Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-05-23, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. mai 2001síða 4

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 97 - 23. mai 2001 Nr. 97 - 23. mai 2001 7 gult6 cyan6 magenta6 svart6 gult7 cyan7 magenta7 svart7 – Verkfallið snýr seg ikki um prosentir men um prinsippir, siga Føroya Ar- beiðarafelag og Havnar Arbeiðs- kvinnufelag VERKFALL Áki Bertholdsen Tað skulu ongir óheftir roknimeistarar upp í verk- fallið. Tað er greitt, eftir at Før- oya Arbeiðarafelag og Havnar Arbeiðskvinnufelag hava víst i uppskotinum frá arbeiðsgevarunum aftur um at fáa óheftar serfrøðingar at roknað út, hvussu stórur munur er á lønunum hjá limunum í verkfalli og hjá limunum í Havnar Arbeiðs- mannafelag og feløgunum í Klaksvík. Í sáttmálunum, sum nú eru farnir úr gildi, hava feløgini í verkfalli fingið onkrar viðbøtur, sum hini arbeiðarafeløgini ikki fáa. Men nú semingsuppskotið varð lagt fyri tey, var ætlanin, at lønin skuldi vera tann sama hjá øllum pørt- um. – Góðtóku vit semings- uppskotið, høvdu vit sam- stundis sostatt eisini góð- tikið, at vit skulu fáa eina minni lønarhækking, enn feløgini í Klaksvík og Havnar Arbeiðsmannafelag hava fingið, siga feløgini í verkfallið. Tey siga, at munurin er 2,5%. Arbeiðsgevarin hava víst hesum aftur og siga, at munurin er einans 0,13%. – Tað er ongin meining í at ósemja skal vera um útrokningargrundarlagið. Hinvegin hevur tað týdning at staðfesta veruleikan, halda arbeiðsgevararnir. Tí hava teir skotið upp, at teir, og feløgini í verkfalli, velja hvør sín óheftan serfrøðing at gera hesar útrokningar fyri partarnar. Sjálvir valdu arbeiðsgevararnir beinan- vegin Jógvan Amonsson, grannskoðara, sum sín serfrøðing. Nei takk Men hetta uppskotið halda feløgini í verkfalli lítið um og tey gjørdu beinanvegin greitt, at tey fóru ikki at velja nakran serfrøðing at rokna nakað út fyri part- arnar. – Vit vita ikki rættiliga hvat endamálið er, tí halda tit, at tað hevur nakað sum helst við arbeiðssteðgin gera, hvussu nakrar við- bøtur verða roknaðar út, hava tit misskilt okkurt grundleggjandi, hava ar- beiðsgevararnir fingið at vita frá feløgunum í verkfalli. Vígdis Johannesen, for- maður í Havnar Arbeiðs- kvinnufelag, sigur, at orsøkin til verkfallið er, at arbeiðsgevararnir vilja ikki samráðast um samráðingar- uppskotið hjá feløgunum í verkfalli. – Hinvegin er tað stað- fest, at arbeiðsgevararnir hava givið einum triðja parti, sum onki hevur við samráðingarnar at gera, tilsøgn um, at vit skulu ikki fáa meiri í løn enn hesin triði partur hevur fingið og tað kann als ikki góðtakast. Hesin triði partur, sum hugsað verður um, er Havnar Arbeiðsmannafelag og feløgini í Klasvík. – Fyri okkum er tað eitt prinsipp, at mótpartur okk- ara ikki brýtir avgerandi fyritreytina fyri einari og hvørjari samráðing, nevni- liga at partarnir frítt kunnu samráðast um tey krøv, sum hin parturin leggur fram. – Og tá ið arbeiðsgevarin hevur bundið seg til ikki at kunna samráðst um lønarkrøv okkara, so duga teir helst at síggja, at tað eru teir, sum hava skyldina av samráðingarslitinum, sum førdi til henda arbeiðs- steðg, sigur Vígdis Jo- hannesen. Hon skilir heldur ikki, hví arbeiðsgevararnir nú tvíhalda um, at øll skulu fáa somu løn. – At lønin ikki er tann sama, er onki nýtt. Í nógv ár fekk Havnar Arbeiðs- mannafelag 1% meiri í løn, enn vit fingu og tað mátti tvey verkføll til, áðrenn vit vunnu tað