Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-12-12, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. desember 2007síða 9

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 241 - 12. desember 2007 Fakligheitin má vera tað týdningar­ miklasta í einum kjaki um nýggjan flogvøll, halda teir flogskiparar og flogstýrimenn, sum luttóku á kjakfundi á Svangskarði um nýggjan flogvøll FlogFerðsla Kári Mikkelsen karim@sosialurin.fo Vit sakna, at kjakið um flog­ viðurskifti byggir á faktiska veruleikan. Tí var fyrilest­ urin á Svangaskarði mána­ kvøldið eitt kærkomið inn­ slag í flogvallakjakið, halda tveir flogstýrimenn, ið vóru komnir at lurta. ­ Mær dámdi væl hasa framløguna, har fyrilestra­ haldarin setti fokus á kjakið um flogvøll og flogvalla­ viðurskifti. Tað, sum vit oft­ ani hoyra, er, at nógv fólk hava lyndi til at gera seg til serfrøðingar uttan at vita, hvat fyrigongur. Hetta oyði­ leggur tað samlaða kjakið, tá man ikki tekur fakligheit­ ina framum. Vit flogskiparar og flogstýrimenn hava sakn­ að, at man byggir pástand­ irnar á fakta. Alt ov nógv byggir á gitingar, sum til dømis, hvar tað er turbulens­ ur, og hvar tað ikki er turbu­ lensur. Tá spyrja vit okkum sjálvar, hvar vita fólk tað frá? Eru tey von við at hanga uppi í luftini? Tað er ikki á jørðini, vit skulu hava turbulens ella ikki, tað er innflúgvingin frá 10 fjórð­ ingum og niður til endan av vøllinum, vit skulu fyri­ halda okkum til turbulens. Teir, sum vita mest um hetta, eru tyrluflogskiparar og ikki landkrabbar. Men flogskipararnir verða ikki spurdir. Vit hava nógvar vindar í Føroyum og djúp lágtrýst, ið hava sína ávirk­ an, og okkara landslag ger, at tað er nógvur lokalur turbulensur nógvastaðni. Tí mugu nágreiniligar kanning­ ar gerast av hesum. Vit mugu koma til botns, áðr­ enn nøkur niðurstøða verð­ ur gjørd um, hvar nýggjur flogvøllur skal liggja. Tað er hóast alt turbulensur, ið fólk óttast mest, sigur Janus Rein. Hann heldur, at Søltuvík eigur at verða strika sum evnið at gera nýggjan flog­ vøll. ­ At gera ein 1800 metrar langan flogvøll í Søltuvík vildi verið tápauligt, og tað hoyrdi tú, at allir mínir starvsfelagar tóku undir við. So kunnu vit akkurát tað sama halda fram við at brúka vøllin í Vágum. Vit mugu gera okkum nakrar tankar um, hvat vit vilja, sigur Janus Rein. Starvsfelagin, Hjalgrim Magnussen, flogstýrimaður, sigur soleiðis um flogvalla­ spurningin: ­ Eg haldi, at fyrilesturin var objektivur, har man hevði fingið skilt tað lokal­ politiska burturúr, sett ljós á, at tað snýr seg um at fáa ein góðan flogvøll til Føroy­ ar, og ikki so og so nógv arbeiðspláss til eitt lokaløki. At man er áhugaður í, hvar tann besti flogvøllurin kann liggja. Tað var hetta, ið var tað mest áhugaverda við fram0løguni, sigur Hjalgrim Magnussen. Áðrenn politisk støða og avgerð kann takast um, hvar ein nýggjur flogvøllur skal ella kann gerast, verður fyrst neyðugt at kanna, hvar tað best egnaði lendi er, skrivar Landsverk í viðmerkingum til atfinningarnar móti eini norskari kanning. Viðmerkingarnar koma eftir tilráð­ ing frá landsstýris­ manninum í vinnu­ málum, Bjarna Djurholm FlogFerðsla Kári Mikkelsen karim@sosialurin.fo Tað er Vinnumálaráðið, sum hevur biðið Landsverk gera kanning av flogvalla­ viðurskiftum. Landsverk bað tí norsku fyritøkuna, Asplan Viak, at standa fyri kanningini av lendi til flogvøll. Eftir tilráðing frá landsstýrismanninum í vinnumálum, Bjarna Djur­ holm, kemur stovnurin við eini viðmerking til greinina í Sosialinum í gjár, sum bygdi á útsagnir hjá serfrøð­ ingi í flogvallaviðurskiftum, Gilla Trond. »Í hesum sambandi verð­ ur ikki bara hugt eftir, hvar tað ber til at gera eina lend­ ingarbreyt við eini