mikudagur 23. mai 2001síða 3
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 97 - 23. mai 2001
Nr. 97 - 23. mai 2001
5
gult4 cyan4 magenta4 svart4
gult5 cyan5 magenta5 svart5
– Tað farna árið
hevur verið ómetaliga
spennandi, gevandi
og læruríkt, og vit eru
eina uppliving ríkari,
sum vit ikki vildu
verið fyriuttan, sigur
Árni Jensen, ið saman
við familju síni hevur
verið við
trúboðaraskipinum
Doulos í Fjareystri í
eitt ár
TRÚBOÐARASKIP
Stefan í Skorini
Fyri einum góðum ári síð-
ani fóru hjúnini Árni og
Maiken Jensen úr Havn
saman við dóttrini Erlu
umborð á trúboðaraskipið
Doulos, har tey hava nýtt
eitt ár av lívi sínum. Árni
greiðir frá, at hetta var ein
gamal dreymur, sum gjørd-
ist veruleiki.
Hósdagin leggur eitt ann-
að trúboðaraskip at bryggju
í Havn. Tað er Logos, sum
nú hevur lagt leiðina til
Føroyar.
Á brúnni stendur føroy-
ingurin Árni Jensen. Hann
hevur júst verið við Doulos,
og nú er hann farin umborð
á Logos. Hetta verður tó
bara fram til august mánað.
Altíð kent OM
OM stendur fyri Operation
Mobilisation, og tað er
navnið á felagsskapinum,
sum eigur skipið Doulos.
Árni sigur, at hann frá
ungdómsárum
mangan
hevur hoyrt um felagsskap-
in OM, og tí hevði hann alt-
íð eitt ynski at fara í tæn-
astu hjá hesum felagsskapi.
Tá sipar hann til ameriku-
mannin George Verver,
sum bleiv persónliga trúgv-
andi, tá hann var til møti
hjá kenda prædikumannin-
um Billy Graham. Hann
sigur, at tey onkuntíð hava
tosað um henda møguleik-
an at fara við Doulos, men
ongantíð er nakað komið
burturúr.
Júst sum vónirnar mink-
aðu fyri at fáa henda møgu-
leikan, stóð teimum í boði
at fara við Doulos fyri ein-
um ári síðani. Árni er
skipsførari,
og
Doulos
hevði stóran tørv á yvir-
monnum. Tí gjørdu hann
og Maiken kona hansara av
at fara við Doulos og at
taka 14 ára gomlu dóttrina
við sær.
Fyri fyrst var bara talan
um fýra mánaðir, men so
tók familjan tveir mánaðir
afturat, og so hálvt ár. Til-
samans er tað blivið til eitt
heilt ár umborð á Doulos.
Nú fer Árni so eisini við
Logos til august mánað.
Tey fáa ongan pening fyri
at sigla við Doulos. Skip-
anin er soleiðis, at tey, ið
eru umborð, sjálv gjalda
fyri uppihaldið. Tey, sum
koma úr tí ríkara partinum
av heiminum gjalda meira
enn onnur úr fátækari lond-
um.
Fólk úr 35 londum
Umborð á Doulos eru til-
samans 350 fólk úr 35
ymiskum londum. Maiken
greiðir frá, at tú kennir øll,
sum eru umborð, tí øll liva
so tætt saman, og tí er sam-
anhaldið millum tey øll
sera gott.
Tað eru ógvuliga ymisk
fólkasløg, ið búleikast á
skipinum. T.d. hava nógv av
teimum
ongantíð
sæð
sjógv, tá tey koma umborð.
Tosað verður enskt um-
borð, og tey, ið ikki skilja
málið, fáa undirvísing.
– Vit vóru ógvuliga væl
móttikin, tá vit fyri fyrstu
ferð settu fótin umborð á
Doulos. Samanhaldið er
eisini ómetaliga gott mill-
um øll umborð. Øll tóku
sær av okkum ta fyrstu tíð-
ina, meðan vit skuldu finna
okkum til rættis, og vit
føldu okkum sum ein part
av Doulos-familjuni, greið-
ir Maiken frá. Tí var um-
skiftið frá gerandisdegnum
í Føroyum til Doulos ikki
ov stórt.
Eitt, sum føroyingarnir
beinanvegin bitu merki í,
var, at fólk umborð hevði
lítið av peningi um hendi.
Hetta hevði við sær, at fólk-
ini vóru meira kreativ, og
hetta var við til at styrkja
samanhaldið umborð.
