Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-12-12, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. desember 2007síða 3

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

3 tíðindi Nr. 241 - 12. desember 2007 tíðindi At Pedagogfelagið boðar frá verkfalli, sum síðani vísir seg at vera forboðið, er bara enn eitt dømi um, hvussu illa stendur til í felagnum. Hetta heldur Ann Elisabeth Joensen, sum var mótvalevni hjá Jarvin Feilberg, tá ið hann var valdur til formann í felagnum. ArbeiðsmArknAður Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo - Formaður Pedagogfelags- ins Jarvin Feilberg koyrir fullkomiliga solo, og hann konsentrerar seg um alt annað enn fakfelagspolitikk. Hetta sigur ein sera vón- brotin og ikki sørt hvassorð- að Ann Elisabeth Joensen, frítíðarskúlaleiðari, sum eisini var mótvalevni til for- mansvalið hjá Pedagog- felagnum, tá Jarvin Feilberg varð valdur til formann. - Fyri at siga tað bart út, so eri eg rættiliga forsyndrað inn á formannin og nevnd- ina í Pedagogfelagnum. At felagið boðar frá verkfalli, sum síðani vísir seg at vera forboðið, er bara enn eitt dømi um, hvussu illa stendur til í felagnum, sigur Ann Elisabeth Joensen. Hon heldur tað vera ótrúliga illa umhugsað, at man ikki hevur hugsað um tað, áðrenn man fer út og boðar frá verkfallið. - Ongin ivi er um, at hann er lopin framav. Dugur ikki at leiða Ongin ivi er um, at Ann Elisabeth Joensen og Jarvin Feilberg hava hvør sína áskoðan á, hvussu felagið átti at verið rikið. - Tá man leiðir, má man tora at skera ígjøgnum. Ann- ars skal man halda seg vekk. Jarvin dugur ikki at halda høvdinum kalt, men letur seg ávirka av stemningum og streymum, og eg haldi virku- liga ikki, at arbeiðið í Peda- gogfelagnum er nóg gott, sig- ur Ann Elisabeth, sum hevur fleiri øki, sum hon finst at. Ongin kunning - Tað er ein afturvendandi og generellur trupulleiki, at vit limir fáa onki at vita um, hvussu stendur til, eitt nú í sambandi við samráðingar- nar, sigur Ann Elisabeth Joensen. Hon greiðir frá, at heldur ikki álitisfólkini verða kunnað. - Eg spyrji og spyrji, men álitisfólkið veit ongantíð meira enn vit onnur. Til dømis í morgun, tá ið verk- fallið varð avlýst. Eg hoyrdi tað gjøgnum miðlarnar og álitisfólkið visti av ongum, og kundi tí ikki kunna okk- um um nakað, sigur Ann Elisabeth, sum eisini fýlist á, at felagið ikki brúkar heimasíðuna. - Har stendur ongantíð nakað, so tey áttu bara at nið- urlagt hana, staðfestir hon. Jólasølan avlýst Júst í hesum døgum er nógv jólarok á skránni hjá nógv- um stovnum, og vit vita, at bæði jólahugni og kirkju- gongd hjá onkrum stovnum varð avlýst í sambandi við fráboðaða verkfallið. Soleið- is var eisini í Frítíðarskúlan- um í Hornabø, har Ann Elisabeth Joensen er leiðari. Hon greiðir frá, at seinastu tveir mánaðirnir hava børn- ini framleitt, pakkað og prís- að vørur til jólasølu í jóla- býnum í miðbýnum í dag og í morgin, har tey hava leigað tvey smá hús at selja úr. - Nú er hetta avlýst, og eg roknið við at børnini vera sera kedd, tá tey koma oman aftaná skúlatíð í dag. Kanska kunnu vit bjarga einum parti av tí í morgin, men her ganga 67 børn, og tað er ikki bara sum at siga tað at fyrireika eitt slíkt til- tak, sigur Ann Elisabeth, sum heldur tað vera sera torført at halda huginum uppi, tá slíkt hendir. Helvtin lyftir fyri øll Eitt annað, sum Ann Elisa- beth finnst at, er, at hetta er aðru ferð, at bara dagstovna- økið skal leggja arbeiðið niður. - Vit eru øll í sama felag, bæði vit á dagstovaøkinum og á serøkinum. Kortini velur man, nú fyri aðru ferð, bara at leggja arbeiðið hjá starvsfólkunum á dagstovna- økinum niður, sigur Ann Elisabeth, sum heldur, at tað altíð eru tey á dagstovna- økinum, sum