Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-12-11, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. desember 2007síða 16

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 240 - 11. desember 2007 Andlát og jarðarferðir Hans J. Reinert Tórshavn, andaðist á Láargarði sunnudagin, 92 ára gamal. Bønarhald verður á Lágargarði týskvøldið kl. 18.00 Jarðarferðin verður úr Vesturkirkjuni mikudagin kl. 13.00. Tey, ið vilja minnast Hans, kunna lata eina gávu til Lágargarð á konto í peningastovnunum. Bjarma Niclaesen av Velbastað andaðist í heim­ inum sunnudagin, 77 ára gomul. Jarðarferðin verð­ ur hósdagin klokkan 12 úr Kirkjubøðar Kirkja. Andlát og jarðarferðir Dagurin 12. desember. Eqimachus, deyður umleið ár 250. Kristin maður í Aleksandriu, sum varð tikin av døgum, tá ið Decius keisari rádd Mikudagin 12. desember letur upp ein framsýning í Listaglugganum í Niels Finsensgøtu í Havn Framsýning Ein nýggj framsýning letur upp mikudagin kl. 16 í Listaglugganum í Niels Finsesgøtu 25. Á framsýn­ ingini verða sýndar fram umleið 35 málningar, umframt vatnlitsmyndir og skulpturar. Við á framsýningini eru Andreas Andreassen, Amari­ el Norðoy, Bárður Jákups­ son, Ingi Jacobsen, Eyðun av Reyni, Kári Svensson, Olivar við Neyst og Tór­ bjørn Olsen. Nærum øll verkini, sum eru við á framsýningini, eru málað og virkað til í 2007. Andreas sýnir fram skulpt­ urar, har kvinnan og hund­ urin eru inspiratión til tey framsýndu verkini. Lands­ lagið og báturin eru høvuðs­ tættirninr í myndunum hjá Amariel. Bárður er umboðaður á framsýningini við listaverkum í sínum ser­ liga og vælkenda stíli ­ myndirnar eru abstrakter í einum serligum koloristisk­ um hami ­ tó soleiðis at tú í onkrari mynd sær eyðkenda landslagið. Myndirnar hjá Eyðun og Tórbørn hava sín eyðkenda stíl, har eygleiðarin merkir teirra støðufesti í myndevn­ inum. Verkini hjá Inga eru í høvuðsheitum koloristisk í sínum bygnaði. Kári hevur funnið sína egnu legu og merkir tú, at hann støðugt er á leiðini í uppbyggjan av sínum mynd­ evni og formgeving. Olivar er umboðaður við sínum vælkendu koloristisku myndum, har myndevnini er náttúra og fólk. Eisini hevur Olivar fleiri vatnlits­ myndir við á framsýning­ ini. Framsýningin er opin mán ­ frí 14.00 ­ 17.30 og ley 11.00 ­ 14.00. Jólaframsýning í Listaglugganum nøvn Listagluggin er karmur um eina fjølbroytta framsýning við málningum og skulpturum Á framsýningini er ein littekning av løgtingsmanninum Tórbjørn Jacobsen, sum Olivar við Neyst hevur teknað Eftir at Eik fyri stuttum kom á marknaðin við nýggju e-korti, bjóðar Føroya Banki nú eisini MasterCard til sínar kundar Handil Tíðindaskriv MasterCard er eitt altjóða kredittkort, sum kann brúk­ ast um allan heim. Master­ Card er væl egnað til teirra, sum ferðast nógv og hava stórar ferða­ og umboðsút­ reiðslur. Eisini kann kortið nýtast í Føroyum og gevur tær ein kreditt, sum tú ikki fært við t.d. FR/VISA. MasterCard kann nýtast at gjalda við á hotellum, mat­ støðum, bensinstøðum og aðrastaðni. Reiður peningur kann takast út í sjálvtøkum og peningastovnum í Føroy­ um og úti í heimi. Bankin hevur fýra ymisk sløg av MasterCard at bjóða kundum sínum. Standard, har kreditt­hámarkið er 30.000 kr. Somuleiðis er nýtsluhámarkið 30.000 kr. Tú kanst taka upp til 3.000 kr. út um dagin í sjálvtøkum, men ikki meira enn 15.000 kr. um mánaðin. Eisini hev­ ur Standard­kortið eina ferðatrygging, sum umfatar kortánaran. Gullkortið hevur eitt kreditt­ og nýtsluhámark á 50.000 kr. Tú kanst taka 6.000 kr. út um dagin í sjálv­ tøkum, tó í mesta lagi 30.000 kr. um mánaðin. Eisini hevur Gull­kortið eina ferðatrygging, sum umfatar kortánaran við fam­ ilju umframt hópin av øðr­ um tryggingum. Platinkortið geuvr eitt kreditt­ og nýtsluhámark upp í 250.000 kr. Tú kanst taka upp í 10.000 kr. út um dagin í sjálvtøkum, tó í mesta lagi 50.000 kr. um mánaðin. Eisini hevur Platin­kortið eina ferðatrygg­ ing, sum umfatar kortánaran við familju umframt hópin av øðrum tryggingum. Og at enda er talan um sonevnt Business og Familjukort. Hetta kortið er ætlað sum útreiðslukort til stórar og smáar fyritøkur. Business­kortið fæst eisini í Standard, Gull og Platin. Hevur tú longu eitt av van­ ligu MasterCard­kortunum, kanst tú fáa eitt Mastercard­ Familjukort til makan. Føroya Banki nú eisini við MasterCard