Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-12-11, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. desember 2007síða 25

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 vinnan Nr. 240 - 11. desember 2007 arahúsið og áhugaðar partar í Føroyum. Men Rani ætlar at skapa eitt enn betri grundarlag at arbeiða út frá, og tí hevur hann eisini lagt upp til eina verkætlan saman við Granskingarráðnum. - Tað er jú altíð ein spurn- ingur um, hvønn veg vit skulu fara. Øllum londum tørvar jú ongantíð so nógva nýhugsan sum í dag, og tí er spurningurin, hvønn veg vit við fyrimuni kunnu og skulu ganga. Tí hevur tað stóran týdning at fáa eitt gott boð uppá, hvar teir bestu menningarmøguleik- arnir hjá føroyska samfelag- num – við verðandi menn- iskjaliga og náttúrugivna tilfeingi – í veruleikanum liggja. Tað gleðir meg tí stórliga, at vit í samstarvi við Gransk- ingarráðið kunnu seta fokus á henda týdningarmikla búskaparliga spurning, sigur Rani Nolsøe. Og í hesum sambandi mangla vit »hard facts«, sum Rani Nolsøe málber seg. Men tað er einki at ivast í, at Íverksetanarhúsið hevur verið eitt hart tiltrongt tiltak, sum bara eftir stuttum ári hevur víst sítt virði. Nú Íverksetarahúsið hev- ur verið virkið í eitt lítið ár er tað gleðiligt at kunna staðfesta, at Føroyar av álvara eru við á íverksetara- økinum. Eingin ivi er um, at vit koma at síggja enn fleiri og munagóð úrslit. - Tí fara vit at gera okkara fyri, at føroyskir íverksetarar alsamt koma at hava opti- malar møguleikar til at mennast til veruligar vakst- raríverksetarar, sigur Rani Nolsøe at enda. Hóast bústaðurin reint fysiskt er í Klaksvík, so er Íverksetara­ húsið fyri alt landið Maria Poulsen MARGLÆTI Í GERANDISDEGNUM frá HVS serfrøðinginum M-D026 Brúsukabina Úr bláum herdaðum glasi. Við setri, hand- og toppbrúsu, bland- ingsbattaríi, spegli, radio og 6 rygg- massagudysum. Mál: 95 x 95 x 220 cm. kr. 10.990,- Vanl. prísur kr. 13.200,- Tilboðið er galdandi 4.-15. des. 2007 so leingi vøra er tøk. Tel 312 000 | Fax 315 970 | mp@mp.fo M-R774 Brúsupanel Snøgt tilevnað úr bláum sanitetsacryl. Við hand- brúsu og blandingsbattarí. Mál: 40 x 158 cm. kr. 5.990,- Vanl. prsur 7.100,-kr. M-B022 Gosbað Við ryggmassagu, radio, varmalikami, bland- ingsbattaríi og framsíðu. Mál: 180 x 85 x 65 cm. kr. 13.990,- Vanl. prísur kr. 16.300,- Sóknast eftir íleggjarum Grønlendska námsvinnufelagið Nuna Minerals sóknast eftir fleiri íleggjarum. Felagið hevur gjørt stórar íløgur tey seinastu árini, og aðrar stórar íløgur standa fyri framman. Í einari roynd at fáa fatur á nýggjum íleggjarum skipar Nuna Minerals fyri einum kunnandi fundi í Kyepmannahavn hósdagin, har felagið fer at greiða frá sínum ætlanum. Nuna Minerals hevur sett sær sum mál at sleppa á eina altjóða virðisbrævaskráseting fyri námsvinnufeløg. - Hetta var bara eitt neyðarróp móti teirri raðfesting, sum løgtingið hevur gjørt nú beint undan valinum at brúka eina milliard krónur upp á tunlar. Eg havi einki ímóti, at sandoyingar fáa sín tunnil, sigur Bjarni Askham Bjarnason, formaður í Norðoya- og Vágatunlinum MÓTMÆLI Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Tað elvdi til rættiligt rok, tá Rás 2 og Portalurin í gjár søgdu frá, at Bjarni Askham Bjarnason var tann fyrsti at skriva undir mótmæli móti Sandoyartunlinum, sum seinastu dagarnar man hava poppað upp á nærum hvørj- ari teldu í landinum. Bjarni Askham Bjarnason