Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-12-12, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. desember 2007síða 10

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 241 - 12. desember 2007 Hóast tað var farið at skýma og regnaði illa, vóru nógv fólk til hátíðarhaldið í gjár, tá ið nýggju ísfiskatrolararnir hjá Faroe Seafood fyrstu ferð løgdu til bryggju í Saltangará NýbygNiNgar Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Faroe Seafood og Runavíkar kommuna gjørdu nógv burt­ ur úr, tá ið nýbygningarnir úr Vigo í Spaniu komu til landið seinnapartin í gjár. At Faroe Seafood rætti­ liga ynskti at ”markera” dagin, sást, tí øll skip og manningar, sum felagið hev­ ur undir sínum hatti í dag, vóru partur av hátíðarhaldi­ num og móttøkuni. Við nýggju skipunum á odda inneftir Skálafjørði­ num fylgdi allur flotin hjá felagnum Heyki og Falki til bryggju. Í skýming og oysandi regni var tað Heykur, sum fyrstur legði til bryggju og fekk endarnar fastar. Næst­ ur honum var hin nýbygn­ ingurin Falkur, og síðan løgdu øll hini skipini til bryggju. Hornorkestur spældi, og tveir sangir vórðu býttir út og sungnir, ”Boðar tú til all­ ar tjóðir” – og ”Tú alfagra land”. Endurgav Poul F Fyrstur á pallin var borgar­ stjórin í Runavíkar komm­ unu, Hans Jacob Lam­ hauge. Hann ynskti Faroe Sea­ food hjartaliga tillukku við teimum fýra stásiligu skipu­ num, sum felagið í ár hevur fingið til landið, Róki, Lerki – og nú Heyki og Falki. Borgarstjórin heilsaði eisini øllum manningunum og segði seg vóna, at eydnan kemur at fylgja teimum. – Tað er ikki á hvørjum sinni, at fýra so snotulig skip koma á sama pláss. Hans Jacob Lamhauge endurgav skaldið, Poul F. Joensen, sum í eini av yrkingum sínum sigur: ”Borin eru vit í heim mitt í Atlands sjó. Brim og hvøllir stormar vóru ofta vøgguljóð”. Orðini til okkara – Vit, sum búgva við Skála­ fjørðin, kunnu gera skald­ sins orð til okkara. Nógv skip hava stevnt inneftir fjørðinum gjøgnum tíðirnar, Lizzy, Galatea, Lítla Emma, Minnie, Oknin – og síðan allir trolararnir, sum hava havt sítt pláss her. Í røðuni nevndi hann eitt nú Símun á Høgabóli, Ják­ up Andrias í Kálvhúsinum, Napolin Jacobsen, Olaf Olsen, Højgaards Handils­ virki, Snaraløk, Beta og fleiri. – Hesi skip, útgerðarfeløg, manningar og skiparar siga øll somu søgu – søguna um áræði, dirvi, sjálvbjargni og álit á, at bert tann eini kann signa verkið. Góðynskir um veiði og hepni hava fylgt hvørjum skipi, og menn hava havt visjónina um at vinna sær og sínum livi­ breyð, inntøkur og betri livi­ kor. Borgarstjórin segði, at hesir løgdu lunnar undir ta vælferð og tað framkomna Beta-skipini í skýming og Heykur leggur til bryggju í Saltangará. Nógv fólk eru og taka ímóti. Nýggju skipini hjá Faroe Seafood kosta stívliga 40 miljónir krónur hvørt Mynd: Vilmund Jacobsen Millum tey mongu, sum tóku lut í hátíðarhaldinum, var Olaf Olsen, fyrrverandi reiðari hjá P/F Beta gjøgnum mong ár Mynd: Vilmund Jacobsen Absalon sýnir málningar Framsýning: Absalon Absalonsen hevur hesa vikuna málningaframsýning í Vági. Sýningin er í handilshølunum, har Elektronikkbúðin helt til, beint yvir av Suðuroyar Sparikassa. Absalon hevur arbeitt á sjónum, men er eisini kendur sum høvundur og hann hevur skrivað nakrar bøkur, bæði skaldsligar og siðsøguligar. Men nú sýnir hann, at hann eisini er kringur við penslinum. Líka síðani barnaárini hevur hann fingist við at tekna og mála, men nú hann er pensjóneraður, er tíðin betri til frítíðarítrivið. Myndevnini eru mest náttúra og skip, og evnini eru annars bæði í Suðuroynni og norðanfyri. Dagfinn Olsen Absalon Absalonsen hevur í hesum døgum málningaframsýning í Vági (Mynd: D. Olsen)