mikudagur 23. mai 2001síða 2
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 97 - 23. mai 2001
Nr. 97 - 23. mai 2001
3
gult2 cyan2 magenta2 svart2
gult3 cyan3 magenta3 svart3
TÍÐINDASKRIV
Mánadagin 28. mai eru 40
ár liðin síðani Amnesty
International varð sett á
stovn.
Dagurin
verður
hátíðarhildin á ymsan hátt í
felagsskapinum, eitt nú
verður
skrúðgonga
í
London, høvuðsskrivstov-
an fær navnið eftir stovn-
aranum Peter Benenson
House og ein veitsla verður
fyri øllum sjálvbodnum og
starvsfólki í Amnesty UK.
Føroya Deild fer eisini at
hátíðarhalda dagin. Mána-
kvøldið 28. mai verður
kvøldseta við upplestri,
Kári Sverrisson og Arne
Carlsen fara at spæla nøkur
løg og Halgir W. Poulsen,
fyrrverandi formaður, fer at
siga nøkur orð.
Kvøldsetan
verður
í
matstovuni
á
Lærara-
skúlanum mánakvøldið kl.
19.30. Allir Amnesty limir,
nú- ella fyrrverandi, eru
vælkomnir. Tiltakið
er
ókeypis, men bússurnar
standa frammi, um onkur
hevur hug at stuðla felag-
num.
Amnesty kvøldseta
TÍÐINDASKRIV
ALMENNUR
FYRI-
LESTUR verður á Fiski-
rannsóknarstovuni miku-
kvøldið 23. mai 2001 kl.
20. Andras Mortensen,
Ph.D. heldur fyrilestur, ið
hann
kallar:
Politisk
hugmynd í Føroyinga søgu.
Andras Mortensen er
savnvørður á Føroya Forn-
minnissavni og granskari á
Søgu-
og
Samfelags-
deildini á Fróðskaparsetr-
inum.
Føroyinga søga er tann
elsta og mest umfatandi
skrivliga frásøgnin um
føroysk viðurskifti í mið-
øld. Men hvat er hon verd
sum
søgulig
heimild?
Gjøgnum árini hevur verið
kjakast nógv um hendan
spurning, bæði orsakað av,
at umstøðurnar í sambandi
við uppruna og varðveiting
hennara eru torførar at fáa
greiði á, og at søguhøv-
undurin lat frásøgn sína í
ein littereran búna, sum
ger, at søgufrøðingar hava
aftrað seg við at líta á
søguliga sannleiksvirðið í
henni. Í fyrilestrinum
verða
hesir
spurningar
tiknir upp við støði í spurn-
inginum, hvussu søguhøv-
undurin
brúkar
tann
litterera búnan við atliti at
politiskum hugmyndum í
samtíð síni.
Politisk hugmynd
í føroyskari søgu
Tøkk
Vit takka hjartaliga fyri sýnda samkenslu, tá ið
okkara kæri pápi, verfaðir og abbi
Hans David Matras
fyrrverandi lærari, Kirkja
doyði og varð jarðaður.
Hjartans tøkk til bygdarfólkið á Kirkju fyri hjálpsemi,
bæði meðan hann livdi, og nú hann doyði.
Tøkk til Elsu Funding prest fyri hjálp
og troystandi orð.
Tøkk til starvsfólkið á Klaksvíkar Sjúkrahúsi
og annars øll, sum hjálptu.
Tøkk fyri heilsanir, blómur, kransar og gávuna til
kirkjuna á Kirkju.
Tøkk til tykkum mongu, sum fylgdu honum
til hansara síðsta hvíldarstað.
Fyri tey avvarðandi
Børnini
Maersk Air legði í gjár
ársroknskapin fyri ár
2000 fram á Hotel
Hafnia. Úrslitið var
betri enn í 1999
FLOGFERÐSLA
Edvard Joensen
Stjórin í Maersk Air, Ole
Dietz, var nøgdur við árið,
sum farið er. Roknskapurin
vísir eitt avlop upp á 147
milliónir krónur, sum eru
35 milliónir fleiri enn árið
fyri. Hetta segði hann, tá
hann almannakunngjørdi
roknskapin hjá felagnum á
Hotel Hafnia týsmorgunin.
