týsdagur 11. desember 2007síða 23
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
vinnan
Nr. 240 - 11. desember 2007
at soleiðis, sum formaðurin
í Føroya Fiskimannafelag,
Jan Højgaard, hevur úttalað
seg, sær tað eitt sindur dap
urt út í løtuni.
Samrøðan í Sosialinum
í gjár er merkt av bombast
iskum úttalilsum, sigur Vi
berg, sum leggur dent á, at
Føroya Reiðarafelag fer
ikki at reka samráðingarnar
millum partarnar um bløð
og aðrar tíðindamiðlar.
Viberg Sørensen og Jón
svein Knudsen, formaður
og næstformaður í felag
num, hava sitið í nevndini í
nøkulunda sama áramál.
Nú verða tað so í fyrsta
lagi teir báðir, sum koma at
mynda felagið úteftir.
Spurdur, hvørja tíð hann
hevur til at átaka sær for
mansuppgávuna, sigur Vi
berg, at tíðin er eingin
trupulleiki.
Eg havi fingið góða tíð
til hetta. Tað er sonurin
Ragnar, sum førir Anitu í
skifti við Leiv Ryggshamar
í Vági. Tað eru nøkur ár, síð
an eg var umborð á Anitu
seinast. So leingi, sum tað
gongur hjá teimum yngru,
og teir hava hug at reka virk
semið, er tað í fínasta lagi.
Tá er eingin grund til at
blanda seg.
Anita er garnabátur, og
Viberg heldur, at tað hevur
gingið hampiligt.
Skipið fiskar havtasku
og svartkalva. Fiskiskapurin
eftir svartkalva hevur verið
lakur seinastu árini, men í
heyst hevur borið frægari
til aftur, sigur hann.
Alt kann henda
Á fundinum millum nevnd
irnar í Føroya Reiðarafelag
og Føroya Fiskimannafelag,
sum verður klokkan 14.30 í
dag, fara partarnir at tosa
víðari um møguleikarnar
fyri semju.
Viberg væntar kortini
ikki, at semingsmenninir
fara at snikka nakað sem
ingsuppskot til í dag, tí til
tess eru samráðingarnar
komnar ov stutt.
Royndirnar vísa, at tá ið
tú ert til samráðingar, kann
alt henda. Tað ber illa til at
siga nakað frammanundan.
Vit siga ikki, sum formað
urin í Føroya Fiskimanna
felag, at fáa vit einki burtur
úr, so er eingin “góða
mamma” – so verður verk
fall! Vit tosa slett ikki um
verkfall, meðan vit samráð
ast. Tað er ein spurningur,
sum verður tikin upp, um
partarnir ikki kunnu semj
ast, og veruleikin liggur á
borðinum.
Viberg leggur dent á, at
Føroya Reiðarafelag byrjar
ikki nakrar samráðingar við
at tosa um verkfall. Tað
heldur hann ikki tænir nøkr
um endamáli, og samráð
ingarnar eru ikki slitnaðar,
so leingi partarnir tosa sam
an.
Tað hevur ongantíð ver
ið siðvenja millum partarnar
at tosa um verkfall, næstan
áðrenn tú sessast við sam
ráðingarborðið, leggur hann
aftrat.
Eingin viðmerking
Vit spurdu nývalda for
mannin í Føroya Reiðara
felag, hvat hann heldur, tað
fer at merkja frameftir, at
Føroya
Fiskimannafelag
hevur fingið nýggjan for
mann.
Nei, tað kann eg einki
siga um í løtuni, tí enn er
hann so nýggjur. Eg kenni
hann ikki til at kunna gera
mær nakrar metingar um
tað.
Viberg vísir á, at ígjøg
num mong ár sat Føroya
Fiskimannafelag hinumegin
borðið við Óla Jacobsen
sum formanni.
Tað var mangan ógvu
liga tungt at vinna undir
land, men Óli var ein dugna
ligur og ógvuliga skilagóður
formaður. Hann var ein
maður, sum hevði fingurin
á pulsinum og kendi øll
viðurskifti í hesum partinum
av vinnuni út í æsir. Tað var
hansara sterka síða.