innaftur, sigur Vígdis Johannesen. Arbeiðsgevararnir hava blokerað fyri at suðuroyingar og sandoyingar fáa varu. Hetta má vera skemt halda Føroya Arbeið- arafelag og Havnar Arbeiðskvinnufelag VERKFALL Áki Bertholdsen – Nú eru suðuroyingar og sandoyingar tiknir til gísla í verkfallinum. Hetta er niðurstøðan hjá Føroya Arbeiðarafelag og Havnar Arbeiðskvinnufelag eftir tað, sum er farið fram hesar seinastu dagarnar. Ætlanin var at suðuroy- ingar og sandoyingar skuldu setast javnt við landið annars. Og tá ið løgreglan tók vegbyrging- arnar burtur, so at farmur hevði frítt at fara ´æa meginlandinum, gjørdu feløgini í verkfalli av, at undantaksloyvi eisini skuldi gevast til at flyta varu til Sandoyar og Suður- oyar. Men talan var bara um at geva tí einu heilsøluni, Poul Hansen, loyvi at flyta vørur suður. Feløgini í verkfalli siga, at hetta er fyri at hava tamarhald á, hvørjar vørur blivu fluttar, so at vørur til ídnaðarlig endamál ikki eisini fór at vera fluttur. – Poul Hansen hevur deild í Suðuroy, so tað er sjálvsagt, at tað verða teir, sum býta vørurnar út til handlarnar, sigur Ingevborg Vinther Men nú talaði Føroya Arbeiðsgevarafelag at. Tað vildi ikki góðtaka, at tað bara var ein ávís heilsøla, sum slapp at flyta vørur suður. Tað er avlagandi, sigur arbeiðsgevarafelagið. – Antin verður fríur vøruflutningur fyri øll, ella skal ongin flutningur vera yvirhøvur, gjørdu arbeiðs- gevarafelagið greitt. Teirra uppskot var, at fríur vøruflutningur skuldi t.d. onkran ávísan dag. Skemt – Hetta má vera skemt. Tað siga arbeiðarafeløg- ini í verkfalli í eini við- merking til málið. Tey gera púra greitt, at tað verða ikki arbeiðs- gevararnir, sum sleppa at gera av, hvørji undantaks- loyvi verða givin í verk- fallinum, ella, hvussu verk- fallið annars verður fyri- skipað. Sostatt er ongin vara enn sloppin til Suðuroyar ella til Sandoynna. Flutning- urin, sum skuldi vera sunnukvøldið, varð steðg- aður og støðan er við at verða álvarslig á nógvum økjum og heilt nógvar neyðsynjarvørur eru uppi í Sandoynni og í Suðuroynni. – Hetta tiltakið taka vit sum eina roynd hjá ar- beiðsgevarunum at stýra tiltøkunum og at øsa fólk. Føroya Arbeiðarafelag og Havnar Arbeiðskvinnufelag meta nú, at Arbeiðsgevar- arnir - Føroya Arbeiðs- gevarafelag - hevur tikið Suðuroynna sum gísla. Arbeiðarafeløgini meta støðuna soleiðis, at fyrst vórðu tey trýst í verkfall, men at nú vilja arbeiðs- gevararnir nú sleppa at stýra tiltøkunum. Í farnu viku fingu arbeiðsgev- ararnir hjálp frá løgregluni at fullføra henda setning. – At arbeiðsgevararnir nú nokta vøru at koma í ávísar partar av landinum er óivað liður í at øsa fólk og at venda tey ímóti arbeiðarafeløgunum í verkfalli halda Føroya Arbeiðarafelag og Havnar arbeiðskvinnufelag. Løgreglan fylgir so væl við gondini í verkfallinum, at leiðslurnar í feløgunum í verkfalli kenna sg forfylgd VERKFALL Áki Bertholdsen Tað er ongin ivi um at løgreglan fylgir serstakliga væl við gongdini í verk- fallinum, ikki minst, har vegirnir eru avbyrgdir. Men at teir fylgja so væl við, sum teir gera, er kortini komið óvart á leiðslurnar í feløgunum í verkfallið. Ingeborg Vinther, for- maður í Føroya Arbeiðara- felag, sigur, at tey hava løgregluna í hølunum á sær, hvar í tey so fara. Antin koyrir løgreglan aftaná okkum, ella stendur hon ymsastaðni á vegnum ímillum Havnina og Kollafjørð, og eygleriðir tað, sum fer fram, Teir eru bæði í løgreglubilum og í vanligum bilum. Tað er eisini