skulu altíð kempa fyri øllum limunum. - Samráðingarnir fevna um allar limirnar, tí lønar- hækkingarnar fevna um allan bólkin, sigur Ann Elisabeth Joensen, sum heldur tað vera sera óhepp- ið, tí pedagogarnir eru so sperdir frammanundan. - Vit hava so nógv annað at dragast við, so hetta er bara at leggja stein omaná byrðu, sigur Ann Elisabeth Joensen, og vísir millum annað á, at fakliga støðið er nógv ávirkað av at stórur mangul er uppá pedagogar. Arbeiðsumstøður og løn Ann Elisabeth sigur, at Jarv- in er ikki einsamallur har, men hann er leiðari fyri nevndini og limirnar. - Vit bæði eru als ikki samd um bygnaðin í felagn- um, og eg haldi ikki, at hann røkir sína uppgávu til lítar. Spurd, hvat hon meinar við, tá ið hon sigur, at hon og formaðurin eru púra ósamd um linjuna hjá fel- agnum, sigur hon, at Jarvin Feilberg konsentrerar seg alt ov lítið um fakfelags- spurningar, og alt ov nógv um slíkt, sum áhugafeløg áttu at arbeitt við. - Formaðurin og nevndin brúka orkuna skeivt, tá tey skipa fyri slíkum sum tiltøkum um familjupolitikk í Miðlahúsinum. Hetta er ikki teirra uppgáva. Tey skulu fy rst og fremst røkja áhugamálini hjá limunum í felagnum. Og her hugsi eg um arbeiðsumstøður og ikki minst lønarspurningin – og onki annað, sigur hon. - Tá Jarvin ikki hugsar um fakfelagspolitikk mill- um samráðingarnar, so er tað ikki løgið, at tað endar við verkfalli. Men vit hava ongantíð fund um fakfelags- politikk, sum er essensurin hjá felagnum, sigur hon. Jarvin koyrir solo Hóast fráboðaði arbeiðssteðgurin hjá Føroya Pedagogfelag í morgun var av­ lýstur, tí at Fasti Gerðarrætturin segði hann vera óheimmilaðan, so heldur formaðurin fast við, at Pedagog­ felagið hevur gjørt sítt heimaarbeiði FAkFeLAG Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo – Jú, vit hava gjørt okkara heimaarbeiði! So avgjørdur er formað- urin í Føroya Pedagogfelag, tá Rás 2 í morgun setti hon- um spurningin, beint eftir at Fasti Gerðarrætturin hevði avlýst fráboðaða ar- beiðssteðgin hjá felagnum, sum lýstur var at verða frá kl 11 í morgun til kl 11 í morginári. Jarvin Feilberg Hansen sigur, at tá tey fóru av sam- ráðingarfundinum kl. 15 seinnapartin í gjár mettu tey, at samráðingarnar vóru slitnaðar, og tí boðaðu tey limunum frá arbeiðs- steðgi á dagstovnunum og forskúlum. - Tað næsta vit frætta er, at vit skulu møta í Fasta Gerðarrættinum í morgun kl 9, tí at Kommunala Ar- beiðsgevarafelagið hevði sent eitt kærurit inn. Spurdur um slíkt eigur at koma fyri soleiðis, at bæði foreldur og pedagogar hava fyrireikað seg og lagt til rættis eftir hesum, svar- ar Jarvin Feilberg Hansen, at tey hava handlað út frá siðvenju. - Í fjør tann 6. oktober vóru vit eisini í arbeiðs- steðgi og tað hava vit verið fyrr uttan at nakar hevur sent nakra kæru til nakran kærustovn, og tí hava vit handlað út frá hesum, sigur formaður pedagog- anna. Men ert tú ikki lopin framav? – Nei, tað haldi eg slett ikki. Endamáli var at vísa Føroya Fólki, at vit ikki eru komin á mál. Vit settur 1. desember sum evsta mark – men hava valt hava dialogin koyrandi uttan at leypa framav, sigur Jarvin Feilberg Hansen, sum ikki heldur, at langt er millum partarnar. Nú bíðar Peda- gogfelagið eftir útspæli frá Kommunala Arbeiðs- gevarafelagnum. Lógin um Fasta Gerðar- rættin kom í gildi 1. apríl í 2006, so enn eru ikki nógv- ar siðvenjur skaptar út frá niðurstøðunum – men júst hendan avgerðin fer kanska at hava týdning í framtíðini. Jarvin Feilberg Hansen: Eg eri ikki lopin framav – Nevndin skal fyrst og fremst røkja áhugamálini hjá limunum í felagnum. Og her hugsi eg um arbeiðsumstøður og ikki minst lønarspurningin – og onki annað, sigur Ann Elisabeth Joensen Jarvin Feilberg Hansen, formaður í Pedagogfelagnum