Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-12-11, síða 41
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. desember 2007síða 41

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 240 - 11. desember 2007 41 Jól í Avstralia 2 Siðvenja er í Avstralia, at børnini fáa at vita, at Father Christmas – Jólamaðurin – vitjar tey ymisku heimini Jólaaftan, og leggur gávur undir jólatrøini, í hosur, ella í ein sekk, sum er beint við eldstaðin. Men seinnu árini er alsamt fleiri hús bygd í Avstralia, sum ikki hava ein eldstað, men roynt verður eftir førimuni at halda hendan jólasiðin. Í nógvum býum, og býarpørtum er tað sera væl umtókt, at húsaeigarnir prýða síni hús við einari røð av litríkum ljósum. Talan kann bæði verða um einføld ljós, og heilt yvir í tað reyputa við lýsandi trøum, reinsdjórum og átrúnaðarligum motivum. Tey fjálgu og heitu jólakvøldini gera tað møguligt hjá avstralskum familjum at ganga runt í sínum heimbýum og grannaløgum, og síggja hvussu onnur hús í heimstaðnum hava prýtt um við jólaljósum. Ein jólasiður byrjaði í Melbourne í 1938, og hevur síðani spjatt seg um allan heimin. Nevnliga “Carols by Candlelight”, har fólk savnast uttandura fyri at syngja jólasangir. Hetta verður gjørt Jólaaftan, ella eitt av kvøldunum beint áðrenn Jólaaftan. Farteldur úr 4.999,- Góð jólatilboð Stórt úrval av súkklum! Vinkulslíparar Makita ga9020SF – 230 mm Makita 9555NB – 125 mm 2 stk fyri einans kr. 1.995,- KBI sp/f · Klingrugarður 2 · FO-700 Klaksvík · Tel: 470 200 · Fax 470 201 · kbi@kbi.fo PHILIPS FLAT ANLEGG MC 235B • Radio • CD spælari • Sera flott snið Einans1.390,- SP/F Radiobúðin Heiðavegur 52 · Box 65 · 600 Runavík · Tlf 44 80 00 Heiðavegur 51 · Saltangará · Tel 44 95 75 / 22 95 75 Støkk inn á gólvið og síggj okkara breiða úrval