Umborð virkaðu Maiken
og Árni sum foreldur at
fleiri ungum, so tey høvdu
onkran at halda seg til, um
trupulleikar stungu seg
upp.
Maiken arbeiddi dagliga
í leiðbeiningini, meðan
Árni var stýrimaður.
Maiken skelkað í
Manila
Doulos sigldi bara millum
lond í Fjareystri, meðan
Jensen-familjan var um-
borð. Siglt varð ímillum
Filipsoyggjarnar,
Hong
Kong, Teivan, Japan, Kina,
Maleisia, Singapor, Teiland
og Vjetnam tað seinasta
árið. Tey vóru enntá fleiri
ferðir í onkrum av londun-
um.
Stórur munur er á hesum
londunum.
Maiken sigur frá, at hon
fekk ein skelk, tá hon kom
til Manila.
– At síggja fátækradømið
og vesældómin í Manila,
høvuðsstaðnum á Filips-
oyggjunum, var ræðuligt,
sigur Maiken.
Hinvegin greiða hjúnini
frá, hvussu reint og væl
skipað alt var í Tokyo í Jap-
an. Her komu mótsetning-
arnir í økinum greitt til
sjóndar. Filipsoyggjarnar
eru eitt tilafturskomið land,
meðan Japan hinvegin er
eitt tað fremsta landið í
Fjareystri og hevur hálað
seg framum fleiri av lond-
unum í Vesturheiminum.
Eisini vitjaðu tey Teivan,
sum var illa rakt av jarð-
skjálvta í 1999. Tey ferðað-
ust millum húsaleivdirnar,
men tó merktu tey, hvussu
takksom fleiri av hesum
fólkunum vóru, hóast neyð-
ina, tey vóru stødd í.
Frásøgnirnar hjá Maiken
benda á, at tey í hesum
partinum av heiminum
hava eina heilt aðra fatan at
menniskjum.
Eitt nú vitjaðu tey á ein-
um heimi fyri brekað børn.
Tann týska fyristøðukvinn-
an greiddi frá, hvussu lítið
brekað børn verða vird í
Teivan. Tey verða mangan
vrakað av foreldrunum, og
tí er neyðugt at sjálvboðin
seta á stovn heim fyri hesi
børnini. At fáa eitt brekað
barn verður av fleiri mett
sum ein revsing frá gudun-
um.
Hjá okkum eru fyritreyt-
irnar øðrvísi, tá talan er um
at taka sær av teimum
menningartarnaðu, og tí
hava vit ikki teir somu trup-
ulleikarnar at dragast við.
Send út í bólkum
Arbeiðið umborð var so-
leiðis skipað, at tey vórðu
býtt upp í bólkar. So vóru
tey send út í býirnar og
millum fólk á staðnum at
boða tann kristna boðskap-
in.
Soleiðis komu tey út
ímillum fólkið og komu at
kenna nærumhvørvið hjá
teimum innføddu.
Tey greiða frá, at tey út-
sendu frá Doulos bæði gera
vælgerandi arbeiði og boða
kristindómin fyri fólkinum.
Tað kann vera at hjálpa
gøtubørnunum
ella
at
hjálpa einum trúðboðara á
staðnum við onkrum prakt-
iskum.
Maiken sigur, at tey í
Teilandi vitjaði eitt kvinnu-
fongsul, og har vóru seks
kvinnur, ið ynsktu at játta
kristna trúgv. Tað er enda-
málið við arbeiðnum á
skipinum. At boða kristin-
dómin og at fólk játta
kristna trúgv.
– Hetta er tað, sum ger
tað so stórt at vera umborð.
Tú hoyrir slíkar søgur og
upplivir slíkar hendingar
allatíðina. Nógvir bólkar
verða sendir út, og allir
hava hvør sína sólskinssøgu
at siga frá, tá teir koma aft-
ur. Altíð hevur onkur okk-
urt áhugavert at greiða frá,
og tað ríkar lívið umborð,
sigur Árni.
Árni greiðir frá eini ser-
ligari andaligari hending,
sum talaði til hann, tá hann
var úti á markini við einum
bólki.
– Vit sigldu niðan eftir
eini á til eina lítla bygd í
Maleisia. Í tí eina húsinum
í bygdini var húsbóndin
deyður, og sorgin var
ómetalig í allari bygdini.
Har vóru grátikonur við
hátalarum, sum skipaðu
grátin, og har vóru eini 400
fólk í og kring húsið, sigur
Árni.