Eisini
hevur
felagið
hækkað eginognina um ikki
samsvarandi, so út í móti
yvirskotinum.
Okkurt
skuldi jú eisini vera til
eigararnar, sum stjórin tók
til.
Eginognin vaks í fjør úr
1.113 milliónum krónur
upp í 1.234 miliónir krónur.
Samstundis er soliditeturin
eisini batnaður. Hann var í
1999 20%, meðan hann í
2000
roknskapinum
er
23%.
Ole Dietz vísti á, at talan
er um reel tøl. Einki við at
broyta roknskaparhátt ella
nakað tílíkt. Sami háttur
sum í 1999 var nýttur í fjør,
segði hann.
Ein av vinnugreinunum
hjá Maersk Air hevur í
mong ár verið tyrlutæn-
astan. Men hon varð niður-
løgd, og tað var eisini
orsøkin til at talið á
starvsfólkum hjá felagnum
lækkaði nakað í fjør.
Ole Ditez, stjóri, segði, tá
hann
legði
roknskapin
fram, at ein týðandi partur
av
yvirskotinum
hjá
Maersk Air í fjør, kom av
sølu av flogførum.
Maersk Air hevur tann
politikk, at felagið vil hava
so ungan og nútímans flota
sum gjørligt. Tí hevur
felagið heldur ikki flog-
førini meira ein eini fýra-
fimm ár í meðal. Summi
styttri.
Ole Dietz segði, at um
ársskiftið komandi, fer
Maersk Air bara at hava jet
flogfør í flotanum. Tá vera
øll Fokker propelflogførini
seld.
Felagið strembar eftir at
hava tey nýggjastu flogfør-
ini alla tíðina. Tað vil siga,
at tey størru flogførini
verða Boeing 737-700. Tað
gevur tó ein trupulleika á
Føroyarutuni, tí ikki ber til
at lasta hesi flogførini
optimalt, tá flogið verður
hendanveg.
Tí
verða
framvegis nøkur Boeing
737-500 ella Boeing 737-
600 í flotanum, um før-
oyingar ikki leingja flog-
vøllin, segði Ole Dietz.
Í ársfrágreiðingini sigur
leiðslan í Maersk Air um
vánirnar fyri 2001, at árið
helst verður merkt av øktari
uttanríkisferðslu og fram-
haldandi høgum olju- og
dollaraprísum. Men bjart-
skygni valdar kortini, og
felagið fer framhaldandi at
arbeiða við at skifta flog-
førini út.
Maersk Air er eitt av
teimum fáu flogfeløg-
unum í Norðanlond-
um, sum enn klárar at
standa í móti upp-
keypingarpolitikk-
inum hjá stóru feløg-
unum
FLOGFERÐSLA
Edvard Joensen
Gongdin í flogferðsluni
seinastu tíðina hevur verið
undirskot og samanlegg-
ingar, har stóru feløgini
hava lagt tey smærru undir
seg. Men Maersk Air hevur
klárað seg væl.
Á tíðindafundi á Hotel
Hafnia í gjár varð árs-
roknskapurin hjá danska
flogfelagnum Maersk Air
lagdur fram. Bjarne Han-
sen, nevndarformaður, og
Ole Dietz, stjóri í Maersk
Air,
løgdu
roknskapin
fram.
Bjarne Hansen, nevnd-
arformaður
segði
frá
gongdini í flogferðsluni
sum heild í fjør, at tað var
rættiliga tungt at reka
flogferðslu. Serliga vóri
tveir
faktorar,
sum
ávirkaðu, og sum eisini í
ávísan
mun
sínámilum
hingu saman. Tað vóru høgi
dollarakursurin og tann
ógvuliga høgi oljuprísurin.
Bjarne Hansen ásannaði,
at hjá nógvum flogfeløgum
hevði
høgi
prísurin
á
brennievni gjørt, at tað
komu reyð tøl í niðastu røð
á roknskapinum. Men hann
fegnaðist um, at Maersk
Air ikki var millum teirra.
