týsdagur 11. desember 2007síða 15
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 240 - 11. desember 2007
15
nøvn
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Listasavn Føroya gevur
í hesum døgum út bók
um listakvinnuna Sigrun
Gunnarsdóttir á Eiði.
Bókin er á føroyskum,
enskum og norskum
við fleiri enn 80
myndum. Í tí sambandi
verður fernisering
og bókaframløga í
Listaskálanum týsdagin
Bókaútgáva
Týsdagin 11. desember frá kl.
17–19 verður fernisering og
bókaframløga í Listaskálanum í
sambandi við at Listasavn Føroya
gevur út bók um listakvinnuna
Sigrun Gunnarsdóttir á Eiði.
Listakvinnan Sigrun
Gunnarsdóttir er fødd á Eiði í
1950. Hon er útbúgvin á
Glyptotekets tegneskole hjá
Askou Jensen í Keypmannahavn
1971-1973 og á Det Kongelige
Danske Kunstakademi frá 1973-
1980. Síðan hevur hon arbeitt
sum listakvinna og havt
framsýningar bæði í Føroyum og
uttanlands.
Tað er norski listfrøðingurin Eva
Furseth, sum hevur skrivað
bókina. Eva Furseth er av
føroyskari ætt, mamman er Anna,
f. Skýlindal úr Havn, og pápin er
norðmaðurin Astor Furseth
tannlækni, rithøvundur og
listamaður. Familjan búði í 11 ár
í Vestmanna, har pápin arbeiddi
sum tannlækni. Astor Furseth
hevur eisini skrivað bøkur um
Føroyar og føroysk viðurskifti.
Um Sigrun Gunnarsdóttir sigur
Eva Furseth m.a. í innganginum:
»Hon er fødd og uppvaksin á
Eiði, og har hevur hon ment ein
myndaheim, sum ikki líkist
nøkrum øðrum, ið vit hava sæð.
Góð listaverk fáa alt ov sjáldan
tann ans, ið tey hava uppiborið, tí
vit geva okkum sum heild ikki
stundir til veruliga at hyggja at
verkinum við sínum ríku
merkingarløgum og málandi
dygd. Við hesari bók fáa vit eitt
hóskandi høvi at seta okkum inn
í nøkur av høvuðsverkum
Sigrunar.
Eiðisfólkum er tað tó ikki nýtt, at
onkur í bygdini brýtur upp úr
nýggjum, hvat tí listaliga
viðvíkur. Niels Kruse, ið var
fyrsti landslagsmálari Føroya,
búði jú á Eiði, og so var hann
eisini abbi Sigrunar í móðurætt.
Sigrun var bert trý ára gomul, tá
ið abbin doyði í 1953, men hann
var henni ikki fremmandur,
teimum mongu málningunum í
barndómsheiminum fyri at takka.
Hann hevði sostatt stóra ávirkan
á lívsleið hennara«.
Mentamálaráðharrin Jógvan á
Lakjuni setur framsýningina og
Sigrið Rasmussen fer at syngja.
Sigrun Gunnarsdóttir verður
hjástødd til ferniseringina.
Bókaútgávan er stuðlað av: Eiðis
Kommunu, Tórshavnar
Kommunu, Eik Banka,
Listafelagi Føroya og
Mentanargrunni Landsins. Bókin
er 120 blaðsíður við teksti á
føroyskum, enskum og norskum
og við fleiri enn 80 myndum.
Hon kostar 250 krónur, men hon
fæst útgávudagin fyri 200 krónur.
mg
Bók um Sigrun Gunnarsdóttir
Listasavn Føroya gevur í hesum døgum út bók um listakvinnuna Sigrun Gunnarsdóttir á Eiði
Mynd: Jens Kristian Vang