mikudagur 12. desember 2007síða 4
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
tíðindi
Nr. 241 - 12. desember 2007
Summer of ’69 í juni
Tíðindini komu út í gjár, og á tíðindafundi í morgun kundi Five Star Entertainment so staðfesta, at Bryan Adams vitjar
í Føroyum 4. juni í 2008. Við lyfti um størsta tónleikatiltak í Føroyum hevði Five Star Entertainment boðið til
tíðindafund í dag. Longu í gjárkvøldið kundi poartalurin staðfesta, at Tórshavn stóð á listanum hjá Bryan Adams fyri
konsertir 2008, og tað var eisini hetta, sum var boðskapurin á tíðindafundinum í morgun. Verður sæð burtur frá
festivalunum, sum hava verið skipaðir seinnu árini, so hava konsertir í Føroyum verið javnsettar við innandura
upplivingar, men soleiðis verður ikki hesaferð. Endaliga plaseringin er enn ikki staðfest, men tað ljóðar, at mest
sannlíka staðið er Skálatrøð í Havn, og at atgongumerkini verða millum 4.000 og 5.000 í tali. Hetta varð tó ikki váttað
á tíðindafundinum, tí enn skal trygdarviðurskiftini kring tiltakið fáast endaliga upp á pláss. Sjálv atgongumerkini til
konsertina verða sett til sølu í morgin. Fyrst á Torginum í SMS, og síðani á Kunningarstovuni í Havn og á heimasíðuni
hjá Eik Banka.
Tað er ein av teimum
heilt tungu dreingj
unum í tónleikasøguni,
sum kemur til Føroya
komandi summar. Ein
tungur drongur, sum
eisini hevur havt hópin
av framúrskarandi
myndaframsýningum
Tónleikur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Bryan Adams, sum fyri
stuttum helt 48 ára føðingar
dag hevur í nærum fjórðings
øld verið roknaður millum
tungvektarnar innan meira
popputa partin av rock
tónleikinum.
Við Cuts Like A Knife í
1983 hevði hann nøkur løg,
sum leitaðu sær upp á hitlist
arnar, men veruliga gjøgnum
brotið fekk hann í 1984, tá
Reckless varð send á markn
aðin. Ikki færri enn seks
singlur av hesi útgávuni
komu á top20 listan í
Kanada. Við klassikarum
sum Somebody, Heaven,
Run to You og Summer of
’69 varð navn hansara sligið
fast við 12tumma seymi.
Útgávan hevur síðani selt til
fimmdupult platin í USA.
Og síðani hetta gjøgnumbrot
ið hevur hann støðugt leitað
móti
hæddunum
innan
tónleikin. Øll árini saman
við guitarspælara sínum,
Keith Scott. Eitt nú hevur
hann met á ensku singlehit
listanum, har I Do It For You
var ovast á listanum 16 vikur.
Talan var her um eitt soundt
rack til Robin Hood filmin,
Prince of Thieves, men
umframt hetta hevur hann
eisini gjørt sondtrack til ikki
færri enn 41 aðrar filmir.
Fýra ferðir hava løg hans
ara verið ovast á Billboard
listanum. Hann hevur mót
tikið Order of Canada og
Order of British Columbia,
eins og hann í 1998 fekk
sítt merki á kanadiska Walk
of Fame. Tríggjar ferðir hev
ur hann verið nomineraður
til Academy Awards fyri
sangskriving, og fimm ferð
ir hevur hann verið nom
ineraður til Golden Globe
fyri filmstónleik sín.
Uppvaksin í
seks londum
Uppvøksturin hjá Bryan
Adams má sigast at vera
heldur merkisverdur. Og í
øllum førum lítið støðugur.
Hann varð føddur í King
ston, Ontario tann 5. novem
ber í 1958, men uppvøkstur
in var tó ógvuliga blandaður.
Pápin var diplomatur, og tí
vaks tann ungi Bryan upp í
Onglandi, Kanada, Ísrael,
Fraklandi,
Portugal
og
Australia. Sum bara 15 ára
gamal gavst hann í skúlan
um, tí hann heldur vildi
royna seg sum tónleikara.
Og tað hevur sum so
gingið mikið væl. Við fleiri
enn 75 milliónum seldum
eintøkum er talan um ein
sannan risa innan yrki. Ikki
minst hava mongu konsert
ferðir hansara verið serstak
liga væl vitjaðar, og merkis
vert er her, at talan mest sum
alla tíðina hevur verið um
somu manning. Við sær á
palli hevur hann teir báðar
vinirnar, Keith Scott (guitar)
og Mickey Curry (trumm
ur), sum báðir hava verið
saman við Adams í fjórðings
øld. Og hartil eru Gary Breit
(keyboard) og Norm Fisher
(bass), sum báðir hava verið
síðani fyrst í hesi øldini.
Myndamaðurin
Umframt tónleikin, so hevur
Bryan Adams í fleiri ár
eisini verið íðin myndamað
ur. Og tað er ikki sørt, at
myndir hansara hava vakt
ans. Soleiðis hava tær verið
prentaðar í tíðarritum sum
Vogue, Vanity Fair, Harper’s
Bazaar og Esquire.
Hann hevur eisini tikið
myndir av Elizabeth drotn
ing Philip prinsi, og er ein
av hesum myndum í dag at
síggja á National Portrait
Gallery í London. Og fyri
eina myndarøð við Mickey
Rourke fekk hann í 2006
serliga gullvirðisløn.
Syngjandi myndamaðurin
hotelforoyar.fo
4EL s HF HOTELFOROYARFO
5 rættir:
s &ROYSKUR TALLERKUR
s 4OSKANAKKI VI¹ SAFRANSS OG SAUTE
s "ERBERIDUNNUBRINGA OG SV¤NALUNDIR VI¹ LAKA¹UM BLOMMUM OG RTFRUKTUM
POM ANNA OG ORANGESSS
s /STA VOLAUVENT
s -ANDLUR¤S VI¹ KARAMELKREMI OG KANEL¤SI
0R¤SUR FYRI HVNN KR -
ÙROKNA¹ PR¤SIN ER RTTIR DRYKKIVRUR OG DANSUR
"¤LEGGI¹ BOR¹ Õ TEL ELLA Õ HF HOTELFOROYARFO
*L ¤ 'LASSTOVUNI DESEMBER DESEMBER DESEMBER OG DESEMBER BJ¹AR 'LASSTOVAN STRA JLAMATSKRÕ
T h e F a v o u r i t e R e s t a u r a n t
G L A S S T O V A N
Seinnu árini hava fleiri stór tónleikanøvn vitjað í Føroyum. Men Bryan Adams hevur helst munin á øllum hinum, tá hann kemur
til Føroya 4. juni komandi ár
Mynd: Jens Kristian Vang