Heldur hinvegin var úrslitið
betri enn í 1999.
So væl hevði ikki gingið
øllum. Hann nevndi eini
tvey dømi, har annað fe-
lagið hevði eitt undirskot
upp á 65 milliónir dollarar,
og hitt einar 100 milliónir
krónur.
Eitt felag, sum varð nevnt
í tosinum um yvir- og
undirskot i vinnuni, var
Atlantsflog. Og hildið var,
at tað var væl atborið, at
felagið kláraði at halda eitt
yvirksot
undir
teimum
treytum, vinnan arbeiðir
undir.
Bjarne
Hansen
kom
eisini inn á rákið í flog-
ferðsluni í dag, har alt
meira vanligt tykist vera, at
stór feløg keypa smærri
feløg. Seinasta dømi, vísti
hann á, er at SAS so seint
sum í fyrradagin boðaði
frá, at felagið hevði keypt
stóra norska flogfelagið
Braatens.
Spurdur um, hvat Maersk
Air fór at gera, um eitt boð
kom upp á felagið, svaraði
Bjarne Hansen, nevndar-
formaður í Maersk Air,
stutt og kontant:
»Maersk Air er ikke til
salg«.
Hann vísti á, at eftir sum
hann dugdi at síggja, var
lítið eftir av flogfeløgum í
Skandinavia
uttan
fyri
SAS.
Í Noreg dugdi hann einki
at finna. Í Svøríki eitt og í
Danmark eini trý, har av
Maersk Air var eitt.
Tá hugsaði hann sjálv-
andi um londini, har SAS
arbeiðir. Tí sjálvandi eru
bæði Finair og Icelandair
framvegis á flogi.
Umframt er so Grøn-
landsfly. Men tað felagið
hevði heldur ikki nakað
gott ár í fjør, og eisini har
vísti roknskapurin eitt und-
irskot.
Maersk Air heldur út
Økt avlop hjá Maersk Air
Alt fleiri fólk ferð-
ast við flogfari, vísa
tølini hjá Maersk
Air. Men talan er
um uttanríkis-
ferðsluna, tá tosað
verður um øking
FLOGFERÐSLA
Edvard Joensen
Maersk Air hevði eina
øking í samlaða ferða-
fókatalinum í fjør. Men
tað var bara uttanríkis-
flúgvingin, sum gav
vøkstur.
Innanríkisflúgvingin í
Danmark er minkað
munandi, síðan brúgvin
um Stóra Belti varð tikin
í brúk. So munandi, at
Maersk Air hevur lagt
rutur niður. Í løtuni
verður bara flogið mill-
um Kastrup og Billund
og Kastrup og Rønne.
Hinvegin veksur ferð-
afókatalið á uttanríkis-
rutunum og á leigu-
ferðunum hjá felagnum.
Tølini frá roknskap-
inum fyri ár 2000 vísa,
at á leiguferðunum hjá
Maersk Air vaks ferða-
fólkatalið úr 797.000
ferðafólkum í 1999 til
832.000 í fjør.
Sama mynstrið er á
regluligu uttanríkisrut-
unum. Í 1999 var ferða-
fókatalið 854.000, með-
an tað í ár 2000 var
952.000.
Viðmerkt varð, at í
fjør lat felagið upp ikki
færri enn seks nýggjar
uttanríkisrutur,
sum
sjálvandi eiga part í
vøkstrinum.
Eisini á Føroyarutuni
hevði Maersk Air ein
rættiliga
markantan
vøkstur
í
ferðafólk-
atalinum í fjør. Í mun til
1999 ferðaðust 9.500
fólk fleiri við Maersk
Air millum Føroyar og
Danmark.
Tað er næstan allur
tann samalaði vøskturin
á rutuni, siga teir hjá
Maersk Air.
Fleiri ferðafólk
Ole Dietz, stjóri í Maersk Air, er nøgdur við árið
Mynd: Jens K. Vang
Bjarne Hansen,
nevndarformaður í Maersk
Air, sigur, at Maersk Air er
ikki til sølu
Mynd: Jens K. Vang
C
M
Y
K
3
2
LesiÝ Sosialin
-taÝ loysir seg!