týsdagur 11. desember 2007síða 24
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
vinnan
Nr. 240 - 11. desember 2007
Nú Íverksetarahúsið
skjótt hevur eitt ár á
baki hevur virksemið
prógvað, at brúk er
fyri einum staði hjá
virkisfúsum fólki at
venda sær til, fyri at
seta síni hugskot í
verk. – Hetta hevur
verið ein sukses,
heldur leiðarin, Rani
Nolsøe
ÍVERKSETAN
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Tað var á sumri í fjør, at
Rani Nolsøe byrjaði at
spæla sær við tankanum um
at seta á stovn eitt íverk
setarahús, og í samráði við
Vinnulívsráðið og vinnu
lívsfólk í Klaksvík búnaðist
hetta hugskot restina av
árinum.
Hann skrivaði eina virkis
ætlan og vendi sær til Klaks
víkar kommunu, Landsstýr
ið og Eik Banka. Leiðslan í
Eik og Klaksvíkar komm
una sóu beinanvegin møgu
leikan í hesum og góvu sín
týdningarmikla stuðul. Tað
eggjaði sjálvandi Rana at
arbeiða víðari við máli
num.
Fyrst í árinum var so tíðin
komin, at bera verkætlanina
fram fyri almenninginum,
og 15. januar var fundur í
Atlantis í Klaksvík, har
verkætlanin
varð
løgd
fram.
Tað vísti seg, at áhugin
var ógvuliga stórur. Atlantis
var stúgvandi fult av fólki
hetta kvøldið, sigur Rani
Nolsøe.
Tað sigur seg sjálvt, at
hetta eggjaði og skundaði
undir Rana at fara undir
hetta nýggja og spennandi
tiltakið, og longu fáar dagar
seinni – 21. januar – varð
fyrsta skeiðið hildið.
Men tað er sjálvandi ikki
bara at siga tað, at halda
slíkt skeið, har krevst stór
fyrireiking. Men hendan
fyrireiking var longu fingin
frá hondini, tí Rani Nolsøe
hevði tryggjað sær eitt stórt
netverk av ráðgevum og
vinnulívsfólki, sum kunnu
stuðla og vegleiða bæði
nýggjum og verandi íverk
setarum.
Talan er um eitt skeiðsnet
verk, sum umfatar 22 ráð
gevar frá einari rúgvu av
vinnuøkjum, so sum tele
veitara, handilslívi, banka
virksemi,
sniðgevaheim
inum, PRøkinum og mong
um fleiri.
Væl nøgd
Hesi skeiðini hava verið ein
sannur íblástur fyri tey lut
takandi. Sum Rani sigur:
”Spyr ikki meg um vøruna
eg framleiði, spyr tey sum
keypa.” Og lat okkum so
gera tað:
»Eitt ordiliga gott skeið,
har eg veruliga fekk nógv
praktiskt og brúkiligt burtur
úr. Eg havi fingið íblástur
til víðari menning og nøkur
týdningarmikil amboð, ið
kunnu verða við til at heil
stoypa og vaksa um mína
fyritøku. Eg eri glað fyri, at
eg fór, og havi eg av álvara
fingið eitt spark til víðari
menning, og fari eg at byrja
beinanveg«, var metingin
frá Barbaru, ið eigur Cre8.
Og Petur í Gong, stjóri og
partaeigari í MP Teknik,
gevur skeiðinum hetta skots
mál:
»Eitt
sera
áhugavert
skeið, har ljós varð varpað
á flestu avbjóðingar og
trupulleikar, tú kemur út
fyri sum íverksetari. Avgjørt
eitt skeið, eg vil viðmæla.
Haldi, at fyrilestrarhaldarin
dugdi sera væl at taka dømi
frá veruliga lívinum«.
Tað serliga áhugaverda
við allari verkætlanini er, at
meiningin er ikki bara at
fáa fólk við einum hugskoti
»sparkað« í gongd, men
eisini er ætlanin, at tey, sum
eru komin í gongd skulu
hjálpast víðari, eins og tey
longu etableraðu kunnu fáa
íblástur at víðka um virk
semið.