er stjóri á Kalli, og hann er eisini nenvdarformaður í P/ F Vágatunlinum og nevnd- arlimur í P/F Norðoyatunli- num. Á nýggjárinum tekur hann við sum nevndarfor- maður í P/F Norðoyatunli- num eisini, tí tá leggur Berg- ur í Garði frá sær, tí hann skal fyribils røkja stjóra- starvið í tunlinum, eftir at Dávid Reinert Hansen hevur sagt seg úr starvi. Men tað var altso miku- dagin, at heimasíðan við mótmælinum fór av bakka- stokki, og var tað Hans Blåsvær í Havn, sum tók stig til hana og skrivaði und- ir hana. Síðani var Bjarni Askham Bjarnason tann fyrsti at skriva undir. Vit spurdu Bjarna Ask- ham Bjarnason, um hetta ikki var illa umhugsað? - Nei, tað dugi eg slett ikki at síggja. Tað sum eg havi skrivað undir, er tann raðfesting, sum løgtingið hevur gjørt beint framman undan einum vali - at brúka eina milliard krónur til tunlar, samstundis sum vit dumpa í Pisa, Hoydalar sær út sum ein ruin og fróð- skaparsetrið er ein onnur ruin. Tað var eitt neyðarróp í mun til, hvussu vit priori- tera, sigur Bjarni Askham Bjarnason. - Eg havi einki ímóti, at sandoyingar fáa ein tunil, men beint nú mugu vit rað- festa útbúgving fyrst og fremst, sigur hann. Spurdur um hetta ikki er ótrúverdugt, tá formaðurin í báðum undirsjóvartunlu- num á hendan hátt setir seg ímóti tí triðja tunlinum, svarar Bjarni A. Bjarnason: - Hetta er ein spurningur um raðfesting. Teir tunlar- nir, sum eg umboði eru gjørdir eftir einum øðrum leisti, enn man ætlar at gera Sandoyartunnilin eftir. Og eg umboði ikki tunlarnar, eg umboði meg sjálvan sum privatpersón, tá eg havi skrivað undir hetta mótmæl- ið. Eg eri valdur í nevndina fyri tunlarnar eftir nøkrum fakligum kvalifikatiónum. Hvønn holdning eg havi privat hevur einki við hetta at gera. Vit liva í einum demokratiskum samfelag og eg má hava rætt at siga mína ónøgd, sigur Bjarni A. Bjarnason. Rás 2 spurdi hann eisini, um hann var ímóti Vága- og Norðoyatunlunum, áðr- enn teir vórðu gjørdir: - Nei, tað var eg ikki. Og eg eri ikki móti Sandoyar- tunlinum, men eg eri ímóti teirri raðfestingini, sum her er gjørd, leggur hann dent á. Við Rás 2 í morgun sigur Bjarni Djurholm, lands- stýrismaður í Vinnumálum og sum á tann hátt umboðar eigaran av tunlunum, at tað er óumhugsað av Bjarna Askham Bjarnason at skriva undir hatta mótmælið. - Eg eri samdur við hon- um í, at hann sum privat- persónur hevur rætt at úttala seg, men var tað eg, sum sat í hansara stað, so hevði eg ikki gjørt tað. Onkuntíð er best at tiga, sigur Bjarni Djurholm. Tey politisu valfeløgini í Norðoyggjum siga í mót- mælisskrivi, at tað er moralskt ósambærligt, at nývaldi formaðurin í Norð- oyatunlinum alment arbeið- ir ímóti, at suðurøkið verður knýtt at meginøkinum. Fe- løgini eftirlýsa eisini al- mennar grundgevingar fyri, hví Bjarni Askham Bjarna- son er vorðin formaður fyri Norðoyatunnilin. Við Norðlýsið í morgun sigur Heri Hammer, býar- verkfrøðingur í Klaksvík og nevndarlimur í Norðoya- tunlinum, at tað undrar seg ikki sørt, at nevndarfor- maðurin skrivar undir slíkt. Hann viðurkennir eisini rættin hjá honum at úttala seg, men sigur tó, at tá tú tekur av einum tilboð um at verða valdur í eina almenna nevnd, so eigur tú sjálvandi altíð at verða loyalur yvir fyri tí felag, sum ein er vald- ur at stjórna. Í skrivandi stund hava 2.247 fólk afturat Bjarna Askham Bjarnason skirvað undir mótmælið. Bjarni Askham Bjarnason ikki ímóti Sandoyartunlinum