týsdagur 11. desember 2007síða 31
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 240 - 11. desember 2007
31
SAMBAND
jákup Mørk
jAkup@SoSiAluriN.fo
tlf. 341800
ítróttur
Súni um-
hugsar at
rýma
Verður talan ikki
um meira spælitíð í
AaB, ætlar føroyski
landsliðsspælarin
sær at leita til
annað felag
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tríggir dystir á besta
liðnum seinasta hálva
kappingarárið. Tað er
støðan hjá Súna Olsen,
sum hevur sáttmála við
AaB, sum er oddalið í
donsku superliguni.
Og hóast góðu gongd
ina í felagnum, so er
hetta ikki nøktandi hjá
Súna Olsen. Og við heim
asíðuna, www.bold.dk,
sigur hann, at hann nú
umhugsar framtíðina í
felagnum.
Eg passi arbeiðið hjá
mær so væl, sum eg
kann, men um tað ikki
hendir
okkurt
næsta
hálva árið, so leingi eg
ikki sáttmálan við AaB,
sigur Súni Olsen, sum
hevur spælt tríggjar dyst
ir á besta liðnum í heyst,
men annars hevur spælt
fyri 2. lið hjá AaB.
Tríggir dystir eru ikki
nóg gott fyri meg. Vit
hava staðið okkum væl
við 2. deildarliðnum,
men mín ambitión er
ikki at spæla í 2. deild.
Eg vil spæla í toppinum,
sigur Súni Olsen við
bold.dk.
Í fjør summar longi
Súni Olsen sátmálan,
sum hann hevði við AaB.
Hesin gongur út í kom
andi summar, og hevur
spælarin soleiðis fritt at
fara, um nýggjur sáttmáli
ikki er gjørdur við AaB
innan ta tíð.
Eik Bank verður nú
høvuðsstuðul hjá
Fremad Amager. Ein
góður eksponerings
møguleiki hjá
bankanum og eitt
herðaklapp til okkum,
sigur Todi Jónsson
samstarv
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Fremad Amager tekur nú
enn eitt fet á leiðini at
styrkja um grundarlagið
undir felagnum.
Nýggjur sponsorsáttmáli
er gjørdur, og hesin ger Eik
Banka til høvuðsstuðul hjá
felagnum, ið innan fá ár
ætlar sær at takast við tey
stóru í Danmark.
Hetta er enn ein liður í
okkara arbeiði at styrkja
um felagið. Og sjálvandi
eru vit fegin um nýggju
avtaluna, sigur Todi Jóns
son, sum er nevndarformað
ur í Fremad Amager A/S.
Og sjálvandi vóna vit,
at báðir partar fáa gagn úr
hesum. Eik er jú virkið á
danska marknaðinum, og
eg ivist ikki í, at vit við
hesum kunnu geva teimum
ein góðan eksponerings
møguleika, sigur Todi.
Eik hevur verið partur av
føroyska
konseptinum
kring Fremad Amager síðan
byrjan, og frá nýggjárinum
verður tað altso í fremstu
røð sum høvuðsstuðul.
Styrkja hópin
Hóast felagið eftir seinasta
kappingarár noyddist eina
deild niður, so hevur hetta á
ongan hátt tikið mótið frá
leiðsluni í felagnum. Heldur
er orkan nú brúkt til at betra
enn meira um fortreytirnar,
og ítróttarliga hevur gingið
væl, nú felagið er á odda
sessinum í deildini.
Men hóast hetta, so verð
ur framhaldandi arbeitt við
at styrkja um hópin. Venjar
in hjá felagnum, Jacob Friis
Hansen, hevur áður sagt, at
felagið roynir at styrkja um
hópin við spælarum, sum
hava støði at standa seg í
superliguni, og hetta váttar
Todi Jónsson eisini. Men
hann leggur dent á, at enn
er ov tíðliga at siga nakað
ítøkiliga um hetta.
Men vit síggja longu
nú, at vit hava lættari við at
fáa fatur á spælarum, enn
vit høvdu tað fyri bara hálv
um ári síðani. So eg haldi,
at gongdin higartil er tann
rætta.
Eik høvuðsstuðul hjá Fremad
U17-kvinnurnar til
Turkalands
Føroyar komu í bólk við Turkalandi, Írlandi og Hollandi
í komandi undankapping fyri U17kvinnur
Fótbóltur
www.football.fo
Týsmorgunin var lutakast á høvuðsskrivstovuni hjá UEFA í Nyon,
Sveits, um hvussu komandi undankapping fyri U17kvinnur skuldi
skipast.
Føroyar vóru við í lutakastinum, og tilvildin lagaði seg soleiðis, at
føroysku kvinnurnar komu í bólk 5, sum skal spælast í Turkalandi.
Turkaland og Føroyar lógu bæði í næsta pottinum yvir lond, ið ikki
verða mett at vera millum tey sterkastu.
Úr tí sterka hópinum komu Írland og Holland.
Kappingin verður hildin í døgunum 16. til 24. oktober 2008. Hetta er
heldur seint á árinum, men hetta var valt, tí at hitin kann vera nógvur í
Turkalandi fyrr á árinum.
U19-kvinnurnar til Portugal
Føroyar komu í bólk við Portugal, Noreg og Rumenia í
komandi undankapping fyri U19kvinnur
Fótbóltur
www.football.fo
Tað var eisini lutakast til komandi U19 undankappingina fyri kvinnur
í Sveits í dag (týsdagur 11. desember 2007).
Føroyar komu í bólkin, sum skal spælast í Portugal. Portugal var
styrkimett millum tey sterkastu, og úr tí pottinum kom eisini grannatjóð
okkara, Noreg. Fjórða tjóðin í okkara bólki, Bólki 1, verður Rumenia.
Kappingin hjá føroysku U19kvinnunum verður spæld í Portugal í
døgunum 24. september til 2. oktober 2008.
Menningin í Fremad Amager gongur við fullari ferð. Og nú stendur føroyskur høvuðsstuðul á odda fyri hesum