Tað er ein tungur og
langur vegur frá tí tú fær
eitt hugskot, til tú ert komin
í gongd við virkseminum.
Tú skal hava fígging, men
fyri at fáa tað, mást tú hava
eina góða og seriøsa ætlan,
fyri at fíggingarstovnarnir
skulu verða áhugaðir. Tí
hevur tað so ómetaliga
nógv at siga, at tú kanst fáa
hjálp til allar teir týdningar
miklu smálutirnar, ið skulu
til, fyri at fólk skulu trúgva
upp á verkætlanina, sigur
Rani Nolsøe.
Egin grunnur
Fyrsta hálva árið røkti Rani
Nolsøe starvið sum íverk
setararáðgevi við síðuna av
starvinum sum menningar
stjóri hjá Klaksvíkar Komm
unu. Men av tí at tiltakið
fekk so góða undirtøku
gjørdist tíðliga greitt, at
hetta ikki kundi avgreiðast
sum
eitt
»vinstrahonds
arbeiði«.
Og 1. juli í ár varð so ein
grunnur settur á stovn at
reka
Íverksetarahúsið.
Í
nevndina
fyri
grunnin
vórðu Kitty May Ellefsen,
stjóri í SMS, Eyðun Mørk
øre, deildarleiðari í Eik og
Torben Hendriksen, stjóri í
Innovatorium í Herning,
vald. Nevndin setti síðani
Rana Nolsøe sum stjóra
fyri Íverksetarahúsið.
Tað er Klaksvíkar Komm
una, sum setti Grunnin
Íverksetarahúsið á stovn,
og sum saman við Eik
Banka og Vinnumálaráðið
fíggjar virksemið. Alt hetta
merkir, at Rani Nolsøe nú
burtur av kann taka sær av
at hjálpa ikki minst ungum
fólki við einum góðum hug
skoti at koma í gongd.
Tankin er, at vit ikki
skulu vera ein rúgva av
fólki her í húsinum, við eini
fylgjandi stórari umsiting,
sum skulu senda íverksetarar
gjøgnum eina øðrkymlandi
myllu av bureaukrati, tvørt
urímóti skulu vit gera tað
so lætt sum gjørligt at
sleppa í gongd. Og tað gera
vit við tí umfatandi netverki
av ráðgevum, vit hava upp
arbeitt, sigur Rani Nolsøe.
Hann fegnast sjálvandi
um teir stuðlar, sum standa
aftan fyri verkætlanina, tí
tað vísir jú, at kommuna og
land eins væl og førandi
bankin í landinum trúgva
upp á verkætlanina. Og tað
sigur seg sjálvt, at tað er
altavgerandi fyri bæði hug
in og áræðið at halda fram.
Og Íverksetarahúsið hev
ur eisini góð úrslit at vísa á
hetta fyrsta knappa árið tað
hevur virkað. Tað hava
nevniliga verið 51 fólk á
teimum fýra skeiðunum,
Íverksetanarhúsið
hevur
skipað fyri, síðani byrjanina
21. januar í ár.
Ja, eg haldi, at vit mugu
kalla tað fyri eina sukse.
Hetta lítlað árið hava vit
íhvørtfall fýra íverksetarar,
sum eru heilt avgreiddir frá
okkara síðu, vit hava átta,
sum í løtuni leita eftir fígg
ing, og heilar 26, sum hava
fingið ítøkiliga hjálp at
skriva virkisætlan. Haraftrat
hava fimm fingið patentráð
geving, sigur Rani Nolsøe.
Stórar ætlanir
Íverksetanarhúsið hevur sín
heimstað í Klaksvík, men
Rani Nolsøe leggur stóran
dent á, at hetta er ein verk
ætlan, sum umfatar alt land
ið.
