Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-12-11, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. desember 2007síða 14

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 240 - 11. desember 2007 Tað tók tíð, tað kravdi politiskt arbeiði, og tað setti krøv til okkum onnur uttan fyri tinggátt at skapa neyðuga vælvild fyri, at uppskotið um undirsjóar­ tunnil til Sandoynna varð samtykt. Og væl var, at hetta kom í lag! Nú verður so spurning­ urin, hvussu vit skulu gera nýtslu av hesi dýru farleið undir Skopunarfirði. Tí um henda stóra íløga bert skal nýtast til, at tað verður lættari hjá okkum í oynni at ferðast til Havnar til undirhald, sum Annita á Fríðriksmørk nýtti sum grund fyri at vera ímóti verkætlanini, so er lítið ella einki vunnið! Men við hesi góðu far­ leið eigur at verða hugsað um okkara møguleikar sum minni oyggjasamfelag, at vit sjálvi saman við góðum virknum kreftum fara at nýta oynna sum virkis­ og bústaðarmiðdepil! Her er gott og stórt upp­ land, her eru arbeiðssamar hendur, ið eru til reiðar at taka tøk, og nú tykist vera møguligt at nýta hesar hendur til framleiðslu­ skapandi tiltøk, ið higartil ikki hava havt so góðar møguleikar, vegna ikki nóg góðar samferðslumøgu­ leikar. Men ein alt avgerandi fortreyt fyri framburði er, at vit fáa fólkið í oynni betur samansjóðað sum eina eind, og her liggur ein stór uppgáva fyri framman hjá okkara lokalu politikarum! Vit kenna til, at tað partapolitiska maktstríðið í oynni hevur skilt fólkið á ein slíkan hátt, at fyri framtíð okkara sum væl­ ferðarsamfelag, so má hetta fáa eina álvarsliga vend! Tað er ikki í lagi, at okkara fremstu politikkarar eru høvuðspersónar í hesum leiki! Ein grundleggjandi fyritreyt fyri framtíðina hjá oynni er, at oyggin verður savnað í eina kommunu, men fyri at náa hesum máli, so skal nógv ruddast av vegnum, og tann nú skapta virðingin fyri hvørjum øðrum má fáast á eitt nógv meiri virðiligt støði! Øll ynskja eina bjarta framtíð fyri oynna og fólkið, her býr, men vælsignaði hugsi nærri um, hvussu vit náa hesum málið! Men okay, tá var Heðin sambandsmaður, nú er hann javnaðarmaður, so tað er kanska grundin, at hann hevur mist minnið Skemtiligt aftursvar eg fekk frá borgarstjóranum til greinina um fíggjarliga óskilið í Tórshavnar Býrað. Heðin skrivar í aftursvari­ num, at hann nú má gera tað, ið ódugnaliga samgong­ an undan hesari ikki fekk gjørt. Hann skrivar m. a: ”…..at tað, sum verandi samgonga í Tórshavnar Kommunu nú ger, er í ávísan mun slíkt, sum átti at verið gjørt, meðan Jan Christiansen og hansara fólk høvdu meirilutan í Tórshavnar kommunu”. Í somu grein skrivar Heðin: ”Nú noyðist Tórshavnar kommuna at brúka pening upp á slíkt, sum Jan Christ­ iansen og hansara sam­ gonga ikki tók hond um”. Hvørji vóru so fólkini og samgongan hjá Jan Christ­ iansen? Jú, varaborgar­ stjórin var Heðin Morten­ sen. Formaðurin í byggi­ og býarskipanarnevndini var Heðin Mortensen og formaðurin í mentamála­ nevndini var Heðin Morten­ sen. Harafturat var sami Heðin Mortensen limur í fleiri øðrum týðandi nevnd­ um. Men okay, tá var Heðin sambandsmaður, nú er hann javnarmaður, so tað er kanska grundin, at hann hevur mist minnið. Løgið er, at okkara góði borgarstjóri hevur gloymt, at hann var í býráðsmeiri­ lutanum seinasta valskeið, men enn løgnari er, at hann skal hava gloymt alt, ið undanfarna býráð gjørdi. Kanska prógvar hansara skriving, at hann bert var við í toyminum, men at hini gjørdu arbeiðið. Barnaansingingar trupulleikin bleiv loystur Fyri at minna Heðin Mortensen á, havt seinasta býráð fekk avrikað, skal eg her nevna nøkur mál vit gjørdu. Havast skal í