– Tað var tí ringt at skipa
nakað veruligt møti, og vit
góvust at enda. So kom ein
kona til okkara og bað um
bøn fyri dóttrini og fleiri
gjørdu tað sama. Vit bóðu
tí, og eg greiddi henni frá
lyftum Guds. Endin var, at
alt húsið játtaði trúgv á
Kristus, og gleðin var stór
millum okkum, sigur Árni,
ið leggur afturat, at hann
enn hevur samband við hesi
fólkini í maleisisku bygd-
ini.
Dreymurin gjørdist veruleiki
Árni og Maiken í føroyskum búna eftir at hava hitt Dronning Margrethe í Bangkok
Trúboðaraskipið Doulos, sum
var heim hjá Maiken, Árna
og Erlu í eitt ár
Møttu drotning
Margrethe
Ein dagin fingu Árni og
Maiken
møguleikan
at
møta Hendes Majestæt
Dronning Margrethe.
Ein danskur tíðindamað-
ur var umborð á Doulos í
Bangkok í Teilandi, har
hann hoyrdi um føroying-
arnar. Hann skipaði tí so-
leiðis fyri, at hann hjúnini
sluppu til eina móttøku á
donsku sendistovuni, har
Margrethe og Henrik vóru
hjástødd. Donsku konga-
hjúnini vóru og vitjaðu
teilendsku kongahjúnini.
– Margethe kendi bein-
anvegin
tey
føroysku
klæðini, og hon spurdi
okkum um arbeiði umborð.
Vit góvu henni eina bók og
eina
innbjóðing
sum
heiðursgestur, tá Logos
vitjar í Danmark. Eisini
prátaðu vit við Fredrik
krúnprins, sum var til stað-
ar, sigur Maiken, ið ikki
dylur fyri, at tað var serligt
at síggja drotningina á
ferðini.
Ódn mundi gjørt av
við tey
Veðrið var næstan altíð
avbera gott, men einaferð
mundi Doulos rent seg í
eina ringa ódn. Siglt var
ímillum Kina og Maleisia,
tá
veruligt
ódnarveður
brast á. Doulos royndi at
sigla undan sum frægast,
og tað var sum tá ketta
spælir við mús.
– Við eitt steðga motor-
arnir umborð á skipinum,
sigur Árni, ið stóð á brúnni.
Motorarnir fóru ikki í
gongd aftur fyrr enn fýra
tímar seinni, og hesa tíðina
lá skipið stilt. Tað vísti seg
aftaná, at ódnin eisini hevði
ligið still hesa tíðina, og tað
heldur Árni vera bønarsvar,
tí skiparin hevði í hátalar-
anum biðið øll umborð um
at biðja fyri støðuni.
Ríkandi uppliving
Tá hjúnini verða spurd, um
tey iðra seg um, at tey tóku
avgerð um at fara avstað,
siga tey sum við ein munn,
at hesa upplivingina vildu
tey ikki verið fyriuttan.
– Hetta hevur verið ein
ómetaliga stór uppliving,
og vit angra als ikki, at vit
fóru avstað. Vit kunnu bara
luta tað við onnur her
heima í Føroyum í veikt
mát, tí tað skal upplivast.
Tað eru bara heilt smáir
partar av øllum, sum vit
kunnu greiða frá, siga Mai-
ken og Árni at enda.
Nú er Árni so farin við
einum øðrum trúboðara-
skipi. Tað er nevniliga Log-
os, sum kemur á Havnina
hósdagin, og øll kunnu fara
umborð at vitja skipið.
14 ára gamla Erla
Jensen úr Havn hevur
saman við foreldr-
unum verið við
trúboðaraskipinum
Doulos í eitt ár.
Henni dámdi so væl,
at hon fer við aftur,
um høvi býðst
TRÚBOÐARASKIP
Stefan í Skorini
Tað eru ikki øll 14 ára gom-
ul føroysk børn, ið hava
verið í eins nógvum lond-
um sum Erla. Hon hevur
tað seinasta árið siglt mill-
um fleiri av londunum í
Fjareystri við trúboðara-
skipinum Doulos.
– Tað var eingin trupul-
leiki at fella til, tí øll vóru
so blíð og fyrikomandi. Eg
eri eisini framlig, so tað
gekk bara væl, sigur Erla.
Skúlagongd
Doulos er sum ein lítil
bygd, og har er barnagarð-
ur, sjúkrahús, skúli og ann-
að, ið hoyrir til. Erla gekk í
skúla frá klokkan 9 á
morgni til klokkan hálvg-
um fýra seinnapartin, so
skúlanum slepst ikki und-
an, hóast hon er langt av
landi skotin.
