týsdagur 11. desember 2007síða 26
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
vinnan
Nr. 240 - 11. desember 2007
Ein master útbúgving
innan virkisleiðslu
verður sett í gongd í
Føroyum í næstum.
Talan er um MBA
útbúgvingina
Henley , sum er
skræddaraseymað
til leiðarar á bæði
privatum og
almennum fyritøkum.
Útbúgvingin tekur 3
ár og kostar 210.000
krónur
ÚTbÚgving
Hilmar Simonsen
At kunna arbeiða og lesa
samstundis er eitt ynski,
sum fleiri fólk í leiðandi
størvum hava. Tað er nevni
liga ikki so lætt at fara úr
einum leiðarastarvi á ein
lærustovn, fyri at nema sær
hægri lestur. Men hetta nýt
ast føroyski leiðarar, tað ver
ið seg privatir eins væl og
almennir, ikki at stúra fyri
longur, eftir at útbúgvingin
MBA er um at festa røtur
her á landi. MBA er stytting
fyri Master of Business
Administration, og tað er
ikki sørt, at tað finnast nógv
ar slíkar útbúgvingar í heim
inum í dag. Men henda sum
nú er komin til Føroya er
ein
MBA
frá
Henley
Management College, ið
blaðið the Economist nýliga
hevur kosið til besta hand
ilsskúla í heiminum viðvíkj
andi persónligari menning
og útbúgvingarroyndum.
Handilsskúlin
”Henley
Management College” varð
grundaður í 1946 í býnum
Henley on Thames og er
elsti óhefti handilsskúli í
Evropa. Staðið er tiltikið
vakurt og liggur ikki so lant
frá flogvøllinum Stansted,
hagar Atlantic Airways flýg
ur í summarhálvuni.
Í byrjanini av áttatiárunum
gjørdust útbúgvingarnar á
Henley Management Coll
ege av álvara kendar um all
an heim, og eftir at inter
netið spjaddist út í hvønn
krók eru ikki færri enn
7000 MBA lesandi úr 100
ymsum londum knýtt at
hesum útbúgvingarstovni.
Jens Christian legði
lunnar undir
Danin Leif Bergmann hevur
tvær reisur verið í Føroyum
og kunnað um nýggju
MBAútbúgvingina,
sum
føroyingar kunnu seta seg
fyri í februar 2008. Hann
var her tann 31. oktober og
aftur týsdagin 4. desember
og helt kunnandi skeið, har
fleiri fólk vístu áhuga fyri
tiltakinum.
Hetta hóast talan er um
eina útbúgving, sum kostar
70.000 krónur um árið í 3
ár at fullføra – ella 210.000
krónur tilsamans. Men hvat
fekk Leif Bergmann at
koma hendanvegin við hes
um forkunnuga útbúgving
artilboði.
Tríggir føroyingar hava
mær kunnugt tikið hesa
útbúgvingina, og tað er fyri
stóran part einum teirra,
Jens Christian Olsen, stjóra
á Fiskamarknaði Føroya, til
æru, at vit hava valt at seta
útbúgvingina á stovn í Før
oyum, greiðir Leif Berg
mann frá.
Tá Jens Chr. Olsen varð
liðugur við MBAlesturin í
2006 vendi hann sær til
Henley deildina í Danmark
við tí í hyggju at fáa út
búgvingina setta á stovn í
Føroyum.
Vit vóru frammanundan
í Grønlandi og hildu eisini
tað vera heilt náttúrligt at
koma til Føroya, leggur
Leif Bergmanna afturat.
Fyrru ferð hann var í Før
oyum var hann á Faroexpo
ráðstevnuni í Runavík og
fekk tá høvi til at kunna seg
um føroyskar fyritøkur og
vinnulív sum heild. Tá fekk
Leif Bergmann varhugan
av, at fleiri føroyingar hava
áhuga í at útbúgva seg meiri
innan leiðslu og menning
fyri at vera betur ílatin til ta
umfatandi altjóðagerð, sum
fer fram í hesum tíðum.
Sum bygnaðurin av fleiri
vinnufyritøkum er í Føroy
um, har leiðslur ofta eru
familjugrundaðar, so heldur
Leif Bergmann, at hendan
leiðsluútbúgvingin
kann
vera við til at gera fyritøk
urnar betri brynjaðar at
standa seg í altjóðagerðini.
Ikki minst tí MBAút
búgvingin er standardiserað,
so at somu krøv verða sett
til øll lesandi óansæð hvað
ani í heiminum tey koma.
Føroyskar fyritøkur
’projektfyritøkur’
Spurningurin er so, um
MBA útbúgvingin er ’gear
að’ til føroyskt vinnuvirk
semi.
Tað verður hon á tann
hátt, at føroyskar fyritøkur
verða projektfyritøkur. Tá
ein lesandi skal gera upp
gávur, so verður støði tikið
í føroyskum fyritøkum, og
tá er tað líkamikið um talan
er um eina stóra ella lítla
fyritøku, almenna ella pri
vata, sigur Leif Bergmann.
Tað er nærliggjandi at
hugsa sær, at tað einamest
eru útflutningsvinnur, ið
hava gagn av hesi útbúgv
ingini, tí hon er altjóðalig
og treytar, at tann lesandi er
sera stinnur í enskum. Men
heimamarknaðurin
hevur
onga grund til at halda sær
aftur:
Heimamarknaðurin
verður eisini raktur av al
tjóðagerðini. Lat meg sum
dømi
nevna
fyritøkuna
Guðrun & Guðrun, sum
hevur fingið eina av sínum
troyggjum kenda um alt
kongaríki takkað verið sjón
varpsrøðini ”Brotsgerðin”.
