Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-12-11, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. desember 2007síða 13

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Tá trupulleikar stinga seg upp, er tað týdningar­ mesta, at skiparin varð­ veitir yvirlitið og ikki leypur framav Fleiri klókir knokkar hava roynt at greinað, hvat tað í grundini varð, ið fór fram í Tinginum seinasta hóskvøld, tá tingviðgerðin endaði við, at løgtingsval varð útskrivað. Mest týðandi tilburðurin er, at Sambandsflokkurin setti mark fyri, hvat hann kann lata sær lynda, nú alt bendir á, at búskaparliga skilið hjá summum í samgonguni er horvið. Tann mest áhugaverdi tilburðurin hóskvøldið er tó, at løgmaður fullkomi­ liga leyp framav og útskrivaði val. Í fyrsta umfari er greitt, at løgmaður fylgdi ikki tingskipanini, grein 51 stk. 3. Hon sigur: "Um so er, at løgmaður uttan um skránna ætlar at geva løgtinginum serliga fráboðan, verður sagt formanninum frá. Formaðurin gevur løg­ manni orðið beinanvegin ella seinni á sama fundi". Í staðin fyri at hugsa seg um, trein løgmaður upp á tingsins røðarapall undir einari 3. viðgerð av einari vallóg og framtúrar, at løgtingsval verður útskriv­ að til 19. januar 2008. At val verður 19. januar, vistu øll framman­ undan. Og tað sum verri er: Hann útskrivaði val í óðum verkum. Hvat kundi hann havt gjørt øðrvísi? Jú hann kundi valt at brúkt tíðina frá hóskvøldinum og so leingi, sum freistin var, til at fáa eina røð av løgt­ ingsmálum samtykt. Ein røð av málum lógu klár til 2. viðgerð og kundu soleiðis verðið samtykt, um løgmaður ikki misti nervarnar. Hevði løgmaður kent og nýtt reglurnar í ting­ skipanini, kundi formað­ urin víst honum langa listan av málum, sum lógu klár til 2. viðgerð. Tey vóru sett á dagsskrá til fríggjadagin, og sostatt kundu tey verið avgreidd, áðrenn val varð útskrivað. Nú kann ein siga, at nógv av hesum málum ivaleyst verða samtykt av einum komandi løgtingi, og at skaðin sostatt er avmarkaður. Tó er hug­ stoytt hjá okkum, sum royna at fáa bleytu virð­ ini hægri upp á prioriter­ ingslistan, at løgmaður letur tey detta burtur og nú roynir at misnýta hetta í valstríðnum. Fyrsta treytin fyri, at ein persónur kann leiða eina samgongu og stýra einum landsstýri, er, at hann kann stýra sær sjálvum. Sambandsflokkurin Edmund JoEnsEn Val Vælkomin á politiska pallin! Hoyra í fjølmiðlunum, at tit kanska fara at broyta navn floksins, tí nøvnini, Miðnámsflokkurin og Miðflokkurin líkjast ov nógv. Uttan iva er tað rætt, men hvat við at leggja flokkanar saman? Støða okkara til høvuðs­ mál Miðnámsfloksins er so lík, at vit í felag eiga at kunna náa langt móti máli­ num­ herundir avgerandi at bøta um umstøður teirra lesandi í Hoydølum. Longu í 2001 legði undirritaði, saman við Jákup Sverra Kass og Kristjan Magnussen, upp­ skot fyri Løgtingið um at byggja nýggjan studenta­ skúla í Hoydølum. Upp­ skotið er dagfest 23. januar 2001, tit finna tað á heima­ síðu Løgtingsins sum nr. 53 tað tingárið (sera áhuga­ verdur lesnaður!) Upp­ skotið varð tó felt, 11 atkvøddu fyri, ein var blonk og 16 atkvøddu ímóti. Teir 18 mðr. Miðflokki­ num untist at sita í sam­ gongu, frá 2002 til 2004, virkaðu vit fyri at fáa studentaskúla bygdan í Marknagili. Hevði sam­ gongan sitið fáar mánaðir afturat, hevði byggingin verið byrjað, men tíverri legði hon frá sær í ótíð. Og samgongan, ið tók yvir, steðgaði tíverri øllum ætlanum um at byggja studentaskúla í miðstaðarøkinum. Lat okkum finna saman og virka fyri felags málum okkara, m. a. bygging av studentaskúla í Hoydølum ella í Marknagili og dag­ føring av skúlaverki og lestrarskipan okkara. floksformaður Fyri Miðflokkin JEnis av Rana Val Føroyar kunnu selja seg sum ein tónleikatjóð, um bert vit seta pening av til at marknaðarføra hesa vøru, vit longu nú framleiða og eiga. Vit eiga nógvar evnaríkar tónleikarar og sangarar her á landi. Dagliga síggja vit nýggjar fløgur við heima­ gjørdum tilfari koma út á tann føroyska marknaðin. Vit hava eisini sæð nøkur skarað burturúr, nøkur ið hava fingið møguleikan at seta síni spor innan tónleikaheimin uttanlands. Føroyar kunnu selja seg sum ein tónleikatjóð, um bert vit seta pening av til at marknaðarføra hesa vøru, vit longu nú framleiða og eiga. Her er talan um eina vøru, ið kann geva nógvan pening aftur í landskassan, um farið verður rætt fram. Hetta er nakað man eiga at arbeiða fram ímóti, til eitt komandi løgtingsval. Tónleikur, ein útflutningsvøra Formaður á Fjarðafestivalinum vinJaRd JohansEn Val Absalon í Buð formaður í Norðoya Fólkaflokksfelag