ávísari longd, men hugt verður eis­ ini eftir galdandi altjóða myndugleikakrøvum til lendið í inn­ og útflyvingar­ økinum og til lendið rundan um og nærhendis vøllin. Sum dømi kann nevnast, at sambært galdandi altjóða myndugleikakrøvum til inn­ og útflúgvingarøkið verða settar treytir fyri hvussu høgt lendið má vera í ein frástøðu út til 15 km frá sjálvari lendingarbreytin, og tí verður neyðugt ikki bara at gera lendiskanningar nærhendsis vøllinum, men eisini 15 km út. Um lendi lýkur altjóða krøv er næsta stigið at kanna veðurfrøði­ ligu viðurskiftini.« Víðari skrivar stovnurin: »Kanningarnar sum Lands­ verk hevur staðið fyri, og sum Norska fyritøkan Asplan Viak hevur gjørt, er ein kann­ ing sum einans hevði til enda­ máls at staðfesta, hvar í Før­ oyum tað ber til, út frá ver­ andi lendisviðurskiftum, at gera ein nýggjan vøll. Treyt­ irnar, sum Landsverk setti til hesa kanningarnar, vóru, at øll galdandi altjóða myndug­ leikakrøv til lendi skuldu lúk­ ast. Harafturat var Asplan Viak biðið um at avmarka kanningarnar til økini, sum eru nærhendis verandi ella framtíðar innfrákervinum. Hetta merkir, at Suðuroygg­ in og útoyggjarnar ikki eru við í kanningini. Metingar­ nar og niðurstøðinar hjá Asplan Viak eru grundaðar á data frá GIS skipanina hjá FDS. Frágreiðingin sum Asplan Viak hevur gjørt fyri Landsverk sigur sostatt, hvar egnað lendi er til flog­ vøll, sum líkur altjóða krøv. Tí skulu fleiri kanningar gerast av veðurfrøðiligum slag, áðrenn staðfestast kann, hvar best egnaða stað­ ið er. Metingar um veður­ líkindi í rapportini eru sostatt avgjørt sekunderar, men av tí at ráðgevararnir hava drúgvar royndir innan økið, eru hesar metingar tiknar við. Í frágreiðingina hjá Asplan Viak verður víst á, at tað ikki uppá nakran máta ber til at lúka altjóða myndugleikakrøvini til lendi í inn­ og útflúgvingar­ økinum við Skorhæddina sambært ICAO Annex 14. Hetta er millum annað tí, at fjøllini norðanfyri og vestan fyri Skorhæddina, forða í inn­ og útflúgvingarplani­ num.« Landsverk ger vart við, at Asplan Viak er viðurkend norsk ráðgevarafyritøka inn­ an flogvallaøkið við drúgv­ um royndum. »Eisini hevur viðurkenda danska ráðgevarafyritøkan Rambøll dygdartryggjað rapportina. Umframt sjálvt at eftirkanna rapportina, hevur Landsverk havt ein “second opinion” bólk at meta um ráðgevingararbeið­ ið. Í hesum bólki hava sitið serfrøðingar frá Avinor (eiga og reka allar norskar flogvallir uttan Gardemoen), Oslo lufthavn (Gardemoen), Luftfartsverket í Svøríki, og partvíst úr Reykjavíkar lufthavn.« Heimsins mest modernaða smoltalistøð EcoPiscicultura Rio Blanco í Chili er eitt av heimsins mest nútímans smoltanleggum – og haraftrat telist hetta eisini millum heimsins størstu. Chilenar arbeiða áhaldandi við at minka um deyðiligheitina í yngul­og smoltframleiðsluni. Ætlandi fer norski krúnprinsurin Haakon at vitja Rio Blanco, tá hann fer á almenna vitjan í Chili í januar. Navnið EcoPiscicultura merkir, at hetta er eitt økologiskt smoltanlegg, sum chilenar vilja vera við. Tað er Marine Harvest – ella áður Fjord Seafood ­ sum eigur Rio Blanco í Chili. Alistøðin liggur 40 kilometrar ella trý korter í bili eystanfyri chilenska laksahøvuðsstaðin, Puerto Montt. Djurholm svarar aftur upp á atfinningar Flogskiparar væl nøgdir við kjak um flogvøll Janus Rein, sum er flogstýrimaður hjá Atlantsflog, fegnast saman við starvsfeløgum um, at ljós verður sett á fakliga grundarlagið undir kjakinum um nýggjan flogvøll Smá hálvtannaðhundrað fólk, næstan bara menn, høvdu leitað sær niðan á Svangaskarð at lurta eftir framløgu og kjaki um møguleikar fyri nýggjum, altjóða flogvølli á Skorhædd og Eystnesi. Millum annað tríggir flogskiparar og -stýrimenn