Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-12-12, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. desember 2007síða 8

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 241 - 12. desember 2007 Serfrøðingur vísir á, at tríggir stórir fyrimunir eru við at leggja ein nýggjan altjóða flogvøll á Skorhædd og Eystnesi. Heili 40.000 fólk búgva innanfyri ein radius upp á 25 kilometrar, nógv vinnulív er í økinum, tað ber til at gera ein krossvøll, og heili seks kilometrar av lendi eru til at gera høvuðsvøllin á FlogFerðsla Kári Mikkelsen karim@sosialurin.fo Í einum fyrilestri mána­ kvøld­ið skjeyt flogvallaser­ frøðingurin, Gilli Trond­, kanningina sum Vinnumála­ ráðið bað Land­sverk gera av flogvallaviðurskiftunum í Føroyum, niður sum óbrúkiliga. Í niðurstøðuni hjá norsku fyritøkuni, Asp­ lan Viak, stend­ur, at Skorð­ hæd­d­in er óegnað at leggja nýggjan flogvøll orsakað av turbulensi. Gilli Trond­ vísir á, at norsku serfrøðingar koma við hesi niðurstøðu, uttan at hava spurt veðurserfrøðing­ ar um hend­an spurningin, og tí kann niðurstøðan als ikki brúkast, held­ur flog­ vallaserfrøðingurin. Hann kemur ikki við nakrari tilráðing um, hvørt tað er rætt at leggja flog­ vøllin har, tí fyrst má ein nágreinilig kanning gerast av lend­isviðurskiftum á øll­ um teimum støðum, ið kunnu verða egnaði til nýggjan flogvøll, íroknað Skorhæd­d­. Gilli Trond­ sær tó nógvar fyrimunir við einum flog­ vølli í Suðureysturoy, sum liggur í økinum, har vind­­ myllurnar hjá Sev stand­a. ­ Her úti á Eystnesi ber til at fáa ein krossvøll, og tað ger, at man oftari kann lend­a ímóti ættini og tí ikki fær síðuvind­. Afturat tí kann tað gerast ein sera langur vøllur upp í 3000 metrar við krossi upp á 2300 metrar. Talan er ikki um at fara í gongd­ við eina so stóra verkætlan, har tú flytir milliónir tons av gróti. Tekur tú Toftavatn sum mið­ punkt, so liggur hetta økið sera sentralt í Føroyum, um tað kemur ein Skálafjarðar­ tunnil. Tá eru stívliga 40.000 føroyingar, sum búgva innanfyri ein rad­ius upp á 25 kilometrar, sum tekur 20 minuttir í bili. Víðari burtur úr hesum er, at tað liggur tætt við vinnu­ lív ið hevur allar møguleikar út frá einum samfelags­ búskaparligum sjónarmiði. Tað kunnu verða lend­i í Før­ oyum, ið eru betri egnaði, men tað má kannast ná­ greiniliga, eins og hetta staðið, sigur Gilli Trond­. Tú hevur ikki tikið støðu til, hvat stað er best egnað? ­ Nei, so hevði eg gjørt sama feil, sum norðmenn­ irnir gjørd­u við at taka eitt stutt arbeiði og postulera ov nógv burtur úr tí. Glyv­ ursnes er eitt stór flatt øki, og tað liggur tætt við megin­ økið í Føroyum. Skorhæd­d­in ger tað sama, serliga við einum tunli. Afturat tí kund­i Nólsoy komið inn í mynd­­ ina, og tað eru helst onnur vælegnaði øki, men hetta má kannast nærri. Ein so stór íløga í milliard­flokki má kannast gjølla, áðrenn man fer í gongd­, so man ikki ger lappaloysnir oman á lappaloysnir, ið vit til d­ømis hava sæð í nøkrum havnaútbyggingum í Føroy­ um. Samtalubólkar fyri syrgjandi Føroya Felag móti Krabbameini fer í vetur at skipa fyri samtalubólkum, har fólk, sum hava mist makan orsakað av krabbameini, kunnu fáa stuðul og hjálp. Tað kann vera sera trupult at koma gjøgnum sorgina, tá ein missir makan av eirind­aleysari sjúku. Føroya Felag móti Krabbameini bjóðar teimum, sum hevur mist makan av krabbameini og tørvar stuðul at koma gjøgnum sorgina, at hitta onnur í somu støðu. Ætlanin er at skipa fyri samtalubólki, har avvarðand­i hitta onnur í somu støðu saman við professionellum ráðgevum innan sorg og krabbamein. Málið við bólkinum er at geva tí einstaka møguleika at seta orð á og viðgera tær kenslur, sum tapið av makanum setur í gongd­ og gjøgnum samtalur í bólkinum at fáa stuðul at koma styrkt/ ur gjøgnum sorgina. Byrja verður í januar, og ætlanin er at bólkurin hittist aðru hvørja viku, 10 ferðir íalt. Ráðgevar vera Kathrina L. Joensen, sálarfrøðingur og Margret Mortensen, ráðgevand­i onkologiskur sjúkrarøktarfrøðingur. Hevur hetta tín áhuga, kanst tú vend­a tær til krabbameinsfelagið. Telefon 317959, 217957 ella 217959. Fyrimunir við flogvølli á Skorhædd Soleiðis kann ein flogvøllur á Skorðhæddini í Eysturoy koma at síggja út, sum Gilli Trond, ið er serfrøðingur í flogvallaviðurskiftum, ímyndar sær hann Gilli Trond heldur ikki, at higartil kanningar av flogvallaviðurskiftum í Føroyum hava verið nóg djúptøknar