Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-12-11, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. desember 2007síða 2

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 240 - 11. desember 2007 Heiðavegur 26 . 600 Saltangará . Tel 417000 . Faks 417001 runavik@runavik.fo . www.runavik.fo  Runavíkar havn er eitt spennandi og fjølbroytt arbeiðspláss. 3 fólk eru í føstum starvi. Árliga vitja umleið 1600 skip havnirnar í Runavíkar kommunu. Av tí, at 1 av havnaumsjónarmonnum okkara fer frá fyri aldur, søkir Runavíkar kommuna eftir 1 havnaumsjónarfólki at byrja 1. februar 2008. Førleikakrøv o.a. Arbeiðið er burturav skipað í skiftandi vaktum undir leiðslu av havnarstjóranum og í tøttum samstarvi við onnur starvsfólk hjá kommununi. Av umsøkjarum vænta vit hesa førleikar • Viðkomandi útbúgving t.d. sum skipsførari • Góðar málsligur førleikar, bæði í skrift og talu, í føroyskum, norðurlendskum og enskum. • Teldukunnleiki. Setanarviðurskifti Starvið verður sett eftir sáttmála millum Starvs- mannafelagið og Kommunala arbeiðsgevara- felagið í lønarflokki 4, 1. - 7. stig. Harafturat verður veitt ein føst mánaðarlig viðbót fyri vaktir. Meiri fæst at vita Meiri fæst at vita at venda sær til havna- stjóran, Jón Nónklett, tel 288880. Umsóknir Umsóknir, saman við upplýsingum um útbúgving og royndir og møguligum viðmælum, skulu sendast til: Runavíkar kommunu Heiðavegur 26 FO 600 Saltangará. - og skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi hósdagin 13. desember 2007, kl. 12.00. Runavíkar kommuna tilskilar sær rætt til frítt at velja millum innkomnar umsóknir, ella onga at taka. Runavíkar Kommuna søkir havnaumsjónarfólk Nógva ferðin í samfelagnum setur okkum stór krøv. Spennandi krøv. Tí økist og mennist eisini virksemið hjá P/F Elektron skjótt. Og her er tað, at vit hava brúk fyri tær sum projektleiðara ella forritara. Ovmikið er at gera, so vit ynskja at seta fleiri fólk í starv á báðum økjum. Vit raðfesta trivnaðin høgt. Her skal starvsfólkið trívast; fáa hóskandi avbjóðingar og hava møguleikan at menna seg fakliga eins og persónliga. Vit vilja eisini, at starvsfólkið er eyðkent fyri sín eldhuga, ábyrgdarsemi og hugin at vera til tænastu. PROJEKTLEIÐARAR Arbeiða við at menna ymsu skipaninar saman við okkara dugnaligu starvsfólkum á Menningardeildini. Vit síggja fyri okkum, at tú ert ein sjálvstøðugur persónur, sum hugsar í loysnum, ert nærlagdur og málsøkin. Eisini er samstarv ein av tínum dygdum, eins og samskifti er tað í bæði skrivt og talu. WEB/.NET & HOST- FORRITARAR Fara at fáa avbjóðandi og fjølbroyttar uppgávur í tí livandi og góða umhvørvinum á Menningardeildini, har 25 fólk starvast. Deildin veitir skipanir og tænastur til føroysku peningastovnarnar og almennar stovnar. Vilt tú verða Web/.Net forritari hjá okkum, er tað ein fyrimunur, um tú hevur royndir við til dømis .NET, C#, VB, SQL, XML, AJAX, JAVA, Sharepoint og Web-tænastur. Er tú hinvegin Host forritari, hugsa vit okkum, at tú áður hevur arbeitt við eitt nú PL1, CICS og DB2. Vilt tú vita meira um størvini, ert tú vælkomin at seta seg í samband við Sámal Samuelsen, tlf. 345 108. T-postur: samals@elektron.fo. UMSÓKNARFREIST Umsóknir við avriti av møguligum prógvum skulu vera okkum í hendi í seinasta lagið á middegi mánadagin 7. januar 2008. Send umsóknina til P/f Elektron, Staravegur 9, Postboks 3219, FO-110 Tórshavn, att: Ulla Joensen. Ella við telduposti til ulla@elektron.fo. P/f Elektron er millum landsins størstu veitarar av KT-tænastum til fíggjarfyritøkur, almennar stovnar og vinnuvirkir. Umframt at menna skipanarloysnir, veita vit tænastur innan infrastruktur og ymiskar hostingloysnir. Visiónin er, at okkara skipanar- og tænastuveitingar hava við sær, at kundin kann fremja framúr avrik á sínum virkisøki, samstundis sum trygdin og rakstrarstøðufesti eru í topp. 90 fólk starvast hjá P/f Elektron. Projektleiðarar og forritarar til Elektron Stephanssons Hús