Signhild Joensen forkvinna í Norðoya Javnaðarfelag Signy Hansen forkvinna í Norðoya Tjóðveldisfelag Jan A. Joensen formaður í Norðoya Sjálvstýrisfelag John William Joensen formaður í Norðoya Sambandsfelag Mótmæli móti undirsjóvartunli Uppkyknaða kjakið sein­ astu dagarnar um samtykta Sandoyartunnilin, er í sínum illa undirbygda tabloid­stíli, eitt greitt tekin um at fjølmiðlarnir í Føroyum, eru meira polit­ iskt heftir aktørar, enn gott er, og at partar av føroysku fólkasálini á meginøkinum, er í ferð við sleppa virð­ unum, sum liggja uttanfyri egnan sjónarring. Væl tilrættisløgd ætlan, og væl telvað avgerð Líka síðani Vágatunnilin varð liðugur, og meðan Norðoyatunnilin gjørdist veruleiki, hevur ligið í kort­ inum at Sandoyartunnilin varð næstur í røðini av samanbindandi lívæðrum í samhaldsføstu Føroyum. Og sambært politiska vilj­ anum er ætlanin kannað og fyrireika út í æsir. Gamaní hevur tað tikið drúgvari tíð, enn fleiri av okkum vildu ynskt, men løgtingið hevur á trimum fylgjandi fíggjarlógum játtað pening til Sandoyartunnilin, og øll sum fylgja við í politikki hava sæð hvønn veg tað bar. At ein stórur meiriluti á fólkavalda forum okkara, Føroya Løgtingi, debatterar við 1.viðgerð av málinum, og tekur avgerð og atkvøð­ ur við 2.viðgerð og 3.við­ gerð, kann, og skal ikki, á nakran hátt lastast nøkrum. Einki frávik í nevndar­ viðgerð, einki frávik til løgtingsviðgerðir. So her er einki at koma eftir. At løgtingssamtyktin varð hegnisliga væl telvað gjøgnum skipanina, er einki minni enn eitt bragd av øllum okkum á talvborð­ inum. Takk fyri! At so summir opportunistar í politiskari eginsókn til valið komandi, látast at vakna nú, er ikki serliga álitisvekjandi. Hvussu nógv kostar tú... ella er tað aftur loyvt at jakstra minnilutar? Ein nýggjur og ódámligur táttur tekur seg upp í politiska kjakrúminum í Føroyum. Summi av okk­ um eru farin at seta frá­ merkir, útreiðslufrámerkir á hvønn annan. Skal helst skiljast, sum ein roynd at tykjast skilagóður og rætt­ vísur. Men hesin rættvísi “argumentatíónsformur” minnir ikki sørt um frelsta hugburðin og hugsunar­ háttin í ráddi hjá ávísum stýrum, áðrenn og undir seinna heimsbardaga í Evropa. Uttan at siga meira, vil eg bara frábiðja mær slík eyðmerkjandi frámerkir í framtíðini. Vit eru øll føroyingar, og hava øll rættin at berjast fyri okkara næstringum, lívi og áhugamálum, og so leingi vit nýta fólkaræðis­ ligan framferðarhátt at náa málinum, eru vit á góðari og rættari leið sum einstaklingar og fólk. At vera, ella ikki at vera... partur av samanbundu Føroyum Siga vit ja til at Suður­ oyggin og Sandoyggin skulu vera livandi partur av Føroyum, so siga vit eisini ja til at skipa farleiðirnar til hesar oyggjar okkara so skilagott og burðardygt, sum til ber uppá longri sikt. Tí ber ikki til av viðgera samtykta Sand­ oyartunnilin, uttan av viðgera verandi farleið um Hestfjørð, Skopunarfjørð og Suðuroyarfjørð. Rakst­ urin av verandi farleiðum kenna vit, og tí eigur Sandoyartunnilin og kom­ andi Suðuroyartunnilin at setast upp ímóti dagsins rakstri. At ein vegur er betri farleið, enn sjóvegis samband, nýtist ikki at skrivast bøkur um.Alt talar tí fyri at tunnlar til Sand­ oynna og Suðuroynna eru røttu loysnirnar, skulu suðurføroyar hava møgu­ leika at mennast saman við restini av landinum. So samfelt og vælvirkandi sum norðurøki nú virkar, er spurningurin fyri okkum sunnanfyri skopunarfjørð, at vera ella ikki at vera... Einki val Vit hava tí einki val. Vit standa øll saman og stríð­ ast fyri okkara framtíð, og komandi ættarliðum okk­ ara. Vit hava nógv at bjóða, saman við tykkum, sum gera tykkara besta hvønn einasta dag. Latið okkum tí í felag verja tær samhalds­ føstu loysnirnar. Latið okkum ikki gera Sand­ oyartunnilin til eitt klandur­ smál, men í felag byggja føroyar størri og sterkari fyri allar føroyingar. Sand­ oyartunnilin er okkara farleið frá vón, til veru­ leika, og tað fer einki av tykkum um tit hjálpa okkum á leiðini! Sandoyartunnilin samanflættar vón og veruleika løgtingsmaður Páll á REynatúgvu Val Forkvinnurnar og for­ mennirnir í politisku lokal­ feløgunum í Norðoyggj­ um halda tað verða moralskt ósambæriligt at nývaldi formaðurin í Norðoyatunnlinum alment arbeiðir ímóti at suður­ økið verður knýtt at meginøkinum. Vit eftirlýsa eisini al­ mennar grundgevingar fyri hví Bjarni Askham Bjarnason er vorðin formaður fyri Norðoya Tunnilin. Løgtingsvalið 19. januar 2008 viðmerkingar Nr. 212 - 1. november 2007 Heilsan frá Miðflokkinum til Miðnámsflokkin 40 Løgmaður tveitti sjálvur bleytu málini fyri borð