komið fyri, at løgreglan steðgaði einum hýruvorgni, sum koyrdi verkfalsvaktir til Kolla- fjarðar. Hýruvognsf´ørarin varð spurdur, hvat hann hevði við hetta at gera. – Eg havi verið í arbeiðsørindum, var svarið- og meiri varð ikki gjørt við tað málið –Vit føla okkum sum ein brotsmenn. Men eg veit ikki, hvørji brotsverk, vit hava framt, leggur hon afturat. Enn hevur løgreglan kortini ikki lagt uppá verk- fallið, síðani vegirnir aftur vórðu byrgdir av mána- náttina. Ikki slept upp á fjall Roynt verður nú at finna útvegir fyri at Suður- oyingar og sand- oyingar fáa vørur, hóast ætlanin mána- kvøldið varð steðgað VERKFALL Áki Bertholdsen Enn er vón fyri, at tað fer at eydnast at suð- uroyingum og Sand- oyingum at fáa neyð- synjarvørur. Sum tað sæst í grein aðrastaðni í blaðnum, varð roynd- in mánakvøldið at flyta ymsar matvørur, og aðrar neyðsynjar- vørur í Sandoynna og Suðuroynna, steðgað. Men Føroya Ar- beiðarafelag og Havnar Arbeiðs- kvinnufelag, halda framvegis, at tað er skeivt, at summi øki eru fyri vanbýti og at tað ikki skal bera til at flyta vørur til Sandoynna og Suður- oynna. Tey vísa til, at allur flutningur slapp at ganga ótarnaður í nakrar dagar, frá tí at løgreglan hevði ruddað vegbyrging- arnar í farnu viku, til blokadurnar vórðu tiknar upp aftur mánanáttina. So á meginlandinum eru allar handilshillar á tremur. Ingeborg Vinther sigur tískil, at hóast fyrsta royndin at fáa vørur í Suðuroynna og Sandoynna, mis- eydnaðist mána- kvøldið, fer ein roynd at verða gjørd afturat. – Vit fara einaferð enn at royna at finna útvegis fyri, at suð- uroyingar og sand- oyingar kunnu fáa neyðsynjarvørur suð- ur. Hon sigur, at enn veit hon ikki, hvussu hetta kann skipast. – Men tað er greitt, at tað skal verða undir skipaðum við- urskiftum, so at allur flutningur ikki slepp- ur at ganga ótarn- aður, sigur Ingeborg Vinther. Løgreglan fylgir væl við verkfallinum Ongir serfrøðingar skulu upp í verkfallið Feløgini í verkfalli: Nú skemta arbeiðsgevararnir –Vit hava staðfest, at Arbeiðsgevararnir hava givið Havnar Arbeiðsmannafelag og feløgunum í Klaksvík tilsøgn um, at vit skulu ikki fáa somu lønarhækkingar, sum tey hava fingið og tað er eitt prinsipp, sigur Vígdis Johannesen, formaður í Havnar Arbeiðskvinnufelag Orsakað av ov lítlari játtan hevur fólka- skúlin ikki ráð at undirvísa veikum næmingum. Til kom- andi skúlaár hevur skúlin bert fingið játtað umleið helm- ingin av neyðugu tímunum til serligan tørv. Skúlaleiðarar og umsitingin eru samd um, at politikarar raðfesta skúlan alt ov lágt FÓLKASKÚLIN John Johannessen Næmingar við serligum tørvi skulu ikki vænta sær neyðugu frálæruna kom- andi skúlaár. Orsøkin er, at politiski myndugleikin ikki tekur spurningin í nóg stórum álvara og vil játta tann pen- ingin, sum frálæran til hes- ar næmingarnar kostar. Tørvurin á eyka frálæru- tímum til næmingar við serligum tørvi er komandi skúlaár 2.527 tímar. Men orsakað av ov lítlari játtan, fáa veiku næmingarnir til- samans einans góðar 1.100 tímar býttar ímillum sín. Vánalig støða Hans Eli Dahl, sum er sett- ur leiðari fyri Sernámsdep- ilin, hevur ábyrgdina av at býta tímar út til ávísu næm- ingarnar við serligum tørvi á ymsu fólkaskúlunum kring landið. Hann metir støðuna hjá veiku næming- unum vera vánaliga. Tí næmingarnir fáa orsakað av lága tímatalinum ikki tey tilboð, teimum tørvar. Skipanin er soleiðis, at serlærarar kring landið ár- liga senda umsóknir til Ser- námsdepilin