Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-12-11, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. desember 2007síða 21

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 vinnan Nr. 240 - 11. desember 2007 rammuskrá oyum og hetta er helst orsakað av, at virkini eru so smá. Her er so ein gyltur møguleiki, at menna seg saman við øðrum smáum virkjum. Knúst av Pisa Vit hava fingið enn ein dóm frá Pisa um, at tað ikki stendur væl til í fólkaskúla okkara. Hvørt Pisa kann brúkast ella ikki, skal eg ikki døma um her, men tað er givið at vit kunnu betra munandi um fólkaskúla okkara. Ein treyt fyri fram­ burði er áhaldandi viljin til at betra viðurskiftini. Tann viljan hava vit ikki sæð, tá talan er um gransking og menning, tað er tann viljin sum skal til. Nobel Í gjár var stóri Nobeldagurin við hátíðarhaldi og mergj­ aðum røðum. Al Gore tók afrikanska orðatakið fram, sum ljóðar nakað soleiðis : ”skalt tú ganga skjótt far einsamallur, skalt tú langt gangi saman” Tíðin í Før­ oyum er nú komin til at taka seg saman og veruliga arbeiða vinnuliga og polit­ iskt við menning, útbúgving og gransking. Føroyar kunnu gera mun og vit hava granskarar, sum hava víst hetta í verki. Rajendra Pau­ chari, sum vegna IPCC tók ímóti friðarheiðurslønini, vísti á, at sjálv tilgongdin IPCC hevur brúkt, vísur ein nýggjan hátt at fáa felags úrslit. Hann nevndi fyri­ brigdi ”intellectual collec­ tivity” og í einari slíkari til­ gongd er tað samstarv sum er avgerandi og gevur okk­ um ein leiklut um vit ynskja hann. Fyrsta stevið er tikið, men um ikki bæði almenni og privati geirin taka av avbjóðingini og møguleik­ anum, verður hetta lítið ann­ að í føroyskum høpi enn ein darlandi rammuskrá. Ein stórur partur av arbeiðnum er samstarv millum fyritøkur, tí má vinnan eisini verða við at lyfta uppgávuna Vitan, málsøkni, visjón, vilji og samstarv eru orð, ið kunnu setast í samband við tey sum vunnu Nobelheiðurslønir í ár. Orð vit skulu leggja okkum í geyma, nú arbeiðast skal við sjeyndu rammuskrá Rajendra Pauchari metur at IPCC hevur slóða fyri einum nýggjum arbeiðshátti at nýta vitan, sum er til tøk kring heimin Fleiri vilja eiga flogfar Í mars mánaði í 2005 byrjaði týska Lufthansa sum fyrsta flogfelagið í heiminum at bjóða leiguflogfør til múgvandi europar, sum ikki longur halda tað vera nóg fínt at flúgva á business­class. Nú tvey ár eru liðin er greitt, at eftirspurningurin eftir nýggja konseptinum er somikið stórur, at Lufthansa í næstum keypir sín egna flota av privatflogførum. Higartil hevur felagið leigað kapasitet frá NetJEts. Nýggju flogførini verða keypt í 2008, og verða tey sera væl útgjørd, skilst. Kunna um nýggju lóggávuna Vinnuhúsið skipar tann 18. januar fyri kunnandi fundi um nýggju partafelags­ og ársroknskaparlóggávuna. Jógvan Ellefsen, advokatur og Bjarni Arnason, grannskoðari, standa fyri kunningini, meðan Kristin Balle frá Skráseting Føroya og Søren Pram Sørensen úr Vinnumálaráðnum verða við og svara spurningum frá luttakarunum. Kunningartiltakið er ætlað virkisleiðslum: Nevndarlimum, stjórum og fíggjarleiðarum.