huga, at undanfarna býráð eisini megnaði at gjalda meira enn 200 mió. niður í skuld, samstundis sum vit loystu stóra trupulleikan við barnaansingini. Gloymskan hjá Heðini er ræðandi, so eg skal nevna her, hvørjar ansingar stovnar vit megnaðu at fáa gjørt : ­ Dagstovnin á Hamarinum á Argjum ­ Dagstovnin við Løg­ mannabreyt ­ Dagstovnin í Øksnagerði ­ Dagstovnin við Landa­ vegin ­ Dagstovnin við Sunds­ vegin ­ Býlingshúsið við Maritu­ gøtu ­ Barnagarðin og vøggu­ stovan við Velbastaðvegin (uppí­ og umbygging) ­ Dagstovnin og frítíðar­ skúlan í Løkjatúni á Argjum ­ Barnagarðin millum Bóla í Kollafirði ­ Barnagarðsstovuna í Kollafirði (skótahúsini) ­ Dagstovnin í Kaldbak ­ Barnagarðin og bygda­ húsið á Velbastað ­ Frítíðarskúlan “Smíli­ býlið” í Stoffalág ­ Dagstovnin Kurl@ (í samarb. Við Føroua Tele) Seinasta samgonga gjørdi annað enn barna­ garðar, og m. a. kann nevnast: ­ Heimið fyri minnisveik í Vallalíð ­ Ellisheimið við Tjarna­ garð ­ Ítróttarhøllina í Hoyvík ­ Ítróttarhøllina í Kollafirði ­ Skateboard parkina við Frælsið ­ Kommunuskúlan, nýggjur bygningur ­ Skúlan í Kaldbak, uppí­ bygging ­ Hoyvíkar skúla, uppí­ bygging ­ Frítíðarskúlan á Argjum ­ Heimara skúla, uppí­ bygging ­ Endurnýtsluplássið við brennistøðina ­ Maskinhøllina við Brandstøðina ­ 200 m bryggjukant í Kollafirði ­ Atløguplássið til Norrønu ­ Farstøðina ­ Bátahylin á Argjum ­ Reinsiverkið v/ Sersjantvíkina ­ Reinsan av vestaru vág ­ P­økið aftan fyri Politistøðina ­ P­økið við J. Paturssonargøtu ­ Rundkoyringina við Landssjúkrahúsið ­ Rundkoyringina við Sundsvegin/Ringvegin ­ Rundkoyringina við Landavegin/Frælsið ­ Útstykkingina, Hoyvíks­ hagi Suður, (173 bústaðir) ­ Skarðshjalla, 9 vinnu­ stykkir ­ Boðaneshamaran, 5 vinnustykkir ­ Óðinshædd, 5 vinnu­ stykkir ­ Grótbrotið á Hjalla, 2 vinnustykkir ­ Brekkutún, 2 vinnu­ stykkir ­ Kirkjustræti, 3 vinnu­ stykkir Listin av arbeiðum, ið vóru gjørd av seinasta býráðið, kundi blivið nógv longri, men lat omanfyri nevndu arbeiði verða nokk í hesum umfari. Men rætt hevur tú Heðin, alt bleiv ikki gjørt, tað vil so vera, men okkurt má verandi býráðssamgonga gera, tó striltið er at fáa eyga á tey nógvu og stóru mál, tit hava loyst. Men tit hava megnað at pumpað komm­ unalu rakstrarútreiðslurnar upp, og at skuldarbinda kommununa aftur. Nú hevur Heðin Mortensen eisini mist minnið býráðslimur Jan Christiansen Heimurin øtaðist, tá ið víðgongdu talibanarnir í Afganistan fyri nøkrum árum síðani sprongdu tær 3000 ára gomlu steinmynd­ irnar av Buddha í luftina. Steinmyndirnar vóru nógv eldri enn Mohammed og islam, kanska júst tí skuldu tær týnast. Ómentan av ringasta slag halda helst tey flestu. Í mínum skúla stendur ein gapandi tóm høll. Einaferð var hon stásilig. Har hingu myndir av nøkrum av okkara mætu listarfólkum, undir loftinum hingu dýrar ph lampur (Várharra viti, hvar tær eru?), eitt flygil stóð á gólvinum og bleytir stólar stóðu á rað í høllini. Mær er sagt frá, at eina­ ferð í 90´árunum var okk­ urt ljóst høvd, sum fann uppá at rudda høllina­ út við málningum ( tó hongur Zacharias Heinesen uppi enn­ illa skaddur og aftan fyri eitt trol) , út við lamp­ um, út við øllum, tí nú skuldi ítróttur ( flogbóltur o.a.) verða inni her í eina tíð til nýggj ítróttarhøll varð bygd. Hetta tók langa tíð, men so kom ein høll uppi í Hoyvík, so nú skuldi verið lagamanni at fingið høllina aftur í uppruna­ stand. Men gakk, har hendi einki. Seinni kom ein høll í Kollafirði, men sama søga. Um tað nú var umvent; at ein ítróttarhøll var tikin burturav til td. føroyskan dans, so hevði eldur verið í beinanvegin. Úrslitið er, at skúlin, sum hevur omanfyri 600 næm­ ingar