um neyðugu frálærutímarnar til hvønn einstakan næming. Tað vil siga, at tímarnir verða játt- aðir persónliga til einstaka næmingin við serligum tørvi. – Í ár hava vit fingið sera væl gundaðar umsóknir um 2.527 tímar. Men eftir at hava hugt tær gjølla ígjøgn- um og vigað kriteriini, eru vit komin niður á 2.217 neyðugar tímar. Men vit hava einans ráð at býta út góðar 1.000 tímar. Tað vil siga, at vit bara mugu skera ígjøgnum við flossutum kriterium, sigur Hans Eli Dahl. Ov lítil heildarjáttan Orsøkin til vánaligu støð- una hjá veiku næmingunum er kortini ikki bert tann, at játtanin til sertímar er ov lág. Hans Eli Dahl á Ser- námsdeplinum og Hensar Ellingsgaard, deidarstjóri fyri fólkaskúlan í Menta- málastýrinum, eru samdir um, at sjálv heildarjáttanin til fólkaskúlan er ov lág. Verandi skipan er soleið- is, at allir skúlar fáa 0,11 tímar um vikuna fyri hvønn næming til serundirvísing. Tað vil siga, at ein skúli við 200 næmingum fær 200 ferðir 0,11 tímar, sum er tað sama sum 22 tímar um vik- una, sum teir kunnu nýta til vanliga serundirvísing. Hetta er serundirvísing til næmingar, ið krevja ser- undirvísing í eitt styttri tíð- arskeið. Til dømis kunnu slíkir tímar nýtast til eitt lesiskeið í nakrar vikur ella okkurt líknandi. Teir heilt tungu næming- arnir við serligum tørvi fáa sínar tímar játtaðar frá Ser- námsdeplinum. Og tað eru hesir tímar, ið pengar ikki eru til komandi skúlaár. Men orsøkin til hetta hongur saman við, at skúl- arnir fáa ov lítið av peningi játtaðan til aðrar tímar. Ónd ringrás – Av tí, at skúlarnir fáa ov fáa tímar til onnur øki, verða teir ofta noyddir at taka burtur av vanligu ser- undirvísingini til bóka- savnstímar og annað. Hetta ger so, at tørvurin á tímum frá okkum verður størri. Men um skúlarnir ikki taka burtur av serundirvísing- tímunum til onnur øki, so vantar í har, vísir Hans Eli Dahl frá Sernámsdeplinum á. Tí heldur Hans Eli Dahl, at einasta loysning at betra um viðurskiftini er at geva fólkaskúlanum eina størri heildarjáttan. – Játtanin til serligan tørv er í dag 12 milliónir. Men um vit fingu tríggjar milli- ónir afturat, og skúlarnir fingu eina størri heildarjátt- an, so hevði borið til, sigur Hans Eli Dahl. Hensar Ellingsgaard, sum er deildarstjóri fyri fólka- skúlan í Mentamálastýrin- um er samdur. Hann vísir á, at støðan er óhaldbar, og at orsøkin er vantandi vilji frá politiska myndugleianum at játta fólkaskúlanum pen- ing. – Fólkaskúlin verður raðfestur ov lágt, sigur deildarstjórin og vísir á, at tá tað fyri stuttum varð søkt um eykajáttan á 8,6 milliónir til fólkaskúlan fyri at viga upp ímóti lønarvøkstri, vórðu einans 4,5 milliónir játtaðar. Hvørki Hans Eli Dahl ella Hensar Ellingsgaard kunnu lova, at nakað hendir, ið betrar um støðuna komandi skúlaár. Lítla játtanin til skúlarnar er ein avleiðing, sum stendur við av kreppuni frá nítiárunum. Hóast samfelagið er komið fyri seg aftur, vil politiski myndugleikin framvegis hava játtanirnar at vera lágar, eru Hans Eli Dahl og Hensar Ellingsgaard samdir um. Orsakað av, at Sernámsdepilin má brúka tíð uppá at skerja talið av sertímum til fólkaskúlarnar, fáa skúlaleiðarar ov seint tímatalið at vita. Hetta ger, at teir ikki fáa lagt skúlaárið til rættis FÓLKASKÚLIN John Johannessen Fyrsta mars skuldu allir skúlaleiðarar sambært reglugerðini fáa at vita, hvussu nógvar sertímar skúlin fær til komandi skúlaár. Hetta er ásett í reglugerð, fyri at tað skal bera til hjá