mikudagur 12. desember 2007síða 11
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 241 - 12. desember 2007
11
tíðindi
samfelag, sum vit í dag
hava í Runavíkar komm
unu.
Olja í havsbrúnni
Hans Jacob Lamhauge vísti
á, at nýggjar tíðir hómast í
havsbrúnni, nú oljuveiting
arskip eru dagligir gestir á
Skálafjørðinum.
– Um so henda vinna
verður okkara álit í fram
tíðini, er enn ov tíðliga at
siga.
Hann segði, at um summ
arið síggjast eisini stór og
glæsilig ferðamannaskip á
fjørðinum – og eisini her er
talan um eina nýggja vinnu
fyri Skálafjørðin.
– Hóast tankarnir um olju
og ferðavinnu kunnu tykjast
spennandi, so er hetta ikki
nakað, sum vit enn kunnu
seta okkara álit á. Ásannast
má, at tað er sjógvurin og
tað, sum vit kunnu vinna úr
honum, sum hevur skapt
tann stóra vøkstur, sum okk
ara øki hevur verið fyri.
Borgarstjórin vísti á orð
ini, sum onkur hevur sagt,
at Runavíkar kommuna er
vaksin frá sjónum og niðan
móti gørðunum – og ikki
øvut.
Hendingarríkt ár
– Árið í ár hevur verið hend
ingaríkt fyri okkum her í
kommununi, tí í ár eru ikki
færri enn sjey nýggir trol
arar komnir til bygdar. Vit
eru sera takksom fyri, at vit
hava so virknar og váðafúsar
vinnulívsmenn. Hetta er
samstundis ein treyt fyri, at
økið kann mennast, segði
Hans Jacob.
Hann legði dent á, at
hetta er ein stórur dagur, nú
tikið verður ímóti fýra
nýggjum og glasiligum skip
um, Róki, Lerki, Heyki og
Falki.
– Vit fegnast um, at okk
ara fiskiskipafloti verður
endurnýggjaður, tí fiski
vinnan er og verður okkara
høvuðsálit tey nógvu kom
andi árini.
Borgarstjórin vísti á, at
Faroe Seafood er í dag eitt
av størstu arbeiðsplássum í
Runavíkar kommunu.
– Hetta er eitt arbeiðspláss,
sum vit eru sera fegin um
– og errin av. Vit vóna, at
virksemið kemur at støðast
og mennast, segði Hans
Jacob Lamhauge.
oysandi regni
Buldur í Cippo
Fríggjadagin 14. desember verður konsert í vælumtókta dansistaðnum,
Cippo. Konsertin verður við bólkunum Synarchy, Ineptus og Beale Street.
Bólkarnir hava allir verið sera aktivir í ár. M. a. kann nevnast, at allir
tríggir luttóku á ársins GBOB 2007. Synarchy, sum komu sterkt aftur í
fokus, aftaná at hava ligið í dvala, yvirraskaðu fjøldina við teirra drúgvu
orku og við sínum aggressiva metalljóði. Ineptus, sum komu aftur við
nýggjum bassspælara og framførdu eitt gott heavyshow. Og Beale Street,
sum spældu sína fyrsta konsert við teirra sermerkta stíli. Hesir tríggir
bólkarnir skulu á pallin í Cippo fríggjakvøldið. Aftan á konsertina verður
DJ Knýtil aftan fyri tónleikin og dentur verður lagdur á, at tað er eitt
rokktiltak við rokktónum.
- Vit fegnast um, at okkara fiskiskipafloti verður
endurnýggjaður, tí fiskivinnan er og verður okkara høvuðsálit
tey nógvu komandi árini, segði Hans Jacob Lamhauge
Mynd: Vilmund Jacobsen
Skiparin á Falki, Kristin Karl og konan á snotuligu brúnni
beint eftir, at skipini hava lagt til bryggju
Mynd: Vilmund Jacobsen
- Okkara virksemi
hevur eina sera stóra
ábyrgd við sær, og
vit vilja gera alt, ið
vit megna, fyri at liva
upp til hesa ábyrgd,
segði Meinhard
Jacobsen, stjóri í
Faroe Seafood við
hátíðarhaldið í gjár
NýbygNiNgar
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Eftir at borgarstjórin í Runa
víkar
kommunu,
Hans
Jacob Lamhauge, hevði
hildið eina stutta røðu við
móttøkuna í gjár, steig
stjórin í Faroe Seafood,
Meinhard Jacobsen, á pall
in.
Hetta er fyri okkum ein
stór løta, har vit kunnu
bjóða fýra av teimum nýggj
astu fiskiførunum vælkom
num í føroyska flotan.
Tað er ein fragd fyri eyga
at síggja, at flotin verður
endurnýggjaður við so góð
um og vøkrum skipum.
Meinhard Jacobsen takk
aði Runavíkar kommunu
fyri stórfingnu móttøkuna
og segði seg fegnast um, at
vinnulig framstig eru væl
komin á Skálafjørðinum.
Tað er gott at síggja og
føla, at fólk eru fegin um
hetta, segði hann.
Eindømi í Føroyum
Stjórin í Faroe Seafood helt
fyri, at tá ið tvey nýggj og
tvey nærum nýggj fiskifør
koma í flotan – og til sama
felag – innan so stutta tíð,
so er hetta helst eindømi í
Føroyum.
Vit fegnast um, at hetta
hevur latið seg gera og
takka so hjartaliga fyri allan
tann stuðul og hjálp, sum
vit hava fingið.
Meinhard Jacobsen vísti
á, at við hesum fýra skipu
num, Róki, Lerki, Heyki og
Falki, er Faroe Seafood
eigari av seks partrolarum,
2/3 av einum øðrum pari og
helvtini av einum djúpvatns
trolara.
Haraftrat
hevur
felagið virksemi á sjey
fiskavirkjum kring landið.
Hetta hevur við sær eina
sera stóra ábyrgd, og vilja
vit gera alt, usm liggur í
okkara makt, fyri at liva
upp til hesa ábyrgd. Saman
við góðum skiparum, mann
ingum, leiðarum og starvs
fólki á landi hava vit gott
mót um, at hetta nokk skal
lata seg gera – til stóra gleði
fyri okkum øll, segði sjtórin
í Faroe Seafood.
- Saman við góðum
skiparum, mann-
ingum og fólki á
landi hava vit gott
mót um, at hetta
nokk skal lata seg
gera, segði Meinhard
Jacobsen
Mynd: Vilmund Jacobsen
Faroe Seafood
telist millum tey
stóru reiðaríini