Tað er sjálvandi ikki brúk
fyri fleiri íverksetanarhúsum
í einum so lítlum landi sum
Føroyum, og tað er bara
reint fysiskt, at bústaðurin
er í Klaksvík. Virkistíðin
hevur verið stutt, minni enn
eitt ár, men kortini hava vit
havt viðskiftafólk úr øllum
landinum,
sigur
Rani
Nolsøe.
Higartil hava tey áhug
aðu fyri tað mesta verið úr
Klaksvík,
Eysturoy
og
Havnini, men vit hava tó
havt skeiðsluttakarar úr øll
um pørtum av landinum,
sigur Rani Nolsøe.
Hann hevur nú arbeitt við
hesum hugtakinum í eitt
lítið ár, og tað hevur givið
húsinum ikki bara royndir
og
spíssførleikar
innan
íverksetararáðgeving, men
so sanniliga eisini íblástur
til meiri komandi ár.
Sum á so mongum øðr
um økjum, so er eisini
spurningurin um at fáa á fat
ur á íverksetarum á so ung
um árum sum gjørligt. Tí
liggur tað í okkara ætlanum
at fáa íverksetan inn í fólka
skúlan eisini. Tað krevur
sjálvandi, at lærararnir eru
við upp á tað, men tað hevði
verið mennandi at kunna
stimbra hugin hjá næming
unum at gerast íverksetarar
longu á heilt ungum árum,
sigur Rani Nolsøe.
Hann heldur, at tað kundi
verið gjørt gjøgnum spæl
og ímyndaðum verkætlan
um, har børnini fingu læru
um, hvussu tú byrjar eina
framleiðslu og hvussu tú
marknaðarførir og selur
hesa.
Men visiónin røkkur víð
ari enn til føroyska fólka
skúlan, hon umfatar eisini
eitt norðurlendeskt sam
starv, har føroyingar kunnu
»útveksla«
hugskot
og
royndir á økinum.
Framtíðin
Eg havi verið greiður yvir,
at altjóða netverk eru neyð
ug, tá vit arbeiða við íverk
setan. Vit fara í 2008 í eitt
samstarv við Startup Com
pany at menna allan skeiðs
partin í Íverksetarahúsi
num.
Eisini fara vit í samstarv
við londini í Útnorðuri. Tí
eru vit og NORA (NORA
er eitt felagsheiti av Grøn
landi, Íslandi, Føroyum og
Norðurnoregi) nú á veg inn
í eitt samstarv um at fáa
útnorðurøkið samansjóðað
í eitt innovativt samstarv,
sigur Rani Nolsøe.
Tankin her er at kanna,
hvørjar felags trupulleikar
og felagsmál londini í
NORA hava, og um vit ikki
øll vinna í einum góðum
samstarvi okkara millum.
Fyrsta átakið verður helst
ein felagsfundur einaferð í
vár, sum skal haldast í Íverk
setarahúsinum í Klaksvík
millum Grønland, Ísland,
Norðurnoreg og Íverkset
Íblástur til virkisfús
Bíligur batmobilur
Tað vakti ans, tá bilurin hjá Batman varð settur
til sølu á uppboðssølu herfyri. Filmurin varð
framleiddur í 1995, og við sínum 14 milliónum
krónum á príslepanum var bilurin hjá Batman
ein av teimum dýraru lutunum í filminum. Á
uppboðssøluni kom hægsta boðið tó ikki hægri
enn upp á hálva aðru millión, so sigast má, at
keyparin fekk sær ein bíligan bil. Hvussu nógv
bilurin fer at verða nýttur, er tó ein annar
spurningur.
Harðdiskurin á veg í søguna
Skipanin við snarandi metalplátum til goymsu av data er á veg í søguna.
Framleiðslan av Flashharðdiskunum hevur tikið seg nógv fram seinnu
árini, og nú verður roknað við, at ein Flashharðdiskur í komandi ári kann
keypast fyri á leið 1.500 kr. Flashdiskarnir nýta somu tøkni sum
minniskortini til fartelefonir og myndatól, og bara í ár er prísurin á hesum
lækkaður 57%.
Rani Nolsø starvast nú burturav sum leiðari av
Íverksetarahúsinum