Nývaldi formaðurin í Før
oya Reiðarafelag heldur tí,
at tíðin má vísa, hvussu
nýggi maðurin á Bryggju
bakka fer at roynast.
Vit vóna í hvussu er, at
feløgini fáa eitt fruktargott
samstarv.
Upp og niður
Viberg leggur dent á, at tað
altíð gongur – og fer at
ganga upp og niður hjá
ymisku pørtunum í fiski
skipaflotanum.
Nøkur ár eru ávísir
skipabólkar uppi á aldu
ryggi, onnur ár eru teir í
aldudali. Hetta hava vit so
nógv dømir um. Tann, sum
ikki veit og hevur upplivað
tað, hevur fylgt ov illa við.
Soleiðis hevur tað altíð ver
ið, og soleiðis fer tað altíð
at verða.
Hann vísir, at í fleiri ár
hevði rækjuskipaflotin tað
gott, meðan pelagiski flotin
hevði vánalig ár. Nú er
vent. Flestu rækjuskip eru
farin av knóranum, meðan
pelagiski flotin hevur havt
nøkur góð ár.
Í løtuni vita allir menn,
at fiskiskapurin er minkaður
– ikki minst eftir toski, og
ringast fyri í hesum eru línu
skipini, sum í fleiri førum
eisini hava ilt við at fáa
manning. Hjá lemmatrolar
unum gongur heldur einki
serligt.
Viberg sigur, at meðan
øktu
fiskaprísirnir
hava
verið við til at hildið veiði
virðinum uppi, gongur nú
sjón fyri søgn.
Í seinastuni hava vit
sæð, at veiðivirðið eisini
minkar, og tá gevur hetta
trupulleikar at reka skipini
á forsvarligan hátt við teim
um methøgu oljuprísunum,
vit hava í løtuni.
“Eg hopi tað..”
At enda spurdu vit nývalda
formannin í Føroya Reiðara
felag, um hann væntar, at
partarnir í sáttmálatrætuni
fara at finna eina loysn, so
sleppast kann undan møgu
ligum verkfalli í fiskiskipa
flotanum?
Tað dugi eg slett ikki at
siga í løtuni. Eg vænti, at
tað verður trupult, men eg
hopi, at feløgini koma
ásamt um nýggjan sáttmála
í sátt og semju, tá ið avtorn
ar, sigur Viberg Sørensen,
nývaldur formaður í Føroya
Reiðarafelag.
din í høvuðsstaðnum
Skifta um arbeiði
Í Danmark er trot á verkfrøðingum, og ein nýggj
framrokning vísir, at í 2020 fara 14.000 verkfrøðingastørv
at standa tóm í Danmark, verður einki munagott gjørt. Í
einari roynd at gera arbeiðið meiri áhugavert og spennandi
royna danir nú eina skipan, har verkfrøðingar í almennum
starvi og verkfrøðingar í privatu vinnuni kunnu skifta um
arbeiði eina tíð. Tað er umráðandi, at partarnir kenna
umstøðurnar hjá hvør øðrum, siga fyrireikararnir.
Í Danmark eru als ov fáir verkfrøðingar
(Mynd: Karstensens Skibsværft)
Tríggir fólkafloksmenn
í Norðstreymoy
Norðstreymoyar Fólkafloksfelag hevði í fjár annan og triðja
uppstillingarfund til komandi fólkatingsval. Tríggir mans og eingin
kvinna verða listanum úr Norðstreymoy. Teir tríggir eru Bárður
Poulsen, skipari úr Vestmanna, Ólavur Hansen, glarmeistari úr
Kollafirði, og Heðin Zacahariasen av Streymnesi, sum er
landsstýrismaður. Áður hjevur Ingi Olsen eisini verið eitt av sterku
kortunum hjá Fólkaflokkinum í Norðstreymoy, men hann hevur
júst skift arbeiði, og hevur tí borið seg undan stilla upp.
Avloysarin hjá Jákupi Sólstein, Viberg Sørensen úr Trongisvági.
Nú skal hann lyfta arvin eftir formannin seinastu mongu árini
og fyrsta uppgávan, sum eru samráðingar millum reiðarar og
fiskimenn, verður neyvan hin lættasta
Mynd: Álvur Haraldsen