Trupulleikin tykist nú vera,
at hendan troyggjan verður
avritað av øðrum fyritøkum,
sum so selja víðari uttan at
Guðrun & Guðrun fáa sín
náttúrliga part av køkuni.
Nøkur av evnunum í
MBA skeiðunum eru at út
búgva fólk til at leggja stra
tegiskar ætlanir og taka
patent upp á tær vørur, sum
tey skapa, greiðir Leif Berg
mann frá og dylur ikki fyri,
at handilsverðin er bein
hørð, har tað ofta ræður um
”at eta sjálvur fyri ikki at
blíva etin av øðrum”.
Tað er umráðandi at
leggja rætta strategi, tryggja
patent, verða skjótur á av
trekkjaranum, hava distribu
tiónsrásir í lagi og annað
mangt, heldur hann fyri.
Viðvíkjandi
troyggjuni
hjá Guðrun & Guðrun legg
ur hann afturat, at um
”Botsgerðin” fær ein altjóða
prís, so sum summi vænta,
so verður tað ikki bara í
danska kongaríkinum at
troyggjan verður kend, men
í øllum heiminum. Tá er
gott at kunna skúma róman,
meðan bylgjan gongur!
Enskt út í fingra
snipparnar
Einki serligt útbúgvingar
støði verður kravt fyri at
kunna verða upptikin til
MBA útbúgvingina. Prakt
iskar royndir kunnu kom
pensera
fyri
ástøðiligar
útbúgvingar. Sostatt eru tað
bæði fólk við høgari útbúgv
ing og ongari ástøðiligari
útbúgving, sum verða tikin
upp í Henley. Tó verður ein
umsøkjari vigaður á vektini
hjá eini upptøkunevnd, sum
tekur støðu út frá CV’inum
og
øðrum
viðkomandi
upplýsingum, um umsøkj
arin er egnaður at fara undir
hendan lesturin.
Og eitt ófrávíkiligt krav
er: enskt skal dugast út í
fingrasnipparnar, ella nær
við tað.
Øll undirvísing fer fram
á enskum, somuleiðis próv
tøkurnar og høvuðsuppgáv
an er ein umfatandi uppgáva
á 7080 síður umframt
ískoytir, sum eisini skal
skrivast á enskum, vísir
Leif Bergmann á.
So her er eingin góða
mamma, um ein ikki er
hampuliga stinnur í enskum.
Eitt annað krav er, at ein
skal vera í starvi hjá privat
ari ella almennari fyritøku,
og sostatt verða arbeiðsleys
ikki tikin upp til hesa út
búgvingina. Hetta kemst
serliga av, at uppgávur og
innihald
í
útbúgvingini
skulu taka støði í tí fyritøk
uni, har ein sjálvur starvast.
Sum áður nevnt er støddin
á fyritøkuni ikki avgerandi.
Fyrsta MBAútbúgvingin
í Føroyum, sum byrjar í
februar 2008, tekur 3 ár og
er skipað í trimum modulum
á eitt ár fyri hvørt. Stórt
sæð øll útbúgvingin kann
gjøgnumførast í Føroyum,
burtursæð frá at í byrjanini
av hvørjum moduli verður
farið til Henley á workshops
og onnur kunnandi tiltøk.
Um ein ikki ynskir at
taka øll 3 árini ber til at
steðga aftaná fyrsta ella
annað árið og fáa diplom
fyri tað, um ein stendur
stopproyndina. Goldið verð
ur fyri eitt ár í senn, so um
ein gevst eftir fyrsta árið,
so rindar viðkomandi bert
fyri tað árið (70.000 krón
ur). Við í prísinum er alt utt
an ferðaseðlakostnaður til
Onglands.
Tað skulu helst 20 tekna
seg fyri at útbúgvingin skal
kunna setast á stovn í Føroy
um, men minsta markið er
15, sigur Leif Bermann.
Seinasta freist fyri tilmeld
ing er 5. januar 2008. Um
ikki nóg nógv tekna seg
verður útbúgvingin bjóðað
út aftur í heyst.
Stutt um MBA
í Føroyum
Útbúgvingin tekur 3 ár og
er skipað í 3 modulum á eitt
ár. Talan er mest um sjálv
lestur í Føroyum, har ein
partur av útbúgvingini verð
ur skipað sum arbeiðsbólkar.
Eina ferð um árið verður
farið til Henley í Onglandi
at luttaka á workshops og
øðrum kunnandi tiltøkum.
Hvør lesandi hevur ein veg
leiðara, sum heldur ein dag
førdan á ymsan hátt. Ein
skal standa eina stopproynd,
sum er ein skrivlig roynd,
eftir ávikavist fyrsta og
annað árið. Í triðja árinum
skal ein høvuðsuppgáva
gerast, sum tekur umleið ½
til ¾ ár at gera. Tá útbúgv
ingin er liðug verður farið
til Henley fyri seinastu ferð,
har stórt hátíðarhald er.
Minst 15 (og helst 20) skulu
hava teknað seg í seinasta
lagi 5. januar fyri at útbúgv
ingin í februar skal gerast
veruleiki. Annars verður
roynt aftur í heyst.
Føroyskar
leiðslur
brynjast til
altjóðagerð
Leif Bergmann (h.m.) er leiðari fyri MBA útbúgvingina í Føroyum. Vinstrumegin er kona
hansara Mie Nielsen, sum er fyriskipari av útbúgvingini