týsdagur 11. desember 2007síða 22
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
vinnan
Nr. 240 - 11. desember 2007
Prát
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Nýggi formaðurin í Føroya
Reiðarafelag, Viberg Søren
sen úr Trongisvági, er 61
ára gamal. Konan eitur
Jóna, og tey eiga trý børn.
Anita er dóttirin, og tað er
henni,
garnaskipið
hjá
Vibergi er uppkallað eftir.
Synirnir eru tveir, annar
førir Anitu og hin siglir úti.
Viberg hevur í nógv ár sit
ið í nevndini í Føroya Reið
arafelag, og hann hevur eis
ini sitið sum næstformaður
í fleiri ár við Jákupi Sólstein
sum formanni.
Á fundi mánamorgunin
skipaði nývalda nevndin
seg, og nú verður tað Vi
berg, sum kemur at lyfta
arvin eftir Jákup.
Næstformaður er Jón
svein Knudsen, sum eftir
eykaaðalfundin
umboðar
ísfiskatrolararnar.
Hóast
nevndarlimirnir í felagnum
eru skotnir upp av ymisku
skipabólkunum,
umboða
teir sjálvandi alt felagið inn
eftir og úteftir.
Viberg er soleiðis eingin
ársungi innan felagsarbeiði,
og fyrsta uppgávan hjá
nýggja formanninum eru
samráðingarnar millum Før
oya Reiðarafelag og Føroya
Fiskimannafelag um nýggj
an sáttmála.
Langt er ímillum
Seinnapartin í dag verður
nýggjur fundur millum fe
løgini, og hesin verður í høl
unum hjá Føroya Reiðara
felag.
Higartil hava samráðing
arnar gingið trekt, og Før
oya Fiskimannafelag hevur
serliga lagt seg eftir at fáa
meira upp á eftirlønina.
Hinvegin halda reiðararnir,
at
oljuútreiðslurnar
eru
vorðnar so tyngjandi, at
neyðugt er at taka hædd
fyri hesum í samráðingun
um.
Langt er millum partar
nar.
Semingsmenn eru komnir
upp í trætuna, men fundurin
í dag er millum partarnar
sjálvar.
Semingsmenninir vilja
sjálvandi halda seg burtur,
so leingi partarnir tosa sam
an.
Spurdur, um semings
menninir í hesum førinum
ikki komu rættiliga tíðliga
upp í trætuna, ásannar
nýggi formaðurin, at tað
komu teir.
Jú, eg haldi, at teir vórðu
boðsendir fyrr, enn vit hildu
vera neyðugt.
Hann sigur, at tað var Før
oya Fiskimannafelag sum
boðsendi semingsmonnun
um.
Ikki fulltíðarstarv
Álitisstarvið sum formaður
í Føroya Reiðarafelag er
ikki fulltíðarstarv, minni
enn so. Hetta líkist meira
einum óløntum starvi.
Tú fært eina lítla sam
sýning fyri at vera formaður,
men hetta er einki livibreyð,
sigur Viberg.
Hann vísir á, at tað er
skrivari felagsins, Ólavur
Jøkladal, sum hevur dagligu
umsitingina av felagnum
um hendi, og hann er einsa
mallur á skrivstovuni um
dagarnar.
Tá ið vit ringdu til ný
valda formannin stutt eftir
klokkan
08
í
morgun,
spurdu vit, um vit nú høvdu
vakt hann:
Vakt meg? Nei, tað er so
eiðasørt. Man missir svøvn
in av hesum, sigur hann
skemtandi.
Viberg er kendur sum
skilamaður, og hann er blíð
ur og fyrikomandi.
Eg rokni við, at hetta er
eitt starv, sum fáir hava sæð
fram til at átaka sær beint í
løtuni, nú samráðingar eru
millum feløgini. Føroya
Fiskimannafelag hevur fing
ið nýggjan formann, og tað
hava vit eisini. Teir, sum
undan fóru, høvdu verið
leingi í hesi “bransjuni” og
vistu,
hvørjum
roknast
kundi við. Kortini var ikki
lætt at finna semjur, men
oftast – fyri ikki at siga
hvørja ferð vunnu vit á
mál. Hvussu verður nú, veit
eingin, leggur hann aftrat.
Hevur góða tíð
Nývaldi formaðurin heldur,
Viberg úr Trongisvági í el
Seismikkur órógvar
Norskir fiskimenn vilja nú hava oljufeløgini at steðga
øllum seismiskum royndum á teimum norðaru
oljuleiðunum, nú toskurin er á veg úr Barentshavinum til
leiðirnar fram við strondini, har hann skal gýta. Norska
fiskimannafelagið vísir á, at í reglunum, sum Stórtingið
hevur ásett um oljuleiting í Barentshavinum, verður
beinleiðis sagt, at feløg, sum gera seismiskar royndir, skulu
vísa serligt varsemi, tá toskurin fer inn ímóti landi at gýta.
Reidar Nilsen er formaður í norska fiskimannafelagnum
(Mynd: Tidens Krav)
Tryggjar fjølbroyttan flota
Eins og føroyingar eru grønlendingar væl nøgdir við
fiskiveiðisáttmálan landanna millum fyri 2008, sum partarnir samdust
um í Keymannahavn seinasta fríggjadag. Sáttmálin gevur
grønlendskum skipumm loyvi at fiska 4.000 tons av norðhavssild og
350 tons av botnfiski í føroyskum sjógvi. Grønlendsku
samráðingarmenninir siga, at sáttmálin við Føroyar hevur stóran
týdning og er við til at tryggja ein fjølbroyttan fiskiflota.
Hin 61 ára gamli Viberg Sørensen
úr Trongisvági er nývaldur
formaður í Føroya Reiðarafelag.
Hann skal lyfta arvin eftir
formannin seinastu mongu árini,
Jákup Sólstein. Fyrsta uppgávan
hjá formanninum verður at fáa
í lag nýggjan sáttmála millum
reiðarar og fiskimenn. Formaðurin
í Føroya Fiskimannafelag, Jan
Højgaard, segði í Sosialinum í
gjár, at her verður eingin “góða
mamma”