týsdagur 11. desember 2007síða 30
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
Nr. 240 - 11. desember 2007
tíðindi
Stutt Sagt
Kosova til ST
Serbiska
stjórnin
sýtir
framvegis fyri at góðtaka,
at Kosova fær sjálvstýri,
soleiðis sum tann albanski
meirilutin í landslutinum
ætlar. ES kunngjørdi í gjár,
at øll limalondini uttan
Kýpros taka undir við, at
Kosova verður sjálvstøðugt
ríki, og tað fekk alt fyri eitt
serbisku stjórnina at leggja
málið fyri ST. Serbiski for
setin, Boris Tadic, segði í
gjár, at málið verður lagt
fyri trygdarráðið hjá ST
við áheitan um at lata
altjóða dómstólin í Haag
gera úrskurð um, hvørt Kos
ova hevur lógarheimild til
at taka sjálvstýri ella ikki.
Albanski
meirilutin
í
Kosova sigur, at Kosova
verður lýst sjálvstøðugt tíð
liga næsta ár.
Oyggj sum
tulipan
Í Niðurlondum hevur tjóð
artingið sett eina nevnd at
kanna møguleikarnar fyri
at gera eina oyggj úti fyri
norðsjóvarstrondini. Ætlan
in er, at oyggin skal líkjast
einari ovurstórari tulipan,
og endamálið við oynni er
at verja verandi strond og
at útvega byggilendi. Niður
lendingar eru serfrøðingar
innan strandarverju, og tað
er eisini neyðugt í einum
landi, har lendið er so lágt.
Herfyri vísti ein meininga
kanning, at fólk í Niður
londum stúra meiri fyri ein
ari flóðaldu uttan úr Norð
sjónum enn yvirgangi. Hin
vegin er eingin ivi um, at
áhugin at búseta seg á
oynni verður stórur, og
politikararnir vænta at fáa
einar 75 mia. krónur fyri
byggilendið á oynni.
Viagra drepur
Higartil í ár eru 47 norskir
ferðamenn deyðir, meðan
teir hava hildið frí í Tei
landi. Norska sendistovan
sigur, at í flestu førum er
taln um menn í fimmtiárun
um, sum eru deyðir eftir at
hava tikið Viagratablettir. Í
Teilandi kann ein keypa
Viagratablettir í hond
keypi uttan at tosa við
lækna fyrst. Sendistovan
vísir á, at nógvur hiti, rús
drekka og Viagratablettir
er ein vandamikil blanding,
ið kann fáa álvarssamar
avleiðingar.
SAMBAND
árNi joeNSeN
fArtekSt@MAil.Dk
- Eg sá bilføraran hjá Dianu og Dodi drekka, men tað
var bara stjórin, sum kundi siga nakað við hann
(barrvørður í París)
útlond
Høvuðsákærin við
krígsbrotsmanna
dómstólin fyri gamla
Jugoslavia hevur lagt
frá sær
Í gjár helt Carla del Ponte
fráfaringarrøðu í ST, og tað
hoyrdist á orðalagnum og á
røddini, at hon er alt annað
enn nøgd við umstøðurnar
hjá dómstólinum, sum bleiv
settur til at viðgera málini
ímóti teimum, sum eru
ákærdir fyri krígsbrotsverk
í gamla Jugoslavia.
Hon duldi ikki fyri, at
hon er bæði hørm og ill um,
at myndugleikarnir í Serbia
ikki hava útflýggjað teir
báðar høvuðsmenninar aft
an fyri fólkamorðið ímóti
muslimunum í Bonsia, polit
iska leiðaran Radovan Kara
dzic og generalin Ratko
Mladic.
Carla del Ponte er ikki í
iva um, at serbisku myndug
leikarnir hava í fleiri førum
verið vitandi um, hvar teir
báðir hava fjalt seg, men at
myndugleikarnir hava ikki
lagt í at taka teir, hóast bæði
dómstólurin, ES og USA
hava kravt tað.
Vanliga verður tað,
sum Vladimir Putin
sigur, og tí er lítið
at ivast í, at næsti
russiski forsetin
fer at eita Dmitrij
Medvedev
Eg havi havt nógv og gott
samband við hann í meiri
enn 17 ár, og eg havi av full
um huga undir við honum
sum valevni til forsetavalið
2. mars.
So greiður var Vladimir
Putin, forseti, tá hann í gjár
bleiv spurdur, hvat hann helt
um, at Dmitrij Medvedev
stillar upp til forsetavalið.
Medvedev er valevni hjá
flokkinum Sameint Russland
og trimum øðrum flokkum,
og við so stórum stuðuli og
stuðuli frá forsetanum er lítil
ivi um valúrslitið.
Dmitrij Medvedev, sum
er 42 ára gamal, er útbúgvin
løgfrøðingur, og hann verð
ur mettur sum ein hóvligur
politikari við góðum sam
bandi við russiska vinnu
lívið. Hann hevur starvast í
umsitingini hjá Putin síðani
fyrst í nítiárunum, og í 2000
stóð hann á odda fyri val
stríðnum hjá forsetanum.
Hann hevur eisini verið
starvsfólkaleiðari í Kreml
og nevndarformaður í tí
risastóra gassfelagnum Gaz
prom.
Roknað verður við, at
alment verður Dmitrij Med
vedev uppstillaður tann 17.
desember.
Undir Kalda krígnum
hevði Danmark sjey
radarar fram við
strondini. Í næstum
verður talið 29
Tað er ikki óttin fyri einum
nýggjum køldum kríggi,
sum hevur fingið myndug
leikarnar at útbyggja radar
kervið, men heldur ein
roynd at forða skipum, sum
hava óreglulig ørindi, at
fjala seg nærhendis donsku
strondini.
Tí hava myndugleikarnir
gjørt av at seta eina røð av
nýggjum
radarum
upp
ymsastaðni kring landið.
Millum annað fáa havnar
býir sum Hanstholm, Hirts
hals og Skagen nýggjar
radarar.
Undir Kalda krígnum
skuldu vit halda eyga við
skipum
hjá
londum
í
Warszawasamgonguni,
sum sigldu í donskum
sjógvi. Í dag er støðan ein
onnur,
so
nú
eru
tað
yvirgangur og vandin fyri
dálking, sum vit skulu halda
eyga við, sigur Per Høj
gaardJensen hjá Søværnets
Operative Kommando við
JyllandsPostin.
Teir nýggju radararnir
hava tilknýti til aðrar ávar
ingarskipanir so sum AIS
skipanina, sum øll skip, ið
eru størri enn 300 brutto
tons, skulu hava. Tað ger, at
radarkervið
kann
fylgja
skipum, sum koma í dansk
an sjógv.
Danmark fær fleiri radarar
Carla del Ponte givin
Carla del Ponte er í øðini inn á serbisku myndugleikarnar
Mynd: Polfoto
Hann skal loysa Putin av
Tann 42 ára gamli
løgfrøðingurin Dmitrij
Medvedev verður ivaleyst
næsti forsetin í Russlandi