin
um var: Skorhæddin – ein
møguligur altjóða flogvøll
ur?
Eg meini, at Skohæddin
er ein møguleiki, men segði
eg, at hesin møguleikin er
betri enn ein annar, ja, so
gjørdi eg sama mistak sum
norska konsulentfyritøkan
hevur gjørt við at velja Skor
hæddina frá.
Tað, sum brúk er fyri, er
ein djúpri kanning av øllum
økjunum. Bæði Skorhædd
ini, Glyvursnesi, Nólsoy og
Søltuvík. Asplan Viak kann
ingin er ikki nóg djúptøkin,
og tí eigur ein ikki at leggja
ov stóran dent á hana. Har
afturímóti átti millum ann
að ein sokallað GIS kanning
at verðið gjørd til tess at lei
ta upp best egnaða lendið.
Við
slíkari
lendislýsing
hevði borið til at funnið
fram til – burtur úr objektiv
um dátum – hvar best egn
aða økið í Føroyum er at
gera ein flogvøll. Eitt slíkt
arbeiði kann gerast, heilt
ella lutvíst, við førleika frá
føroyskum stovnum og fyri
tøkum, til dømis Umhvørvis
stovuni, Landsverki, P/Før
oya DátuSavni og P/f Mun
in, sigur Gilli Trond.
Hetta er ein kanning, ið
helst kostar nakrar mió.
krónur, men sæð í mun til,
at íløgan í ein nýggjan flog
vøll liggur millum eina og
tvær mia. krónur, eru hetta
smápengar, hildu bæði Gilli
Trond og fleiri av teimum
130140 luttakarunum, sum
vóru møttir til fyrilesturin
og kjakið á Svangaskarði
um nýggjan, altjóða flogvøll
í Føroyum.
Tað vóru Tjóðveldi og
Miðflokkurin í Eysturoy –
ávikavist Torbjørn Jacobsen
og Bill Justinussen – ið
skipaðu fyri fundinum um
nýggjan flogvøll. Saman
við hesum báðum sótu Poul
Michelsen, løgtingsmaður
og Kitty May Ellefsen, for
kvinna í nevndini fyri Vága
Floghavn, í panelinum, ið
tók yvir eftir fyrilesturin.
Niclas
Davidsen
var
orðstýrari.
Sosialurin fer komandi
dagarnar at gera meiri burt
urúr fyrilestrinum og kjak
inum um nýggjan, altjóða
flogvøll.
Finst at kanning um altjóða flogvøll
Gilli Trond, 30 ár, ættaður úr Havn, uppvaksin í Noregi
Byrjaði 1. oktober í starvi hjá Bitland Enterprise í Havn.
Hevur tvær útbúgvingar:
1. Cand. Scient í geografi – við spesiali í búskaparligari
økismenning frá Universitetinum í Keypmannahavn
2. Master of Urban Management (býrarøki) – við spesiali
í atkomiligheit; hvussu ávirkar flogferðsla og onnur sam-
ferðsla ávirkar lokalsamfelagið? – fra Erasmus Universiteti-
num í Rotterdam.
FAKTA
Um flogvøllur verður bygdur við Toftavatn – tað vil siga á Skorhæddini og Eystnesi – kemur hann at liggja so miðskeiðis í
Føroyum, at 40.000 føroyingar búgva innanfyri 25 kilometrar
Skorhæddin-Eystnes sum flogvøllur
Gilli Trond hevur gjørt eitt flogvallauppskot, ið
staðfestir hesi viðurskiftini:
• Her kann krossvøllur gerast
• Vallirnir liggja í 100 metra hædd yvir sjónum – pluss
minus 20 metrar
• Tær teknaðu breytirnar eru ávikavist 3.500 og 2.300
metrar til longdar
• Afturat hesum skulu gerast á leið 450 metrar av
innflúgvingarljósum í hvørjum vallarenda
Onnur viðurskifti og fyrimunir
• 40.000 fólk búgva innanfyri ein radius upp á
25 kilometrar
• Nógv vinnulív í økinum
• Stórir møguleikar fyri vøkstri: Kunnu røkka 1 mió.
ferðandi og 50.000 tons av farmi við einum altjóða vølli
Teoretiskt kann eisini ein sera langur vøllur gerast í
økinum upp á heilar seks kilometrar. Ongin tørvur er á so
longum vølli. Hetta verður bert tikið sum dømi til at lýsa,
hvussu væl egnað lendið er. Ein triði vøllur kann eisini
gerast.
FAKTA