Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-12-11, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. desember 2007síða 40

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 240 - 11. desember 2007 40 Jól í Avstralia 1 Í londunum, sum eru limir av bretska Commonwealth-samtakinum, og sum liggja á Sunnaru Hálvkúglu, verða Jólini hildin hin 25. desember. Á Sunnaru Hálvkúglu merkir tað, at Jólina falla í heitastu summartíðini. Jólasiðirnir í Avstralia minna fyri ein stóran part um jólasiðirnar í Vesturheiminum. Eingin kavi er í námind, men nógvur tilgjørdur kavi verður nýttur til at prýða handlar og handilsmiðdeplar. Á nógvum støðum er Jólamaðurin í einum reyðum skinnpelsi, á einari hvítari sletu, sum akar á tilgjørdum kava. Sangir sum “Jingle Bells” tóna út gjøgnum hátalarnar. Fólk senda jólakort, og nógv jólaprýði er at síggja í øllum tí avstralska summarhitanum. Av tí, at Jólini falla á hásummarið, so eru sjónvarpsskráirnar ikki so nógv merktar av Jòlunum, sum sjónvarpsstøðirnar á Norðaru Hálvkúglu. Serliga í gamla móðirlandinum Bretlandi, har Jólini eru millum teir dagarnar, har flest fólk hyggja eftir sjónvarpssendingum. Tað ironiska við Avstralia er, at tey dyrka sangin “White Christmas” hjá Bing Crosby! Strendur 447154 · Tórshavn 35 71 54 Rein føroysk ull! 7-armaður staki Nú 50,- Spar 39,95 Áarvegur 10 Tórhshavn Tel 374006 Hógv Ketlar Oman á sand 15 · FO-660 Søldarfjørður Tel 470 400 · Fax 470 401 · hogv@hogv.fo Besti føroyski ketilin • Ótrúliga orkusparandi • Nógv heitt vatn • Góður fyri umhvørvi • Dygdin er fyrsta floks 1300 føroyingar hava ein ketil frá Hógv Hógv selir og setir upp hitaverk, ventilatón og sanitet til stórar ella smáðar bygningar.