Eftir skúlatíð arbeiddi
Erla nógv í tí stóru bóka-
søluni á skipinum. Eina
slíka bókasølu verður eisini
møguleiki fyri at vitja, tá
Logos kemur á Havnina.
Umframt at røkja sína
skúlagongd og arbeiða í
bókasøluni, so var hon eis-
ini við í einum tónleika-
bólki, so Erla keddi seg
ongantíð umborð, greiðir
hon sjálv frá.
– Har var eingin, sum var
júst á mínum aldri, men
fleiri vóru umleið javn-
gomul við meg, so eg fekk
fleiri góðar vinir umborð,
sigur Erla.
Viðmælir øðrum
Erla sigur, at hon avgjørt
viðmælir øðrum at taka eitt
ár umborða á Doulos, tí tað
er ein góð íløga seinni í lív-
inum.
– Eg havi ætlanir um at
fara við aftur einaferð
seinni, um høvi verður til
tess, sigur Erla.
Erla greiðir frá, at hvørja
ferð, tey komu til eitt nýtt
land, so fingu tey at vita,
hvussu atburðurin skuldi
vera, hvat var loyvt, og hvat
var bannað.
Tað var hvørja ferð okk-
urt nýtt, sum tey skuldu
minnast til. Tá tey komu til
muslimsk
lond,
skuldi
konufólkið minnast til at
vera í klæðum, sum fjaldu
allan kroppin, tí annars
kundi tey verða tikin av
myndugleikunum. Og í
Maleisia var tað umráðandi
ikki at sita við krosskastað-
um beinum.
Hetta kundi vera eitt
sindur ringt at venja seg
við.
Erla sigur, at hetta hevur
verið eitt spennandi og
hendingaríkt ár, sum hon
hevur verið ógvuliga glað
fyri, tí tað gevur henni eina
góða barlast seinni í lív-
inum.
Hósdagin kemur eitt ann-
að trúboðaraskip á Havn-
ina. Tað leggur væntandi at
hósdagin seinnapart, og
fyrireikararnir vóna, at
fleiri koma at taka ímóti.
Skipið letur alment upp
fríggjadagin.
Føroyski listamað-
urin Edvard Fuglø
hevur gjørt nýggja
búmerki hjá Lista-
stevnuni, sum verður
í døgunum 8. – 19.
august
LISTASTEVNA
Stefan í Skorini
Búmerkið er eitt fingra-
merki, sum ímyndar tað
persónliga, nú ein egin før-
oysk listastevna verður
fyriskipað.
Samstundis
sum búmerkið varð avdúk-
að, varð ein plakat eisini
sýnd fram. Á plakatini er
ein ørgrynna av fingra-
merkjum, og plakatin verð-
ur seld í sambandi við
Listastevnuna.
Stevnan verður í tólv
dagar frá 8. til 19. august.
40 ymisk tiltøk eru á
skránni, har helmingurin er
í Havn, meðan restin er úti
á bygd. Atgongumerkjasøl-
an byrjar 10. juni, tá fólk
kunnu ogna sær atgongu-
merki.
Byrjað verður við eini
opera, tá Den Jyske Opera
fer at framføra »Det For-
jættede Land« fyri børnum.
Henda opera verður fram-
førd í Vesturkirkjuni 8. aug-
ust og í Kristianskirkjuni 9.
august.
Endað verður somuleiðis
við opera. Tað er tann írska
operain, sum fer at fram-
føra
Madam
Butterfly.
Framførslan verður 18. og
19. august. Hetta er ein
ógvuliga kend opera í trim-
um aktum, sum Puccini er
upphavsmaður til.
Erla ætlar sær við aftur
Erla Jensen fevnir ein leopard í einum djóragarði í Teilandi. Hon sigur seg fegnast um árið
umborð á trúboðaraskipinum
Árni var stýrimaður umborð.
Her er hann í hvítum búna,
sum hann ofta var í, tá hann
var til arbeiðis
Maiken til arbeiðis í leiðbeiningini
Búmerkið fyri listastevnuna avdúkað
Búmerkið hjá Listastevnuni varð alment avdúkað týsmorgunin. Helga Hjørvar og Birgir Kruse,
ið sita við borðið hava verið við til at skipa fyri Listastevnuni
Mynd: Jens Kr.
C
M
Y
K
5
4