Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-12-12, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. desember 2007síða 7

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 241 - 12. desember 2007 7 tíðindi Ein 50 ára gamal mað­ur játtað­i seg í gjár sekan í ákærum um sið­amisbrot framt móti trimum brøð­rum frá teir vóru undir tólv ára aldur. Misbrotini hava stað­­ ið­ við­ frá 1998 fram til juni í fjør SIÐAMISBROT Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Føroya Rættur viðgjørdi í gjár eitt mál um siðamis­ brot. Talan var um rættiliga umfatandi ákærur, har ein 50 ára gamal maður játtaði seg sekan í at hava havt »anden kønslig omgang end samleje« við børn undir 12 ára aldur. Talan er um tríggjar brøður, sum maður­ in hevur fingið at »følt upp á seg og onanerað sær til avgongu«, sum ákærin málbar seg. Hetta byrjaði longu á sumri í 1998 við elsta bróðr­ inum á eini feriu í Danmark, og helt annars fram í heim­ bygdini og grannabygdini heilt fram til 2002. Hesi siðamisbrot fóru fram í heiminum hjá manninum og í bili hansara runt ymsa­ staðni. Frá 2000 framdi maðurin eisini somu siðamisbrot móti miðlingabróðrinum, og hetta helt fram til apríl 2004. Og frá 2005 til 2006 var tað yngsti bróðurin, ið stóð fyri tørni. Men í juni í fjør kom onkur fram á mannin og yngsta dreingin, og meldaði hann siðamis­ brotið til løgregluna. Fyrst vildi maðurin ikki úttala seg í rættinum í gjár, men eftir at hava ráðført seg við verjan hjá sær, játt­ aði maðurin, at hann hevði framt siðamisbrotini móti øllum trimum brøðrunum. So hvørt, sum dreingirnir vuksu til og noktaðu at eftir­ líka manninum, fór hann til ein yngri bróður, til hann at enda varð avdúkaður og meldaður. Ákærin førdi fram, at maðurin hevði framt siða­ brot móti teimum trimum dreingjunum rættiliga ofta, og sum skiltist var tað ikki bara talan um fáar tilburðir. Og samlað er hetta farið fram í næstan tíggju ár. Togan um paragraffir Ætlanin var, at teir tríggir brøðurnir skuldu førast fram sum vitnir í sakini, men av tí at maðurin játtaði seg sekan í øllum ákærum var ikki mett, at neyðugt var við teirra vitnisfrágreið­ ingum. Á rættarfundinum var eis­ ini ein sakførari umboðandi teir tríggjar brøðurnar, og vegna teir legði hon fram endurgjaldskrav fyri »tort og svie«. Ført var fram, at talan var um langa tíð, sum maðurin hevði forbrotið seg móti dreingjunum, og tí hevði hon kravt 20.000 krónur til hvønn. Verjin helt, at hetta var í meira lagi, men læt tað ann­ ars upp til dómaran at gera av. Hinvegin róði verjin fram undir, at málið átti at takast upp til dóms eftir §232, sum er um »blufærdigheds krænkelse«, heldur enn eftir teirru strangaru §225 og §222, sum eru um »anden kønslig omgang end samleje«. Munurin er, at revsiramm­ an í §232 er lægri enn í hin­ um báðum paragrafunum, og tí vildi ákærin ikki verða við til at nýta linaru §232. Ákærin segði, at talan var um so umfatandi siðamis­ brot, at hon mælti til eitt ár og tríggjar mánaðir fongsul, meðan verjin mælti til fýra, kanska seks mánaðir, heilt ella partvís treytaðar. Dómur fellur í málinum komandi týsdag, og tá verð­ ur eisini gjørt av, hvussu stórt endurgjaldið verður til dreingirnar. Játtar seg sekan í siðamisbroti Føroya Rættur viðgjørdi eitt mál um siðamisbrot í gjár, har ein 50-ára gamal maður játtaði seg sekan í at hava fingið tríggjar brøður at »følt upp á seg og onanerað sær til avgongu«, sum ákærin málbar seg Tingið­ kom saman klokkan hálvgum tvey í dag at við­gera uppskot hjá Magna Laksáfoss um eyka­ fíggjarlóg fyri 2007, umframt uppskot frá Edmundi Joensen um broytingar í ting­ skipanini POLITIKKUR Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Tingfundur er fráboðaður í dag, men tað verður ikki fyribils fíggjarlóg fyri komandi ár, ið er á skránni. Talan er nevniliga um eina eykajáttan til fíggjar­ lógina í ár, sum skal avgreiðast. Talan er partvís um flytingar millum játtan­ ir, men eisini eykajáttanir til millum annað gransking og útbúgving, almanna­ og heilsumál og til strand­ ferðsluna. Uppskotið snýr seg um smáar sjey milliónir tilsamans. Talan er um aðru viðgerð. Hitt tingmálið snýr seg um praktiskar broytingar ella justeringar í tingskipan­ ini í sambandi við broyttu vallógina, sum var samtykt fyrr í heyst. Hetta eru fyri tað mesta framferðarháttur í sambandi við at tingið kemur saman eftir valið í januar, og umfatar millum annað hvussu tingið verður sett, og hvussu valbrøvini verða kannað. Hesi eru so einastu mál á skránni til tingfundin í dag. Eykafíggjarlóg og broyting í tingskipanini Tingið kemur saman til tvær aðru viðgerðir í dag. Onnur snýr seg um eykafíggjarlóg fyri 2007, og hin um justeringar í tingskipanini Kvinnur betri íleggjarar Tað er ikki bert í Føroyum, at áhugin fyri partabrøvum og partabrævahandli er stórur. Eisini fleiri og fleiri danir seta sínar sparipengar í partabrøv. Slíkar íløgur snúgva seg jú í stóran mun um at kombinera váða og snúsfornuft á besta hátt, og tað duga kvinnur betri enn menn, sambært nýggjari kanning. Danska sendingin »Magasinet Penge« viðgerð munin millum menn og kvinnur tá tað um íløgur ræður á DR1 klokkan 20.25 í kvøld Arabisk partabrøv tey bestu Fíggjargrunnarnir Morgan Stanley, Merrill Lynch og Goldman Sachs er vísir í síni søk. Arabisk partabrøv eru tey bestu, ynskir man bílig partabrøv við potentiali til stórt og trygt avkast. Meðan restin av heiminum hevur knógvað undir sonevndu subprimekreppuni, eru stóru fíggjarmiðdeplarnir í miðeystri heilt slopnir undan. Búskapir í økinum fara enntá at merkja ein vøkstur í 2008, sum er tvífalt so stórur sum heimsbúskapurin, metir Morgan Stanley, og lond sum Bahrain, Saudi Arabia, Qatar, Oman og Sameindu Arabisku Emiratini eru øll væl verd at gera íløgur í, skrivar Børsen