mikudagur 12. desember 2007síða 5
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
tíðindi
Nr. 241 - 12. desember 2007
kr. 60,-
Gløgg &
holukøkur
hvonn.fo
Tórsgøta 4
100 Tórshavn
Tel 350035
hvonn@hvonn.fo
www.hvonn.fo
Opið hvønn dag kl. 12-24
Frí & ley til kl. 02.00
Vælgerð og
umhvørvisvernd
viga nógv hjá Bryan
Adams, sum gjøgnum
árini hevur verið við
til savna inn stórar
milliónaupphæddir
til síni hjartamál
Tónleikur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Umframt at nýta nógva tíð
til tónleikin, so hevur Bryan
Adams eisini nýtt hendan
pallin til at gera vart við
viðurskifti í heiminum, sum
hann vildi havt øðrvísi.
Soleiðis var hann partur
av stóru Live-Aid konsert-
ini, eins og hann saman við
eitt nú Sting, U2 og Peter
Gabriel, Paul McCartney
og Dire Straits hevur verið
partur av konsertferðum
fyri Amnesty International.
Av øðrum vælgerandi
konsertum, sum hann hevur
verið partur av, kunnu nevn-
ast stóra the Wall konsertin
í Berlin í 1990 og stóra føð-
ingardagskonsertin
fyri
Nelson Mandela á Wembley
í 1987. Hann varð fyrsti
vesturlendingurin,
sum
hevði konsert í Karachi í
Pakistan, har endamálið var
at savna pening til skúla-
gongd hjá fátøkum børnum,
og í heyst hevur hann spælt
í Tel Aviv og Jericho, har
endamálið við sonevndu
OneVoice Movement kon-
sertunum er at hjálpa til at
loysa ísraelsku-palestinsku
konfliktina.
Hartil hevur hann eisini
verið við, tá innsavningartil-
tøk til einstøk endamál hava
verið á skránni. Eitt nú eftir
Tsunami vanlukkuna. Til
hesa savnaði hann ikki
minni enn 15 milliónir krón-
ur, tá hann á uppboði seldi
ein guitara, sum fleiri av
fremstu guitarspælarunum í
heiminum høvdu signerað
til júst hetta endamálið.
Gras og grind
Her í Føroyum minnast fólk
hann kanska meira fyri
hansara aktiva leiklut í
umhvørvisstríðnum. Hann
hevur verið partur av útgáv-
um, sum hava havt til enda-
máls at stuðla Greenpeace í
teirra stríði. Millum annað
móti grindadrápi.
Sjálvur
hevur
Bryan
Adams seinastu 12 árini
verið vegetarur burturav, og
verður googla eftir Bryan
Adams+Pilot Whales, koma
hópin av slóðum fram.
Bæði
síður,
har
hann
framgongur sum stuðul hjá
Greenpeace, eins og hann
eisini er sonevndur cele-
brity-stuðul
hjá
øðrum
umhvørvisfelagsskapum.
Ikki minst í stríðnum móti
grinda- og springaradrápum
í Japan.
Live-framførslurnar hjá Bryan Adams hava mest sum legendariskan status. Nakað sum hann
eisini hevur nýtt til at savna inn pening til vælgerandi endamál av ymsum slag. Millum annað til
at mótmæla grindadrápi
Diskografi
1977
Sweeney Todd
1980
Bryan Adams
1981
You Want It, You
Got It
1983 Cuts Like A Knife
1984
Reckless
1987
Into The Fire
1988 Live! Live! Live!
1991
Waking Up
The Neighbours
1993
So Far So Good
1996
18 Til Die
1997
Unplugged
1998
On A Day
Like Today
1999
The Best Of Me
2002
Spirit OST
2004
Room Service
2005
Anthology
Hartil hevur Bryan Adams
staðið fyri 42 Soundtracks
til filmir. Millum annað A
Night in Heaven, Pink
Cadillac,
Renegades,
Prince of Thieves, What’s
Love Got To Do With it,
The Three Musketeers,
101 Dalmatians og Hope
Floats.
Hevur hartil sungið duettir
saman við hópin av øðrum
sangarum, eins og hann
eisini hevur skrivað løg
fyri onnur. Eitt nú kunnu
nevnast Tina Turner, Joe
Cocker, Billy Ray Cyrus,
Ronan Keating, Bonnie
Tyler, Celine Dion, Sting,
Rod
Stewart,
Motley
Crue, Barbra Streisand og
Neil Diamond.
Gras-etandi
filantropur
Lort í býin á fløgu
- Sum tað er gott endliga at fáa fløguna. Eg havi verið
soooo spent, sigur Meyla,nú fløgan við kendu løgunum er
komin á fløgu. Meyla sigur, at fløguhúsin eisini er ordi-
liga kulur - ella eg skuldi kanska heldur sagt gulur, siugr
hon. Inni í er ein plakat av mær, S’marna, Jógvan L. og
Dia Regini og á baksíðuni á henni eru allir sangtekstirnir
- tað haldi eg er nokk so smart. Meyla vónar, at øll fara at
taka væl ímóti fløguni, og hon er serliga spent at vita,
hvat fjeppararnir fara at halda um nýggju fløguna.
Umframt Meylu eru eisini S’marni, Jógvan L., Dia Regin
og Knøttur at hoyra á fløguni.