onga felags høll hevur­ jú, vit sleppa av náði inn til morgunsang, til royndir og upp undir jól, men so er slutt! Eg havi einki betri orð fyri hetta enn mentanardráp. Eg havi als ongan áhuga í at brigsla nøkrum ítróttarfelag, tí tað er jú ikki teirra feilur, at støðan er, sum hon er. Men hvør hevur ábyrgdina? Um tað er Býráðið, so vil eg mæla teimum til, antin at gera høllina aftur til skúlahøll ella byggja ein nýggjan útbygning til skúlan, sum so kann verða okkara felags skúlahøll. Ein góður møguleiki er júst nú, ið skúlin verður umvældur. Um nakar skuldi ivast, so er talan um høllina í Eysturskúlanum. Ein harmasøga lærari í Eysturskúlanum Pauli hansen Undirsjóartunnil til Sandoynna og hvat so? Eg havi leingi stríðst ímóti at farið at skriva, men nú orki eg ikki at halda mær longur. Tað er ótrúligt sum fólk kann verða óargaligt ímóti hvørjum øðrum! Tað einasta vit vilja her í Sandoynni – tað er at koma til somu rættindi sum fólki á meginøkinum, og fáa vit tunnilin so er hann har, og vit eru eisini har. So kemur Hans Blå­ svær; bera seg at sum ein kongur fyri at níva okkum sandoyingum – sleppur í útvarpið at reklamera og hartil við adressu, og ójavnt er hvussu man verð­ ur móttikin í útvarpinum. Míni fáa ikki eitt lurta­ ynski við, men vita skal tú harra Blåsvær, at hattar er ein ljót gerð tú ger ímóti einum bólki av tínum landsmonnum. Og lítið eru tey hugs­ andi sum skrivað undir við tær. Tað verður hongt seg nú á døgum á hesa pisakann­ ing sum gjørd er. Eg kundi hugsað mær at spurt, hvussu er at liva í Føroyum. Sibbarnir í Føroyum skríggja eftir arbeiðsmegin uttanífrá. Kunnu vit loyva okkum at føra mentafólk inn ímillum sibbarnir. Vit eiga eitt sera gott land at búgva í. Við dugnaligum fólki sum føroysku sibbarnir hava bygt upp, bæði á sjógvi og landi. Tað verður av øðrum tjóðum kappast um okkara sjógarpar, og um okkara arbeiðsfólk á landi og bert fólk yvirhøvur – so tað má loysa seg at verða sibbar. Eg kann ikki lata vera við at nevna Hergeir Nielsen úr Vági, hvussu negativur hann er við okkum. Situr sum ein grátidukka í tinginum og grætur um alt og øll. Men eitt skal eg siga tær Hergeir Nielsen, at tað ber væl til, at sigla frá Sandoynni og suður til Suðuroynna. Tað eru fáir dagar í árinum tað als ikki ber til, og tað veit hvørt mansbarn í Sandoynni og Suðuroynni sum hevur nakað petti við sjógvin at gera. Eg veit ikki hvar í Føroyum, ið tað ikki er ringt farvatn, men tað ræður bert um, at hava menn við róðrið sum vita, hvussu teir eiga at sigla. Rætt er tað, at tað eigur ikki at verða gjørd ein ferjulega á Sandi, men tað eigur ikki at helmast í fyrr enn tunnil er gjørdur til Suðuroynna eisini. Men Hergeir – tað vil tú helst ikki skilja – fyri at vera ímóti okkum. Tað er ein stuttleiki at lurta eftir Hendrik Old, hvussu væl hesin garpurin tekur ímóti allari nýskapan og sær ljóst uppá tíðina frameftir. Í skrivandi løtu hoyri eg nú í útvarpinum, at Tjó­ veldið og Miðflokkurin lýsa við fundi í Eystur­ oynni um flogvøll á Skorðhædd. Tað er sikkurt sera gott ogn við einum flogvølli afturat. Jenis av Rana hann sigur seg í tinginum at hava patent uppá at veiða menn, og Tórbjørn Jacobsen er í fullsving í hesi læru, at veiða menn. So ein flogvøllur er nokk eitt gott valagn hjá teimum báðum. Tað er sikkurt sera gott hugskot, at løgtingsmonn­ unum at hvør vil hava ein flogvøll í túninum hjá sær. Skal ein nýggjur flogvøll­ ur gerast – brúkið so frægt vit og skil; at tit gera hann har sum tryggast er og binda tit oyggjarnar sam­ an. So verður stuttur vegur hjá øllum, at koma á flogvøllin. Sandoyartunnilin – einaferð enn sólvit simonsen eyðun mohr viderø