skúlaleiðarum og lærarum at leggja komandi skúlaár til rættis í góðari tíð. Men enn hava skúlaleið- ararnir ikki fingið skrivligt at vita, hvussu nógvar ser- tímar, skúlin fær. Hetta ger, at teir illa fáa lagt eitt gott skúlár til rættis. Niels Nattestad er leiðari fyri Venjingarskúlan í Havn. Hann er farin at leggja tímatalvuna fyri næsta skúlaár til rættis. Men arbeiðið er steðgað upp, tí hann hevur ikki vit- að, hvussu nógvar sertímar hann fær, og tískil hevur hann heldur ikki vitað, hvussu nógvum lærarum, hann hevur brúk fyri. Eftir at hava rykt hjá Ser- námsdeplinum fekk Niels Nattestad mánadagi eina munnliga tilsøgn um, hvussu nógar tímar hann fær. Men av tí, at tilsøgnin er munnlig, torir hann ikki at leggja skúlaárið til rættis eftir henni. – Hendan støðan er óhaldbar. Hetta er triðja árið á rað, at vit ikki fáa tímatalið at vita. 15 sept- ember skulu allir lærarar lata inn eina ársætlan fyri komandi skúlaár. Men hesa ætlan fáa teir ikki gjørt, tá vit ikki fáa tímatalið at vita, sigur Niels Nattestad. Skúlastjórin fyri Venjing- arskúlan heldur, at trupla støðan hongur saman við, at politiski myndugleikin als ikki raðfestir fólkaskúl- an. Veikir næmingar offraðir í sparingum Pláss er ikki fyri næmingum við serligum tørvi í dagsins fólkaskúla í Føroyum. Skúlaleiðarar og umsiting eru samd um, at orsøkin er skeiv raðfesting frá politiska myndugleikanum Modellmynd: Jens Kristian Vang – Ingeborg siktar skeivt, tá útjaðarin verður blokk- eraður. Hon skuldi heldur lagt ein ring kring Havnina og Klaksvík. Vit missa bara pengar, sum vit skulu liva av í vetur, sigur Milson Berg, formaður í Tvøroyara Útróðrarfelag Jústinus Leivsson Eidesgaard 4. mai var seinastu ferð hann avreiddi og nú hevur báturin ligið á Tvøroyri, hóast veðrið hevur verið at tí besta og hetta er besta tíð hjá út- róðrarbátum í Suðuroy. Tað nyttar ikki at loysa, tí verkfall er og Milson sleppur ikki av við fisk- in. Hann tekur blaðið frá munninum í dag og talar vegna limirnar í Tvør- oyrar Útróðrarfelag, sum hann er formaður fyri. Milson er dugnaligur útróðrarmaður sum fer víða eftir fiskinum, hann rør norðanfyri og hann rør sunnanfyri, hann er har fiskurin er, men nú sleppur hann ikki at loysa. – Hetta er beiskt, tí vit eru í bestu tíð her hjá okkum, og tann fiskur, vit skuldu avreitt nú er neyðugur fyri at klára veturin, tað er tað vit liva av. Ingeborg rakar skeivt, tí hon tekur grundarlagið hjá okkum fyri restini av árinum, sigur Milson Berg. – Menn, sum rógva einsamallir við báti, hava mist eini 30.000 síðan verkfallið byrjaði, og tað er nakað sum merkist, sigur Milson. – Vit útróðrarmenn eru sera ónøgdir við verkfallið, tí vit halda, at Ingeborg loypir har garðurin er lægstur við at raka útjaðaran. Verk- fallið hjá henni munar einki her. Tað er í Havn og í Klaksvík, at ein blokada veruliga hevði munað, har gongur alt jú sína vanligu gongd, sig- ur Milson Berg. – Lat meg sláa fast, vit í útróðrarfelagnum hava einki móti verkfalli og vit halda eisini, at tað var skeivt at løgregluni at leggja upp í í Kolla- firði, men vit halda, at Føroya Arbeiðarafelag eigur at ansa betur eftir ikki at raka sínar egnu ov meint við verkfallin- um. Eg haldi eisini, at hini fakfeløgini áttu at víst Føroya Arbeiðara- felag meira samhuga. Tað var ikki for nógv, um eitt nú Starvsmanna- felagið fór í samhuga- verkfall, sigur Milson Berg. Fáa ikki fyrireika skúlaárini Verkfallið hevur kosta mær 30.000 krónur C M Y K 7 6