Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-12-12, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. desember 2007síða 2

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 241 - 12. desember 2007 SAMBAND jákup Mørk jAkup@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 tíðindi Mikudagin 12. desember kemur nýggja fløgan »Bow & Arrow« við Jóan Peturi á Stongunum út. Talan er um avslappandi singer/song­ writer tónleik, sum verður útgivin av egnum plátu­ felagi, Stone Gun Records. Øll 10 løgini á fyrstu fløguni hjá Jóan Peturi eru egin og verða sungin á ensk­ um. Lagið »Moments« er í løtuni eykalag í »15 teimum bestu« í Útvarpinum. 26 ára gamli Jóan Petur er havnarmaður og byrjaði longu átta ára gamal at spæla klaver í musikkskúl­ anum. Seinni bleiv gittarin høvuðsljóðføri hansara, og hetta speglast helst aftur á fløguni. Jóan Petur hevur leingi smíðað løg og hevur eisini framført alment av og á. ­ Eg havi gjørt løg og sungið í nógv ár, og tað hevur altíð verið ein dreym­ ur at geva eina fløgu út. Eg velji at geva fløguna út nú heldur enn um eini 10 ár at ganga og iðra meg um, at eg ikki gjørdi tað, sigur hann. Við sær í upptøkuhøl­ unum hevur Jóan Petur havt Pætur Larsen, Rúna Eystur­ líð, Eyðun Johannesen, Høgna Reistrup, Eyðun Egilstrøð, Rakul Petersen, Gunnar Guttesen, Bjarna Jøkladal og Kristinu á Váli. Pætur Larsen hevur produs­ erað tónleikin, og Kristoffur Mørkøre hevur ljóðblandað. Mastering er farin fram í Cutting Room í Svøríki, og SONY/dadc í Eysturríki hevur framleitt fløguna. Til ber at vitja Jóan Petur á www.myspace.com/joan­ petur og hoyra nøkur av løg­ unum á »Bow & Arrow«. „Eingin framtíð er í starvinum, framtíðin er í starvsfólkinum“ - George Crane - FT Samskifti er dóttirfelag í Føroya Tele. Í n‡ggja felagnum er øll kundarøkt, øll søla og alt samskifti vi› privat- og vinnukundar, alt GSM-øki› og øll stø›arútger› fyri fastnetstelefoni og brei›band. Broytingin til n‡ggja dóttirfelagi› er vi› til at tryggja eins treytir fyri kappingarneytarnar á markna›inum. Hesir n‡ggju karmarnir geva n‡ggjar møguleikar at veita betri og bíligari tænastur til kundarnar. Í felagnum starvast 105 fólk. Tænastur frá FT Samskifti ver›a markna›arførdar undir navninum Føroya Tele. Starvsfólk til Telebúðina í Tórshavn Telebúðin í Tórshavn er ein av seks Telebúðum kring landið. Telebúðirnar hava ment seg munandi seinastu árini og ætlanirnar fyri framtíðina eru stórar. Til handilin í Tórshavn søkja vit eftir einum starvsfólki, sum skal luttaka í øllum uppgávum, ið skulu til fyri at fáa eina góða tænastu. Til rætta fólkið hava vit eitt sera spennandi starv við avbjóðandi uppgávum og ymiskum ágóðum. Til starvið ynskja vit eitt fólk við: Handilsroyndum og royndum at avgreiða kundar • hug og førleika til kundatænastu • førleika at seta seg inn í nýggja tøkni • evnum at samstarva í toymi og við ymiskar starvsfólkabólkar • ídni at røkka ásettum málum • kunnleika til enskt • vilja at hjálpa, har tað er neyðugt • evnum at arbeiða og avgreiða mál skjótt • viðkomandi útbúgving, men hetta er tó ikki ein treyt. Lønin er sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Starvsmannafelagið galdandi fyri Føroya Tele. Telebúðin í Tórshavn er opin allar vanligar handilstíðir og arbeitt verður í skiftum við hini starvsfólkini í handlinum. Gjøllari upplýsingar fáast við at venda sær til Svannu F. Kjær, skj@ft.fo ella Starvsfólkadeildina á tel 303030. Umsóknir skulu vera FøroyaTele í hendi í seinasta lagi hósdagin 27. desember 2007, og tær skulu sendast til: Føroya Tele Starvsfólkadeildin Postrúm 27 110 Tórshavn starvsfolkadeildin@ft.fo Starvslýsing – tíðindafólk Eitt hús – tríggir miðlar Eitt blað hvønn dag, leypandi dag­føring­ar av størsta tíðinda­ portali í landinum og­ útvarp.Til alsamt vaksandi framleiðsluna hjá Miðlahúsinum í Vág­sbotni søkja vit nú eftir tíðindafólki. Uppg­ávan hjá tær verður í fyrsta lag­i at virka sum leiðari á web­ økinum, har vit í løtuni røkja portal.fo, sportal.fo og­ planet.fo umframt netúg­ávuna av Sosialinum. At skriva tíðindi til blað og­ net er partur av hesum arbeiði. Hartil verður tú partur av toyminum, ið skal samskipa tíðindaflutning­in hjá teimum trimum miðlapallunum, sum vit í løtuni fevna um. Rætti umsøkjarin hevur g­óð evni at skriva og­ sum samskipari. Útbúg­ving­ og­ royndir innan blaðmannaøkið eru avg­jørdir fyrimunir, men verða tó ikki sett sum treyt. Og­ vit rokna við, at tú kanst byrja í starvinum í seinasta lag­i tann 1. februar í 2008. Áhug­aðir umsøkjarar skulu innan 20. desember senda umsókn til: Sosialurin Att: Jan Müller Postsmoga 76 FO-110 Tórshavn Áhug­að kunnu sjálvandi eisini frætta meira um starvið við at seta seg­ í samband við Jan Müller, ábyrg­darblaðstjóra, á tlf 341800 ella á telduposti jan@ sosialurin.fo Sosialurin · Postboks 76 · FO-110 Tórshavn Samtakið kring­ Miðlahúsið fevnir í dag­ um tríg­g­jar miðlapallar. Blaðútg­ávu, tíðinda­ flutning­ á netinum og­ útvarp. Tilsamans starvast um 35 fólk í samtakinum. »Bow & Arrow« við Jóan Peturi